Kvæðasavn

Sigmundar kvæði eldra

Annað heiti:
Sigmund Brestissons tættir

Uppskrift: Gylta 1, pp. 5-13.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Fyrsti táttur

1. Í Noregi býr ein menskur mann,
Ólavur Trygvason heitur hann.

Noregis menn,
dansið væl og stillir, stillir yðar alra riddara
Noregis menn, dansið væl og stillir.

2. Ólavur kongur kristnum býður,
gud og mildar miskunnar tíðir.

3. Ólavur heitir á sveina tvá:
»Heimtið mær Sigmund inn til vár.«

4. Áðrenn teir høvdu hálvtalað orð,
tá var Sigmundur inn fyri borð.

5. Sigmundur fellur á síni knæ:
»Krist signi teg, harri, hvat vilt tú mær?«

6. Kongurin tekur í Sigmundar hand
»Eg gevi tær helming av Føroya land.«

7. »Tú skalt fara til Føroya vestur,
tær skal fylgja Tangbrand prestur.

8. Í Føroyum býr ein finskur mann,
Tróndur í Gøtu heitur hann.

9. Tróndur í Gøtu heitur hann,
mín kæri Sigmundur fá mær hann.«

10. Sigmundur tekur til orða svá:
»Hann verður ikki góður at fá.«

11. »Hvørt heldur er hann tann kappin reysti,
ella er hann í gívrum treystur?«

12. »Ikki er hann tann kappin reysti,
heldur er hann í gandi treystur.«

13. Ganga teir eftir sandi,
sum knørrur fleyt fyri landi.

14. Teir loystu út av dýrum vág
tann besta knørr, í Noregi lá.

15. Sigmundur sínum skipi skeyt:
besti knørrur av Noregi fleyt.

16. Sjógvurin brýtur sum boðafles:
haldum beint í Líðandisnes.

17. So siglir Sigmundur breiðan fjørð,
til Gøtu var teirra heimangerð.

18. Hann siglir í dagar, hann siglir í tvá,
hin triðja fekk hann Føroyar at sjá.

19. Sjógvurin brýtur í streymi strítt,
einki aktar Sigmundur slíkt.

20. Sjógvurin brýtur sum boðafles,
haldum beint á Mjóvanes.

21. Sjógvurin gerst nú gulur og blár,
sandurin uppi á tilju lá.

22. Tá tekur at rjúka sandur og sjór:
»Nú er Tróndur vorðin óður.«

23. Náttina eina, dagarnar tvá,
Sigmundur út fyri Gøtu lá.

24. Tó at vær kostum lív og and,
vær náum ei á Gøtu sand.

25. Vær náum ei á Gøtu sand,
Tróndur ristir móti oss gand.

Annar táttur

26. Nú skal taka upp annan tátt,
sigla út til Svínoyar brátt.

Alt meðan lindin hon stendur væl.
Tað stendur ein lindin í mín faðirs garð;
hon er sig alt með rósur væl.
Alt meðan lindin hon stendur væl.

27. Í Svínoy býr ein menskur mann:
Bjarni bóndi heitur hann.

