Kvæðasavn

Sjúrðar kvæði

Uppskrift: CCF 1C, 1, pp. 86-106, FK 1C, 2, pp. 7-56.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Far til yvirlit við viðmerkingum til uppskriftina.

I. Regin smiður

1. Vilja tær lýða og ljóð geva mær,
so er mær greint ífrá,
Buðlin kongur og Gunnar kongur,
eg kvøði um báðar tá.

2. Sigmund nevni eg
tann jalsins son,
tað var ungan Hjørdis,
hon var hans kona.

3. So glaðiliga drekka teir
síni jól,
og tíguliga seta teir
sín teknarstól.

4. Ófriður gekk á
ta heilu høll,
so manniliga tá vardu teir
tá Buðla kongins fjøll.

5. Ófriður gekk tar
niður við strand,
so manniliga vardu teir
tað ríka kongins land.

6. Ríða teir í bardøgum,
eingin kemur heim,
eftir livir Hjørdis
við sorg og mikil mein.

7. Ríða teir í bardagi,
láta teir sítt lív,
eftir livir Hjørdis,
Sigmundar vív.

8. Hjørdis akslar sær
kápu blá,
so gekk hon í herin fram,
sum Sigmundur lá.

9. »Liggur tú her, Sigmundur,
søti mín,
eru tað nakað grøðandi
sárini tín?«

10. »Seint manst tú, Hjørdis,
fáa til tey ráð,
at geva tey smyrslini,
sum grøða kann míni sár.

11. Hundins synir skaðan
voldu tá av,
eitur var í svørðinum,
teir bóru móti mær.

12. Seint manst tú, Hjørdis,
fáa til tað ráð,
at geva tey smyrslini,
sum grøða kann míni sár.

13. Tá ið eg tað fyrsta
sárið fekk,
sundur gekk mítt svørðið,
í tógva lutir gekk.

14. Tá ið eg fekk tað
annað sár,
innarlaga at hjartanum
hyggi at tí gár.

15. Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
lat tú tað til smiðju bera,
til ungan son tú fár.

16. Tað, ið tú hevur í vónunum,
og tað er sveinsbarn,
tú føð tað væl við alvi upp,
tú gev tí Sjúrðar navn.

17. Frænur eitur ormurin,
á Glitraheiði liggur,
Regin hann er góður smiður,
men fáum er hann dyggur.

18. Gakk tú teg at fossinum,
tú kasta stein í á,
tak tú tann av hestunum,
sum ikki víkur frá!

19. Tak tú tann av hestunum,
sum ikki víkur frá,
í forðum varð hann kallaður,
hann eitur Grani grá.«

20. Grátandi snúðist Hjørdis
Sigmundi frá,
allar hennara hirðkonur
tær stóðu henni hjá.

21. Hjørdis fall í
óvit niður,
allar hennara hirðkonur
tær stóðu henni við.

22. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
hon føðir ein svein so fríðan.

23. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føðir ein svein so baldan.

24. Tað er enn sum oftum er,
duld eru dupul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.

25. Sveipar hon hann í klæði rein,
tá ið hann kom í heim,
Sjúrð biður hon nevna tann
hin geviliga svein.

26. Sveipar hon hann í klæði rein,
væl skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
Sjúrð biður hon kalla.

27. Barnið varð borið frá kirkjuni
aftur for móður sín,
meira legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull í skrín.

28. Barnið varð borið frá kirkjuni
og sett á móðurs fang,
meira legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull og land.

29. Hann vóks upp hjá síni móður,
Gud gav honum vekst,
meira vóks hann í ein mánað
enn onnur árini seks.

30. Hann vóks upp hjá síni móður,
mikil gevin góð,
meira vóks hann í ein mánað,
enn onnur árini tólv.

31. Hann vóks upp í ríkinum,
tann geviliga mann,
Hjalprekur kongurin
hann fostraði hann.

32. Hann vóks upp í ríkinum
skjótt og ikki leingi,
til hann gjørdist í høggum tungur,
hann bardi kongins dreingir.

33. Hann var seg á leikvellinum
burtur blant aðrar dreingir,
hvønn tann tíð teir reiðir vóru,
stóðst hans stríð á meingi.

34. Hann var seg á leikvelli
burtur blant aðrar sveinar,
hvønn tann tíð teir reiðir vóru,
stóðst hans stríð á meini.

35. Niður settust sveinarnir,
reiðir vóru báðir:
»Líkari var tær faðir at hevnt,
enn berja os so sára.«

36. Niður settust sveinarnir,
og reiðir ið teir vóru:
»Líkari var tín faðir at hevnt
enn berja os so stórum.«

37. Sjúrður kastar reyðum skildri
niður á døkka fold,
tá ið hann hoyrdi sín faðirs deyð,
tá sortnaði hann sum ein mold.

38. Kastaði hann svørð og herklæði,
hann lystir ei longur at leika,
so gekk hann for sína móður
við reyðar kinnar og bleikar.

39. »Hoyr tú, sæla móðir mín,
tú sig mær satt ífrá:
hvussu var hann á navni nevndur,
ið mín faðir vá?

40. Hvussu var hann á navni nevndur,
ið mín faðir vá,
hvat fell hann for hvassa svørð,
ella doyði hann á strá?«

41. »Eg kann ikki sannari
siga tær ífrá:
tað vóru teir Hundingssynir,
ið tín faðir vá.

42. Tað vóru Hundingssynirnir,
ið tín faðir vá,
tað verður ikki meðan tú livir,
tú sømdir av teim fár.«

43. Sjúrður svarar síni móður,
alt væl sum hann kann:
»Ofta hevur vaksið lítlum rakka
hvassar tenn í rann.«

44. Sjúrður svarar síni móður,
alt væl sum hann kundi:
»Ofta hevur vaksið ungum rakka
hvassar tenn í munni.«

45. Hon gekk seg at kistuni,
nógv hevði gullið inni:
»Her skalt tú síggja tey blóðmerki,
ið tín faðir varð í vigin.«

46. Hon gekk seg at kistuni,
ið nógv var í gull og fæ,
hon tekur upp ta blóðigu skjúrtu,
kastar honum á knæ.

47. »Gakk tú teg at fossinum,
tú kasta stein í á,
í forðum var hann kallaður,
hann eitur Grani grá.

48. Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
eitt annað javngott svørðið
út av teim at slá.

49. Regin smiður býr seg
handan fyri á,
honum skalt tú bera
hesar svørðslutir tvá.

50. Frænur eitur ormurin,
á Glitraheiði liggur,
Regin hann er góður smiður,
av fáum er hann dyggur.«

51. Hann gekk seg at fossinum,
hann kastar stein í á,
hann tók tann av hestunum,
sum ikki víkti frá.

52. Hann tók tann av hestunum,
sum ikki víkti frá,
í forðum varð hann kallaður,
hann eitur Grani grá.

53. Sjúrður er riðin
fyri dyrnar fram,
Regin kastar øllum smíði,
tók sær svørð í hand.

54. »Hoyr tað, ungi Sjúrður,
tú hevur verið mær kær,
dvølst tú nakað í ríkinum,
tú ver í nátt hjá mær!«

55. »Eg kann ikki, Regin smiður,
dvøljast hjá tær,
Hjalprekur saknar meg
úr hásæti hjá sær.

