Kvæðasavn

Torbjørn Bekil

Uppskrift: FK 91F, 22, pp. 117-133.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Torkil vitur á Oyri situr
glaður foruttan sút,
vantar hann skip frá Noregi
og higar til Íslands út.

Nú fall í ríman yvir tann breiða fjørð,
og har liggur ein bóndi deyður í døkkari jørð,
og nú fellur ríman.

2. Torkil vitur á Oyri situr
glaður foruttan ekka,
vantar hann skip frá Noregi
og higar til Íslands rekka.

3. Bóndin gongur til strandar oman,
biðja sær stýrimann:
»Viljið tit tiggja vetrarvist
glaðir í míni rann?«

4. Torbjørn steig seg út for borð,
var ógvuligur at síggja,
fimtan favnar var dýpið høgt,
ei røkk upp til kníggja.

5. Allir veggir svigtaðu,
teir hann gekk fram hjá,
allir beinkir brotnaðu,
har hann settist á.

6. Allir veggir svigtaðu,
tá ið hann gekk í tún,
allar hurðar klovnaðu,
áður hann fekk rúm.

7. Allir beinkir brotnaðu,
tá ið hann gekk í sæti;
svaraði Halga, bóndans kona:
»Slíkt eru trøllalæti.«

8. Oksan ein og geitur fimm
legði hann sær á tíni,
tunnubreyð og laksar sjey
og flikkini tólv av svíni.

9. Oksakroppin át hann upp,
ellivu svínaflikki,
tólv tunnur av stumpabreyði,
áður hann kravdi drykkin.

10. Hann gat ei av kerum drekka,
ei av smáum málum,
máttu honum av stongum vega
stórar bryggjuskálir.

11. Svaraði Halga, bóndans kona,
rætt sum lok á lesti:
»Tú hevur boðið higar til mín
trøllið tað hitt versta.«

12. »Mangur talar, tað hann veit,
hjartað mælir av bræði,
tí bað eg um stýrimann,
eg meinti frægari væri.«

13. Torkil so til orða tekur,
hugsar so við sær:
»Torbjørn, far teg yvir um á,
tú kjós tær moy við fæ!«

14. Torbjørn snúðist úr skálanum út,
ræður tá bónda at takka,
síðan skundaði síni ferð
yvir á Ferjubakka.

15. Torbjørn gekk í skálan inn,
myrkt var honum for eyga,
Halga fagra á beinki sat,
var 'felld' í band at 'beja'.

16. Torbjørn gekk í skálan inn
glaður foruttan sút,
tekur hann hana í favn sín upp,
ætlar at bera hana út.

17. Hon hevði upp sín lindarsaks,
leyst lá tað hjá henni,
buðlungur fekk av skæri mein,
so mús brast honum í ennið.

18. »Hoyr tú tað nú, Halga fagra,
blóðgað hevur tú meg!
Áður dagur at kvøldi kemur,
javnræði vinni eg teg.

19. Eg skal mær um heiðið land
mær at samla tjóð
av teim trimum Blálondum,
sum eingin skínur á sól.

20. Mær skal fylgja Rani, mín frændi,
risin Abarlandi,
Atli og hann Gyrðilin sterki,
teimum man einki granda.

21. Mær skal fylgja Rani, mín frændi,
Atli, kongins son,
angrast hvør í hjartanum,
ið av honum hevur vón.

22. Rani skal hava tín heiður fyrst,
av harmi skalt tú kenna,
herja undir við Ísland alt,
og kristið lið at brenna.«

23. »Um enn tú fert um heiðið land
teir kristiligu at kanna,
víða man meg lítið fara,
sjálv biði eg mær mann.«

24. Tað var tá hin Halga fagra
yvir um ánna fór,
úti tá tann gamli kallur
fyri henni stóð.

25. Tað var tá hin Halga fagra
inn í skálan gekk,
kelling varpar dýnu á bonk
og henni sessin fekk.

26. Kelling varpar dýnu á bonk
henni sess at bjóða:
»Tað síggi eg á Halgu føgru,
sorg er í væna fljóði.«

27. Til so svaraði hon Halga fagra:
»Eg eri ikki von við fíggja,
hvar er Ásmundur, sonur tín,
nú vil eg hann síggja?«

28. »Mín sonur er í steikarhúsi,
allan kostin velur,
hvørja nátt á skóginum burtur,
ymsar leikir fremur.

