Kvæðasavn

Sniolvs kvæði

Uppskrift: FK 84B, 19, pp. 121-178.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

I. Rana táttur

1. Eg veit eina rímuna,
mælir á tungum vilja,
um hin unga Hildibrand,
tá hann reið at gilja.

Gyltar sporar er mítt fótaspenni,
so temji eg mín gangaran góð
og lati renna.

2. Eg veit eina rímuna,
gjørd um lond og ríki,
ryggisleys man verðin standa,
hvør vil annan svíkja.

3. Ryggisleys man verðin standa,
hvør vil annan svíkja,
um hin unga Hildibrand,
hann ríður úr Gantarvík.

4. Hildibrand setst í gyltan stól,
klæddur í brynju blá:
»Hvar vita tit so væna jomfrú,
mær er sámi at fá?«

5. Sendisvein so til orða tekur,
stóð har skamt ífrá:
»Ólavs dóttir á Upplondum
hon er tær sámi at fá.

6. Ólavs dóttir á Upplondum
er runnin undir ský,
hagar riðu teir sendimenn
ígjøgnum grøna líð.

7. Ólavs dóttir á Upplondum
tað lystiliga sprund,
hagar riðu teir sendimenn
ígjøgnum grøna lund.

8. Hon ber ikki bleika brá
undir sínum gula hári,
heldur enn tann fagrasta summarsól,
ið fagurt skín um várið.«

9. Hildibrand so til orða tekur:
»Nú er til navns at leita,
sig mær satt og sanniliga,
hvøssu man moyggin eita?«

10. »Ólavur eitur hennara faðir,
Ingibjørg hennara móðir,
svinna Silkieik eitur hon sjálv,
og Sniolvur hennara bróðir.«

11. »Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur frá,
hagar streingi eg eiti mítt,
tað stendst hvat av ið má.

12. Er hon so von og tekkilig,
sum tú sigur til,
hagar streingi eg eiti mítt,
tað stendst hvat av ið vil.«

13. Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
prýddur var hann við skarlak
niður á hóvarskegg.

14. Prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu,
forgyltur var saðilin,
ið Hildibrand skuldi á ríða.

15. Hildibrand leyp í saðilin upp
yvir leysan loga,
studdist ikki við skjøldareimar
og ikki við saðilbuga.

16. So ríður hann Hildibrandur
við gyltum lúður í hondum,
fann upp á eitt hvíldarhús
mitt í Selgjalondum.

17. Hann fann upp á eitt fagurt hús,
tað er væl fimtan mílur,
bant sín hest til fagran múr,
gekk so sjálvur til hvílu.

18. Hetta frætti Rani
suður í Ísanslond,
Ólavs dóttir á Upplondum
hon er so biðlavond.

19. Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
prýddur var hann við skarlak
niður á hóvarskegg.

20. Út varð loystur gangarin,
ið Rani skuldi á ríða,
prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu.

21. Hoyrdi tað frúgvin Silkieik
inn í sína høll,
ríður ígjøgnum grøna lund
Rani, ljóta trøll.

22. Hoyrdi tað frúgvin Silkieik,
tað lystiliga sprund,
nú ríður Rani, kempan reyst,
ígjøgnum grøna lund.

23. Tað var Rani, kempan reyst,
heim í garðin fór,
úti sjálvur Ólavur
fyri honum stóð.

24. Tí svaraði Ólavur,
mælir á tungum vilja:
»Hvat eru tíni ørindi,
og hvat man kempan vilja?«

25. Rani so til orða tekur,
ilt er for sans at dylja:
»Tað eru míni ørindi
Silkieik at gilja.«

26. Rani gekk í hallina inn,
rættir fram ljósan hand:
»Frúgvin, vilt tú fylgja mær
suður í Ísansland?«

27. Svaraði frúgvin Silkieik
fyrsta orðið tá:
»Eg eri øðrum riddara lovað,
ið mín stár hugur á.«

28. Rani so til orða tekur
fyrsta orðið tá:
»Hvussu eitur tann riddarin,
ið tín stár hugur á?«

29. Svaraði frúgvin Silkieik,
bliknar undir kinn:
»Hvar er Sniolvur, bróðir mín,
hví kemur hann ikki inn?«

30. Sniolvur gekk í hallina inn,
sveipar at sær skinn,
tá sá hann, at Silkieik
hon bar bleika kinn.

31. Svaraði frúgvin Silkieik,
frá man frættast víða:
»Ert tú lærdur at ríða dyst,
á leikvøllum at stríða?«

32. Sniolvur stendur á hallargólvi
í ringabrynju fríða:
»Hoyr tú, Rani, kempan reyst,
eg bjóði tær út at stríða!«

33. Ólavur so til orða tekur,
á borgini hevur hann ráð:
»Tú fert ei av hallini út,
tað stendst hvat av ið má.«

34. Ólavur so til orða tekur,
á borgini hevur hann valdið:
»Tú fert ei av hallini út,
tú ert for ungur á aldri.«

35. Árla var um morgunin,
sólin skín so víða,
tað var hin ungi Hildibrandur,
býr seg út at ríða.

36. Tað var hin ungi Hildibrandur,
býr seg út at ríða,
hann kom niður á Upplondum,
sum vegir liggja víða.

37. Ein kom maður í hallina inn,
sigur teim øllum frá:
»Eg síggi mann á borgum ríða,
miklan í brynju blá.«

38. Ein kom maður í hallina inn,
eingin ið hann kendi,
gyltan hjálm á høvdi bar,
eitt dragið svørð í hendi.

39. Hildibrandur gekk at borðinum,
rættir fram ljósan hand:
»Frúgvin, vilt tú fylgja mær
yvir Selgjaland?«

40. Svaraði Rani, kempan reyst,
fyrsta orðið tá:
»Hatta man vera tann riddarin,
ið tín stár hugur á.«

41. Rani upp frá borði steig,
gjørdi í eitt svirr,
allir teir, ið inni vóru,
hopraðu á hallardyr.

42. Rani upp frá borði steig,
tað gjørdi hann so brátt,
allir teir, ið inni vóru,
hopraðu á hallargátt.

43. Rani upp frá borði steig,
tann hin menskur mann,
øvigan tók hann Hildibrand
á hallargólvið fram.

44. Skikkjan yvir borði hekk,
blikna tók hin væna,
Hildibrandur og Rani kempa
nú ber báðum saman.

45. Kjaftur hans er ógvuligur,
nasarnar eru langar,
so eru hansara kjálkabein
sum fjórðingsvegir at ganga.

46. Árla var um morgunin,
sólin tekur at branda,
leggja sínar bardagar
fram við Upplandi.

47. Árla var um morgunin,
sólin roðar í ský,
leggja sínar bardagar
fram við Upplands síðu.

48. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
leggja sínar bardagar
skamt frá Ólavs høll.

49. Ríða saman á grønum vølli,
hvørgin vildi lúta,
gongur so eldur av svørðum teirra,
sum neistar av árni fúka.

50. Riðu saman á grønum vølli,
hvørgum mundi bella,
hoyrast mátti langan veg,
sum svørð á brynjum gella.

51. Hildibrand situr á sínum hesti,
frá man frættast víða,
hjálmurin á Rana høvdi
glógvar sum gullið reyða.

52. Hildibrand situr á sínum hesti,
tað er virðin full,
hjálmurin á Rana høvdi
glógvar sum reyðargull.

53. Skikkjan yvir høvdi hekk,
blikna tók hon hátt,
síðan stríðast kempur tvær
bæði dag og nátt.

54. Skikkjan yvir høvdi hekk,
blikna tók hin dýra,
síðan stríðast kempur tvær
fult í dagar fýra.

55. Ólavur stendur for hallardurum,
snúðiliga vendi:
»Hatta man vera ein mikil kempa,
so snart ber svørð í hendi.«

56. Ólavur stendur for hallardurum,
gull ber seg á hand:
»Hatta er ongum líkari
enn unga Hildibrand.«

57. Ólavur stendur for hallardurum,
mælir av tungum belli:
»Ein gang sá eg Hildibrand,
hann reið á grønum vølli.

