Kvæðasavn

Sniolvs kvæði

Uppskrift: FK 84M, 20, pp. 152-162.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Rana táttur

1. Eina veit eg rímuna,
gjørd um lond og ríki,
fornar kempur í verðini
hvør vil annan svíkja.

Nú lystir meg í dansin at gá,
meðan rósur og liljur tær gróa væl.

2. Eina veit eg rímuna,
mælir um mín vilja,
gjørd um hin unga Hildibrand,
tá ið hann reið at gilja.

3. Hildibrand stendur á hallargólvi,
hann mælir við skósvein sín:
»Hvar veitst tú so væna jomfrú,
sum vera kann drotning mín?«

4. Sendisvein so til orða tekur
í fyrsta orði tá:
»Ólavs dóttir á Upplondum
hon er tær sømi at fá.

5. Hon ber ikki bleika brá
undir sínum gula hári
heldur enn tann fagra summarsól,
ið føgur skínur um várið.

6. Ólavs dóttir á Upplondum,
tað hitt væna vív,
hagar ríða sendimenn
ígjøgnum grøna líð.

7. Ólavs dóttir á Upplondum,
tað hitt væna sprund,
hagar ríða sendimenn
ígjøgnum grøna lund.«

8. »Er hon so væn og tekkilig,
sum tit siga frá,
hagar streingi eg eiti mítt,
hana skal eg fá.«

9. Út varð loystur gangarin,
Hildibrand skuldi á ríða,
hann var klæddur við skarlak
og niður á miðal síðu.

10. Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
hann var klæddur við skarlak
niður á hóvskegg.

11. Hildibrand leyp á gangara sín
yvir leysum loga,
hann studdi seg hvørki við skjøld ella svørð
og ei við saðilbuga.

12. Hildibrand leyp á gangara sín,
burtur av garði dró,
eingin ríður tílíkur
á heiðinmarka skóg.

13. Hildibrand leyp á gangara sín,
hann reið væl fimtan mílur,
hann bant sín hest við hallardyr,
og sjálvur gekk hann til hvílu.

14. Hetta frætti Rani
suður í síni lond:
Silkieik á Upplondum
hon er so biðlavond.

15. Silkieik á Upplondum,
tað hitt væna sprund,
hagar ríða sendimenn
ígjøgnum grøna lund.

16. Rani so til orða tekur
í fyrsta orði tá:
»Væn er frúgvin Silkieik,
eg skal ta jomfrú fá.«

17. Rani leyp á gangara sín
av so góðum treysti,
eg svørji tann eið á mína trú,
tað bognaði ryggur í hesti.

18. Inn kemur maður í kongins høll,
sigur teim øllum frá:
»Eg síggi mann at borgum ríða
í miklari brynju blá.«

19. Tað var Rani ljóta trøll,
heim í garðin fór,
úti sjálvur Ólavur
fyri honum stóð.

20. Tí svaraði Ólavur,
mælir hann um sín vilja:
»Hvat eru tíni ørindi,
og hvat man kempan vilja?«

21. Svaraði Rani, ljóta trøll:
»Ilt er satt at dylja,
tað eru míni ørindi
Silkieik at gilja.«

22. »Kjaftur tín er ógvuligur,
nasarnar tær eru langar,
so eru tíni kjálkabein
sum fjórðingsvegur at ganga.

23. Skeggið er sum sótið svart,
tað røkkur niður á bringu,
neglirnar eru sum bukkahorn,
alin fram av fingri.«

24. Tí svaraði Ólavur,
hann læt síni orð so fara:
»Leið mína dóttur í hallina inn
sjálva for seg at svara!«

25. Teir gingu eftir frú Silkieik,
teir leiddu hana fram á fold,
tað fyrsta hon Rana við eygum sá,
hon sortnaði sum ein mold.