29. Mín sonur er í steikarhúsi,
ongan kostin trýtur,
hvørja nátt á skóginum burtur,
rygg í trøllum brýtur.«

30. Kelling snúðist haðan burtur,
søgur ganga frá,
í tað sama steikarhús,
sum hennara sonur lá.

31. »Hoyr tað Ásmundur, sonur mín,
av Gudi verður tú kærur,
gakk tú teg í skálan inn,
tú kjós tær moy við fæ!«

32. Svaraði Ásmundur kellingarson:
»Eg eri ikki vanur við flokkar,
plaga so fáar høviskar møður
síni børn mót trøllum lokka.«

33. Rívur hon hann úr árni fram,
eftir hári at draga,
ikki vikaðist kappin reysti
heldur enn í bergi staðið.

34. Kelling so til orða tekur:
»Eg hevði ikki undan vikið,
hevði eg ikki gjørt fyri syndaskuld,
eg skuldi títt hár avslitið.«

35. Hann tók upp sín stutta knív,
brendur upp í tanga:
»Tykir tær henda sámiliga
mær mót kempum ganga?«

36. Ásmundur stóð úr árni upp,
ristir øsku av sær:
»Tað vildi eg nú, móðir mín,
tað var ein brynja mær.«

37. Kelling snúðist haðan burtur
eftir somu breyt,
víkur so at eini kistu,
læsir upp við skreyt.

38. Hon kom aftur við brynjuni,
sum fonnin var hon hvít:
»Tak nú við, mín sæli sonur,
vita, um tú nýtur!«

39. Hon kom aftur við brynjuni,
fullvæl var hon vorðin,
so var hon bæði víð og síð,
sum skapað var hon skorin.

40. Ásmundur steig úr árni fram,
ristir øsku av sær:
»Tað vildi eg nú, móðir mín,
tað var ein brandur mær.«

41. Kelling snúðist haðan burtur,
tá dvøldist hon leingi,
rívur svørð úr bosi upp,
sum har hevði ligið leingi.

42. Rívur svørð úr bosi upp,
sum har hevði ligið leingi,
hon kom aftur við svørði tí,
sum sámiligt var dreingi.

43. Leggur hon hann í varma 'levn',
tók hans hár at greiða,
hálsurin var sum hermalín,
gott tókti móður at eiga.

44. Ásmundur gekk í skálan inn
bæði við lov og prís,
Halga fagra á beinki sat,
upp mót honum rís.

45. »Hoyr tað Ásmundur, søti mín,
tað man ei um vara!
Eg vil gjarna eiga teg
við fæ og seksti garðar.

46. Hoyr tú Ásmundur, søti mín,
eg geri tað ei at loyna!
Kemur tú ikki í mína song,
fyrr enn odd við Bekil roynir.«

47. Torbjørn fór um heiðið land
sær at samla tjóð
av teim trimum Blálondum,
sum eingin skín á sól.

48. Nú skal leggja skipin saman,
skipin saman at berja,
sá er eingin av íslendingum,
ið frúnna torir at verja.

49. Torbjørn fór um heiðið land
sær at samla tjóð,
so var sagt, hann spardi ei vín,
hann hevði blandað blóð.

50. So var sagt, hann spardi ei vín,
hann hevði blóðið blandað,
rívur ross og ravnakjøt,
hvar ið hann kom at landi.

51. Nú skal leggja skipin saman,
rætt sum boðar bresta,
ríða so frá strondum niðan
á brynjaðum hestum.

52. Torbjørn liggur fyri strondum niðri,
vissur við at bera:
»Hvør vil vera mín njósnari,
míni boð for Halgu bera?«

53. Svaraði ein so lítil svein,
sigist í hesum tátti:
»Eg vil vera tín njósnari,
so væl eg tað formátti.«

54. Sendisvein fór til hallar heim,
sigist í hesum kvæði,
eg svørji tann eið á mína trúgv,
hann var aftur av bræði.

55. Torbjørn liggur fyri strondum niðri,
mongum veit at bana:
»Vart tú teg til hallar heim,
og sást tú Halgu vænu?«

56. »Yvrið sá eg brynju blá
hanga har á veggi,
mann sá eg for Halgu knæ,
sum sær bar langar leggir.«