58. Ein gang sá eg Hildibrand,
hann sat á sínum hesti,
hann var bæði vænur og vitur,
gjørdur av góðum treysti.«

59. Hildibrand gav so stórt eitt høgg,
frálíkur øðrum monnum,
klývur Rana í Ísanslandi,
svørðið stóð í tonnum.

60. Ógvuligt var at lýða á,
tá Hildibrand roynir alvi,
klývur Rana, ljóta trøll,
búkin niður í nalva.

61. Tað var hin ungi Hildibrandur,
sínum svørði brá,
hann kleyv Rana, ljóta trøll,
sundur í lutir tvá.

62. Hann kleyv Rana, ljóta trøll,
sundur í lutir tvá,
svørji eg tann eið við mína trúgv,
hann opin á vølli lá.

63. Svaraði frúgvin Silkieik
av so tungari neyð:
»Sniolvur, ríð á markina út
at vita, um kempan er deyð!«

64. Andan hevði hann ikki mist,
hann eyguni sundur brá,
reiggjaði til av miklum alvi,
Sniolvi ætlaði hann tá.

65. Tað var hin ungi Hildibrandur,
reiggjar svørðið hátt,
tað var hin ungi Sniolvur,
hann bar seg undan brátt.

66. Hildibrand liggur á grønum vølli
eina so lítla stund,
so leyp hann í saðilin upp
yvir leysa lund.

67. Hildibrand spennir sín hest við spora,
letur hann goyst um leypa:
»Hoyr tað, frúgvin Silkieik,
fulldýrt mundi eg teg keypa!«

68. Svaraði frúgvin Silkieik
av so tungum stríði:
»Fyri ein slíkan høvdinga
tað vildi eg latið lívið.«

69. Svaraði frúgvin Silkieik,
smílist undir lín:
»Var tað við tín vilja gjørt
at vega bróður mín?«

70. Svaraði ungi Hildibrandur,
snarliga hann sær vendi:
»Eg svørji tann eið við mína trúgv,
at Sniolv eg ikki kendi.«

71. Fram gekk frúgvin Silkieik,
rætti hond yvir borð,
lystiligt var á at lýða
teirra festnarorð.

72. Fram gekk frúgvin Silkieik,
rætti fram ljósan hand,
lystiligt var á at lýða
teirra festnarband.

73. Festi hann frúnna Silkieik,
fáar finnast slíkar,
hana førdi Hildibrandur
við sær til Brandarvíkar.

74. Hildibrand letur nunnum bjóða
at drekka við sær um jól,
síðan seta saman í ring
upp á ein sorgarstól.

75. »Tit eiga tykkum ein ungan son,
hann verður so mensk ein mann,
hann er eingin í Brandarvík,
ið yvirgongur hann.«

76. Svaraði onnur av nunnunum
av so góðum treysti:
»Hann er eingin í Brandarvík,
við hann situr á hesti.«

77. Svaraði triðja nunnan til:
»Hann gerst so nýtur drongur,
hann skal falla for faðir síns svørð,
sum yvir hans høvdi hongur.«

78. Stóðu upp úr sorgarstóli,
gingu fram á fold,
Hildibrand stóð og lýddi á,
hann sortnaði sum ein mold.

79. Tað var hin ungi Hildibrandur,
sveipar at sær skinn,
so gár hann í høgaloft
for svinnu Silkieik inn.

80. »Vit eiga okkum ein ungan son,
hann gerst so nýtur drongur,
hann skal falla for svørðið tað,
ið yvir hans høvdi hongur.«

81. »Hoyr tú, mín hin veldigi harri,
ber for onga sút,
tak tú gylta bitra brand,
stoyt í pulvur út!«

82. Svaraði frúgvin Silkieik
bæði av ilsku og bræði:
»Hoyr tú, mín hin veldigi harri,
far eftir mínum ráði!«

83. Ikki vildi Hildibrandur
svørðið so týna av lívi,
tí hann hevði í langar stundir
staðið í tungum stríði.

84. Tí hann hevði um langar stundir
staðið í tungum stríði,
við tann gylta, bitra brandi
vunnið tað væna vívið.

85. Árla var um morgunin,
sólin tók at troyggja,
tað var hin ungi Hildibrandur,
hann sigldi for Heljaroyggjar.

86. Hildibrand sigldi for Heljar norður,
tað var mest av sút,
hann tók sín gylta, bitra brand
og varpar í havið út.

87. Grímur eitur sonur hans,
tann gæviliga mann,
síðan reið hann haðan burt,
hann fór seg upp á land.

II. Sniolvs táttur

88. Sniolvur býr á Upplondum,
hans líki kann ikki finnast,
so lystir honum at stríðast,
sum leika við streymin stinna.

89. So lystir honum at stríðast,
sum streymur leikar í á,
hann er eingin í verðini,
Sniolv ovurgár.

90. Sniolvur gár for sína móður,
leggur við hana ráð:
»Hvar veitst tú so væna jomfrú,
mær er sámi at fá?«

91. Svaraði hansara sæla móðir,
var ei til tess sein:
»Mong er von á Upplondum,
tak tær eina av teim!«

92. »Hoyr tú, mín hin sæla móðir,
eyka mær ei tann harm,
hon er eingin á Upplondum,
sova kann í mín arm!

93. Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
eyka mær onga kvíðu,
hon er eingin á Upplondum,
svevur hjá míni síðu!«

94. Svaraði ungi Sniolvur
fyrsta orðið tá:
»Hertugans dóttur í Brunsvík norður
er mær sámi at fá.«

95. Svaraði hansara sæla móðir,
mælir á tungum inna:
»Hertugans dóttur í Brunsvík norður
ert tú ikki maður at vinna.«

96. Svaraði ungi Sniolvur,
mælir av tungum bræði:
»Tó skal eg til Brunsvíkar,
eg komi ei aftur úr teirri.«

97. So letur hann Sniolvur
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

98. Bræddir vóru brandar,
skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.

99. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru blá,
forgyltir ringar av reyðargulli,
har skín sólin á.

100. Bræddir vóru brandar,
borðini vóru ný,
forgyltir leika veðurringar
høgt í miðjum ský.

101. Sniolvur letur snekkju smíða,
dreingir munnu gita,
av gulli vóru mastrarnar,
av silvuri vóru bitar.

102. Sniolvur letur snekkju smíða
høgt upp undir ský,
av gulli sligin lyftingin,
hann situr sjálvur í.

103. Vindur hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn á Brunsvík.

104. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Brunsland.

105. Vindur hann upp síni silkisegl
við so nýtum orðum,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn á Brunsvík norður.

106. Smaludrongur í líðum
goymir smalu og geit:
»Eg sær skip eftir havi koma,
havnir vilja leita.«

107. Smaludrongur geitum rekur
út á grønan vøll,
síðan akslar kápu blá,
hann gár í kongins høll.

108. Síðan akslar kápu blá,
hann gár í kongins høll:
»Eg eri meg á einum luti
vísari, enn tit eru øll.

109. Eg eri meg á einum luti
vísari, enn tit eru øll,
eg sær skip eftir havi koma,
seglini hvít sum bjøll.«

110. »Sært tú skip eftir havi koma,
seglini hvít sum lín,
vera man onkur høvdingur
at biðja dóttur mína.«

111. Glaður leggur Sniolvur
inn á Brunsvíks vág,
hann vil hvørki strika ei lúta,
skotini bresta á.

112. Hertugin so til orða tekur,
heldur á brýndum knívi:
»Sjúrður, gakk til strandar oman,
tak teir burt av lívi!«

113. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.

114. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Sniolvur
við sínum fótum á land.