56. Smíða skalt tú mær svørðið
virðiliga og væl,
bæði skal eg vega við tí
jarnið so sum stál.

57. Smíða skalt tú mær svørðið
skært og so reint,
bæði skal eg vega við tí
jarnið so sum stein.«

58. Regin gekk at stórum stiðja,
legði jarn í eld,
tíggju mánarnar
tað hevði hann tað í gerð.

59. Tíggju mánar
hevði hann tað í gerð,
tá var hin snari Sjúrður
riðin aðra ferð.

60. »Ver vælkomin, Sjúrður,
smíðað havi eg svørð,
bilar tær hvørki hug ella hjarta,
tú verður til víggja før.

61. Smíðað havi eg tær svørðið
virðiliga og væl,
bæði skalt tú vega við tí
jarnið so sum stál.

62. Smíðað havi eg tær svørðið
skært og reint,
bæði skalt tú vega við tí
jarnið so sum stein.«

63. Sjúrður gongur at stórum stiðja,
høggur alt við fart,
sundur hans svørðið
í tógvar lutir brast.

64. »Deyðan ert tú, Regin smiður,
av mær verð,
fyri tú vildi svíkja meg
í tínari váknagerð.

65. Smíða skalt tú mær annað,
og smíða skalt tú tað so,
vit tað, reystur Regin smiður,
lív skalt tú ikki fá.«

66. »Smíði eg tær annað,
og verður tað ikki so,
hjartað úr orminum
tað leggi eg treytir á.«

67. »Fyrst ríði eg í randarný
teir Hundsins synir at finna,
so ríði eg á Glitraheiði,
tað fýsir meg minni.«

68. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
hann kortar hann ei eyð,
so reið hann í randarný,
hann hevndi sín faðirs deyð.

69. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
reisir fram yvir skóg,
møtti honum ein gamal maður,
hann settist niður á ló.

70. Har kom maður á víða vøll fram,
eingin ið hann kendi,
eyga hevði hann eitt í heysi,
svenskan boga í hendi.

71. »Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,
tú ert so rask ein mann,
enn hvar stendur tín ferðin,
íhvar ríður tú fram?«

72. »Eg reið meg í randarný
Hundsins synir at hevna,
nú ríði eg á Glitraheiði,
roysnisverk at vinna.«

73. »Hvør hevur biðið teg, Sjúrður,
grava tær gravir tvær?
Deyðan hevur sami maður
ætlað tær.

74. Dvøl tú Regin smið,
spar ei sjálvan meg,
hann er tann versti svíkjari,
og svíkja vil hann teg.

75. Hann er tann versti svíkjarin,
og svíkja vil hann teg,
hann hevur svikið faðir tín
í sínari váknagerð.

76. Hann hevur svikið faðir tín
í sínari váknagerð,
hoyr tað, snari Sjúrður,
samlíkt ger hann við teg.

77. Grav tú tær ta triðju,
tú grav hana skemst ífrá,
ein mun av eitrinum
tað lívir hon tær tá.

78. Grav tú enn ta fjórðu,
tú grav hana har íhjá,
síðan skalt tú, Sjúrður,
á jørðini stá.«

79. Tríati eitur fossurin,
ið ormurin undir tiggur,
høvur og sporl á jørðini liggur,
bukt á homrum liggur.

80. Uppi standa bæði bøksli,
búkur á homrum lá:
»Ið hvør er so hugdjarvur,
ið vega torir tá.«

81. »Sjúrð skalt tú nevna meg,
Sigmundar son,
tað var hin unga Hjørdis,
sum var hans kona.

82. Sjúrð skalt tú nevna meg,
Sigmundar svein,
tað var hin unga Hjørdis,
hon bar meg í heim.«

83. Ormurin skreið á gullinum,
hann gjørdi so langt eitt skrið,
Sjúrður situr á Grana baki,
hann ger seg sjálvan til.

84. Ormurin skreið á gullinum,
sum frá man frættast víða,
Sjúrður situr á Grana baki,
hann býr seg til at stríða.

85. Sjúrður gav so stórt eitt høgg
av so miklum móði,
hann kundi illa á jørðini standa
fyri eitur og ormablóði.

86. Sjúrður gav so stórt eitt høgg,
slíkt var mikið undur,
tá skalv bæði leyv og lund,
hann kleyv hann um miðju sundur.

87. Sjúrður stakk til hjartað,
vegurin var trongur,
tríati alin
var teinurin langur.

88. Sjúrði varð so heitt á hendi,
hann brá sær upp í munn,
fuglar og so villini djúr,
og øll vórðu honum kunn.

89. Tað søgdu honum villini fuglar,
uppi sita í eik:
»Sjálvur skalt tú, Sjúrður,
eta av tíni steik.«

90. Sjúrður stokti hjartað,
av teininum dró,
Regin legst at drekka
ormins blóð.

91. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
sínum svørði brá,
hann kleyv reystan Regin smið
sundur í lutir tvá.

92. Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
hann bindur upp á Grana bak
gullkisturnar tólv.

93. Tólv gullkistur
hvørjumegin tá,
síðan setst hann Sjúrður
at ríða omaná.

94. Síðan setst hann Sjúrður
at ríða omaná,
Grani sprakk yvir Lindáir,
vreiður var hann tá.

95. Sjúrður reið á skógnum fram,
ei hans móðir av visti,
eingin veit á morgni at siga,
hvar hann á kvøldi gistir.

96. Hesturin vendi, hagan kendi,
honum var leiðin kunn,
Sjúrður svav á teirri nátt
undir ein kaldan runn.

97. Sjúrður svav á teirri nátt
undir ein kaldan runn,
tað vil eg for sanheden siga,
hann gisti 'tea olderun'.

98. Sjúrður saðlar gangara sín
um eina morgun snimma,
hon fylgdi Sjúrða so langt á leið,
men nú grætur 'olderina'.

99. So gongur hann Grani
grót sum grønan vøll,
tílíkur kemur eingin heim
á Buðla kongins høll.

100. So gongur hann Grani
grót sum hvítan sand,
tílíkur kemur eingin heim
á Buðla kongins land.

II. Brynhildar táttur

101. Eg havi eina rímu hoyrt,
gist í grønari lund,
eina reis í ævini
tað brast í Buðlans stund.

102. Eg havi eina rímu hoyrt,
gist í grønari líð,
eina reis í ævini
tað brast í Buðlans tíð.

103. Nevnd var hansara onkardóttir
gjøgnum grøna líð,
tey kalla hana Brynhild Buðladóttur,
tað hitt væna vív.

104. Nevnd var hansara onkardóttir
gjøgnum grøna lund,
tey kalla hana Brynhild Buðladóttur,
tað hitt væna sprund.

105. Brynhild situr á Hildarfjalli,
hon er dóttir Buðla,
søgdu so frá í bragdartátti,
ljós vann av henni skuggar.

106. Brynhild situr á Hildarfjalli,
mitt í faðirs síns veldi,
ljómin skein av akslagrein,
tað skygdi av tignareldi.

107. Brynhild situr í sínum stóli,
føgur er hon í eygum,
flættað hár á herðar lagt,
við silkibondum reyðum.

108. Brynhild situr í stólinum,
sum ríkir ganga inn,
ongan tykir Buðladóttir
vera javnlíka sín.

109. Brynhild situr í sínum stóli
í einum kjóla brúnum,
flættað hár á herðar lagt
við silkibondum snúnum.

110. Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
sjálvur er gingin Buðlin kongur
í sín dóttur stól.

