Kvæðasavn

Sniolvs kvæði

Uppskrift: FK 84G, 20, pp. 36-60.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Stríðið í Hildardal

1. Eg veit eina rímuna,
teknað við nýtum orðum,
um teir somu kempurnar,
sum frægir vóru í forðum.

Gyltan spora við mín fót eg spenni,
so temji eg mín gangara góða
og lati renna.

2. Hava tit hoyrt frá móður hans,
ið studdi seg fram á seingir,
nú skal ríma um kempur tær,
sum gitið man verða leingi?

3. Grímur heitur Hildar sonur,
tann gævuligi mann,
tað leið ikki langt um stund,
hann fór seg upp á land.

4. Sólin brandar á líðum
eina morgun snimma,
Grímur gongur í hallina inn
sín sæla faðir at finna.

5. Árla var um morgunin,
sólin tekur at branda,
Grímur gongur í hallina inn
fyri faðir sín at standa.

6. Árla var um morgunin,
sólin fagurt skín,
Grímur gongur í hallina inn
fyri Hildibrand, faðir sín.

7. Grímur mælir orðum brátt
á teirri somu tíð:
»Eg vil ríða meg upp á land,
sum liggur for vestan líð.«

8. Grímur so til orða tekur
á teirri somu stund:
»Eg vil ríða meg upp á land,
ið liggur for vestan lund.«

9. »Vilt tú ríða teg upp á land
at seta títt lív í vanda,
har eru fornar kempur fyri,
tú kanst teim ikki bestanda.«

10. Grímur so til orða tekur,
slíkt er eingin tattur:
»Eg vil ríða meg upp á land,
um eg ikki komi aftur.«

11. Tað er hann meistarin Hildibrandur,
sveipar at sær skinn,
og so búgvin gongur hann
for sína drotning inn.

12. »Hoyr tað, tú mín veldiga søta,
hvat eru nú til ráð,
nú vil Grímur, okra sonur,
ríða borgum frá.«

13. Svaraði meistarin Hildibrandur,
gull bar seg á hond:
»Nú vil Grímur, okra sonur,
ríða upp á lond.«

14. Tað er hin svinna Silkieik,
hon sveipar at sær skinn,
so gekk hon í hallina
fyri Grím, son sín, inn.

15. Tað er hin svinna Silkieik,
hon sveipar at sær lín,
so gekk hon í hallina
alt fyri Grím son sín.

16. Svaraði svinna Silkieik
fyrsta orðið tá:
»Er tað satt og sanniligt,
tú ríður borgum frá?«

17. Grímur so til orða tekur
á teirri somu stund:
»Eg vil ríða meg upp á land,
sum liggur for vestan lund.«

18. »Vilt tú ríða teg upp á land,
sum liggur for vestan lund,
har býr frúgvin Ingibjørg,
tað lystiliga sprund.

19. Vilt tú ríða teg upp á land,
sum liggur for vestan landa,
har býr frúgvin Ingibjørg,
gakk tú henni til handa!

20. Vilt tú ríða teg upp á land,
Grímur, sonur mín,
ekta tær eina kongadóttur;
so gjørdi faðir tín!

21. Vilt tú ríða teg upp á land
við so nýtum orðum,
ekta tær eina kongadóttur,
sum tín gjørdi faðir í forðum!

22. Betri er í borgum her
at drekka tann mjøð í blandi,
enn at ríða teg upp á land
at seta títt lív í vanda.

23. Betri er í borgum her
at drekka mjøð og vín,
enn at ríða teg upp á land,
Grímur, sonur mín.«

24. Svaraði Grímur, Hildibrands son,
stóð klæddur í brynju fríða:
»Í morgin, tá ið sólin rennur,
eg skal á skógvin ríða.«

25. Árla var um morgunin,
dagurin var ljús,
tá var Grímur, Hildibrands son,
til síni klæði fús.

26. Tá var Grímur Hildibrands son
til síni klæði fús,
hann klæddist innan høgaloft
alt við eitt kertuljós.

27. Út varð loystur gangarin,
Grímur skuldi á ríða,
hann var prýddur við skarlak
niður á miðal síðu.