115. Fyrstur stígur Sniolvur
við sínum fótum á land,
tá var Sjúrður, hertugans son,
riðin niður til strand.

116. Svaraði Sjúrður, hertugans son,
lítur á gyltan brand:
»Sig mær, frægur, eiti títt,
og hvar byggir tú land?«

117. »Sniolv skalt tú nevna meg,
væl í víggi stár,
Ólavur kongur á Upplondum
er sannur faðir at mær.«

118. Svaraði Sjúrður, hertugans son,
kann væl tungu skilja:
»Hvat eru tíni ørindi,
og hvat tykist tú vilja?«

119. Svaraði ungi Sniolvur,
letur so orðum siga:
»Til tess eri eg higar komin
tína systur at biðja.«

120. »Ólavur kongur á Upplondum
var ein kongur í ætt,
einum manni Sniolvi
havi eg hoyrt frá sagt.«

121. Sjúrður gekk frá strondum niðan,
sveipar at sær skinn,
og so búgvin gongur hann
fyri hertugan, faðir sín.

122. Hertugin so til orða tekur,
heldur á brýndum knívi:
»Hoyr tú, Sjúrður, sonur mín,
eru teir tiknir av lívi?«

123. Svaraði Sjúrður, hertugans son,
letur so orðum fúka:
»Nú er hann komin, riddarin tann,
tú manst undan lúta.«

124. Tí svaraði hertugin
bæði følin og nipin:
»Man ikki Brunsvík móti standa
einum orlogsskipi?«

125. Svaraði Sjúrður, hertugans son,
av so tungum stríði:
»Tú verður tann fyrsti í Brunsvík norður,
tikin verður av lívi.«

126. Tað er Sjúrður, hertugans son,
letur so orðum víkja:
»Nú er hann komin, riddarin tann,
frú Adalløs fár sín líka.«

127. Gingu teir frá strondum niðan
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
teir settu sín knørr í neystið.

128. Uppi í miðjum grasagarði
akslar hann síni skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

129. Og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn,
sum hertugin yvir borði sat
við monnum hundrað fimm.

130. Sniolvur gekk í hallina inn,
í forðum var tann siður,
hann hevur alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

131. Sniolvur stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðju sína:
»Sit væl, reystur hertugin,
og gev mær dóttur tína!«

132. Leingi sat hann hertugin,
hugsaði um tey ráð,
hvøssu hann skuldi Sniolvi
eitt hániligt andsvar fá.

133. »Tað er so mangur stoltsriddari,
Adalløs vildi hava,
eg læt teir í tornið seta,
allar av lívi taka.

134. Tað er so mangur stoltsriddari,
Adalløs vildi fá,
eg læt teir í tornið seta,
allar av lívi gá.

135. Tað er so mangur stoltsriddari,
Adalløs vildi gilja,
eg læt teir í tornið seta
ímóti teirra vilja.«

136. Svaraði ungi Sniolvur,
letur so orðum svara:
»Tú ert ikki meiri fyri mínum hondum
enn ein gás at snara.«

137. Tá tóktist hann hertugin
at vera komin í vanda,
hann sær hesa miklu kempu
upp fyri borði standa.

138. Sniolvur gongur á hallargólvi,
mælir á tungu inni:
»Sig mær antin nei ella ja,
eg biði ikki triðja sinni!«

139. Hertugin so til orða tekur,
sortnar sum ein mold:
»Gangið eftir frúnni Adalløs
og leiðið fram á fold!«

140. Hon stóð upp úr gyltum stóli
við fylgismoyggjar tólv,
so gekk frúgvin Adalløs
inn á hallargólv.

141. Frúgvin varð bæði studd og leidd,
hon inn í hallina gekk,
fyrst hon Sniolv við eygum sá,
hon vilja til hann fekk.

142. Svaraði frúgvin Adalløs
og fyrsta orðið tá:
»Eg hevði hug á Sniolvi,
áðrenn eg hann sá.«

143. Svaraði frúgvin Adalløs,
gull ber seg á hendi:
»Eg hevði hug á Sniolvi,
áðrenn eg hann kendi.«

144. Fram gekk frúgvin Adalløs,
rætti hond yvir borð,
lystiligt var á at lýða
teirra festnarorð.

145. Fram gekk frúgvin Adalløs
og rætti fram ljósan hand,
lystiligt var á at lýða
teirra festnarband.

146. Silki og so perlur
var eftir vegnum breitt,
so varð frúgvin Adalløs
oman til strandar leidd.

147. Silki og so perlur
var eftir vegnum prangað,
ei mátti frúgvin Adalløs
á berum jørðum ganga.

148. Tað er enn, sum ofta var tá,
mong er dømin mein,
hertugin fylgdi síni dóttur
ytst á flóðarstein.

149. Vindur hann upp síni silkisegl,
út í havið setti,
mikil var tann mannamúgva,
ið stóð á landi eftir.

150. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Uppland.

151. Millum báðar stavnarnar
skín so fagur litur,
sum hon frúgvin Adalløs
í lyftingini situr.

152. Millum báðar stavnarnar
brá so fagurt á,
sum hin ungi Sniolvur
frúnni stendur hjá.

153. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.

154. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Sniolvur
sínum fótum á land.

155. Fyrstur stígur Sniolvur
sínum fótum á land,
og hon frúgvin Adalløs
undir hans høgru hand.

156. Tók hann frúnna Adalløs,
lyfti á land við sær:
»Gud og milda Maria moy
verði nú við tær!«

157. Silki og so perlur
var eftir veginum prangað,
ei mátti frúgvin Adalløs
á berum jørðum ganga.

158. Silki og so perlur
var eftir veginum breitt,
so varð frúgvin Adalløs
niðan til hallar leidd.

159. Tað var hin ungi Sniolvur,
sveipar at sær skinn,
og so búgvin gongur hann
fyri sína móður inn.

160. Svaraði ungi Sniolvur,
mælir í fyrsta sinni:
»Nú er hon komin, frúgvin tann,
tú segði, eg kundi ikki vinna.«

161. Svaraði hansara sæla móðir,
hon sá ta brúður bjarta:
»Góðari stund tá bar eg teg
fyri mínum hjarta.«

162. Tað var hin ungi Sniolvur,
tók sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ikki longur fresta.

163. Tað var brúdleyp, ið boðið var,
ikki mátti tvørra,
báðum borgum boðið var,
tólv hundrað av hvørji.

164. Hon var sett á beinkir,
hann ímillum dreingir,
reið so mangur hovmann til
sum fjøður á fuglaveingi.

165. Hon var sett á beinkir,
hann á kallbekk,
mangur ríkur riddari
ímillum teirra gekk.

166. Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin,
sum tann fuglur, á viði situr,
var á ljósum degi.

167. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Sniolvur og hans vív.

168. Drukkið varð teirra brúdleypið,
so er komið til mín,
síðan fór hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.

169. Drukkið varð teirra brúdleypið
bæði við gleði og gaman,
tað var minst av ævini,
ið tey vóru saman.

170. Adalløs vaknar á miðjari nátt,
telur sín dreym so brátt:
Undarligt hevur fyri meg borið
alla hesa nátt.

171. Meg droymdi, tú reiðst á grønum vølli
við tínar gulmur gjarðar,
har kom ríðandi riddarin tann,
hann feldi teg niður til jarðar.

172. Meg droymdi, tú reiðst á grønum vølli,
bar so tunga trá,
har kom ríðandi riddarin tann,
ið høgdi títt høvur frá.«

173. Tað er hin ungi Sniolvur,
letur so orðum svara:
»Hann er eingin í verðini,
ið meg fellir til jarðar.«

174. Svaraði frúgvin Adalløs,
mælir av tungum inna:
»Hann er eingin í verðini,
sín líka kann ikki finna.

175. Hevur tú hoyrt frá móður hans,
sum vánda gerning kann,
vænur er hann og vøksturligur,
Ásmund nevni eg hann.«

III. Golmars táttur

176. Stoltsmoyggj yvir borði stendur,
Ásmundi hon sigur:
»Hildibrand sigldi for Heljar norður,
har søkti hann svørðið niður.«

177. Árla var um morgunin,
sólin tók at branda,
tað var hin ungi Ásmundur,
hann býðst seg út at ganga.