111. »Hoyr tað tú, hin veldiga søta,
tú elvar mær miklan vanda,
alt er noktað hvørjum ráði,
ið tær býðst til handa.«

112. Tí svaraði Brynhild Buðladóttir,
tekur til orða svá:
»Ikki er komin tann veldigi harri,
ið os er sámi at fá.

113. Hoyr tað, mín hin sæli faðir,
tú kanst mítt mál væl stá,
eystan fyri landanna
har stendur mín hugur á.

114. Sjúrður eitur sami maður,
Sigmundar son,
tað var unga Hjørdis,
hon var hans kona.«

115. »Hoyr tað tú, hin veldiga søta,
tað sigi eg tær enn:
hvat er hann Sjúrður mætari
enn aðrir kongins menn?«

116. »Tað er hann Sjúrður mætari
enn aðrir kongins menn,
tað fellir hann heidningarnar,
hundrað um í senn.

117. Tað er hann Sjúrður frægari
enn aðrir kongins garpar,
saðil hans og brynja hans
tey glógva sum gullið bjarta.

118. Hoyrt havi eg frásagt
snildarbragdi,
tá ið hann vá tann fræna orm,
við sínum svørði lagdi.

119. Hoyrt havi eg frásagt,
men ikki stóð eg hjá,
tá ið hann vá tann fræna orm,
á Glitraheiði lá.

120. Tí hann vá tann fræna orm,
á Glitraheiði lá,
nógv mundi hann gullið
eftir hann fáa.

121. Tí hann vá tann fræna orm,
og tí er hann so ríkur,
eingin tann maður í Húnalandi
vinnur ein annan slíkan.«

122. »Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
legg mær til tað ráð,
hvussu vit skulu tann mikla riddar
av sínum landi fáa!«

123. »Tú skalt mær tann salin
í oyðimarkar gera,
sum teir kunnu dvørgar tveir
og best við rúnir skera.

124. Tú skalt seta mær gullstólin
í oyðimark stá,
sum teir kunnu dvørgar tveir
og best við rúnir slá.

125. Sum teir kunnu dvørgar tveir
og best við rúnir slá,
bæði við royk og reyðan loga,
sum salinum brennur á.

126. Bæði við royk og váðaloga,
sum salinum brennur á,
eingin uttan Sjúrður snari
ríður har uppá.«

127. Hann læt henni salin
í oyðimarkar gera,
sum teir kundu dvørgar tveir
og best við rúnir skera.

128. Hann lat henni salin
í oyðimarkar stá,
sum teir kundu dvørgar tveir
og best við rúnir slá.

129. Tað var Brynhild Buðladóttir,
gull bar seg á hond,
hetta frætti Sjúrður ungi
eystur í sítt land.

130. Frætti tað Sjúrður Sigmundarson
eystur í síni lond,
at Brynhild situr á Hildarfjalli,
hon er so biðlavond.

131. Sjúrður klæðist í Hólmgørðum,
honum bør lov og prís,
hann gekk í sín urtagarð,
mangt varð har hann vís.

132. Tað søgdu honum ígðurnar,
uppi sita í lund:
»Von er Brynhild Buðladóttir,
hon væntar á títt fund.«

133. Tað søgdu honum villini fuglar,
uppi sita í eik:
»Von er Brynhild Buðladóttir,
hon væntar á tín leik.«

134. Árla var um morgunin,
dagurin var ljús,
tá var Sjúrður Sigmundarson
til síni klæði fús.

135. Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
hann talar til Víggrím Gunnarsson:
»Tú saðla mær hest mín fríða.«

136. Út varð loystur Grani
undir hallarvegg,
hann var prýddur við skarlak
niður á hóvarskegg.

137. Út varð loystur Grani,
Sjúrður skuldi á ríða,
hann var prýddur við skarlak
niður á miðal síðu.

138. Sjúrður sprakk í saðilin
upp yvir leysan loga,
studdi seg hvørki við skjøld ei svørð
og ei við saðilboga.

139. So reið Sjúrður Sigmundarson
víðan vegin fram,
forgyltir leika ringarnir,
meðan hans gangari rann.

140. Saðilin var av gulli,
bokslið út av tann,
so reið snari Sjúrður
beina gøtu fram.

141. So reið ungi Sjúrður
beina gøtu fram,
gullbrúnar handskarnar
teir dregur hann pá sín hond.

142. Hann reið seg so niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stendur hon Grimhild
og við so mangan mann.

143. Úti stendur hon Grimhild
og við so mangan mann,
báðum sínum hondunum
í hans teymar rann.

144. Báðum sínum hondunum
í hans teymar rann,
hon sá ikki á hestbaki
tíguligari mann.

145. Tí svaraði Sjúrður Sigmundarson,
kinn bar hann so balda:
»Eg visti tað onga kvinnu at vera,
mín gangara tordi at halda.«

146. »Sjúrður, steðga tíni ferð,
tú snakka við meg,
eg eigi mær so væna dóttur,
sum ogso vil eiga teg.«

147. »Eg steðgi ikki míni ferð,
alt meðan mín gangari rennur,
eg fari meg á heyggin fram,
sum váðalogin brennur.

148. Eg steðgi ikki míni ferð,
mín gangari rennur í lund,
eg fari meg á heyggin fram
at skoða tað væna sprund.«

149. Sjúrður droymdi dreymarnar
av so tungum móði:
»Meg droymdi, um Grana rann
so mikið mannablóð.

150. Meg droymdi, at Grani
eftir víðum vølli gekk,
um hann rann so mikið blóð,
vegurin var honum ikki kekk.«

151. Eingin reið á Brynhilduheyggj
for uttan Sjúrður snari,
gekk um royk og váðaloga
og hestur hans Grani.

152. So stígur hann Grani
á foldina fast,
innarlaga við heygsdyr
tað sporið brast.

153. Sjúrður reið á Brynhilduheyg,
sum eingin hevði verið fyrr,
við sínum svørðinum
tað klývur hann heygsdyr.

154. Hann sá tað hitt væna vív
í herklæðunum svav,
Sjúrður tekur sín búgvin brand,
hann spretti brynju av.

155. Vaknaði upp Brynhild Buðladóttir,
hyggin um seg leit:
»Enn hvør átti tann búgvin brand,
ið brynju av mær beit?«

156. »Sjúrð skalt tú nevna meg,
Sigmundar svein,
tað var hin unga Hjørdis,
og hon bar meg í heim.

