Kvæðasavn

Tíðriks kongs ríma

Uppskrift: FK 90, 21, pp. 168-174.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eina veit eg rímuna,
mæla kann eg brátt,
mangur hendir ta óndu stund,
honum er lagað hátt.

2. Kongurin situr í hásæti,
frá man frættast víða:
»Nú skal krevja mínar menn
í dag á skógin ríða.«

3. Kongurin kemur í hallina inn
eftir fornum vanda:
»Sveinar, ríðið á skógin burt
at samla gull til landa!«

4. So varð ungi Ásmundur
glaður við tað orð,
hann breyt sundur mjaðarker
yvir sítt breiða borð.

5. Teir saðla sínar hestarnar,
ríða út av veldi,
Ásmundur gongur for Halgu fagru,
mælir við hana á kvøldi.

6. Ásmundur stendur á hallargólvi,
mælir við Halgu brátt:
»Eg ríði meg á skógin burt,
tá úti er henda nátt.«

7. Svaraði jomfrú Halga
bæði við gleði og gleim:
»Harra Krist lati meg liva tann dag,
at tú kemur glaður heim.«

8. Teir ríða út av Brattingsborg
eina morgunstund,
drukku bæði mjøð og vín
ígjøgnum grøna lund.

9. Teir ríða út av Brattingsborg
við albrynjaðar hestar,
tá mátti jørðin rivna við,
og steinar undir teim bresta.

10. Síðla var um aftanin,
skotnar vóru pílir,
lótu sláa eina telt,
har vildu sveinar hvíla.

11. Ásmundur vaknar upp árla morgun,
telur sín dreym so brátt:
»Undarligt hevur fyri meg borið
alla hesa nátt.«

12. Tað er ungi Ásmundur
mælir um dreymin sín:
»Er hann nakar av mínum monnum,
týða kann dreymin mín?

13. Er hann nakar av mínum monnum,
henda dreym kann týða,
hann skal eftir deyða mín
bera teir ringar fríðar.«

14. Svaraði ein av sveinunum,
svarar honum and:
»Ásmundur, akta ikki dreymin tín,
men ríð á skógin fram!«

15. Tað er ungi Ásmundur
lítur á brandin sín:
»Eg ríði ikki á skógin burt,
fyrr enn taldur er dreymur mín.

16. Meg droymdi, eg reið á grønum vølli,
treiv um brandin bjarta,
ein fleyg ørvin mær í munn,
hon stóð fyri mínum hjarta.

17. Meg droymdi, eg treiv um brandin tann,
eftir fornum vanda,
hann fleyg úr míni høgru hond
og vildi mær sjálvum granda.

18. Meg droymdi, eg treiv um brandin tann,
eg var vanur at bera,
hann fell úr míni høgru hond
og vildi mínar sporar skera.«

19. »Tað ið tú droymdi um brandin tann,
tú var vanur at bera,
tað verður fyri sjálvum tær,
tú letur hann brynjur skera.

20. Tað ið tú droymdi um ørvina,
ið vildi títt hjarta meina,
tað er fyri tínum vívi,
spælir í borgum heima.«

21. Svaraði lítin smásvein,
sló so upp í gleim:
»Svikið verður tað væna vív,
tú kemur til hallar heim.«

22. Tað er ungi Ásmundur
sínum svørði brá,
hann kleyv lítin smásvein
sundur í lutir tvá.

23. Kongurin stendur í glasgluggum
heima í sínum veldi,
skoðar hann tað garpaliðið,
tá tað kemur heim á kvøldi.

24. Kongurin stendur í glasgluggum
glaður í huga gleim,
skoðar hann tað garpalið,
tað kemur til hallar heim.

25. Teir loystu sínar sporarnar
undir gangara sín,
gingu so aftur at borðinum
so glaðir at drekka vín.

26. Síðla var um aftanin,
alt gekk fólk at sova,
Einfinn snúðist av durum út,
hann festi hurð í klova.

27. Tað var ungi Einfinn jall
sveipar at sær skinn,
og so búgvin gongur hann
for jomfrú Halgu inn.

28. Einfinn stendur á hallargólvi,
heldur á brýndum knívi:
»Ásmundur ríður í gullborgum,
spælir við øðrum vívi.«

29. »Gakk tú burtur, Einfinn jall,
ei man tað so vera!
Ásmundur ríður á grønum vølli,
fornar leikir fremur.«