178. Árla var um morgunin,
sólin skín so víða,
tað var hin ungi Ásmundur,
hann býðst seg út at ríða.

179. Tað var hin ungi Ásmundur
hann býðst seg út at ríða,
hann kom niður í Gantarvík,
sum vegir liggja víða.

180. Hann kom niður í Gantarvík, .
fáur er hans javni,
har lá hertugin innanfyri,
Golmar nevndur á navni.

181. Tað var hin ungi Ásmundur,
heim í garðin fór,
úti hertugin Golmar
fyri honum stóð.

182. Svaraði hertugin Golmar,
hann kann væl tungu skilja:
»Hvat eru tíni ørindi,
og hvat man kappin vilja?«

183. Tí svaraði Ásmundur:
»Ilt er for sans at dylja,
tað eru míni ørindi
Ingibjørg at gilja.«

184. Svaraði hertugin Golmar,
lítur á brandin bjarta:
»Tú giljar ikki Ingibjørg,
fyrr enn brostið er í mær hjartað.«

185. Ásmundur gongur í grasagarði,
flest øll veit hann skil:
»Eg skal gilja Ingibjørg,
eg geri tað, tá eg vil.«

186. Tað var hin ungi Ásmundur,
inn í hallir fór,
sum hon frúgvin Ingibjørg
í glæstriborgum stóð.

187. Svaraði ungi Ásmundur,
hann mælir um sín vilja:
»Eg svørji tann eið við mína trúgv,
meg lystir teg at gilja.«

188. Svaraði frúgvin Ingibjørg,
hon stóð í silkiserki:
»Ikki mást tú, Ásmundur,
vinna mær níðingsverkið.«

189. Svaraði hertugin Golmar
enn á hesum sinni:
»Ikki giljar tú Ingibjørg,
meðan eg eri inni.«

190. Hann læt Golmar av durum koyra
við svørð og váknaskildri,
hann lyfti frúu í song við sær,
hann framdi, hvat hann vildi.

191. Golmar græt so møðiliga,
slíkt var vert at hoyra:
»Mær tykir tað einki roysni vera
tann veika av durum koyra.«

192. Ásmundur kemur út árla morgun
alt for uttan sút:
»Golmar, vilt tú fylgja mær
her nakað í havið út?«

193. Svaraði ungi Ásmundur
í fyrsta orðið tá:
»Golmar, vilt tú fylgja mær
her nakað londum frá?«

194. Gingu teir til strandar oman,
vindur blakar í fjøll,
Golmar fryktar Ásmund,
tó hann var eitt størri trøll.

195. Gingu teir til strandar oman,
stigu í lyfting fram,
Golmar fryktar Ásmund,
tó hann var ein størri mann.

196. Vundu upp síni silkisegl
við so nýtum orðum,
strika ei á bunkan niður
fyrr enn við Heljar norður.

197. Svaraði ungi Ásmundur,
fyrsta orð hann sigur:
»Hvar var tað, ið Hildibrandur
søkti svørðið niður?«

198. Svaraði hertugin Golmar,
fyrsta orð hann sigur:
»Her var tað, ið Hildibrandur
søkti svørðið niður.«

199. Ásmundur leyp í havið út,
leingi kavar hann,
so kom hann frá grunni upp,
og einki svørð hann fann.

200. »Vilt tú ikki siga mær,
hvar ið svørðið liggur,
harðan skalt tú deyðan tola,
snart skalt tú hann tiggja.«

201. »Hoyr tú, ungi Ásmundur,
lat meg ikki doyggja,
vit skulu sigla hiðan burt
og betur for Heljaroyggjar.«

202. Vundu teir upp síni silkisegl
við so nýtum orðum,
strika ei á bunkan niður
fyrr enn við Heljar norður.

203. Tað er hin ungi Ásmundur,
letur so orðum svara:
Hvør eigur hesi bitru vákn,
fram við grunni fara?«

204. Svaraði hertugin Golmar,
í annað orð hann sigur:
»Her var tað, ið Hildibrandur
søkti svørðið niður.«

205. Svaraði hertugin Golmar
annað orðið tá:
»Her søkti hann svørðið niður,
tá var eg sjálvur hjá.«

206. Ásmundur leyp í havið út,
lættliga kavar hann,
so kom hann frá grunni upp,
nú hann svørðið fann.

207. »Nú havi eg víst tær á brandin tann,
tú hevur eftir stundað,
lova mær til landanna
á Ingibjargar fund.

208. Nú havi eg víst tær á brandin tann,
leingi hevur staðið til víggja,
lova mær til landanna
frú Ingibjørg at síggja.«

209. Tað svaraði Ásmundur,
lítur seg inn mót oy:
»Hvat man hasum ljóta trølli
skilja so væna moy?«

210. Tí svaraði Ásmundur,
lítur seg inn mót lund:
»Hvat man hasum ljóta trølli
skilja so vænt eitt sprund?«

211. Tað var hertugin Golmar,
ið aftur svaraði honum:
»Ofta hevur lakur maður
fingið væna konu.«

212. Tað var hin ungi Ásmundur,
hevði ei fleiri orð,
høgdi høvur av Golmari
og varpar út fyri borð.

213. Vindur hann upp síni silkisegl,
fáir finnast slíkir,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn á Gantarvík.

214. Higar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand.

215. Læt hann síni ankør falla
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Ásmundur
sínum fótum á land.

216. Fyrstur stígur Ásmundur
sínum fótum á land,
sló hann sínar tjaldbúðir
skamt frá sjóvarstrand.

217. Ásmundur gekk frá strondum niðan,
sveipar seg í skinn,
og so búgvin gongur hann
í høgar hallir inn.

218. Ásmundur gekk at borðinum,
hann drakk bæði mjøð og vín,
síðan flutti hann Ingibjørg
heim í hall til sín.

IV. Hildibrands táttur

219. Flutti hann frúu í høll til sín,
tað mundu flest øll vita,
síðan sigldi Ásmundur
fyri Heljaroyggjar ytrar.

220. Ásmundur sigldi av Suðurlondum,
áður enn upp rann sól,
síðan sigldi haðan burt
og inn fyri Fávanspól.

221. Sigldi hann inn fyri Fávanspól,
ið søgur ganga frá,
síðan sigldi hann haðan burt
og inn fyri Singjantá.

222. Svaraði ungi Ásmundur,
gull ber seg á handa:
»Hvør eigur hasi fríðu vákn,
og frammi á borgum standa?«

223. Svaraði ein av hansara monnum,
gull ber seg á fingur:
»Fremsta vákn, á borgum stendur,
tað er Mimmaringur.«

224. Svaraði annar av hansara monnum,
hann bar gull til merki:
»Hann býr fyri hasari høll,
teir kalla Virgar sterka.«

225. Ásmundur stendur á skipabunka,
mælir á tungu inni:
»Nú lystir meg til hallar heim,
Virgar vil eg finna.«

226. Tað var ungi Ásmundur,
heim í hallir fór,
burt var svørðið Mimmaringur,
fremst á borgum stóð.

227. Svaraði ungi Ásmundur,
leit seg upp til oyggja,
hann sá yvir borði sitja
væl hundrada stoltsmoyggja.

228. Tað var ungi Ásmundur,
skortar ikki fíggja,
hann fór seg í hallina inn
til Virgars stoltsinsmoyggjar.

229. Ásmundur stendur á hallargólvi,
mælir um sín vilja:
»Eg svørji tann eið við mína trúgv,
meg lystir til at gilja.«

230. Svaraði ein av stoltsmoyggjunum,
fáar finnast slíkar:
»Minnist tú nakað til Ingibjørg,
tú flutti úr Gantarvík?«

231. Svaraði onnur av stoltsmoyggjunum,
høga ber hon krúnu:
»Tað ið tú bardist mót Torbjørn bøkli,
væl mundi eg tær dugna.«