157. Sjúrð skal tú nevna meg,
Sigmundar son,
tað var hin unga Hjørdis,
sum var hans kona.«

158. »Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarson,
hvør vísti tær leið
gjøgnum royk og váðaloga,
ið tú higar reið?«

159. »Tað søgdu mær fuglar tveir
gjøgnum grøna lund:
von ert tú, Brynhild Buðladóttir,
stundar á mítt fund.

160. Tað søgdu mær fuglar tveir
gjøgnum grøna líð:
von vart tú, Brynhild Buðladóttir,
tí eg higar reið.«

161. »Hoyr tað, Sjúrður Sigmundarsonur,
tú ver teg ei so bráður,
gakk teg heim í faðir míns garð
og tak av honum ráð!«

162. Tí svaraði Sjúrður Sigmundarsonur
bæði hyggin og vitur:
»Tú hevur so lítil góðráðini
av tínum faðir tikið.«

163. Tey løgdu sínum ástum saman
innan for menjargátt,
tá varð Ásla Sjúrðardóttir
gitin á teirri nátt.

164. Hann legði sínum ástum
saman við menjarsprund,
tá varð Ásla Sjúrðardóttir
gitin á teirri stund.

165. Tólv gullringar
legði hann henni á fang:
»Hetta skal vera fyrsta
várt alskógisband.«

166. Tólv gullringar
setti hann henni á arm:
»Hetta skal vera tað annað
várt alskógisband.«

167. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
nógv hevði eftir fleiri,
bindur upp í Brynhildu flættu
gullringar tveir.

168. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
kortar hann ei fíggja,
bindur upp í Brynhildu flættu
gullringarnar tríggjar.

169. »Tú ert ungur á aldrinum,
lívið man teg tróta,
tú manst ognast Guðrunu,
og mín manst tú ikki njóta.«

170. »Tað tykir mær undarligt,
at meg skal slíkt henda:
eg skal allar mínar ástir
frá tær, Brynhild, venda.«

171. Tí svaraði Brynhild Buðladóttir,
tekur um hjarta at køla:
»Júkin kongur dóttur eigur,
við ástir man teg tøla.«

172. »Tað tykir mær undarligt,
at mær skal slíkt náa:
eg skal allar mínar ástir
frá tær, Brynhild, slá.

173. Brynhild, tak mær saðil og boksl
og ringabrynju síða,
eg havi so lítil ørindini
burt annarsstaðni at ríða.«

174. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
helt seg í saðilboga,
hann kysti Brynhildu Buðladóttur
fast av miklum huga.

175. Tað var Brynhild Buðladóttir,
bað honum góðan dag:
»Far væl heilur og happadrúgvur,
alt gangi tær væl!«

176. Tað var Brynhild Buðladóttir,
bað honum góðan frið:
»Far væl heilur og happadrúgvur,
alt gangi tær við!«

177. Bæði heil og happadrúgv
skiltust tey á sinni:
»Sjúrður, goym væl hesi orð,
tú legg tey væl í minni.«

178. Tað var hin snari Sjúrður,
hann kom har ríðandi í garð,
úti sjálvur Buðlin kongur
fyri honum stár.

179. »Ver vælkomin, Sjúrður,
higar út til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

180. »Lítið er mær um mjøðin tín,
og hálvvæl minni um vín,
gev mær ungu Brynhildu
onkardóttur tín.«

181. Tí svaraði Buðlin kongur,
tekur um hjarta at køla:
»Júkin kongur dóttur eigur,
við ástir man teg tøla.«

182. »Tað tykir mær undarligt,
at meg skal slíkt henda:
at eg skal allar mínar ástir
frá tíni Brynhild venda.«

183. »Tú ert ungur á aldrinum,
lívið má tær tróta,
tú manst ognast Guðrunu
og Brynhild aldri njóta.«

184. »Tað tykir mær undarligt,
at tað skal so ná,
at eg skal allar mínar ástir
frá tíni Brynhild slá.«

185. »Ríð teg ikki so niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stendur hon Grimhild
og við so mangan mann.«

186. Gjarna vil hon forvitnast,
hvar ið hann ríður fram,
hon sær ikki á hestbaki
tíguligari mann.

187. Sjúrður reið á skógin burtur
alt foruttan váða,
hann sær tað hitt villa dýr
at berjast við bógvar báðar.

188. Hann sá tað hitt villa dýr
at berjast við bógvar báðar,
eldin goysti, eitur spýði,
tá stóð lív í váða.

189. Sjúrður situr á Grana baki,
tóktist ikki finna,
Grani beitst og illa sleitst,
hann leitst til ymsar kinnar.

190. Burtur hvarv tað illa dýr
og burtur úr Sjúrðar eygum,
hann sá, hvar ið Grimhild sat,
hann leikar við brondum beygum.

191. Hann reið seg so niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stendur hon Grimhild
og við so mangan mann.

192. Úti stendur hon Grimhild
og við so mangan mann,
báðum sínum hondunum
hon í hans teymar rann.

193. »Sjúrður, steðga tíni ferð,
tú snakka við meg,
eg eigi so væna dóttur,
ogso vil eiga teg.

194. Tað er hon Guðrun dóttir mín,
ið hvar ið hon gongur inn,
liljur og so rósur
tær lýsa av hennar kinn.«

195. »Von er Guðrun dóttir tín,
tað er tær væl betur,
hon er ikki meir mót Brynhildu lík,
enn summar er mót vetur.«

196. »Gakk tú teg í hallina inn,
og tær verður einki á vási,
tú drekk so títt av dýrari krús,
tín gangari stendur í lási.

197. Gakk tú teg í hallina inn,
tú drekk við gørpum snjøllum,
tú drekk so títt av dýrari krús,
tín gangari stendur í høll.«

198. Tað var Grimhild Júkans drotning,
hon talar til dóttur sín:
»Gakk tú teg í kjallaran,
tú blanda mjøð og vín.

199. Gakk tú teg í kjallaran,
tú blanda mjøð og vín,
og so mikið óminni
tað lat tú har útí.«

200. Tí svaraði Guðrun Júkadóttir,
tungu bar hon so snjalla:
»Girnast tað, ið annar eigur,
tað man lukkast valla.«

201. Hon hevði upp sína høgru hond,
sló Guðrunu høgg á tenn,
blóð dreiv í barmin niður,
sóu tað mangir menn.

202. Hon gekk seg í kjallaran,
hon blandar mjøð og vín,
og so mikið óminni
tað læt hon har útí.

203. Alt so mikið óminni
tað læt hon har útí,
ber so inn for Sjúrð hin unga,
bað hann drekka til sín.

204. Sjúrður tók við kerinum,
hann risti kross for sær:
»Gud og milda Maria moy,
tú veri nú við mær.«

205. Drekka fór sum droyri dramm,
hann drakk av horninum leingi,
Sjúrður misti minni alt,
og bøta kann honum eingin.

206. Drekka fór sum droyrin dramm,
hann drakk av horninum bjarta,
Sjúrður misti minni alt
og bú og buðlungs hjarta.

207. Tá hann hevði drukkið
og greitt aftur kerið,
mintist ei á frú Brynhild
og ei, hvar ið hann er.

208. Tá ið hann hevði drukkið,
greitt aftur skál,
mintist ei á frú Brynhild
og ei á hennara mál.

209. Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
fóru út á vatn at taka,
føgur vóru fljóð.

