Kvæðasavn
Flóvins ríma
Uppskrift: FK 98bC, 24, pp. 31-37.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Tað er enn, sum ofta er,
frá man frættast víða,
keisarin letur borgir gera
um Rúmaríki víða.
Gár í dans frúa,
sprund fagurt eg kjós,
eg skal taka lítin á hand,
eg dansi so leingi, sum eg kann,
gár í dans frúa!
2. Keisarin letur borgir gera,
báði við mekt og mæti,
býður hann Flóvant, frænda sín,
sjálvur sær í sæti.
3. Keisarin talar til frænda sín
alt foruttan ekka:
»Skonk teim vín við ærligt horn,
og gev teim sterkt at drekka!«
4. Flóvant stendur á hallargólvi
við silvursteyp í hendi,
gáar hann á, hvat keisarin sigur,
vínið niður rendi.
5. Droparnir dryppa tríggir og tveir
niður á kápu blá,
hertugin gerst nú grummur og gráur,
ógvuligur at sjá.
6. Droparnir dryppa tríggir og tveir
niður á línið hvíta,
hertugin gerst nú grummligur,
ógvuligur at líta.
7. Droparnir dryppa tríggir og tveir,
hertuganum líkar illa:
»Skamm fái tú, pútusvein,
tú vilt míni klæði spilla!«
8. Droparnir dryppa tríggir og tveir,
hann hevði ikki fleiri orð,
gav honum nevan á hvítan háls,
so Flóvant fell yvir borð.
9. Flóvant rann tað heita blóð
bæði um nasar og munn,
hann var ungur og óstillur,
so illa hann við tað kundi.
10. Flóvant stendur á hallargólvi,
tikin til gott at evna:
»Tykist tað skamm, tað frættist heim,
eg tori ei høgg at hevna.«
11. Háðliga helt hann kerið upp
bæði av grimd og vreiði,
hertugan í ennið brast
Flóvants nevi breiði.
12. Hann gav honum so nyttuligt høgg,
tá brast bein í pannu:
»Tak nú við, hvat Flóvant sigur,
høgg av minni manni!«
13. Deyður fell tá hertugin
keisaranum for fót,
tað var eingin í Rúmaríki,
ið honum kundi ráða bót.
14. Keisarin talar til sínar menn,
biður nú basta og binda,
háðuliga frænda sín
í myrkastovu rinda.
15. Allir lótu keisarans menn
keisarans vilja gera,
eingin læt tá vita av,
hvar Flóvant mundi vera.
16. Keisarin sínum brandi brá,
ilt var skap at eggja,
Flóvant snúðist av hallini út
ímillum stavs og veggja.
17. Flóvant leyp á gangara sín,
mangt var honum at meini,
haðani tók frú Ljósalind,
sum hon sat heima í steini.
18. Tað var Flóvant, reysti kempa,
heim í garðin fór,
úti frúgvin Ljósalind
fyri honum stóð.
19. »Vælkomin Flóvant, mín fosturson,
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«
20. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálva minni um vín,
onnur havi eg ørindini
higar nú til tín.
21. Eg havi dripið hertugan,
keisaranum illa líkar,
hann hevur lovað at heingja meg
í gálgan í Rúmaríki.
22. Eg havi dripið hertugan,
keisarin illa ann,
hann hevur lovað at heingja meg
í høgsta gálgarann.«
23. »Hoyr tað, Flóvant, mín fostursonur,
hin vitri og hin svinni!
Gakk á skógv, og skýl tær har,
so keisarin teg ikki finnur!«
24. Flóvant reið á skógvin burt,
mangt var honum at meini,
haðani frá frú Ljósalind,
sum hon sat eftir í steini.
25. Haðani frá frú Ljósalind,
sum hon sat eftir í steini,
tá fekk hann tað góða svørð,
sum seggjum var at meini.
26. Flóvant reið á skógvin burt,
mangt var honum ímóti,
gyrðir hann seg við stinnum stáli
við gull og glavinspjóti.
27. Út varð loystur gangarin,
ið keisarin skuldi á ríða,
hann var klæddur í skarlak
niður á miðalsíðu.
28. Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
hann var klæddur í skarlak
niður á hóvskegg.
29. Keisarin reið á skógvin burt,
tykist nú Flóvant at kenna:
»Tær batar ikki, pútusvein,
undan mær at renna.
30. Tær batar ikki, pútusvein,
undan mær at ríða,
eg skal við svørði sundra teg,
tín búk á báli svíða.
31. Tær batar ikki, pútusvein,
undan mær at hasta,
eg skal við svørði sundra teg,
tín búk á bálið kasta.«
32. Tað var Flóvant, kempan reysta,
hoyrir keisaran kalla,
biður nú skaparan skýla sær,
sum skapt hevði verðina alla.
33. Flóvant varð so illa við,
hann hoyrdi keisaran rópa,
biður nú skaparan skýla sær,
sum alla verðina skóp.
34. Biður nú skaparan skýla sær,
sum skapt hevur verðina alla,
og hana mildu Mariu moy,
sum móður Guds skal kalla.
35. »Drotning góða, skýl tú mær,
eg eri so ungur á aldri!
Keisarin mikil og ógvuligur,
royndur í vápnaskjaldri.«
36. Keisarin vendi mót Flóvanti,
tað hini stóru undur,
hestarnir fullu aftur um døv,
spjótini gingu sundur.
37. Flóvant rendi mót keisaranum,
orna tók hans blóð,
vendi hann so í skarndíki,
hann upp um beltið stóð.
38. Tók hann keisaran, harra sín,
legði á grønan vøll,
nøktar hann av honum brynjuna,
síðan klæði øll.
39. Nøktar hann av honum klæði øll,
hartil brynju síða,
hann tók av honum Ljósivant
og Makramant hin fríða.
40. »Statt nú fastur í skarndíki,
nakin á at líta!
Tá tú lovaði at heingja meg
í gálgan í Rúmaríki.
41. Statt nú fastur í skarndíki,
nakin og so ann,
tá ið tú lovaði at heingja meg
í høgsta gálgarann!«
42. Keisarans menn komu ríðandi,
tyktust vera komnir í vanda,
naknan sóu teir harra sín
í skarndíkinum standa.
43. Tóku teir keisaran, harra sín,
lótu hann 'tea uj gjadla',
sveipaðu hann í ein silkidúk,
og førdu hann heim til hallar.
44. Vargurin liggur í vinturmjøll,
lítur um seg víða:
»Hoyr tað, keisarin, harri mín,
vit skulu mót honum stríða!
45. Hoyr tað, keisarin, harri mín,
vit skulu mót honum stríða,
vinnur tú av honum sigur og prís,
so frættist tað um land so víða!«
(c) Dansifelagið í Havn