232. Svaraði ungi Ásmundur,
leit millum sína manna:
»Tað ið tú sigur, tú hjálpti mær,
tey orð kann eg væl sanna.«

233. Svaraði triðja av stoltsmoyggjunum
fyrsta orðið tá:
»Ikki hevði tú svørðið funnið,
var eg ikki hjá.

234. Tá ið vit fram við grunni fóru,
dvaldust vit ikki leingi,
tá setti eg teg á bunkan upp
við stokk og svørð í fangi.«

235. Svaraði fjórða av stoltsmoyggjunum,
stóð í hvíta lín:
»Tá ið tú sodnaði undir brynjuni,
tá lindraði eg tín pína.«

236. Svaraði ungi Ásmundur,
tá var hann mestur óður:
»Hetta rós tað skuldi lagst
til sjálva mína móður.«

237. Svaraði fimta av stoltsmoyggjunum,
stóð í kjortil blá:
»Hoyr tú, ungi Ásmundur,
tú kom tær hiðan frá!«

238. Svaraði ein av hansara monnum,
honum fylgdi av breyt:
»Vart tú her í gullborgum,
tú komst í tunga treyt.«

239. Svaraði annar av hansara monnum,
honum á vegin fylgdi:
»Hevði tú verið her í nátt,
tú komst í konugildi.«

240. Árla var um morgunin,
sólin skín so víða,
tað var hin ungi Ásmundur,
hann býðst seg út at ríða.

241. Tað var hin ungi Ásmundur,
hann býðst seg út at ríða,
hann komst niður í Brandarvík,
sum vegir liggja víða.

242. Ásmundur situr á sínum hesti,
gull ber seg á hendur:
»Hvør eigur handa gullsaðil,
fremstur á borgum stendur?«

243. Svaraði ein av hansara monnum,
gull ber seg á hand:
»Hann býr fyri hesi høll,
tey kalla hann Hildibrand.«

244. Ásmundur krevur sín sendisvein,
frá man frættast víða:
»Ber mær boð til Hildibrand,
bið hann koma og stríða!«

245. Sveinin fór sum snarast var,
hann goymdi væl hans orð,
hann kom seg í hallina inn,
tá Hildibrand sat við borð.

246. »Sit væl, reystur Hildibrandur,
glaður og drekkur vín,
Ásmundur er á grønum vølli,
hann býður tær út til sín!

247. Sit væl, ungi Hildibrandur,
frá man frættast víða,
Ásmundur er á grønum vølli
og býður tær út at stríða!«

248. Tí svaraði Hildibrandur,
gull bar seg á handa:
»Bið hann ríða hiðan burt
aftur til Selgjalanda.«

249. Sveinin fór sum snarast var
við svørð og brynju tunga,
síðan skundar hann ferðina
aftur til Ásmund unga.

250. Ásmundur situr á sínum hesti,
frá man frættast víða:
»Hvat segði hann Hildibrandur,
skuldi hann mót mær stríða?«

251. »Tað svaraði Hildibrandur
alt for uttan vanda:
»Hann bað teg ríða hiðan burt
aftur til Selgjalanda.«

252. Ásmundur krevur sín sendisvein,
frá man frættast víða:
»Ber mær boð til Hildibrand,
bið hann koma og stríða!

253. Tú skalt bera honum boðini tey,
hann skal sær korini velja,
ella eg høggi hans høvur av
sum ein hund til heljar.«

254. Sveinin fór sum snarast var
og goymdi væl hans orð,
hann kom seg í hallina inn,
tá Hildibrand sat við borð.

255. »Sit væl, reystur Hildibrandur,
frá man frættast víða,
Ásmundur er á grønum vølli
og býður tær út at stríða!

256. Hann bað meg bera tær boðini tey,
tú skuldi korini velja,
ella hann høgdi títt høvur av
sum ein hund til heljar.«

257. Yvri dregur á Hildibrand,
hann vá sítt svørð í droyra:
»Eg man ikki Golmar vera,
hann læt av durum koyra.«

258. Hildibrand leyp á gangaran sín,
ið dreingir fullvæl inna,
møtti honum ungi Ásmundur,
tá mundu tveir reystir finnast.

259. Riðu saman á grønum vølli,
hvørgin vildi lúta,
gongur so eldur av svørðum teirra,
neistar av árni fúka.

260. Riðu saman á grønum vølli,
hvørgum mundi bella,
hoyrast mátti langa leið,
sum svørð á brynjum gella.

261. Hildibrand gav so vænt eitt høgg
av so góðum treysti,
so sló hann Ásmund,
hann svímaði av sínum hesti.

262. Ásmundur stoyttist á jørðina niður
undir brynju blá,
Hildibrand sat á sínum hesti,
hann kundi fullvæl sjá.

263. Ásmundur stoyttist í jørðina niður
undir brynju nýggja,
Hildibrand sat á sínum hesti,
hann kundi hann fullvæl síggja.

264. Ásmundur eftir jørðini krýpur
skjótari enn nøkur hara,
Hildibrand vendi sín hest í spring,
hann skuldi ikki aftur um fara.

265. Ásmundur liggur á grønum vølli
eina so lítla stund,
so leyp hann í saðilin upp
yvir leysa lund.

266. So leyp hann í saðilin upp
yvir leysa lund,
síðan læt hann høggini falla
bæði mong og tung.

267. Hildibrand gav so stórt eitt høgg
av so miklum móði,
klývur brynju av Ásmundi,
hann nakin eftir stóð.

268. Hann klývur av honum skjøldrarnar,
brynjuna hann spretti,
nakin stendur Ásmundur
á grønum vølli eftir.

269. Ásmundur stendur á grønum vølli,
tykist vera í vanda:
»Gev mær lov at ríða í dag
aftur til Selgjalanda.«

270. »Nú havi eg klovið brynju tína,
tað mundi teg ikki vara,
brátt manst tú við Sniolvs høvdi
til Adalløs at fara.«

271. Ásmundur snúðist haðan burt
bæði við sút og sorg,
glaður snúðist Hildibrandur
aftur í sína borg.

V. Virgars táttur

272. Ásmundur ríður út árla morgun,
vil eg for ydrum greina,
smíðaði aftur brynjuna,
ið gjørd var av silvuri reina.

273. Ásmundur ríður út árla morgun,
ógvuligur at líta,
smíddi aftur brynjuna,
gjørd var av silvuri hvíta.

274. Ásmundur ríður út árla morgun,
mangt var honum at meini,
smíddi aftur brynjuna,
sum gjørd var av fílabeini.

275. Ásmundur ríður út árla morgun
fram undir rúnarkletti:
»Tað mundi vera ein mikil kempa,
mína brynju spretti.«

276. Ásmundur situr á sínum hesti,
hyggur á brandin sín:
»Nú hevði eg verið sligin í dag,
var ikki móðir mín.«

277. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at branda,
tað var hin ungi Ásmundur,
hann býðst seg út at ganga.

278. Tað er enn, sum ofta er,
frá man frættast víða,
hann komst niður á Selgjaland,
sum vegir liggja víða.

279. Hann komst niður á Selgjaland,
vil eg for ydrum greina,
eg svørji tann eið á mína trúgv,
tá var Virgar heima.

280. Ásmundur krevur sín sendisvein,
frá man frættast víða:
»Ber mær boð til Virgar sterka,
bið hann koma og stríða!«

281. Sveinin fór sum snarast var,
goymdi væl hans orð,
hann kom seg í hallina inn,
tá Virgar sat við borð.

282. »Sit væl, Virgar Valintsson,
frá man frættast víða,
Ásmundur er á grønum vølli,
hann býður tær út at stríða!