210. Árla var um morgunin,
og sólin roðar í líð,
fóru út á vatn at taka,
føgur vóru vív.

211. Møttust mitt á miðjari leið
Brynhild og Guðrun Júka,
onnur teirra gleðin bar
og onnur sorgin sjúka.

212. Møttust mitt á miðjari leið
Brynhild og Guðrun unga,
onnur teirra gleðin bar
og onnur harmin tunga.

213. Brynhild tagdi, Guðrun sagdi
hvør sín snótin stríð:
»Hví má mín bróðir Gunnar kongur
unna so bjørtum vívi?«

214. »Henda sama reyða ring,
eg beri á barmi mínum,
gav mær Sjúrður Sigmundarson,
tað vann eg í stríði tínum.«

215. »Henda sama reyða ring,
eg beri á armi á mær,
gav mær Buðla kongurin
og mær í tannfæ.«

216. Tí svaraði Brynhild Buðladóttir
í so tungum stríði:
»Fyri títt orð skal Sjúrður doyggja,
um enn eg eri á lívi.

217. Tá ið tú neytst tann mikla riddar,
tað var ei mítt ráð,
eg hevði ást við Sjúrða lagt,
áðrenn tú Sjúrða sá.«

218. Hon gekk seg at ánni út,
sum fossurin hann rann stríður,
tí hon hevði tann Sjúrð svein,
tann eina yvir øllum ríður.

219. Hon gekk seg at ánni út,
sum fossurin hann rann harður,
hon vildi ikki nýta tað vatn,
ið fleyt av Brynhildu hári.

220. Brynhild gekk í hallina inn
av so tungum móði,
Sjúrður 'reddar' sínum fóti
undir frúnnar stól.

221. Sjúrður 'reddar' sínum fóti
undir frúnnar stól,
hvørki mátti mæla ei sita
tað hitt væna flóð.

222. Syrgjandi gekk tá frú Brynhild
í sín sal at sita,
Gunnar kongur frægur og fúsur
reið tá frú at vitja.

223. Gunnar gekk í hallina inn
við hvøssum slíðraspjóti:
»Hann skal harðan deyðan tola,
ið tær hevur gjørt ímóti.«

224. »Tað var hon Guðrun systir tín,
hon voldi mær tað stríð,
tí hon hevur tann Sjúrð svein,
tann eina yvir øllum ríður.«

225. Brynhild lá í sínari song,
og Gunnar stóð for stokki,
tá yppaðist ráð av illari dáð,
og kaldur er kvinnu tokki.

226. »Ei fært tú nakað yndi av mær,
ei tørvt tú tað trá,
fyrr enn tú hevur tann Sjúrð svein
av hesum londum frá.«

227. »Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
tað vil eg einki trúgva,
at tú vilt teg Sjúrð svein
og svik til handar snúgva.«

228. »Ei fært tú nakað yndi av mær,
og ei tørvt tú tað vænta,
so leingi eg Sjúrð við eygum sær,
so seint man angur lætta.«

229. »Hoyr tað tú, hin veldiga søta,
tú elva mær ongan vanda,
hvussu skal eg Sjúrð av lívi taka,
einki svørð kann granda?«

230. Tí svaraði Høgni Júkason,
hann gjørdist í kinnar bleik:
»Tað eru fullir fimtan vetur,
síðan vær fremdu leik.

231. Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
legg mær til tað ráð,
hvøssu vit skulu Sjúrð svein
av sínum lívi fá!«

232. »Tær gevið Sjúrða salta krás
og hartil einki drekka,
ríðið so á skógin burtur
alt foruttan ekka.

233. Tú bið hann býta saðil og brynju,
tú bið hann býta hest,
hav tú svik í hjartanum,
tú lat sum tú kanst best.

234. Tú bið hann býta saðil og hest,
tú bið hann býta minni,
hav tú svik í hjartanum,
tú lat ikki á tær finna.«

235. Teir góvu Sjúrða salta krás
og hartil einki drekka,
teir riðu so á skógvin burtur
alt foruttan ekka.

236. Drekka teir úr sínum hjálmi
bæði títt og ofta,
eftir liggur Sjúrðar hjálmur
heimi á Júka lofti.

237. Riðu teir á skógvin burtur,
Sjúrður var í ferð,
hann visti ei av svikinum,
teir høvdu í ráðagerð.

238. Drekka teir úr sínum hjálmi,
alt foruttan ekka,
Sjúrður situr á Grana baki,
nú lystir hann at drekka.

239. Drekka teir úr sínum horni,
alt foruttan sút,
Sjúrður loysir hjálmbondini,
hann stígur úr saðili út.

240. Sjúrður legðist at kelduni,
sum vatn stóð fyri í brunni,
sjáldan hevur góður kvistur
sprottið av illum runni.

241. Sjúrður legðist at kelduni,
sum vatn stóð fyri í veit,
Gunnar átti mækan tann,
á Sjúrðar hálsi beit.

242. Høgni stakk, men Gunnar høgg
við hvøssum slíðraknívi,
teir gjørdu so mikið níðingsverk,
teir tóku hann Sjúrða av lívi.

243. Tungan tók at tala,
tá hann á vølli lá:
»Hevði eg vitað av svikum fyrr,
og maður var eg fyri báðum.«

244. Tungan tók at tala
bæði av ilsku og reiði:
»Hevði eg vitað av svikum fyrr,
og maður var eg fyri fleiri.«

245. Teir skifta síni klæðini,
hvør við sínum lit,
ikki vildi Grani ganga,
tí hann hevði mans vit.

246. Ikki vildi Grani ganga,
tí Gunnar honum reið,
fyrr enn hin snari Sjúrður
honum á herðar neig.

247. Deyðan tóku teir Sjúrð svein,
teir førdu heim á skildri,
tað hevur so mangur látið lív,
og helst av kvinnu veldi.

248. Deyðan tóku teir Sjúrð svein,
teir løgdu Guðrunu hjá,
visti ei brúður, hon vaknaði,
fyrr enn blóð um benjar lá.

249. Deyðan tóku teir Sjúrð svein,
teir løgdu Guðrunu á skeyt,
visti ei brúður, tá hon vaknaði,
fyrr enn blóð um benjar fleyt.