28. Grímur leyp á gangara sín
yvir saðilteymar,
so leyp hann so lætt harí,
sum snekkjan rennur í streymi.

29. Grímur leyp á gangara sín
yvir saðilringa,
so reið hann á markir út,
hann læt hann goystan springa.

30. Grímur steig á flótan hest,
seg frá borgum dró,
fáur ríður tílíkur
yvir heiðinmarka skóg.

31. So reið Grímur, Hildibrands son,
hann dró fram yvir heiði,
av gulli vóru grímurnar,
tann galtagjørðin breiða.

32. »Betri er í borgum her,«
- hon honum á skógvin fylgdi -
»enn at ríða seg upp á land
at drekka tað beiska gildið.«

33. Svaraði hans sæla móðir,
aftur vendi hon tá:
»Far væl, Grímur, sonur mín,
eg beri fyri tær trá!«

34. So reið Grímur, Hildibrands son,
lystiliga fram,
gyltir leika ringarnir,
hans góði gangari rann.

35. So reið Grímur, Hildibrands son,
tað lyftir á gyltum hjálma,
borgir sær hann undan koma,
tað skyggir av rúnarmálmi.

36. Har vóru grundar á gaddi settar
av hvítum marmorsteini,
takið av seigum sifrisheggi,
veggir av elfinbeini.

37. Inn kemur ein av stoltsmoyggjunum,
sigur øllum frá:
»Eg sær mann at borgum ríða
miklan í brynju blá.

38. Eg sær mann at borgum ríða
miklan í brynju blá,
ongum er hann líkari
enn Hildarsoni at sjá.«

39. Ingibjørg talar til sveinarnar,
tveir ella tríggjar:
»Leiðið meg í grasagarð
tann Hildarson at síggja!«

40. Grímur ríður í grasagarð,
lært hevði tukt og list,
heilsaði øllum, ið fyri vóru,
frúnni alrafyrst.

41. Grímur ríður í grasagarð
við so nýtum orðum,
heilsaði frúnni Ingibjørg,
sum frægir gjørdu í forðum.

42. »Tú skalt vera vælkomin
hjá mær og mínum monnum,
sita yvir mítt breiða borð
og drekka tann mjøð av sonnum.

43. Tú skalt vera vælkomin
hjá mær í mínum landi,
sita yvir mítt breiða borð
og drekka tann mjøð í blandi.«

44. Teir drukku mjøð í dagin ein,
annan og tann triðja,
tá noyddist frúgvin Ingibjørg
sína sorg at siga.

45. »Hoyr tú, Grímur Hildibrandsson,
kanst tú mínar sorgir ráða?
Geyti hann vá faðir mín
og raskar brøður báðar.

46. Geyti hann drap faðir mín
og raskar brøður báðar,
gróv so gull í heyggin niður,
so tað skuldi eingin fáa.

47. Geyti hann vá faðir mín,
sum sigst í hesum tátti,
gróv hann hann í heyggin niður
við alt tað gull, hann átti.

48. Eg havi brynjað út hundrað mans
við svørð og brynju blá,
men Geyti ríður av skógnum út,
hann høggur teim høvur frá.

49. Eg havi brynjað út hundrað mans
við svørð og bitra knívi,
men eingin kemur so frægur fram,
ið Geyta tekur av lívi.

50. Eg havi brynjað út hundrað mans,
teir bestu í mínum landi,
men eingin kemur so reystur fram,
ið Geyta kann bestanda.«

51. Grímur upp frá borði steig,
hann treiv um dragið svørð:
»Eg skal meg á skógvin ríða,
vita, hvussu leikur fer.«

52. Grímur upp frá borði steig,
sum gitið man verða víða:
»Í morgin, tá ið sólin rennur,
eg skal á skógvin ríða.«

53. Árla var um morgunin,
sólin fagurt rann,
Grímur steig á flótan hest,
hann ríður á skógvin fram.

