Kvæðasavn

Flóvins ríma

Uppskrift: FK 98bA, 24, pp. 19-23.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Frá tí fyrsta eg fór við tí,
eg kundi mál at greina,
flestøllum lysti at lýða á,
bæði moyggjum og høviskum sveinum.

2. Tað er enn, sum oftum er,
hesi jólini líða,
keisarin býður monnum sínum
um Rúmaríki víða.

3. Keisarin eigur ein systurson,
hann trýr so væl á Krist,
býður hann honum til hallar heim
at tiggja vetrarvist.

4. Keisarin situr í hásætinum
glaður fyri uttan ekka,
hann biður Flóvan frænda sín
geva teim sterkt at drekka.

5. Flóvin stóð fyri breiða borði
við silvurskál í hendi,
hann gáddi eftir, hvat keisarin segði,
og vínið niður rendi.

6. Droparnir dryppaðu tríggir og tveir
niður fyri hertugans ræði:
»Skamm fá tú, tín vándi drongur,
tú spilti míni klæði!«

7. Droparnir dryppaðu tríggir og tveir
niður á skinnið hvíta,
hertugin gjørdist bleikur og reyður,
ógvuligur at líta.

8. Hertugin knýtti neva sín,
hann gav honum høgg á tenn,
blóðið rann í barmin niður,
sóu tað mangir menn.

9. Flóvanum rann tað heita blóð
bæði um nasar og munn,
hann var ungur og óstiltur,
so illa við tað kundi.

10. Flóvin stóð við breiðan borð,
var komin til góðara evna,
hann tykir tað spott, tað frættist heim,
hann tordi ikki høgg at hevna.

11. Hóvliga skonkti hann kerið fult,
hann setir á borð við reiði,
hertugan aftur í enni brast
Flóvans nevi breiði.

12. Deyður fell tá hertugin
niður fyri keisarans fót,
tann var ikki í Rúmaríki,
sum honum kann ráða bót.

13. Keisarin rópar á sínar menn,
hann biður teir basta og binda,
men hóvligani frænda sín
í myrkastovu renna.

14. Flóvin snúðist av hallini út
í tí sama sinni,
haðan til sína fosturmammu,
at eingin skuldi hann finna.

15. Allir látast uppi vera
og keisarans vilja gera,
men eingin lætst at vita av,
hvar Flóvin mundi vera.

16. Flóvin gisti Hermindtrú,
har hon sat í steini,
hon gav honum svørðið tað,
ið Saksland var at meini.

17. »Eg havi vigið hertugan,
og keisaranum illa líkar,
hann hevur lovað at heingja meg
í gálga í Rúmaríki.«

18. »Hoyr tú, Flóvin, mín fosturson,
hin vitri og hin svinni,
skunda tú á skógvin burt,
so keisarin teg ikki finnur!«

19. Flóvin eigur ein góðan hest,
slíkur er eingin í landi,
so loypur hann yvir dalar og fjøll,
sum aðrir á sløttum sandi.

20. Flóvin leyp á gangara sín,
slíkt var líkt at lova,
hann studdi seg hvørki við skjøld ei svørð,
ei heldur við saðilboga.

21. Keisarin eigur ein góðan hest,
slíkur er eingin í landi,
so loypur hann yvir dalar og fjøll,
sum aðrir á sløttum sandi.

22. Keisarin leyp á gangara sín
við Makranmantin fríða,
gyrdi hann seg við Ljósivant,
sum Gud gav honum síðan.

23. Keisarin ríður á skógvin burtur,
hann tykist Flóvan kenna:
»Batar ei tínum púkanssyni
undan mær at renna.

24. Batar ei tínum púkanssyni
undan mær at renna,
eg skal teg til hallar føra,
tín búk á báli brenna.«

25. Flóvanum tókti ógvuligt,
hann hoyrdi keisaran kalla,
hann biður skaparan skýla sær,
sum skapti verðina alla.

26. »Drotning dýr, tú duga mær,
tí eg eri á ungum aldri,
keisarin frægur og fíggjaður
vanur við váknaskjaldri.«

27. Møttust teir á skógnum burtur,
av bar barnagaman,
eldur feyk av svørðunum,
tá ið oddar bóru saman.

28. Tveir sterkir taka stinnar stengur,
teir bróta av um miðju,
hvørgin kappin úr saðli gekk,
teir tóku til ta triðju.

29. Ríða teir í Rúmi norður,
høga lúður gella,
stálið støkk úr hjálmunum,
og neistar av svørðum fella.

30. Ríða teir í Rúmi norður,
øllum tókti undur,
hestarnir upp og aftur á døv,
og skøftini gingu sundur.

31. Flóvin ungur og óstiltur,
orna tók hans blóð,
keisarin varð úr saðli rendur,
hann fastur í díki stóð.

32. Hann tók av honum brynjuna,
ringar av silvri hvíta,
hann tók av honum Ljósivant
og Makramantin nýta.

33. »Nú havi eg makt at løna tær
og nakin á teg at níða,
tá ið tú lovaði at heingja meg
í Rúmaríki víða.

34. Nú havi eg makt at løna tær,
naknan at føra teg heim,
tá ið tú lovaði at heingja meg
í hægsta gálgagrein.«

35. »Eg gevi tær báði gull og silvur,
níggju ringar reyðar,
hálvt mítt ríki, meðni eg livi,
og alt eftir mín deyða.«

36. Keisarans menn koma gangandi,
teir eru í stórum vanda,
síggja nú keisaran, harra sín,
so djúpt í díki standa.

37. »Hevði hon ikki, Hermindtrú,
verið mær so góð,
her skuldi tú, keisarin,
sætt títt hjartablóð.«

(c) Dansifelagið í Havn