Kvæðasavn

Oddvalds ríma

Uppskrift: FK 98cD, 24, pp. 52-57.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
sóu eina mikla kempu
ríða frá Garsia høll.

2. Árla var um morgunin,
sólin roðar á gróti,
sóu eina mikla kempu
ríða við glavarspjóti.

3. Árla var um morgunin,
sólin brandar á líða,
sóu eina mikla kempu
frá Garsia høll útríða.

4. Tað var Oddvald hertugin,
heim til hallar fór,
eingin var hann av frankismonnum,
úti fyri hann stóð.

5. Oddvald gekk at borðinum,
kappin tann hin mæti,
hann tók í keisarans hvíta skegg,
lyfti hann upp úr sæti.

6. Hann tók í keisarans hvíta skegg,
næstan úr sæti lyfti:
»Hvat skalt tú mót Garsia stríða,
tú er sum ein gomul rytta.«

7. Oddvald stendur fyri breiðum borði,
smílist undir lín:
»Garsia kongur krevur teg
skatt av landi tínum.«

8. Svaraði keisarin Karlamagnus,
ljómin av honum skín:
»Eg lúki ikki Garsia kongi
skatt av landi mínum.«

9. »Lúkar tú ikki Garsia kongi
skatt av landi mínum,
tá skal keisarin Karlamagnus
tola so harða pínu.

10. Tí fór eg úr Garsia høll,
eg geri tað ei at loyna,
síggja vil eg tín systurson,
roysni við hann royna.«

11. Rólant upp frá borði steig,
ógvuligur at líta:
»Eg skal teg við Dýrindal
for úlv og vargir slíta.«

12. Svaraði keisarin Karlamagnus,
heldur á gyltum løgdi:
»Tit skulu eingin av mínum monnum
røra honum hár á høvdi.«

13. Inn kom væna keisarans systir,
gull úr hári hekk,
hon fekk hug á Oddvaldi,
fyri breiðum borði gekk.

14. Inn kom væna keisarans systir,
gull úr hári hongur,
hon fekk hug á Oddvaldi,
fyri breiðum borði gongur.

15. Árla var um morgunin,
dagurin var ljús,
tá var Oddvald hertugin
til síni klæði fús.

16. Tá var Oddvald hertugin
til síni klæði fús,
klæddi seg innan høgaloft
við eitt kertiljús.

17. Frúgvin dubbar út Oddvald jall
bæði við brynju og svørð:
»Tú ger so væl við Rólant jall,
hann ungur av aldri er.«

18. Frúgvin dubbar út Oddvald jall
bæði við brynju og skjold:
»Tú ger so væl við Rólant jall,
tá tú fær hann í vold.

19. Tú ger so væl við Rólant jall,
tí ungur er hann av aldri,
tú er menskur og fullbrynjaður,
vanur í vápnaskjaldri.«

20. Tað svaraði Oddvald hertugin,
fyri breiðum borði gongur:
»Eg spari ongan frankismann,
tað sparir ei Garsia kongur.«

21. Tað svaraði Oddvald høvdingin,
sló tað upp í gleim:
»Eg spari ongan frankismann,
tað frættir ei Garsian heim.«

22. Árla var um morgunin,
sólin roðar í fjøll,
løgdu sínar bardagar
skamt frá keisarans høll.

23. Árla var um morgunin,
sólin skein so bleik,
keisarin gekk á borgararm,
hann lysti at síggja tann leik.

24. Oddvald letur høggini falla
bæði títt og ofta,
einki kann Rólant annað gera
enn bera sín skjold á lofti.

25. Oddvald gav so vænt eitt høgg
bæði av ilsku og bræði,
hjálmurin brast og skjøldurin sprakk,
tá rivnaðu Rólants klæði.

26. Keisarin gekk til kirkjuna,
fell upp á síni knæ:
»Harri Gud í himmiríki
hoyri meg í dag.«

27. Keisarin gekk í kirkjuna,
hann fell í møðig tár:
»Harra Gud gevi tær sigur í hond,
Rólant, frændi vár.«

28. Dúgvan kom av himli niður
settist á heiðin knív:
»Tú skalt lata Rólant vera
sikran við sítt lív.«

29. Dúgvan kom av himli niður,
settist á heiðins herðar,
hvørt eitt høgg, ið Oddvald gav,
tað vildi av ongum verða.

30. Dúgvan kom av himli niður,
settist á heiðins lið,
hvørt eitt høgg, ið Oddvald gav,
tað fell í óverð niður.

31. Dúgvan kom av himli niður,
hon fór fram eftir vónum,
higar ið Oddvald høgga skuldi,
alt dró megið frá honum.

32. Rólant letur høggini falla
bæði títt og ofta,
nú kann Oddvald einki gera
enn bera sín skjold á lofti.

33. »Hoyr tú, Oddvald hertugin,
tú lat teg ikki pína,
tak við Gudi og kristnari trúgv,
eg gevi tær systur mína!«

34. Svaraði Oddvald høvdingin,
leit seg upp í fjøll:
»So manst tú við øllum fara,
smækkast verøldin øll.

35. Skal eg taka við kristnari trúgv?
tað geri eg so treyður,
eg skoyti ei, hvat beinini tola,
eftir tað eg eri deyður.«

36. Sundur brutu teir mækarnar
pá tann sama dag,
síðan slóu raskar kempur
seg í stallbrøðralag.

37. Sundur brutu teir mækarnar
á tí sama sinni,
tað kundi ei annar úti vera,
tá annar hann var inni.

38. Riðu tá til hallar heim,
tá var av tað versta,
tá var einki annað at gera
uttan keisarans systur at festa.

39. Tað var Oddvald høvdingin,
fell upp á síni knæ,
meðni hann vonu keisarans systur
til ekta festi sær.

40. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song
Oddvald og hans vív.

(c) Dansifelagið í Havn