57. »Eg skal velja tíggju út
av mínum bestu sveinum,
takið vesala øskudólg,
berið hann út á teinum!

58. Fyrst vá hann ein, so vá hann tveir,
so vá hann teir allar,
lítlan mundu teir sigurin rósa,
ið fyrst komu heim til hallar.

59. Torbjørn liggur fyri strondum niðri,
tykir verða komin í vanda:
»Angrar meg, hvat ið risin segði,
teir komu ikki til strandar.«

60. Torbjørn gekk frá strondum niðan,
søgur ganga frá,
sum grimmliga vann hann skeggið sítt,
tað var í hærum grá.

61. Torbjørn talar til frænda sín
øðrumegin hans:
»So tykist mær at berjast við hann
sum leika við frúur í dans.«

62. Torbjørn talar til frænda sín:
»Tú leiv ikki tínum alvi!
So tykist mær at berjast við hann
sum leika við frúgvur í talvi.«

63. »Tú stíg fram, Torbjørn Bekil, sjálvur,
stilla væl streingir stinnar,
enn at eggja tínum monnum
roysnisverk at vinna!

64. Nú er hann komin út, øskudólgur,
inni hevur ligið leingi,
nú er hann komin av árni út
at royna os reystar dreingir.

65. Líkari var tær heima sitið
tína móðurs grýtu at strúka
enn at ganga os ímóti
øsku á os at rúka.«

66. »Strokið havi eg mína móðurs grýtu
glaður foruttan ekka,
sjáldan havi eg havt tann sið
av blóðbollum at drekka.

67. Strokið havi eg mína móðurs grýtu
glaður foruttan sút,
sjáldan havi eg havt tann sið
at drekka blóðbollar út.«

68. Rani hyggi reið fram fyrst,
sum søgur ganga frá,
so grimmliga vant hann skeggið sítt,
tað var í hærum grá.

69. Fyrsta ið kelling Torbjørn sá,
so illa varð hon við,
svørji tann ei á mína trúgv,
hon fell í óvit niður.

70. Kallin tekur eikir tvær,
leggur fyri gátt:
»Liggið inni, vesalar tvær,
tit koma ei út í nátt!«

71. Átjan alin var jarnstong Rana,
tók hana hátt at reiggja,
høggið kom á saðilin,
hann vildi honum orlov meina.

72. Átjan alin var jarnstong Rana,
øllum tókti undur,
høggið kom á saðilin,
mitt um hestin sundur.

73. Kallur loypur á skálavegg,
sorgin ræð hann at goyma:
»Takið henda fríða fola,
kastið fyri hann teymar!«

74. Tikin varð tann fríði foli,
stinnur var í bein,
síðan legðist saðil á
av reinum silvurreimum.

75. Tikin varð tann fríði foli,
leiddur fram á vøll,
Ásmundur sprakk í saðilin upp,
kallin aftur um doll.

76. Ásmundur sprakk á gangara sín,
spardi ei hart at leypa:
»Áður dagur at kvøldi kemur,
dýrt skalt tú meg keypa.«

77. Ásmundur sprakk á gangara sín,
sára ið hann goysti,
hoyrast mátti langt á leið,
tá ið hesturin sporar loysti.

78. Hann hevði upp sín búgvin brand,
sum búgvin var frá smiðju,
so varð sagt, hann var ei seinur,
hann hjó um Rana miðju.