54. Grímur steig á flótan hest,
hann reið á skógvin fram,
eg svørji tann eið við mína trú,
hann væl á heyggin fann.

55. Grímur legðist á harðan vøll,
heyggin vildi bróta,
Geyti talar til sínar menn:
»Tað gull skal hann ei njóta.«

56. Geyti reið av skógnum út,
ógvuligur at líta,
hann gav Grími høgg so gott,
tað tók á holdi níta.

57. Geyti reið av skógnum út
við svørð og brynju blá,
hann gav Grími høgg so gott,
hann sjálvur undrast á.

58. Men Grímur sprakk á gangara sín,
hann bar so lættan fót,
so hjó hann til Geyta í Loft,
at valla beið hann bót.

59. Grímur sprakk á gangara sín,
hann bar so lættar føtur,
so hjó hann til Geyta í Loft,
at valla beið hann bøtur.

60. So var stríð á grønum vølli,
ógvuligt var at síggja,
tað var Geyti Áslaksson,
hann mátti av skógvi flýggja.

61. Tað var Geyti Áslaksson,
hann læt burt frá honum renna,
fram reið Grímur Hildibrandsson,
sum gott mundi alvi kenna.

62. Dró hann gull av heygnum upp,
frúnni ræð at bera,
so leingi hon Grím við eygum sá,
tað hevði hon hann so keran.

63. Tað er hon frúgvin Ingibjørg,
bæði er hon von og vitur,
koytarfún og fugladún
er undir, sum Grímur situr.

64. Ingibjørg situr í gullstóli,
føgur er hon í brúnum,
flættað hár á herðar lagt
við silkibondum snúnum.

65. Geyti situr í skógnum burt,
ei man ilskan tróta:
»Ikki skal Grímur Hildibrandsson
tað gull við friði njóta.«

66. Geyti klæðist upp árla morgun
við skjøld og dragið svørð:
»Nú skal ríða á gullborgar
og vita, ið hvussu fer.

67. Nú skal ríða til gullborgar
og vita, ið hvussu fer.«
Hann visti, at Virgar Valintsson
ein avrekskappi er.

68. Árla var um morgunin,
sólin skín so víða,
tað er hann Geyti Áslaksson,
hann búði seg út at ríða.

69. Tað er hann Geyti Áslaksson,
hann búði seg út at ríða,
hann kom niður at gullborgum,
sum vegir liggja víða.

70. Geyti ríður á gullborgar,
tá upp var runnin sól,
sum hann Virgar Valintsson
í gulltrøppum stóð.

71. Svaraði Virgar Valintsson,
gull bar seg á hond:
»Vælkomin, Geyti Áslaksson,
eystan yvir lond!

72. Vælkomin, Geyti Áslaksson,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

73. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvu minni um vín,
onnur havi eg ørindini
higar í dag til tín.

74. Tað býr ein kempa í skógnum burt,
hon gevur mær ongar náðir,
eg fái ikki dripið hana
uttan við tínum ráði.«

75. Svaraði Virgar Valintsson,
heldur um stálið stinna:
»Hvussu er kempan at navni nevnd,
ið tú kanst ikki vinna?«

76. »Grím læt kempan kalla seg,
ið eg kann ikki vinna,
Hildibrandur var faðir hans
og móðir Silkieik svinna.

77. Grím læt kempan kalla seg,
sum eingin vinnur í leik,
Hildibrandur var faðir hans
og móðir Silkieik.«

78. Svaraði Virgar Valintsson,
fátt kann sterkum bella:
»Er tað Grímur Hildibrandsson,
hann er ei lættur at fella.«

79. Svaraði Virgar Valintsson,
góður er hann í ráðum:
»Er tað Grímur Hildibrandsson,
vit vinna hann ikki báðir.«

80. Virgar so til orða tekur,
hann mælir for munni á sær:
»Statt upp, Geyti Áslaksson,
tó skal eg fylgja tær!«

81. Virgar klæðist upp árla morgun
við skjøld og dragið svørð:
»Nú skal ríða í Hólmgarðar
og vita, ið hvussu fer.

82. Nú skal ríða í Hólmgarðar
og vita, ið hvussu fer.«
Hann visti, at Sjúrður Sigmundarson
ein yvir allar ber.

83. Árla var um morgunin,
sólin skín so víða,
Geyti og Virgar Valintsson
í Hólmgarðar teir ríða.

