Kvæðasavn

Tróndur Jógvansson

Uppskrift: FK 93A, 23, pp. 8-13.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Hetta mælti hann Hákun jall
við sín fosturson,
kvittar tá heiman
at biðja sær konu.

2. »Kongurin býr svá skamt herfrá,
væna dóttur ár,
hana tyki eg vera tín javnlíka,
kundi tú hana fá.«

3. »Hann má ikki, kongurin,
taka sær so nær,
sína dóttur mær at geva,
eg eigi lítið fæ.«

4. Sjúrður gár í hallina inn,
í forðum var sá siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

5. Sjúrður stendur á hallargólvi,
ber fram bønarorð síni:
»Sit væl, reystur kongurin,
gev mær dóttur tína!«

6. »Leingi havi eg kongur verið,
á tí riddara vali,
eg gevi ikki mína dóttur
nøkrum stakkali.«

7. Sjúrður snúðist av hallini út,
tók tey orð við vreiði,
møtir hann sínum fosturfaðir
mitt á sínari leið.

8. »Ver vælkomin, mín fostursonur,
higar nú til mín,
hvussu tók sjálvur kongurin
við bønarorðum tínum?«

9. »Leingi hevði hann kongur verið,
á tí riddara vali,
hann gevur ikki dóttur sína
nøkrum stakkali.«

10. »Hoyr tú nú, mín fostursonur,
ver nú ei so bráður,
vit skulu ganga innan høgaloft
og taka av frúnni ráð.«

11. Tað var mæti Hákun jall,
hann vindur fingur í ring:
»Statt upp frúgvin Margreta,
tú lúk meg inn!«

12. Tað var frúgvin Margreta,
kastar høgindi blá:
»Ver vælkomin, Hákun jall,
tú hvíl hará!

13. Ver vælkomin, Hákun jall,
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

14. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvvæl minni um vín,
vilt tú henda riddara lova,
komin at biðja tín?«

15. »Hoyr tað tú nú, Sjúrður,
ver nú ei so bráð,
gakk nú til mín sæla faðir,
tak av honum ráð!«

16. »Kemur maður at biðja tín,
kann hann vera svá,
tú helt tíni orð við Sjúrð,
tú breyt ikki tykkara mál?«

17. »Her kom ein so mætur maður,
søgur ganga frá,
nevndur Tróndur Jógvansson,
út av Eysturlandi.

18. Kongurin tók so væl við honum,
gav honum gangin høgst,
setti hann so í hásætið,
bæði við ker og sess.

19. Kongurin tók so væl við hann,
verður var hann til tess,
setir hann so í hásætið,
bæði við ker og sess.

20. Tað leið ikki longur um,
enn eina so lítla stund,
sjálvur er gingin kongurin
á sín dóttur fund.«

21. Tað var frúgvin Margreta,
kastar upp høgindi blá:
»Ver vælkomin, faðir mín,
tú hvíl har omaná!

22. Ver vælkomin, mín sæli faðir,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

23. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvvæl minni um vín,
vilt tú henda riddara lova,
komin at biðja tín?«

24. »So er mær Sjúrður,
í hjartanum stendur,
tað verður ikki, meðan eg livi,
Tróndur játtast mær.«

25. »Farið tygum á markina út,
søkið tygum her,
hvør ið tann, ið frúnna skal hava,
sigur á øðrum ber.«

26. Árla var um morgunin,
sólin roðar um.....
Sjúrður reið á markina út,
......

27. Tað var nú tá Sjúrður,
sínum svørði brá,
hann kleyv Trónd Jógvansson
sundur í lutir tvá.

28. Nú skal falla niður um stund,
við tí sama hætti,
Jógvan kongur í Eysturlandi
sín sons deyða frætti.

29. Hann læt sær tað liðið samla,
hundrað mann og tjóð,
av teim somu Blálondum,
sum eingin skínur sól.

30. Tað var frúgvin Margreta,
hon steig á loftis 'Rev':
»Eg skal mær á markina út
at veita Sjúrði lið.«

31. Tí svaraði Sjúrður,
studdist við brandin reyða:
»Tungt er mær í stríð í dag
at síggja á tín deyða.«

32. So ríður hann Sjúrður,
víðan vegin fram,
hann klývur hvønn um tvørar herðar,
móti honum rann.

33. So ríður frúgvin Margreta,
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvørar herðar,
móti henni rann.

34. Allan feldu tey herin niður,
ongum góvu tey grið,
sjálvur er gingin kongurin
undir borgarlið.

35. Sjálvur er gingin kongurin
undir borgarlið:
»Mín kæri Sjúrður
gev mær grið!

36. Mín kæri Sjúrður,
gev mær grið,
bað eg ongan bóndason
av mínari ævi fyrr!«

37. Tað var enntá Sjúrður,
við sínum svørði brá,
hann kleyv sjálvan Jógvan kong
sundur í lutir tvá.

38. Tað var enntá Sjúrður,
fell upp á síni knæ,
meðan hann frúnna Margretu
til ektar festi sær.

39. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
bæði gingu í eina song
Sjúrður og hans vív.

40. Tað var enntá Sjúrður,
alvæl sum hann mátti,
settist aftur í ríkið tað,
ið Jógvan kongur átti.

(c) Dansifelagið í Havn