26. Svaraði frúgvin Silkieik,
hon bliknaði undir kinn:
»Hvar er Sniolvur, bróðir mín,
hví kemur hann ikki inn?«

27. Sniolvur gekk í hallina inn,
hann brandin við sær bar:
»Krist signi teg, mín sæla systir,
íhvat vilt tú mær?«

28. Svaraði frúgvin Silkieik,
frá man frættast víða:
»Sniolvur, ríð á leikvøll út
for systur tína at stríða!«

29. Svaraði Ólavur, hennara faðir,
borgina hevði í valdi:
»Tú fert ikki av hallini út,
tú ert so ungur á aldri.«

30. Inn kemur maður í kongins høll,
hann sigur teim øllum frá:
»Eg síggi mann at borgum ríða,
miklan í brynju blá.

31. Eg síggi mann at borgum ríða,
miklan í brynju blá,
ongum manni líkari
enn Hildibrandi at sjá.«

32. Ólavur av Upplondum
hann lætti sorg og vanda,
so gekk hann í grasgarð út
for Hildibrandi at standa.

33. »Ein gang sá eg Hildibrand,
hann var so menskur mann,
tað er eingin í Brandarvík,
ið yvirgongur hann.«

34. Tað var hin ungi Hildibrand,
heim í garðin fór,
úti sjálvur Ólavur
fyri honum stóð.

35. Tí svaraði Ólavur,
mælir hann um sín vilja:
»Hvat eru tíni ørindi,
hvat man kempan vilja?«

36. Tí svaraði Hildibrandur:
»Ilt er for satt at dylja,
tað eru míni ørindi
Silkieik at gilja.«

37. Tí svaraði Ólavur,
frá man frættast víða:
»Rani situr yvir breiða borði,
hann býður tær út at stríða.«

38. Tí svaraði Hildibrand,
linnir á sínum alvi:
»So glaður eri eg at berjast við hann
sum leika við frúur í talvi.«

39. Hildibrand gekk í hallina inn
við dragið svørð í hendi,
Rani situr yvir breiða borði,
hann eyguni at honum rendi.

40. Svaraði Rani, ljóta trøll,
í fyrsta orði tá:
»Hetta man vera riddarin tann,
sum frúnni stár hugur á.«

41. Hildibrand stendur á hallargólvi,
bar búgvin brand við síðu:
»Statt upp, Rani, ljóta trøll,
eg bjóði tær út at stríða!«

42. Rani leyp um borðið fram,
orna tók hans blóð,
øvigan tók hann Hildibrand,
á hallargólvi stóð.

43. Tí svaraði Hildibrand,
hann svørð í hondum skifti:
»Hoyr tú, Rani, ljóta trøll,
eg standi tær eina syftu.«

44. Tí svaraði Hildibrandur,
hann svørð í hondum bar:
»Hoyr tú, Rani, ljóta trøll,
eg standi tær syftur tvær.«

45. Berjast teir í borgini,
braka tók í høll,
øvigan bardi hann Hildibrand
út á grønan vøll.

46. Hildibrand leyp á gangara sín
yvir leysum loga,
studdi seg hvørki við skjøld ella svørð
og ei við saðilbuga.

47. Rani leyp á gangara sín
av so góðum treysti,
eg svørji tann eið í mína trú,
tað bognaði ryggur í hesti.

48. Teir riðu saman á grønum vølli,
hvørgum mátti bella,
hoyrast mátti langan veg,
hvat svørð á brynjum gella.

49. Teir høgga títt, teir líva lítt,
ei var barnagaman,
eldar ruku av svørðunum,
tá ið eggir bóru saman.

50. So var Rani, ljóta trøll,
í sínum høggum tyngri,
men ikki møddist Hildibrand,
um enn hann var yngri.

51. So var Rani, ljóta trøll,
í sínum høggum tungur,
men ikki møddist Hildibrand,
um enn hann var ungur.

52. Rani gav so vænt eitt høgg
av so góðum treysti,
so sló hann til Hildibrand,
hann fall av sínum hesti.

53. Hildibrand lá á jørðini
eina so lítla stund,
so leyp hann í saðilin upp
yvir leysa lund.

54. So leyp hann í saðilin upp
yvir leysa lund,
síðan letur hann høggini falla
bæði mong og tung.

55. Skikkjan yvir borði hongur,
blikna tók tann dýra,
meðan berjast raskar kempur
í fullar dagar fýra.

56. Ógvuligt var at lýða á,
tá ið Hildibrand spennir alva,
nú klývur hann Rana hjálm
og búkin niður í nalva.