283. Sit væl, Virgar Valintsson,
eg beri tær boð til handa,
Ásmundur er á grønum vølli,
hann býður tær út at ganga!«

284. Svaraði Virgar Valintsson,
lítur sær upp til oyggja:
»Eg fari meg í hallina inn
til mínar stoltsinsmoyggjar.«

285. Svaraði ein av stoltsmoyggjunum
fyrsta orðið tá:
»Tú verður sligin í henda dag,
tað kann eg væl sjá.«

286. Svaraði onnur av stoltsmoyggjunum,
skortar ikki fíggja:
»Tú verður sligin í henda dag,
tað kann eg væl síggja.«

287. Svaraði Virgar Valintsson,
í forðum kempa glaður:
»Meg slær eingin av Skemmings baki
uttan ein illgerðsmaður.«

288. Tað var mong av stoltsmoyggjunum,
bar for honum sút,
tá hann leyp á Skemmings bak
um hallardyrnar út.

289. Virgar leyp á gangaran sín,
og dreingir fullvæl inna,
møtti honum ungi Ásmundur,
har mundu tveir reystir finnast.

290. Riðu saman á grønum vølli,
hvørgin vildi lúta,
gongur so eldur av svørðum teirra,
sum neistar av árni fúka.

291. Riðu saman á grønum vølli,
hvørgum mundi bella,
hoyrast mátti langan veg,
sum svørð á brynjum gella.

292. Virgar reið mót kalssyni
niðan í grønar lundar,
tá sá hann, at kalssonur
hann illgerningar kundi.

293. Teir settu skøft mót saðilbuga,
so er greint fyri mær,
sógvu tað allir høviskir sveinar,
at Virgar sterkari var.

294. Virgar gav so stórt eitt høgg
av so góðum treysti,
so sló hann til Ásmund,
hann fell av sínum hesti.

295. Ásmundur fór í jørðina niður
undir brynju blá,
Virgar sat á sínum hesti,
hann kundi hann ikki sjá.

296. Ásmundur fór í jørðina niður
undir brynju nýggja,
Virgar sat á sínum hesti,
hann kundi hann ikki síggja.

297. Men hann kom upp á baki hans,
nú man tað so verða,
stakk so Virgar Valintsson
ímillum rivs og herða.

298. Tað var Virgar Valintsson,
av dýrum deyða drakk,
hann bøtti aftur skaðan tann,
sum Ásmundur hann stakk.

299. Nú er kongurin vorðin óður,
hann heldur á lokalesti,
Virgar dreiv í havið út
á kolsvørtum hesti.

300. Virgar dreiv í havið út,
maður og hestur í senn,
hann komst aftur í gullborgir,
eg meini, hann er har enn.

VI. Ásmundar táttur

301. Árla var um morgunin,
sólin skín so víða,
tað var hin illi Ásmundur,
hann býðst seg út at ríða.

302. Tað var ungi Ásmundur,
hann býðst seg út at ríða,
hann kom niður á Upplondum,
sum vegir liggja víða.

303. Ásmundur krevur sín sendisvein,
frá man frættast víða:
»Ber mær boð til Sniolv unga,
bið hann koma og stríða!«

304. Sveinin fór sum snarast var,
goymdi væl hans orð,
hann kom seg í hallina inn,
tá Sniolvur sat við borð.

305. »Sit væl, ungi Sniolvur,
frá man frættast víða,
Ásmundur er á grønum vølli,
hann býður tær út at stríða!«

306. Sniolvur brynjar út sínar menn
við gyltan glavind og spjót,
Ásmundur er á skógnum burt,
hann brá teim øllum ímót.

307. Vigið fekk hann allar teir
við svørð og brynju tunga,
ein bar livandi boðini
aftur til Sniolv unga.

308. Gongur hann aftur for Sniolv unga,
kærar sína neyð:
»Nú er fallið liðið alt,
ikki er kempan deyð.«

309. Sniolvur so til orða tekur,
heldur á brýndum knívi:
»Lovið mær í stríðið fram
at taka hann burt av lívi!«

310. Svaraði ein av sveinunum
fyrsta orðið tá:
»Tú vinnur einki av hasi kempu,
tað kann eg væl sjá.«

311. Svaraði annar av sveinunum,
skortar ikki fíggja:
»Tú vinnur einki av hasi kempu,
tað kann eg væl síggja.«

312. Sniolvur leyp á gangaran sín,
ið dreingir fullvæl inna,
møtti honum illi Ásmundur,
tá mundu tveir reystir finnast.

313. Riðu saman á grønum vølli,
hvørgin vildi lúta,
gongur so eldur av svørðum teirra,
sum neistar av árni fúka.

314. Riðu saman á grønum vølli,
hvørgum mundi bella,
gongur so eldur av svørðum teirra,
sum svørð á brynju gella.

315. Riðu saman á grønum vølli,
troða jørð um kálva,
bjargamál sang í hvørjum hamri,
vørildin tók at skelva.

316. Svaraði ungi Sniolvur,
kann væl tungu skilja:
»Hvat eru tíni ørindi,
hvat man kappin vilja?«

317. Ásmundur so til orða tekur:
»Ilt er for sans at dylja,
tað eru míni ørindi
Adalløs at gilja.«

318. Svaraði ungi Sniolvur,
heldur á ringinum bjarta:
»Tú giljar ikki Adalløs,
fyrr enn brostið er í mær hjartað.«

319. Sniolvur gav so stórt eitt høgg
av so góðum treysti,
so sló hann til Ásmund,
hann svímaði av sínum hesti.

320. Ásmundur fór í jørðina niður
undir brynju nýggja,
Sniolvur sat í tímar seks,
hann kundi hann ikki síggja.

321. Ásmundur fór í jørðina niður
undir brynju blá,
Sniolvur sat í tímar seks,
hann kundi hann ikki sjá.

322. Tað var hin ungi Ásmundur,
gjørdi verri veldi,
hann kom upp á baki hans,
tann sterka Sniolv feldi.

323. Ein kom maður í hallina inn,
sigur øllum frá:
»Eg sær mann mót borgum ríða,
miklan í brynju blá.

324. Eg sær mann mót borgum ríða
miklan í brynju blá,
ongum manni líkari
enn Sniolvi at sjá.«

325. Svaraði frúgvin Adalløs,
skortar ikki fíggja:
»Lovið mær av hallini út,
latið meg sjálva síggja!«

326. Svaraði frúgvin Adalløs
fyrsta orðið tá:
»Hatta er ikki Sniolvur,
hvørki á brún ei brá.«

327. Svaraði frúgvin Adalløs
bæði av sút og sorg:
»Hatta er ikki Sniolvur,
ið ríður til mína borg.«

328. Svaraði frúgvin Adalløs,
smílist undir lín:
»Hatta er ikki Sniolvur,
ið higar ríður til mín.«

329. Tað var ungi Ásmundur,
heim í garðin fór,
úti frúgvin Adalløs
fyri honum stóð.

330. Ásmundur stendur á grønum vølli,
mælir um sín vilja:
»Hoyr tú, frúgvin Adalløs,
meg lystir teg at gilja!«

331. Svaraði frúgvin Adalløs,
tann hin svinna kona:
»Betur tú vart út í mítt kamar,
tú skuldi har ei útkomið.«

332. Tað var hin illi Ásmundur,
vendi sín hest til bíggjar,
tá fekk frúgvin Adalløs
Sniolvs høvur at síggja.

333. Tað var frúgvin Adalløs,
tað gjørdi hon tá,
blóðigar kysti hon varrarnar,
á grønum vølli lá.

334. Svaraði frúgvin Adalløs,
fáar finnast slíkar,
ongan vildi hon ediling lova
eftir Sniolv ríka.

335. Svaraði frúgvin Adalløs,
helt á ringinum reyða:
»Eg vil ongan ediling lova
eftir Sniolvs deyða.«

336. Svaraði frúgvin Adalløs
við so lítið veldi:
»Tað var alt við illgerningar,
at tú Sniolv feldi.«

337. Svaraði frúgvin Adalløs,
mælir av tungum inna:
»Tað var alt við illgerningar,
tú mundi sigur vinna.«

338. So sára græt frúgvin Adalløs,
at hjartað mátti bløda,
lindin sprakk, og hjartað brast
eftir Sniolvs døda.

339. Hon sprakk av harmi eftir hann,
tann hin ríka frú,
eg svørji tann eið við mína trúgv,
tað hendir ongan nú.

340. Hvør sum elskar dyggan drong,
líkst teim illa á happ,
lindin tann um Adalløs
í níggju lutir sprakk.

VII. Gríms táttur

341. Ásmundur gongur skipa millum,
heldur sær á gaman,
hvørt tað skip, ið fyri liggur,
letur hann hekta saman.

