Kvæðasavn

Aligast

Uppskrift: FK 98aC, 24, pp. 15-16.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

(Aligast I)

1. Karlamagnus droymdi,
tað honum illa sømdi.

2. Karlamagnus droymdi svá,
at hann skuldi at stjala gá.

3. »Hvat skal slíkt í dreymar bera,
at eg skal ein tjóvur vera?

4. Heintið mær tjóvin Alikast,
eg veit tann tjóvin allarbest!«

5. Inn kemur Alikast fram fyri borð:
»Náðugi harri hevur sent mær orð.«

6. »Tú skalt mær tann saðil stjala,
Gjótrúgv førdi frá sínum faðir.«

7. »Skal eg hann stjala, og skal eg hann fjala,
sjálvur skalt tú við mær fara.«

8. Karlamagnus reið so harða,
allir skulvu garðar.

9. Alikast reið so tvistur,
ikki rørdist kvistur.

10. Karlamagnus múrin breyt,
Alikast ígjøgnum kreyp.

11. Alikast steig í loftisriv,
allar skóru bjøllur við.

12. Svaraði vív í seingini lá:
»Hví ringla várar bjøllur svá?«

13. »Hetta eri eg Hemingur hestasvein
at skoða tygara saðil rein.«

14. »Tú skoðar tað væl, tú gert tað svá,
í morgin skulu vit ríða á.

15. Vit vilja ríða til tinga,
Karlamagnus at binda.«

16. Svaraði vív, í seingini lá:
»Krist gávi, mín bróðir lýddi á.«

17. Ikki fekk Jøttrik tíð at sjá,
at Karlamagnus undir hans songum lá.

18. Hann sló hana høgg undir kinn,
blóð dreiv niður á skarlaksskinn.

19. Hann sló hana við fingurgull,
Karlamagnusar handskar full.

(c) Dansifelagið í Havn