57. Harra Gud av himmiríki,
hvør mikil var hans makt,
so var Hildibrand í víggi staddur,
at opin fell hann aftur.

58. Svaraði frúgvin Silkieik,
kinn bar hon so reyða:
»Sniolvur, ríð á leikvøll út
og vita, um hann er deyður!«

59. Hildibrand hevði ei andan mist,
hann upp til himmals sá,
hann reiggjaði svørð av grimmum huga,
Sniolvi ætlaði hann tað.

60. Tað var hin ungi Hildibrand,
hann reiggjaði svørðið hátt,
tað var hin ungi Sniolvur,
hann bar seg undan brátt.

61. Hildibrand ríður til hallar heim,
hann letur sín hest væl leypa:
»Sit væl, hin svinna Silkieik,
so dýrt mundi eg teg keypa!«

62. Svaraði frúgvin Silkieik,
hon smílist undir lín:
»Var tað við tín vilja gjørt
at vega bróður mín?«

63. Tí svaraði Hildibrand,
snarliga hann sær vendi:
»Hjálpi mær Gud av himmiríki,
Sniolv eg ikki kendi!«

64. Hildibrand stendur á hallargólvi,
rættir fram ljósa hand,
fagurt var at lýða á
teirra festarband.

65. Hildibrand stendur á hallargólvi,
rættir hond yvir borð,
fagurt var at lýða á
teirra festarorð.

66. Festi hann frúnna Silkieik,
væna moynna slíka,
hana førdi Hildibrand
við sær til Brandarvíkar.

67. Tey vóru ikki leingi saman,
til tey gótu svein,
hann var á góðari stundu gitin,
so var hann borin í heim.

68. Hann var á góðari stundu gitin,
so var hann borin í heim,
Grím bað hon nevna tann
hin gævuliga svein.

69. Hildibrand letur gera sær
ein gullbúin stól,
býður so øllum nunnunum
at drekka við sær um jól.

70. »Tú eigur tær ein ungan son,
hann er so menskur mann,
tað er eingin í Brandarvík,
ið yvirgongur hann.

71. Tú eigur tær ein ungan son,
hann er so nýtin drongur,
hann skal falla for faðirs svørð,
ið yvir høvur hongur.

72. Tú eigur tær ein ungan son,
er gjørdur av fullgóð' treysti,
hann er eingin í Brandarvík,
ið situr við hann á hesti.«

73. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína,
sjálvur er gingin Hildibrandur
í sal fyri drotning sína.

74. »Tú eigur tær ein ungan son,
hann er so menskur mann,
tað er eingin í Brandarvík,
ið yvirgongur hann.

75. Tú eigur tær ein ungan son,
hann er so nýtin drongur,
hann skal falla for faðirs svørð,
ið yvir høvur hongur.

76. Tú eigur tær ein ungan son,
er gjørdur av fullgóð' treysti,
hann er eingin í Brandarvík,
ið situr við hann á hesti.«

77. Svaraði frúgvin Silkieik,
satt er tað, hon sigur:
»Tak tú títt ið góða svørð
og stoyt í pulvur niður!«

78. Ikki vildi Hildibrandur
svørði týna lívi,
tí tað hevði nakra tíð
bjargað sínum lívi.

79. Tí tað hevði nakra tíð
bjargað sínum lívi,
við tann gylta bitra brandi
vann hann tað væna vívið.

80. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at troyggja,
tað var hin ungi Hildibrand,
hann siglir for Heljaroyggjar.

81. Hildibrand gongur eftir skipabunka
við tregan og tunga sút,
hann tók tann gylta búgvin brand,
hann kastar í havið út.

82. Stoltsmoyggj ein for borði stendur,
Ásmundi ið hon sigur:
»Hildibrand siglir for Heljaroyggjar,
har søkkir hann svørðið niður.«

83. Stoltsmoyggj ein for borði stendur,
Ásmundi sigur frá:
»Tá ið hann søkti svørðið niður,
tá var Golmar hjá.«

(c) Dansifelagið í Havn