84. Ríða teir av gullborgum,
tað fell so væl í lag,
haðan og í Hólmgarðar
alt á tann sama dag.

85. Geyti og Virgar Valintsson
teir heim í garðin fóru,
úti Sjúrður Sigmundarson
fyri teimum stóð.

86. »Vælkomin, Virgar Valintsson,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

87. Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
mælir for munni á sær:
»Hvat er hatta for mikil maður,
Virgar, ið fylgir tær?«

88. Svaraði Virgar Valintsson
við gull og vovin tong:
»Hatta er Geyti Áslaksson
eystan yvir lond.«

89. Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
væl kann tungu skilja:
»Sig mær, Virgar Valintsson,
hvat man kappin vilja?«

90. »Tað býr ein kempa í skógnum burt,
hon gevur os ongar náðir,
vit fáa ikki dripið hana
uttan við tínum ráði.«

91. Svaraði Sjúrður Sigmundarson
glaður for uttan vanda:
»Hvussu er kempan at navni nevnd,
ið tit kunnu ikki bestanda?«

92. Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
heldur um stálið stinna:
»Hvussu er kempan at navni nevnd,
ið tit kunnu ikki vinna?«

93. »Grím læt kempan kalla seg,
sum vit kunnu ikki vinna,
Hildibrandur var faðir hans
og móðir Silkieik svinna.

94. Grím læt kempan kalla seg,
sum eingin vinnur í leik,
Hildibrandur var faðir hans
og móðir Silkieik.«

95. Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
sum frá man frættast víða:
»Eg kalli tað einki roysni vera,
hann til jarðar at níga.«

96. Sjúrður so til orða tekur,
fátt kann sterkum bella:
»Eg haldi tað einki roysni vera
hann til jarðar at fella.«

97. Sjúrður fór í brynjuna,
hann búðist til vápna væl,
sum dvørgamoyggin flýddi honum
eystan av Hildardal.

98. Sjúrður bindur hjálm á seg,
Gestur stóð honum næst,
ongan tíma á ævini
tað bant hann hann so fast.

99. Sjúrður klæðir sjálvan seg,
hann fer í brynju tunga,
allir óttast Hildibrand,
men eingin Grím hin unga.

100. Ríða teir av garði burt,
hvør undir sínum merki
Sjúrður og snarpur Nornagestur,
Geyti og Virgar sterki.

101. Ríða teir av garði burt,
so fagurt var tað lið,
Sjúrður og snarpur Nornagest,
Geyti og Virgar við.

102. Ríða teir av garði burt,
væl kundu brandi stýra,
haðan og í Hildardal,
nevndar kempur fýra.

103. Ríða teir eftir veginum fram,
teir búgvast til vápna væl,
snarliga skunda teir síni ferð,
teir kvitta í Hildardal.

104. Sjúrður talar til Virgar unga:
»Nú man tað so vera,
send fram harran Tírirant
tey feigðarboð at bera!«

105. Virgar krevur sín sendisvein,
hann klæðir hann væl í skrúður:
»Eg havi teg í forðum roynt,
tú hevur verið mær trúr.

106. Tú skalt fara til Grím hin unga
og bera honum boð til handa;
sig, nú eru kempur í Hildardali,
teir bjóða honum út at ganga!

107. Tú skalt bera honum boðini tey,
sum gitið man verða víða,
antin skal hann undan halda
ella ímóti stríða.«

108. Tírirant fór sum snarast var,
hann goymdi væl hans orð,
hann kom seg í hallina inn,
sum Grímur sat við borð.

109. »Tú sit væl, Grím Hildibrandsson,
eg beri tær boð til handa,
nú eru kempur í Hildardali,
teir bjóða tær út at ganga!