342. Ásmundur gongur skipa millum,
stígur til so fast,
hvør tann kempa, fyri var,
høvur á bunka brast.

343. Ásmundur leyp í havið út
av so tungari kvíðu:
»Vita tit nakra kempu til,
ið nú er eftir á lívi?«

344. Ásmundur kom frá grunni upp,
hugdi sær til frama,
tá var navnið snúgvivent,
tey kalla hann Kappabana.

345. Tað býr ein kempa upp á land,
søgur ganga frá,
so lystir honum at stríðast,
sum streymur leikar í á.

346. So lystir honum at stríðast,
sum streymur leikar í á,
hann er eingin í verðini,
ið Grím torir sjá.

347. Ásmundur krevur sín sendisvein,
frá man frættast víða:
»Ber mær boð til Grím unga,
bið hann koma og stríða!«

348. Sveinin fór sum snarast var,
goymdi væl hans orð,
hann kom seg í hallina inn,
tá Grímur sat við borð.

349. »Sit væl, ungi Grímur,
eg beri tær boð til handa,
Ásmundur er á grønum vølli,
hann býður tær út at ganga!

350. Sit væl, ungi Grímur,
frá man frættast víða,
Ásmundur er á grønum vølli,
hann býður tær út at stríða!«

351. Svaraði Grímur Hildibrandsson,
frá man frættast víða:
»Eg man einki skóna honum,
tóast hann er ikki fríður.«

352. Sendisvein til orða tekur
við sínar gulmur gjarðar:
»Hann hevur vigið tann sterka Sniolv,
felt hann niður til jarðar.«

353. Grímur tagdi langa stund,
tað við lítið veldi,
tá hann hoyrdi orðini tey:
tann sterka Sniolv feldi.

354. »Sniolvur var mín móðurbróðir,
hans líki kann ikki finnast,
tað var alt við illgerningar,
hann mundi sigur vinna.

355. Hann hevur átt sær móður ta,
ein er verst í land,
hon hevur manga raska kempu
lagt for eiturgrand.

356. Tú bið hann brynja út fimmti kempur,
bestu í sítt land,
eg vil ikki mót honum stríðast,
tí hann illgerning kann!«

357. Sveinin fór sum snarast var,
brynju bar hann tunga,
síðan skundar hann ferðina
aftur til Ásmund unga.

358. Ásmundur situr á sínum hesti,
maðurin er hann blíður:
»Hvat segði hann Grímur,
skuldi hann mót mær stríða?«

359. »Hann segði tú átti tær móður ta,
ein var verst í land,
hon hevur manga raska kempu
lagt for eiturgrand.

360. Hann bað teg brynja út fimmti kempur,
bestar í títt land,
hann vil ikki mót tær stríðast,
tú illgerningar kann.«

361. Ásmundur brynjar út fimmti kempur
bæði við glavind og spjót,
Grímur kom úr skógnum út,
hann reið teim øllum ímót.

362. Grímur kom úr skógnum út
við so frítt eitt mót,
allar sló hann fimmti kempur
niður for sín fót.

363. Ásmundur situr á sínum hesti,
maðurin er hann blíður:
»Hvat feilar tær, Grímur,
hví vilt tú ikki mót mær stríða?«

364. »Eg sigi, tú eigur móður ta,
ein er verst í land,
hon hevur manga raska kempu
lagt for eiturgrand.

365. Eg biði teg brynja út fimmti kempur,
bestu í títt land,
eg vil ikki mót tær stríðast,
tú illgerning kann.

366. Far tú tær til hallar heim,
kempur saman søkja,
eg skal sita í skógnum burt,
eg skal ímóti møta!«

367. Ásmundur snúðist haðan burt,
helt um gyltan brand,
hann fór eftir Oddi sterka
suður í Ísansland.

368. Tað var Ásmundur kellingarson
heim í garðin fór,
úti Oddur í Ísanslandi
fyri honum stóð.

369. »Ver vælkomin, Ásmundur,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

370. »Tað býr ein kempa í skógnum burt,
frá man frættast víða,
eg fái ikki riddaran tann,
mót honum torir stríða.«

371. Svaraði Oddur í Ísanslandi,
helt á brýndum knívi:
»Eg skal ríða á skógvin burt
at taka hann av lívi.

372. Mær skal fylgja Ívint,
hann er so mensk ein mann,
hann er eingin í Ísanslandi,
yvirgongur hann.

373. Mær skal fylgja Ívint,
riddarin tann hin besti,
hann er eingin í Ísanslandi,
við hann situr á hesti.«

374. Teir stigu á sínar hestarnar,
ikki var ferðin greið,
Oddur hevði tríggjar brynjur á sær,
tá hann á skógvin reið.

375. Teir stigu á sínar hestarnar
við so fullgóð mak,
riðu so í skógvin burt,
sum Grímur fyri sat.

376. »Ríð fram, Ívint, frændi mín,
klúgv tað stálið stinna,
mær tykir tað einki roysni vera,
hasa kempu vinna!«

377. Grímur so til orða tekur,
letur gott alvi kenna:
»Hvørki tær ei Ásmundi
tað man eg undan renna.«

378. Grímur so til orða tekur,
letur gott alvi síggja:
»Hvørki tær ei Ásmundi
tað man eg undan flýggja.«

379. Teir riðu saman á grønum vølli,
hvørgum mundi bella,
hoyrast mátti langan veg,
sum svørð á brynjum gella.

380. Teir riðu saman á grønum vølli,
hvørgin vildi lúta,
gongur so eldur av svørðum teirra,
sum neistar av árni fúka.

381. Grímur gav so stórt eitt høgg,
frálíkur øðrum monnum,
klývur Ívint í Ísanslandi,
svørðið stóð í tonnum.

382. Ógvuligt var at lýða á,
tá Grímur roynir alvi,
klývur Ívint í Ísanslandi,
búkin niður í nalva.

383. Tað var Grímur Hildibrandsson
sínum svørði brá,
hann kleyv Ívint í Ísanslandi
sundur í lutir tvá.

384. Hann kleyv Ívint í Ísanslandi
sundur í lutir tvá,
eg svørji tann eið við mína trúgv,
á víðum vølli lá.

385. Oddur spennir sín hest við spora,
loypur so goyst á heiði,
so reið hann mót Grími
fast av miklari vreiði.

386. Teir riðu saman á grønum vølli,
hvørgin vildi lúta,
gongur so eldur av svørðum teirra,
sum neistar av árni fúka.

387. Teir riðu saman á grønum vølli,
hvørgum mundi bella,
hoyrast mátti langa leið,
sum svørð á brynjum gella.

388. Teir riðu saman á grønum vølli,
troðaðu jørð um kálva,
bjargamál sang í hvørjum hamri,
vørildin tók at skelva.

389. Grímur gav so vænt eitt høgg,
so er greint for mær,
hann klývur brynju av Oddi sterka,
nú er tó eftir tvær.

390. Grímur ríður á grønum vølli,
letur gott alvi kenna,
sveittin støkk úr hvørjum hári,
niður um beltið renna.

391. Grímur ríður á grønum vølli,
dreingir góvu í geyma,
sveittin støkk úr hvørjum hári,
niður um beltið streymar.

392. Grímur ríður á grønum vølli,
frá man frættast víða,
so rennur sveitti um beltið hans,
sum elvin for fossin stríða.

393. Grímur ríður á grønum vølli,
buksur niður til kníggja:
»Man hatta vera slík avrekskempa,
eingin torir at síggja?«

394. Grímur gav so stórt eitt høgg,
hann vá við eggjartein,
klývur brynju av Oddi sterka,
nú er eftir ein.

395. Grímur gav so stórt eitt høgg,
frálíkur øðrum monnum,
klývur Odd í Ísanslandi,
svørðið stóð í tonnum.

396. Ógvuligt var at lýða á,
tá Grímur royndi alvi,
kleyv Odd í Ísanslandi,
svørðið stóð í nalva.

