Kvæðasavn
Oddvalds ríma
Uppskrift: FK 98cA, 24, pp. 39-42.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
teir sóu ein so miklan mann
ríða av Garsia høll.
2. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína,
teir síggja ein so miklan mann
á Garsia helli ríða.
3. Oddvald gekk í hallina inn,
bæði av makt og mæti,
tók í keisarans hvíta skegg
og lyfti hann úr sæti.
4. Eld og loga bað hann geisa
undir hans skeggið hvíta,
tað var eingin av frankismonnum
mót honum tordi líta.
5. Tað var eingin av frankismonnum,
tordi líta mót honum,
uttan reystur Rólant jall,
keisarans systursonur.
6. Upp leyp reystur Rólant jall,
hann vildi ikki longur sita:
»Eg skal teg við Dýrindal
fyri úlvar og vargar brytja.«
7. Svaraði keisarin Karlamagnus,
heldur á gyltum løgdi:
»Tað skal eingin av mínum monnum
røra honum hár á høvdi.«
8. Svaraði keisarin Karlamagnus:
»Alt er betur at snúgva,
hvør gud er tín lønardrostur,
og hvønn gud vilt tú trúgva?«
9. »Eg trúgvi pá mítt skjold og svørð
og ringabrynja fríða,
hesin sami búni brandur
prísar meg so víða.
10. Eg trúgvi pá mítt skjold og svørð
og ringabrynju bjarta,
hesin sami búni brandur,
hann leskar mítt hjarta.«
11. »Tjúkkur ert tú og dravleittur,
og tjúkkur ert tú um herðar,
illur er tín lønardrostur,
og illa man tær úr verða.«
12. Tað var keisarin Karlamagnus,
sær undan reyðum skildri:
»Sig mær frægur Oddvald jallur,
hvat tú higar vildi?«
13. »Tí kom eg av Garsia helli
við mínar mangar sveinar,
skatt viljum vær av landi taka
og halda so griðin eina.«
14. »Gud lati ei so Frakland mítt
standa í snildarvanda,
at eg lúki Garsia kongi
skatt av mínum landi.
15. Gud lati ei so Frakland mítt
standa í snildar tínum,
at eg lúki Garsia kongi
skatt av landi mínum.«
16. »Tí kom eg av Garsia helli,
eg geri tað ei at loyna,
síggja vil eg tín systurson
og roysni við hann royna.«
17. Dalita duplar út Oddvald unga,
hon gav honum skjøld og svørð:
»Ger nú væl við frænda mín,
fært tú hann væl í ferð!«
18. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
løgdu sínar bardagarnar
skamt frá keisarans høll.
19. Rólant gav tað fyrsta høgg
báði av ilsku og bræði,
Oddvald hevði sín skjøld á loft,
hann vardi seg væl í teirri.
20. Oddvald hann gav annað høgg,
báði av ilsku og bræði,
hann høgg niður í hjálmin tann,
við høggi hann brynju 'kløvi'.
21. »Nú hevur tú, kappin, fingið sár,
sjálvur manst tú tað sanna,
trú tú mær so menskum manni,
at skemra verður til annað!«
22. Tá gav Rólant triðja høgg
báði av ilsku og bræði,
hann høgg niður í Oddvalds hjálm,
at svørðið gekk um klæði.
23. »Nú hevur tú, kappin, fingið sár,
sjálvur manst tú tað sanna,
trú tú mær sum menskum manni,
at skemra verður til annað.«
24. »Drimbur ert tú úr Drimrisdal,
og vaksin ert tú sum bytta,
hvat skalt tú frá Garsia kongi?
tú ert ein gomul rytta.«
25. Tað er keisarin Karlamagnus,
til bønar hann gár:
»Harra Gud gevi tær sigur í dag,
Rólant, frændi vár.«
26. Ljósið kom av himli niður,
tað fór eftir vónum,
við tað ið Oddvald høgga mundi,
alt dró megi frá honum.
27. Ljósið kom av himli niður
yvir heiðin herar,
við tað ið Oddvald høgga mundi,
tað vildi av ongum verða.
28. »Tú tarvt ikki, Rólant jall,
elva teg so stinnan,
hevði eg havt slíka trú sum tú,
tú skuldi meg ikki vinna.«
29. Svaraði keisarin Karlamagnus,
væl mundi honum tað skína:
»Tak við Gud og kristnari trúgv,
eg gevi tær systur mína!«
30. Svaraði ein av Oddvalds monnum:
»Við kristnum tekum vær treyðir,
vit hirða ei, hvat beinini tola,
síðan vær erum deyðir.«
(c) Dansifelagið í Havn