110. Tú sit væl, Grím Hildibrandsson,
sum gitið man verða víða,
nú eru kempur í Hildardali,
teir bjóða tær út at stríða!

111. Har eru frægir saman komnir,
hvør undir sínum merki,
Sjúrður og snarpi Nornagestur,
Geyti og Virgar sterki.

112. Virgar sendi meg til tín,
sum gitið man verða víða,
antin skuldi tú undan halda
ella ímóti stríða.«

113. Svaraði harrin Tírirant,
hann heldur á brýndum knívi:
»Nú verður tú, Grímur ungi,
brádliga tikin av lívi!«

114. Grímur upp fyri borðið steig,
hann treiv um dragið svørð:
»Eg kenni væl harran Tírirant,
ein avrekstrællur er.«

115. Tírirant brá sínum bitra brandi,
hann vildi ei megin loyna,
hann ætlaði Grími banasár
og odd í hjálmi royna.

116. Tírirant brá sínum bitra brandi,
ilt var skap at eggja,
ætlaði Grími banasár
og deyðan á gólvið leggja.

117. Grímur loftaði høgginum,
sprakk yvir borðið fram:
»Bjóð tær ikki valmenning
alt fyri tín yvirmann!«

118. Grímur loftaði høgginum,
tað var honum eingin neyð,
Tírirant á gólvið legði,
tað brotnaðu rivini sjey.

119. »Tú ríð teg aftur í Hildardal
og ber teim boð til handa,
í morgin, tá ið sólin rennur,
eg skal ímót teim standa!

120. Tú skalt bera teim boðini tey,
sum gitið man verða víða,
eg man ikki undan flýggja,
men heldur ímóti stríða.«

121. Tírirant fór sum snarast var
við svørð og brynju tunga
haðan aftur í Hildardal
og fram fyri Virgar unga.

122. Svaraði Virgar Valintsson,
sum frá man frættast víða:
»Hvat segði hann Grímur Hildibrandsson,
vildi hann móti stríða?«

123. »Hann bað meg bera tær boðini tey
og alt fyri uttan vanda:
í morgin, tá ið sólin rann,
hann skuldi ímóti standa.«

124. Ríða teir í Hildardali,
hvør undir sínum merki,
Sjúrður og snarpi Nornagestur,
Geyti og Virgar sterki.

125. Grímur krevur sín sendisvein,
klæðir hann væl í lín:
»Tú skalt fara til Brandarvíkar
til Hildibrand faðir mín.

126. Tú bið hann ríða á markir út,
kann hann brandi stýra,
har eru fyri í Hildardali
nevndar kempur fýra!«

127. Sveinur fór sum snarast var,
rætt sum fuglur í ský,
ikki stillaði ferðini
fyrr enn í Brandarvík.

128. Sveinur fór sum snarast var,
tað var honum eingin treyt,
hann komst niður í Brandarvík,
og borgir upp hann breyt.

129. Sveinur fór sum snarast var,
hann goymdi væl hans orð,
hann kom seg í hallir inn,
sum Hildibrand sat við borð.

130. »Tú sit væl, meistarin Hildibrand,
eg beri tær boð í bý,
Grímur biður sjálvan teg
koma við sær í stríð!

131. Tú sit væl, meistarin Hildibrand,
eg beri tær boð til handa,
nú er Grímur, sonur tín,
staddur í stórum vanda.

132. Nú er Grímur, sonur tín,
staddur í stórum vanda,
hann biður teg koma í Hildardal
í stríði við sær at standa.

133. Hann biður teg ríða í markir út,
kanst tú brandi stýra,
har eru fyri í Hildardali
nevndar kempur fýra.

134. Har eru frægir saman komnir,
hvør undir sínum merki:
Sjúrður og snarpi Nornagestur,
Geyti og Virgar sterki.«

135. Svaraði hesi lítli sveinur,
heldur á gyltum knívi:
»Nú verður Grímur, sonur tín,
brádliga tikin av lívi.«

136. Reiður var meistari Hildibrandur,
sínum borði skeyt,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi fleyt.

137. Svaraði meistari Hildibrandur
alt fyri uttan mein:
»Ikki skal hann mót teim stríða
Grímur kempan ein.«

138. Hildibrandur fór í blanka brynju,
hann læt ei á sær finna,
innan undir legði hann tá
tað dvørgabeltið stinna.

139. Hildibrandur fór í blanka brynju
av so miklari reiði,
innan undir legði hann tá
tað dvørgabeltið breiða.

140. Árla var um morgunin,
dagurin var ljús,
tá var meistarin Hildibrandur
til síni klæði fús.