397. Tað var Grímur Hildibrandsson,
sínum svørði brá,
hann kleyv Odd í Ísanslandi
sundur í lutir tvá.

398. Hann kleyv Odd í Ísanslandi
sundur í lutir tvá,
so lá hann á grønum vølli
Ívinti íhjá.

399. Ásmundur situr á sínum hesti,
maðurin er hann blíður:
»Hvat feilar tær, Grímur,
hví vilt tú ikki ímót mær stríða?«

400. Ásmundur situr á sínum hesti
við sínar gulmur gjarðar:
»Eg havi vigið tann sterka Sniolv,
felt hann niður til jarðar.«

401. »Sniolvur var mín móðurbróðir,
hans líki kann ei finnast,
tað var alt við illgerningar,
tú mundi sigur vinna.«

402. Ásmundur situr á sínum hesti,
rósar tey andboðverka:
»Enn var eg tá frægari,
eg feldi tann Sniolv sterka.«

403. »Eg sigi, tú eigur móður ta,
ein er verst í land,
hon hevur manga raska kempu
lagt for eiturgrand.

404. Eg bað teg brynja út fimmti kempur
bestu í títt land,
eg vil ikki mót tær stríðast,
tú illgerningar kann.

405. Far tú teg til hallar heim,
kempur saman søkja,
eg skal sita í skógnum burt,
mær leingist ikki at møta!

406. Far tú teg til hallar heim,
kempur saman biðja,
eg skal eftir í skógnum sita,
mær leingist ikki at bíða!«

407. Ásmundur fór seg haðan burt,
gull bar seg á hand,
síðan skundar hann ferðina
heim til Hildibrand.

408. Silkieik vaknar á miðjari nátt,
fortelur sín dreymin brátt:
»Undarligt hevur fyri meg borið
alla hesa nátt.

409. Meg droymdi, tú reiðst á grønum vølli
við tínar gulmur garðar,
har kom Grímur, sonur tín,
tú feldi hann niður til jarðar.

410. Meg droymdi, tú reiðst á grønum vølli,
bart so tunga trá,
har kom Grímur, sonur tín,
tú høgdi hans høvur frá.«

411. »Hoyr tú, mín hin veldiga søta,
syrg her einki um,
hann er eingin í verðini,
tað søkir frá havsins grunn!«

412. Har kom ríðandi riddarin tann
av eitt annað land,
ríkur maður so er nevndur
við sín teknarbrand.

413. Ríkur maður so er nevndur
við sín teknarbrand,
har kom ríðandi riddarin tann,
ið hans bar svørð í hand.

414. Tað var Ásmundur kellingarson,
heim í garðin fór,
úti sjálvur Hildibrandur
fyri honum stóð.

415. »Ver vælkomin, Ásmundur,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

416. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvæl minni um vín,
onnur havi eg ørindini
higar í dag til tín.

417. Tað býr ein kempa í skógnum burt,
frá man frættast víða,
eg fái ikki riddaran tann,
mót honum torir stríða.

418. Tað býr ein kempa í skógnum burt,
hann gevur ikki náðir,
eg fái ikki dripið hann
uttan við tínum ráði.«

419. Tað svaraði Hildibrandur,
klæddur í brynjubjálvum:
»Hvat feilar tær, Ásmundur,
hví stríðist tú ikki mót honum sjálvur?«

420. »Hann sigur, eg eigi móður ta,
ein er verst í land,
hon hevur manga raska kempu
lagt for eiturgrand.

421. Hann biður meg brynja út fimmti kempur,
bestu í mítt land,
hann vil ikki mót mær stríðast,
eg illgerning kann.«

422. Tí svaraði Hildibrandur,
heldur á brýndum knívi:
»Eg skal ríða á skógvin burt
at taka hann av lívi.«

423. Tí svaraði Hildibrandur,
gull bar seg á hand:
»Læna mær títt góða svørð
út av tín egin hand!«

424. Tí svaraði Ásmundur,
helt um teknarbrand:
»Tú skalt fáa mítt góða svørð
út av mín egin hand.«

425. Grímur droymdi dreymin tann,
í skógnum sum hann lá,
har kom ríðandi riddarin tann,
ið høgdi hans høvur frá.

426. Teir stigu á sínar hestarnar
við so fullgóð mak,
riðu so í skógvin burt,
sum Grímur fyri sat.

427. Tí svaraði Ásmundur,
frá man frættast víða:
»Nú havi eg fingið riddaran tann,
mót tær torir stríða.«

428. »Tú hevur verið í øðrum londum,
kempur saman kallað,
ei er tað so undarligt,
um eg man síðstur falla.«

429. Teir riðu saman á grønum vølli,
hvørgum mundi bella,
hoyrast mátti langa leið,
sum svørð á brynjum gella.

430. Teir riðu saman á grønum vølli,
hvørgin vildi lúta,
gongur so eldur av svørðum teirra,
sum neistar av árni fúka.

431. Teir riðu saman á grønum vølli,
troða jørð um kálva,
bjargamál sang í hvørjum hamri,
vørildin tók at skelva.

432. Teir riðu saman á grønum vølli,
hvørgin annan kendi,
sítt svørð, sum Hildibrand niður søkti,
bar hann nú í hendi.

433. Grímur gav so stórt eitt høgg,
tað av góðum treysti,
hann sló til Hildibrand, faðir sín,
hann fell av sínum hesti.

434. Hildibrand liggur á grønum vølli
eina lítla stund,
so leyp hann í saðilin upp
yvir leysa lund.

435. Hildibrand reiggjar svørðið í kring,
frálíkur øðrum monnum,
klývur Grím, sonin sín,
svørðið stóð í tonnum.

436. Ógvuligt var at lýða á,
tá Hildibrand royndi alvi,
klývur Grím, sonin sín,
búkin niður í nalva.

437. Tað var reystur Hildibrandur,
sínum svørði brá,
hann kleyv Grím, son sín,
sundur í lutir tvá.

438. Hann kleyv Grím, son sín,
sundur í lutir tvá,
svørji eg tann eið við mína trúgv,
á víðum vølli lá.

439. Ásmundur situr á sínum hesti,
rósar tey andboðverka:
»Tílíkan hava vit ongan funnið
uttan Sniolv sterka.

440. Manga hava vit kempu vigið
burt í øðrum londum,
tílíka hava vit onga funnið
fyri okkara hondum.«

441. Hildibrand so til orða tekur:
»Nú er til navns at leita,
sig mær satt og sanniliga,
hvøssu mundi kempan eita?«

442. »Grím læt kempan kalla seg,
man meg rætt um minnast,
Hildibrand eitur faðir hans
og móðir Silkieik svinna.«

443. »Tað er Grímur, sonur mín,
eg havi á skógnum dripið,
forbannaður verði búkur og bein,
ið svørðið søkti frá dýpi.

444. Tað er Grímur, sonur mín,
eg havi á skógnum vunnið,
forbannaður verði búkur og bein,
ið svørðið søkti frá grunni.«

445. Hildibrand sipar svørðið frá sær
av so tungum jammri,
eg svørji tann eið við mína trúgv,
kykur sprakk hann av harmi.

446. Hildibrand kastar svørðið frá sær,
tann gylta brandin beyga,
so lá hann á grønum vølli,
sprakk eftir sonar deyða.

447. Satt er tað, ið talað er,
so er greint ífrá,
eingin ger at forvitnast,
hvat nornur leggja á.

(c) Dansifelagið í Havn