79. Rani fell í jørðina niður,
sorg og sára stríði,
Atli hyggi sprakk á føtur,
grimmur og hartil víður.

80. »Tú hevur dripið frænda mín
móti mínum vilja,
áður dagur at kvøldi kemur,
illa skulum vit skiljast.«

81. Ásmundur sprakk á gangara sín,
sparir ei hart at leypa:
»Áður dagur at kvøldi kemur,
dýrt skalt tú meg keypa.«

82. Ásmundur sprakk á gangara sín,
sára ið hann goysti,
hoyrast mátti langt á leið,
tá ið hesturin sporar loysti.

83. Hann hjó av honum hendur tvær,
so man bókin vátta,
hann høgg av honum aðrar tvær,
tá hevði hann eftir átta.

84. Hann hjó av honum triðju tvær,
so man meira fára,
hann hjó av honum fjórðu tvær,
so kvistaði niður við læri.

85. Hann hjó av honum fimtu tvær,
tað var helst av sút,
hann hjó av honum sættu tvær,
eitur og ilskan út.

86. »Nú hevur tú høgt mínar hendur tólv,
nú er mær av tí hól,
mongum hevur tú, kalsson, statt,
nú hevur tú gullringar tólv.«

87. Tað var Ásmundur kellingarson
sínum svørði brá,
miðjan kleyv hann Atla hyggja
sundur í lutir tvá.

88. Atli fell til jørðina niður,
sorgur og sára stríður,
Gyrðilin sterki sprakk á føtur,
grimmur og hartil víður.

89. »Tú hevur dripið frændar mínar
móti mínum vilja,
áður dagur at kvøldi kemur,
illa skulum vit skiljast.«

90. Ásmundur sprakk á gangara sín,
spardi ei hart at leypa:
»Áður dagur at kvøldi kemur,
dýrt skalt tú meg keypa.«

91. Ásmundur sprakk á gangara sín,
sára ið hann goysti,
hoyrast mátti langt á leið,
tá ið hesturin sporar loysti.

92. Svartar hevði hann litirnar,
har hann stóð á vølli,
ei var hann á foldini lættur,
hann merkti spor í hellu.

93. »Nú skal binda mína høgru hond,
við vinstru skal eg stríða,
tú skalt ikki, vesali kellingarsonur,
longur á stundum bíða.«

94. Teir høgga títt, teir líva lítt,
av bar barnagaman,
eldur reyk av svørðunum,
oddarnir bóru saman.

95. Teir høgga títt, teir líva lítt,
ei at spæla bumba,
Ásmundur ungi blóði sputtar,
hvørgin flýddi undan.

96. Kallur stendur við skálaveggi,
tekur so heitt at gráta:
»Nú manst tú, mín sæli sonur,
snarliga lívið láta.«

97. Tað var Ásmundur kellingarson,
hann kleyv tað stálið stinna,
har fann hann tað garpalið,
sum nógv mátti gullið vinna.

98. Har fann hann tað garpalið,
sum nógv mátti gullið vinna,
kostaði ei minni enn átjan hundrað
lagnar buksur tvinnar.

99. Kallin stóð undir skálaveggi,
sorgin er á hann at droyggja:
»Duga nú væl, mín sæli son,
gott er við ærum at doyggja!«

100. »Nú skal loysa mína høgru hond,
við báðum skal eg stríða,
yvir meg ert tú vorðin sterkur,
fullvæl kanst tú at ríða.

101. Í fjør var eg á Upplondum,
tá vá eg risar tólv,
av øllum ert tú sterkari,
nú er mær av tí hól.«

102. Tað var Ásmundur kellingarson
sínum svørði brá,
miðjan hjó hann Gyrðilin sterka
sundur í lutir tvá.

103. Gyrðilin fell til jørðina niður,
sorgur og sára stríður,
Torbjørn Bekil sprakk á føtur,
grimmur og hartil víður.

104. »Mítt hitt skæra reyðargull
tað vil eg geva tær,
svørjum os í stalbrøðralag,
kalsson, fylg tú mær!«