141. Tá var meistarin Hildibrandur
til síni klæði fús,
hann klæddist innan høgaloft
alt við eitt kertiljós.

142. Út varð loystur gangarin,
sum Hildibrand skuldi á ríða,
hann var prýddur við skarlak
niður á miðal síðu.

143. Hann var prýddur við skarlak
niður á miðal síðu,
gyltur var saðilin,
sum Hildibrand skuldi á ríða.

144. Hildibrand leyp á gangara sín
yvir saðilringar,
so reið hann á markir út,
hann læt sín gangara springa.

145. Tað var meistarin Hildibrandur,
seg frá borgum dró,
fáur ríður tílíkur
um heiðinmarka skóg.

146. Hildibrandur reið eftir veginum fram
bæði av ilsku og reiði,
av gulli vóru grímurnar,
tann galtagjørðin breiða.

147. Hildibrandur ríður úr Brandarvík
ta somu morgunstund,
Grímur reið av Upplondum,
teir møttust í grønari lund.

148. Møttust teir á grønum vølli,
nú man tað so vera,
síðan løgdu ráðini,
hvussu teir skuldu gera.

149. »Hoyr tú, Grímur, mín sæli son,
tú lat meg fyri ríða,
tí mær eru kunnig svik um stund
og allar loynistígar!