250. Tí svaraði Guðrun Júkadóttir,
tekur til orða svá:
»Eg skal hevna Sjúrðar deyða,
um enn eg liva má.«

251. »Hoyr, mín hin sæla dóttir,
syrg ikki Sjúrðar deyða,
Artala kongur í Húnalandi
skortar ei gullið reyða.«

252. Brynhild sprakk av harmi
eftir Sjúrðar deyða,
teir bóru Guðrunu gull og fæ
og mangar ringar reyðar.

253. Brynhild sprakk av harmi,
Sjúrður læt sítt lív,
tað kann merkjast á ástunum,
at Brynhild hon er fríð.

254. Tað er nú, sum oftum er,
mong er konan eym,
Guðrun gongur um allan heim,
hon heldur í Grana teym.

III. Høgna táttur

255. Artala kongur í Húnalandi,
sigst í bragdartátti,
hann festi frúnna Guðruna,
ið Sjúrður frægi átti.

256. Artala kongur í Húnalandi
blandar hann mjøð og vín,
býður hann øllum Júkabrøðrum
heim at drekka til sín.

257. Artala kongur í Húnalandi
kátan mjøðin blandar,
býður hann øllum Júkabrøðrum,
teim stendur í stórum vanda.

258. Guðrun læt bjóða sínum brøðrum,
letur einki seinka,
setir hon hurðar for hallins dyr,
fast við jarnleinkjur.

259. Guðrun læt bjóða sínum brøðrum,
letur einki gloyma:
setir so hurðar for hallins dyr
og fast í jarni soyma.

260. Tí svaraði Høgni Júkason,
hann feldi gleði og gleim:
»Ríða vit í Húnaland,
og eingin kemur heim.«

261. Tað var Høgni Júkason,
sigst í bragdartátti:
»Ríða vit í Húnaland,
og eingin kemur aftur.«

262. Tí svaraði Gunnar kongur,
tekur til orða svá:
»Vit skulu ríða í Húnaland,
tað stendst hvat av ið má.«

263. Gíslar og hann Jørnir ungi,
seggja brøður báðir,
ríða teir so í Húnaland,
tað stendur í stórum váða.

264. Tað var reystur Gunnar kongur,
hann kom tar ríðandi í garð,
úti Guðrun Júkadóttir
fyri honum stár.

265. Artala kongur í Húnalandi
blandar mjøð og vín,
úti stendur hon Guðrun,
hon fagnar væl brøðrum sín.

266. Úti stendur hon Guðrun
við hógv og hyggin orð:
»Tær kastið svørð og herklæði,
tær stígið yvir borð!«

267. Tí svaraði Høgni Júkason,
hann gerst nýtin drongur:
»Sjálvur skal eg mínum váknum goyma
at vita, hvøssu mær gongur.«

268. Tí svaraði Gunnar kongur,
hann er dreingja maki:
»Sjálvur skal eg mín vákn at goyma,
tað man ongan saka.«

269. Tað var Høgni Júkason,
hann bant upp hjálmin prúða:
»Áðrenn dagur at kvøldi kemur,
drekki eg vín í blóði.«

270. Drekka teir í Húnalandi
bæði úti og inni,
drekka mjøð og kláran vín
og glaðir á hvørjum sinni.

271. Drekka teir í Húnalandi
bæði við gleði og gleim,
illa líkar Guðrunu,
at einki nertur teim.

272. Drekka teir í Húnalandi
bæði við gleði og gaman,
illa líkar Guðrunu,
at einki nertur saman.

273. Guðrun krevur sín unga son
bæði við spekt og mæti:
»Eg vil geva tær gull og fæ,
og stilla tú Høgna kæti.«

274. Sveinur var ungur á aldrinum,
hann gjørdi tað, hon bað,
hann gekk seg at borðinum,
sum Høgni fyri var.

275. Hann gekk seg at borðinum
og Høgna á nasar sló,
voldi tað Guðrun Júkadóttir,
at drykkjan varð óró.

276. Tað var Høgni Júkason,
ið reiður sprakk borðum frá,
mitt á miðjum hallargólvi
komst hann fótum á.

277. Tað var Høgni Júkason,
reiður borðum skeyt,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi fleyt.

278. Tað var Høgni Júkason,
sínum svørði brá,
hann kleyv Guðrunar unga son
og sundur í lutir tvá.

279. »Eg man ei í Húnalandi
drekka tann mjøð við grandi,
ótøkk havi mín móðurdóttir,
so sín sonin vandi.

280. Eg man ei í Húnalandi
leingi fyri tær gæta,
um enn tú gert tær miklar sømdir
eftir tann sonin mæta.

281. Eg man ei í Húnalandi
leingi fyri tær stýra,
um enn tú gert tær nakrar sømdir
eftir tann dreingin dýra.«

282. Guðrun gongur for Artala kong
og sigur honum frá:
»Deyður er vár unga son,
og helst av Høgna ráð.«

283. »Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
lat av angist og trá,
vit kunnu okkum á skemmri stund
annan aftur fá.«

284. »Eg skal ei í Húnalandi
leingi fyri tær gæta,
dersum tú gert ikki nakrar sømdir
eftir tann dreingin mæta.

285. Eg skal ei í Húnalandi
leingi fyri tær stýra,
dersum tú gert ikki nakrar sømdir
eftir tann dreingin dýra.«

286. »Hoyr tað tú, hin veldiga søta,
tað vil eg einki trúgva,
at tú vilt nú tínum brøðrum
svik til handar snúgva.

287. Tá teir vógu hann Sjúrð svein,
tað voldi í stríði tínum,
tá var Gíslar lítið barn
og heima hjá móður síni.«

288. Svaraði Guðrun Júkadóttir,
tungu bar hon so snjalla:
»Gunnar og Jørnir ungi
báðir skulu gjalda.«

289. »Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
legg mær til tað ráð,
hvøssu vit skulu hann Høgna sterka
av sínum lívi fá!«

290. »Taka skal tríggjar aldirshúðir,
rýða í mannablóði,
Gunnar og Høgnar skal yvir leypa
so fast av miklum móði.«

291. Tað var Høgni Júkason,
var staddur í stórari trongd,
feldi niður tólv hundrað,
hann ruddi fyri sær gongd.

292. Tað var Guðrun Júkadóttir,
voldi teim sorg og sút,
øvutur bardist Gunnar kongur
av glæstriborgini út.

293. Tað var reystur Gunnar kongur,
var staddur í stórari trongd,
hann klývur hurðar úr seigum jarni,
hann loysir seg reyst av fanga.

294. Gunnar hyggin sprakk tá fyrst,
elvast tá meiri vandi,
allir sóu hann niður falla,
eingin upp aftur standa.

295. Høgni sprakk yvir húðina,
hann var deyðan verð,
hann kom niður á grønan vøll,
studdist við skjold og svørð.

296. Høgni stendur í grasgarði,
bindur upp hjálm av vreiði:
»Teir heintið mær Gíslar og Beinir,
eg havi ikki vinir fleiri.«

297. Høgni situr í grasagarði,
bindur upp hjálmar báðar:
»Tær heintið mær Gíslar og Beinir,
eg nú havi vinir fáar.«

298. Guðrun kemur út árla morgun,
grimt var henni í huga,
heilan sá hon Høgna standa,
ei máttu ráðini duga.

299. Hon glíggjar við eygum, glennir á tonn,
við kjaftinum mundi hon gapa,
gjarna vildi hon Høgna gloypt,
men ei kundi tað henni bata.