105. »Títt hitt skæra reyðargull
tað vil eg ikki tiggja,
lovar tú ikki sannan Gud,
fyrr skal eg á vølli liggja.«

106. Torbjørn so til orða tekur,
biður so for mál:
»Eg lovi ikki sannan Gud,
fyrr gangi eg á bál.«

107. Teir høgga títt, teir líva lítt,
av bar barnagaman,
eldur reyk úr svørðunum,
oddarnir bóru saman.

108. Torbjørn so til orða tekur,
hugsar so við sær:
»Má mín móðir meiri enn eg,
tørv er mær á tær.«

109. Drekan sóu teir norðan koma,
allan í vindi fara,
betri var á grønum vølli
berjast í mannaskara.

110. Tey høgga títt, tey líva lítt,
fast av miklum ræði,
ógvuliga við veingjum bankar,
nú eru at honum bæði.

111. Kallur leyp undan skálaveggi,
loyvir ei megin eftir,
trívur um ta tjúkku eik
og henni um ryggin setti.

112. Torbjørn so til orða tekur,
tá læt hann sítt lív:
»Ov seint ert tú nú á ferð,
tú eldra systir mín.«

113. Illgerð sóu teir norðan koma
mót teirri bylgju blá,
tókti henni hvørki skip ei buss,
strítt mót streymi lá.

114. Hon var klædd í síðum faldi,
spangað hevði hon belti,
eyguni vóru sum tjarnir tvær
og tonn sum í villum gelti.

115. Hon var klædd í síðum faldi,
beran hevði hon skalla,
tað mátti hoyrast langt á leið,
sum gullbjøllurnar gjalla.

116. »Her stendur tú, hin gamli kallur,
bogin ert tú á baki,
tú hevur dripið móður mína,
fáur var hennara maki.«

117. »Tú tarvt einki brigda mær,
eg lati til jørðina níga,
hvar eru tínar fríðu flættur?
Kampar hevur tú síðar.

118. Kampar hevur tú í kjafti
rætt sum selur á sundi,
ei er moyin kyssilig,
ei er at sova hjá sprundi.«

119. »Hoyr tað Ásmundur, søti mín!
Tú lova mær kallin at strúka,
eg skal hann á skamri stund
av allari møði lúta.«

120. Tey varpast hart, tey varpast skarpt,
fátt man slíkum harpa,
kallin fekk hon undir seg,
hon búgvist at bíta barka.

121. Harra Gud av Himmiríki,
hvussu mikil er tín makt,
so var Ásmundur vígum móður,
opin fell hann aftur.

122. Mjúkan vildi hon munnin kyssa,
Ásmund upp at reisa,
kallin sprakk tá fimur á føtur,
heilsar henni av feigð.

123. Tey høgga títt, tey líva lítt,
so vil eg fyri tær greina,
so beit svørð á hennara høvdi
sum knívur á hørðum steini.

124. Til tað svaraði gamli kallur,
tekur hann so uppá:
»Tú fært ikki dripið hana,
fært tú ei onnur ráð.«

125. Tað var hesin gamli kallur
henni varð á meini,
risti kross í báðar eggir,
tá stóð hon í steini.

126. Kelling tokar í vánið fram,
fer ei lint við sjúkum,
stígur nú sterkt av stinnum alvi,
rymur í risabúkum.

127. Grøddu tær hann í dagar,
grøddu teir hann í tvá,
triðja dagin í fjórðu viku
fór hann í brynju blá.

128. Triðja dagin í fjórðu viku
tá fór hann í brynju blá,
hann gekk seg í høgaloft,
so vænur var garpur at sjá.

129. Tað var Ásmundur kellingarson
fellur upp á síni knæ,
meðan hann vonu Halgu føgru
til ektar festi sær.

130. Grímur æt tann heidni kongur,
hetta kvæði gjørdi,
síðan varð tað allar ævir
kallað Bekils gerði.

131. Grímur æt tann heidni kongur,
hesa søgubók átti,
Tormóður tók við tungari list,
so øllum 'stast' mátti.

(c) Dansifelagið í Havn