150. Tú skalt fara mót Virgari
við øllum hansara heri,
síðan aftur mót Geyta á Loft
og geva honum sár av svørði.

151. Sjálvur skal eg mót Sjúrði fara,
øllum hansara liði,
honum fylgir Nornagestur,
ein merkismaður við.«

152. Fagurt var at líta á,
sólin skyggir á brandar,
ríða so í Hildardal
í tungum stríði at standa.

153. Stríða teir í Hildardali,
sum gitið man verða víða,
Grímur og Virgar Valintsson
teir koma nú fyrst at stríða.

154. Teir høgga títt, teir loyva lítt,
hvørgin vildi víkja,
høggini geva teir mong og tung,
tey tóku í bein at níta.

155. Teir høgga títt, teir loyva lítt,
blóð sprakk undan fingri,
enn er Grímur frægari,
í sínum høggum tyngri.

156. Grímur gav so vánt eitt høgg,
alt fór eftir vari,
hann sló Virgar Valintsson
leysan út av saðli.

157. Fram reið Geyti Áslaksson,
hann vildi ei megin loyna,
ætlaði Grími banasár
og odd í hjálmi royna.

158. Grímur gav so vánt eitt høgg,
øllum tókti undur,
hestin undan Geyta á Loft
hann kleyv í herðum sundur.

159. So var stríð í Hildardali,
ógvuligt var at síggja,
Geyti og Virgar Valintsson
teir lótu á skógvin flýggja.

160. Geyti og Virgar Valintsson
teir lótu á skógvin renna,
fram reið Grímur Hildibrandsson,
sum gott mundi alvi kenna.

161. Fagurt var at líta á,
sólin brandar víða,
Sjúrður og meistarin Hildibrandur
nú komu teir at stríða.

162. So var stríð í Hildardali,
blóð á svørðum hekk,
Sjúrður og meistarin Hildibrandur
hvør mót øðrum gekk.

163. So var stríð í Hildardali,
blóð á svørðum hongur,
Sjúrður og meistarin Hildibrandur
hvør mót øðrum gongur.

164. Sjúrður gav so vánt eitt høgg,
legði ei megin eftir,
so sló hann til Hildibrand,
hann brynju av honum sprettir.

165. Hildibrand ríður í Hildardali,
einki fekk hann mein,
eftir stendur kappin reysti
í dvørgabrynju ein.

166. Teir høgga títt, teir loyva lítt
av so góðum treysti,
Sjúrður og meistarin Hildibrandur
hvørgin fór av hesti.

167. Riðu saman í Hildardali,
fornir leikin troystu,
Sjúrður og meistarin Hildibrandur,
tá bognaði stál for brósti.

168. Teir høgga títt, teir loyva lítt,
hvørgin vildi flýggja,
sveitin støkk av holdi út,
og roykur sló til skýggja.

169. Sjúrður gav so vánt eitt høgg,
øllum tókti undur,
hann høggur niður á Hildibrand
ringar og rammir sundur.

170. Hildibrand gav so vánt eitt høgg,
hann heldur á bitra brandi,
Sjúrður undir høggið kom,
tá bognaði stál í hondum.

171. Hildibrand gav so vánt eitt høgg
av so góðum treysti,
Sjúrður undir høggið kom,
tá slitnaði stál for brósti.

172. Hildibrand reiggjar brandi til
bæði av ilsku og reiði,
Sjúrður undir høggið kom,
tá rivnaði brynjan breiða.

173. Hildibrand gav so vánt eitt høgg
bæði av ilsku og bræði,
heysar sungu, hjálmar sprungu,
tá rivnaðu Sjúrðar klæði.

174. Fram reið snarpi Nornagestur,
hann letur gott alvi kenna:
»Nú skal taka Hildibrand,
hans búk á báli brenna.«

175. Hildibrand gav so vánt eitt høgg,
ógvuligt var at síggja,
tað var snarpi Nornagestur,
hann mátti undan flýggja.

176. Hildibrand brá sínum bitra brandi,
so øllum tókti undur,
høggið kom á rúnarklett,
hann brast í fýra sundur.

177. Hildibrand svørð í lofti brá
so høgt yvir leysar lundir,
høggið kom niður í dvørgaheyg,
so upp gekk grót og grundir.

178. Dvørgurin kom á víðan vøll fram,
tá heyggjurin hann var brotin:
»Ofta havi eg, Hildibrandur,
av tínum háttri notið.«

179. Dvørgurin tók hans bitra brand,
hann fast í heyggin trykti,
tá skalv bæði leyv og lund,
tá hin tað aftur rykti.

180. Aftur rykti hann brandin sín,
tí hann var menskur av dreingi,
buktaði dvørg í heyggin inn,
sum har hevði ligið leingi.

181. Bogna tók tann bitri brandur,
tað klingar yvir Rín,
tað sjungar so hátt í himlaský,
tá dreingir lótu lív.

182. So var stríð í Hildardali,
ógvuligt var at síggja,
Sjúrður og snarpi Nornagestur
teir lótu á skógvin flýggja.

183. Sjúrður og snarpi Nornagestur
teir lótu á skógvin venda,
hetta var tað síðsta stríð,
ið Hildibrand førdi til enda.

184. Hetta var tað síðsta stríð,
satt at siga frá,
inntil hann á grønum vølli,
tá hann sín sonin vá.

185. Inntil hann á grønum vølli,
tá hann sín sonin vá,
svørji tann eið við mína trú,
tá lá hann sjálvur hjá.

186. Ríða teir til hallar heim
frúnni gull at bera,
so leingi hon Grím við eygum sá,
tað hevði hon hann so keran.

187. Virgar ríður á gullborgar
við gull og vovin tong,
síðan letur brøvini skriva
suður yvir lond.

188. Virgar letur brøvini skriva,
so er greint fyri mær,
hann visti, at illi Ásmundur
ein kappabani var.

189. Virgar letur brøvini skriva
við sín egin hond,
síðan letur hann senda tey
suður á Selgjarlond.

190. Ásmundur las tey brøv so snart
av so tungum stríði,
hann skuldi sigla upp á land
og taka Grím av lívi.

191. Ásmundur legði í havið út
eina morgunstund,
sigldi hann seg so loyniliga
inn fyri vestan lund.

192. Hann sigldi inn fyri vestan lund,
satt at siga frá,
har lá hann í mánar tveir,
hann vann har einki á.

193. Har lá hann í mánar tveir
alt fyri uttan sút,
inntil ungi Ásmundur
helt aftur í havið út.

194. Ásmundur legði í havið út,
hann helt á brýndum knívi,
so fór hann til Upplanda,
har tók hann Grím av lívi.

(c) Dansifelagið í Havn