300. Tí svaraði Høgni Júkason,
hann svør á sína trúgv:
»Hevði eg verið fiskur sum maður,
etin var eg nú.«

301. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
tá hevði hann reystur Artala kongur
brynjað út hundrað øll.

302. Tá hevði hann reystur Artala kongur
brynjað út hundrað øll,
løgdu sínum bardagi
skamt frá kongins høll.

303. Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
tá hevði reystur Artala kongur
brynjað út hundrað tólv.

304. Tá hevði reystur Artala kongur
brynjað út hundrað tólv,
tað var Høgni Júkason,
hann reið tar eina ímóti.

305. So reið Høgni Júkason
eina morgunstund,
feldi niður tólv hundrað
glaður í grønari lund.

306. So reið Høgni Júkason
eina morguntíð,
feldi niður tólv hundrað
glaður í grønari líð.

307. Tað var Grimhild Júkans drotning,
heldur sær á gaman,
meira ið hann høggur sundur,
meira renna teir saman.

308. Tað var Høgni Júkason,
tað gav hann væl gætur:
tað, hann høggur sundur um dagin,
tað lívgar hon upp um nætur.

309. Tí svaraði Høgni Júkason:
»Her elvist ein illur siður,
leiðist mær í Húnalandi
at høgga teir trælar niður.«

310. Tað var Guðrun Júkadóttir,
krevur smádrong sín:
»Tú gakk teg eftir longu Gevu,
og bið hana koma til mín.«

311. Hann var fimur á fótunum,
ið boðini skuldi bera,
øll letur hon klæði hans
við liljur og rósur skera.

312. Tað var Guðrunar unga svein,
hann kom tar ríðandi í garð,
úti reysta langa Geva
fyri honum stár.

313. »Vælkomin, Guðrunar unga son,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín.«

314. »Lítið er mær um mjøðin tín,
og hálvvæl minni um vín,
tað er hon Guðrun Júkadóttir,
biður teg koma til sín.

315. Hoyr tað tú, hin langa Geva,
eg sigi tær satt ífrá:
deyður er hennar unga son,
og helst av Høgna ráð.«

316. Bardust fullar tógva dagar,
hvørgin sigur fekk,
inntil tann hin triðja,
ið sól til vegar gekk.

317. Bardust tógvar fullar dagar,
hvørki sigur vann,
inntil tann hin triðja,
ið sól til vegar rann.

318. Tað var Høgni Júkason,
sínum svørði brá,
hann kleyv reystu longu Gevu
sundur í lutir tvá.

319. Tað var Guðrun Júkadóttir,
krevur smásvein sín:
»Tú gakk eftir Tíðriki Tatmarssyni,
bið hann koma til mín.«

320. Hann var fimur á fótunum,
ið boðini skuldi bera,
øll letur hon klæði hans
við liljur og rósur skera.

321. Hann var fimur í fótunum,
ið tey boðini bar
hagar upp til landanna,
sum Tíðrikur fyri var.

322. Tað var Guðrunar unga son,
hann kom tar ríðandi í garð,
úti Tíðrikur Tatmarsson
fyri honum stóð.

323. »Vælkomin, Guðrunar unga svein,
higar út til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

324. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvvæl minni um vín,
tað var hon Guðrun Júkadóttir,
hon sendi meg til tín.

325. Hoyr tað, Tíðrikur Tatmarsson,
eg sigi tær satt ífrá:
deyður er hennara unga son,
og helst av Høgna ráð.«

326. Tað var Tíðrikur Tatmarsson,
við vreiðum borðum skeyt,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi fleyt.

327. Tað var Tíðrikur Tatmarsson,
reiður sprakk borðum frá,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi lá.

328. Tíðrikur leyp á rennaran,
ið hann sjálvur átti,
so reið hann til Artals,
sum føtur bera máttu.

329. Tað var Tíðrikur Tatmarsson,
hann kom tar ríðandi í garð,
snakkar við frú Artals drotning,
í gluggum tar hon stár.

330. »Vælkomin, Tíðrikur Tatmarsson,
so væl at eg teg troysti,
hevði tú Høgna av lívi tikið,
tað var eitt manndómsroysni.«

331. »Hoyr tað, Guðrun Júkadóttir,
tú elvar mær miklan kvíða,
hvøssu skal eg Høgna av lívi fáa,
sum einki svørð kann á bíta?

332. Hoyr tað, Guðrun Júkadóttir,
tú elva mær ongan vanda,
hvøssu skal eg Høgna av lívi taka,
einki svørð kann granda?«

333. Tíðrikur hvarv úr sessi burtur,
fáir finnast slíkir,
hann kom aftur uttan hallar
í flogdreka líki.

334. Tíðrikur hvarv úr sessi burtur,
hann var maður versti,
hann kom aftur uttan hallar
á kolsvørtum hesti.

335. Bardust fullar tógvar dagar,
hvørgin sigur fekk,
inntil tann hin triðja,
sól til viðar gekk.

336. Bardust fullar tógvar dagar,
hvørgin sigur vann,
inntil tann hin triðja,
sól til viðar rann.

337. Inntil tann hin triðja,
sól til viðar rann,
tá fall Høgni Júkason,
tann hin menski mann.

338. Eitur spýr hann Tíðrikur
og niður yvir Høgna bringu,
hann varð ei við váknum vigin,
harfor læt hann synja.

339. »Einki havi eg sár á mær,
og sjálvur má eg tað tiggja,
lænið mær eina jalsdóttur
í nátt á armi liggja!«

340. Fingu honum eina jalsdóttur
sova armi á,
hann gat við henni ungan son,
sum søgan sigur frá.

341. »Tú eigur tær ein ungan son,
Høgna skalt tú hann kalla,
eg gevi honum tað búgvið svørð,
ið faðir mín søkti úr fjalli.

342. Tú eigur tær ein ungan son,
Guðrun vil hann pína,
tak tú frúnnar onkarbarn,
tú legg í vøggu tína!

343. Tú eigur tær ein ungan son,
Guðrun vil honum sút,
ver tú teg í øllum klók,
tú gakk teg síðari út.

344. Tak tú hetta rúnargull,
tú bint um tínar lendar,
tað kann loysa lásum upp
og tínar sútir rinda.

345. Eg gevi tær bæði gull og fæ
og mangar ringar reyðar,
tak nú við, mín jalsdóttir,
tú hevn so væl mín deyð!«

346. Árla var um morgunin,
sólin roðar í líð,
upp stóð unga jalsdóttir,
men Høgni læt sítt lív.

347. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
hon føðir ein svein so fínan.

348. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føðir ein svein so baldan.