28. Sigmundur vendi síni skútu í hav,
næst øll skútan gekk í kav.

29. So siglir Sigmundur Svínoyar fjørð:
skútan bognaði sum ein gjørð.

30. Kastar hann akker á hvítan sand,
fyrstur steig Sigmundur fótin á land.

31. Haraldur fellur á síni knæ:
»Fostbróðir, lat meg fylgja tær.«

32. »Tú fert ei á land um sinn,
tú skalt goyma skipi mín.«

33. Tá ið hann kom í bóndans garð:
alt lá fólk í svøvni har.

34. »Eg havi ei verið í Svínoy fyrr,
nú skal eg brjóta bóndans dyr.«

35. Ei visti Bjarni av fyrr enn tá,
Sigmundur yvir hans herðum lá.

36. Fljóðið steig í serki fram:
»Tær megið ei gera so stóran skamm.

37. Tær megið ei gera so stóran skamm
at drepa inni ein gamlan mann.«

38. »Vil hann Bjarni kristin vera,
skal eg honum einki gera.«

39. »Bjarni gakk á grønan vøll,
sig mær hvør mín faðir feldi.«

40. »Eg gav tær lív og tað var væl,
Tróndur læt slá tín faðir í hel.«

41. Tað var bóndans fyrsta orð,
biður nú bera mat á borð.

42. Teir bóru inn á føtum sjey
oksasíðu og stumpabreyð.

43. Tað var bóndans annað orð,
biður nú bera drekka á borð.

44. Bóru so inn á hvíta lín
øl í kerum, mjøð og vín.

45. Tað høvdu teir til gaman tá,
dansaðu og drukku í dagar tvá.

46. Tað gjørdi Sigmundur meðan hann var har,
hann kristnaði Bjarna og alt har var.

Triði táttur

47. Nú skal taka upp triðja tátt:
- með junga,
sigla suður til Dímunar brátt.
- Alfagurt ljóðar mín tunga.
Lystir mig í dans gá með junga.
Brúnt er mítt silkihár, mjøllhvít er eg sjálv.
Alfagurt ljóðar mín tunga.

48. Sigmundur siglir Høvdasund,
har møtti honum Trónd og Tóra Hund,

49. »Hoyr tú Tróndur, Føroya kongur,
vilt tú vera heiðin longur?«

50. »Eg víki ikki frá míni fornu trú,
tí eg eri mær so gamal nú.«

51. Sigmundur kastar spjót frá sær,
Tróndar skúta at hvølva bar.

52. Tað var feigdin og illa nýtt
at hann gav Trónda lívið frítt.

53. »Nú hevur tú mist tín sigur úr hendi,
vænta nú hevnd og bráðan enda.«

54. So siglir Sigmundur Skúvoyar fjørð,
skútan bognaði sum ein gjørð.

55. Á bunkanum stendur drongur treystur:
»Haldum nú millum oya eystur.«

56. Sigmundur gongur í bæði borð:
»Haldum nú beint á Grønuskor.«

57. Haraldur fellur á síni knæ:
»Fostbróðir, lat meg fylgja tær.«

58. »Tú fert ei á land um sinn,
tú skalt goyma skipi mín.«

59. Sigmundur tekur ein kaðal í hond,
búið spjót hann rendi á land.

60. Hann skeyt upp í grønan vall,
oddurin niður í grjótið gall.

61. Tríati favnar var bergið hátt,
Sigmundur lesti seg við ein tátt.

62. Á gøtuni lógu garpar tveir:
bráðan bana fingu teir.

63. Sigmundur veit sær onga neyð
reikar heim á Skorarheyg.

64. Inn kom húsfrú Guðrun á gátt:
»Eg sá mann á henda hátt.

65. Hann var vænur í vøkstri vitur,
fagurt gull á herðum glitrar.«

66. »Sást tú mann á henda hátt,
hann var ikki her á jólanátt.

67. Hann var ikki her á jólanátt,
nú er ei at sova brátt.«

68. Øssur leyp eftir skreppum ný,
fýra tunnur gingu harí.

69. Kastar so øllum vápn ísenn,
loypur í borg við níggju menn.

70. Níggju menn og málmarar tólv
taka nú allir at verja borg.

71. Øssur stendur við borgarlið,
breiðari øksi hann studdist við.

72. Sigmundur vegur seg til og frá,
eystan á borgini vá hann seg á.

73. Eystan á borgini vá hann seg á,
mann vá hann frá Øssuri tá.

74. Øssur stóð og sá hará:
»Ei skulu fleiri fara svá.«

75. Báðir ruku saman tá,
hvørgin kundi sigur av øðrum fá.

76. »Nú skal taka listir fyri seg,
sum Ólavur kongur lærdi meg.«

77. Hann vá til við opnum skildi:
fóturin av og hondin fylgdi.

78. Øssur talar av miklari trongd:
»Tær skuluð føra meg vestur á drang.«

79. Ta bøn skalt tú av mær tiggja:
»Vesturi á drangi skalt tú liggja.«

80. Tað var Øssurs síðsta orð:
»Høvdið skal venda mót Grønuskor.

81. Føturnir til og høvdið frá,
so eg má aftur í skorina sjá.«

82. Sigmundur situr í Skúvoy tryggur,
Tróndur um hans lívið liggur.

83. Sigmundur vænur, í dygdum góður,
illgerðsmaður troyggjar hans blóð.

84. Sigmundur fyri Guði og góðari gerð
mátti svimja Suðuroyarfjørð.

85. Suður í Suðuroy var Sigmundur dripin,
norði í Skúvoy var hann grivin.

(c) Dansifelagið í Havn