30. Tí svaraði Einfinn jall:
»Tað sigi eg av sonnum,
ígjár kom hann av skógnum heim
við øllum kongins monnum.«

31. Hon vendi sær aftur at borðinum,
vildi ei aftur svara,
trívur um tað mjaðarker,
drykkin ikki spara.

32. Tá komu brøv frá Íslands kongi
alt fyri uttan vanda,
sendi hann tey til Brattingsborg,
skattin vildi hann heimta.

33. Tíðrikur kongur svaraði til,
tá hann brævið sá:
»Ei gongur skattur av Brattingsborg,
tað stendur hvat av ið má.«

34. Tíðrikur gongur í hallina inn,
talar við sínar sveinar:
»Hvat vilja tit landið skatta
ella berjast eina?«

35. Svaraðu allir sveinarnir:
»Tað er ikki yvir at loyna,
vit vilja ríða til Íslanda,
har vilja vit brandar royna.«

36. Svaraði ein av sveinunum,
hann æt Sjúrður sterki:
»Ásmundur hann skal fremstur ríða,
føra várt skjøldarmerki.«

37. Ásmundur stendur á hallargólvi,
gyrðir hann seg við stáli:
»Fyrst fari eg til hallar heim
at finna Halgu á máli.«

38. Hon tók upp eitt mjaðarker,
Ásmundi fekk til handa,
snarliga bar for sveinin tá,
tað var við eitur blandað.

39. Tað var ungi Ásmundur,
ið drukkið hevði á,
allur hansara fagri litur
burtur úr kinnum brá.

40. Ásmundur gekk av durunum
við svørð og brynju fríða,
aktaði ikki drykkin tann,
hann vildi til Íslands ríða.

41. So riðu teir fyrsta dag,
ei mundu gangara spara,
Ásmundur seig úr saðli niður,
deyður fell hann til jarðar.

42. Teir vendu sínum hestunum
av so tungari sorg,
sóu, hin ungi Ásmundur
fell teim deyður frá.

43. Kongurin so til orða tekur
eftir fornum vanda:
»Ein fell maður av hundrað tólv,
tað kundi ei herin granda.«

44. So riðu teir annan dag,
fáir finnast slíkir,
síggja borg við sterkum stólpum
standa í Íslands ríki.

45. Mitt í miðjum grasagarði
aksla síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn.

46. Og so búnir ganga teir
í høgar hallir inn,
sum Íslands kongur við borðið sat
við monnum hundrað fimm.

47. Sjúrður stendur for breiða borði,
við búnum svørð í hendi:
»Her skalt tú síggja skattin tann,
ið Tíðrikur kongur sendi.«

48. Kongurin upp frá borði steig,
vreiður var hann tá:
»Tit skulu ikki gista Brattingsborg,
har riðu út í gjár.«

49. Tað var Sjúrður Sigmundarson
sínum svørði brá,
vá hann sjálvan Íslands kong
sundur í lutir tvá.

50. Hann kleyv sjálvan Íslands kong
sundur í lutir tvá,
fimtan reystar herkempur
legði hann honum hjá.

51. Inn kom ein tann grimma gívur,
glógvar sum sótið svarta,
mangar garpar av lívi tók,
áðrenn henni stóð svørð for hjarta.

52. Hon brá seg leys frá borgini,
við búgvið svørð í hendi,
Virgar treiv um Mimaring,
aftur mót henni rendi.

53. Virgar treiv um Mimaring,
aftur mót henni brá,
kleyv so hesa grimmu gívur
sundur í lutir tvá.

54. Teir feldu niður á Íslandi
alt tað valdra lið,
tóku bæði gull og silvur,
riðu so heim við frið.

(c) Dansifelagið í Havn