349. Tað er nú, sum oftum er,
duld eru dupul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.

350. Sveipar hon hann í klæði rein,
tá hann kom í heim,
Høgna bað hon nevna tann
hin geviliga svein.

351. Sveipar hon hann í klæði rein,
væl skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
Høgna bað hon kalla.

352. Barnið varð borið frá kirkjuni
aftur for móður sín,
meira legði hon røkt á tað
enn alt sítt gull í skrín.

353. Barnið varð borið frá kirkjuni
og sett á móður fang,
meira læt hon røkta hann
enn alt sítt gull og land.

354. Sótu tær inni mánan,
og sótu tær inni tvá:
»Hoyr tað, unga jalsdóttir,
tú skalt fyrst út gá.«

355. Tí svaraði unga jalsdóttir:
»Tað skal eg nú valda,
tú bert hægri krúnuna,
tú skalt nú fyrst út ganga.«

356. Hon átti sær ein ungan son,
Guðrun vildi honum sút,
hon var seg av øllum klók,
hon gekk tá síðari út.

357. Hon átti seg ein ungan son,
Guðrun vildi hann pína,
hon tók Guðrunar onkarbarn
og legði í vøggu sína.

358. Tað var Guðrun Júkadóttir,
voldi sær meiri harm,
tað vil eg tær for sanheden siga,
hon drap sítt egið barn.

359. Hann vóks upp hjá síni móður,
Gud gav honum vekst,
meiri vaks hann í ein mánað
enn onnur árin seks.

360. Hann vóks upp hjá síni móður,
mikil gevin góð,
meiri vaks hann í ein mánað
enn onnur árin tólv.

361. Hann vaks upp í ríkinum
skjótt og ikki leingi,
til hann gjørdist í høggum tungur,
hann bardi reystar dreingir.

362. Hann var seg á leikvellinum
burt blant aðrar dreingir,
hvønn tann tíð teir reiðir vóru,
stóðst hans stríð á meingi.

363. Hann var seg á leikvøllinum
burtur blant aðrar sveinar,
hvønn tann tíð teir reiðir vóru,
stóðst hans stríð á meini.

364. Niður settust sveinarnir,
reiðir vóru báðir:
»Líkari var tín faðir at hevnt
enn berja os so sára.«

365. Niður settust sveinarnir,
reiðir ið teir vóru:
»Líkari var tín faðir at hevnt
enn berja os so stórum.«

366. Kastar hann svørð og herklæði,
hann lystir ei longur at leika,
so gekk hann for sína móður
við reyðar kinnar og bleikar.

367. »Hoyr tað, sæla móðir mín,
tú sig mær satt ífrá:
hvøssu er hann á navni nevndur,
ið mín faðir vá.

368. Hvøssu er hann á navni nevndur,
ið mín faðir vá,
hvat fell hann for hvassa svørð,
ella doyði hann á strá?«

369. »Eg kann ikki sannari
siga tær ífrá:
Artala kongur í Húnalandi,
ið tín faðir vá.

370. Artala kongur í Húnalandi,
ið tín faðir vá,
tað verður ikki, meðan tú livir,
tú sømdir av honum fár.«

371. Høgni svarar síni móður,
alt væl sum hann kann:
»Ofta hevur vaksið ungum rakka
hvassar tenn í rann.«

372. Og Høgni svaraði síni móður,
alt væl sum hann kundi:
»Ofta hevur vaksið ungum rakka
hvassar tenn í munni.«

373. Hon veik seg at kistuni,
ið nógv hevði gull og fæ,
-hon tekur upp hans faðirs skjúrtu,
kastar honum á knæ.

374. Hon gár seg at kistuni,
ið nógv hevði gullið inni:
»Her skalt tú síggja tey merki stór,
at tín var faðir vigin.

375. Tak tú hetta rúnargull
og bint um tínar lendar,
tað kann læsa lásum upp
og tínar sútir rinda.«

376. Tí svaraði hansara sæla móðir,
tungu ber hon so snjalla:
»Eg gevi tær tað búgvið svørð,
ið faðir hans søkti frá fjalli.

377. Og tær gevi eg bæði gull og fæ
og mangar ringar reyðar,
tak nú við, mín sæli son,
tú hevn tín faðirs deyð!«

378. Sveinur var ungur á aldrinum,
hann skuldi ljósið skara,
hann brendi ígjøgnum fótarblað,
hann tók tað ei í vara.

379. Sveinur var ungur á aldrinum,
hann skuldi skara ljós,
brendi gjøgnum fótarblaðið
niður á hallargólv.

380. Tí svaraði Artala kongur,
ryður í brósti rennur:
»Hvat hugsar tú, svein, so djúpt,
tú gáar ei, hvat tú brennur?«

381. »Tað hugsi eg, harra mín,
at tú hevur nógvan eyð,
man tað verða á tínari ævi,
tú tiggur vatn og breyð.«

382. »Bæði havi eg gull og fæ,
og hartil nógvan eyð,
tað verður ikki, meðan eg livi,
eg tiggi vatn og breyð.«

383. Árla var um morgunin,
sólin skein so víða.
»Vilt tú nakað, Artala kongur,
í dag á skógvin ríða?«

384. Tí svaraði Artala kongur,
somu morgunstund:
»Gjarna vil eg fylgja tær
ígjøgnum grøna lund.«

385. Tí svaraði Artala kongur,
mælir so fyri sær:
»Gjarna vil eg, Høgni ungi,
til at fylgja tær.«

386. Riðu teir á skógvin burtur,
nýtt var teim for eygum,
funnu upp á gullhúsið tað,
ið lagt var í brondum beygum.

387. Tí svaraði Artala kongur:
»Tað skal eg nú valda,
hoyr tað Høgni Høgnason,
tú skalt her fyrst inn ganga!«

388. Tí svaraði Høgni Høgnason:
»Og tað skal eg nú valda,
tú bert hægri krúnuna,
tú skalt her fyrst inn ganga!« _

389. Tað var reystur Artala kongur,
var settur við virðin full,
hann gekk inn í húsið tað,
ið fult var innan við gull.

390. Tað var reystur Artala kongur,
inn í gullhúsið sá,
Høgni smelti hurð í lás,
og síðan snúðist hann frá.

391. Høgni smelti hurð í lás,
hann snúðist úr kongins veldi,
hann kom ikki aftur á beygagátt
fyrr enn triðja dag á kvøldi.

392. »Bæði hevur tú gull og fæ,
og hartil hevur tú eyð,
vilt tú nakað, Artala kongur,
tiggja vatn og breyð.«

393. »Bæði havi eg gull og fæ,
og hartil nógvan eyð,
gjarna vil eg, Høgni ungi,
tiggja vatn og breyð.«

394. Tí svaraði Artala,
læt so orðum svara:
»Gjarna tiggi eg vatn og breyð,
og um enn tað verri væri.«

395. Hegni smelti hurð í lás,
síðan snúðist hann harfrá,
hann kom ikki aftur á beygagátt,
fyrr enn kongurin turrur lá.

(c) Dansifelagið í Havn