Kvæðasavn

Geipa táttur

Uppskrift: FK 98dB, 24, pp. 71-88.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Keisarin situr í gullstóli,
allur í gulli skín:
»Eg veit ongan í verðini
at vera javnlíka mín.«

2. Svaraði hansara dýra drotning,
mælir á tungu inna:
»Hann er eingin í verðini,
sín líka kann jú finna.«

3. Svaraði keisarin Karlamagnus,
allur í gulli skín:
»Hvar veitst tú, mín sæla drotning,
vera javnlíka mín?«

4. Drotningin stóð fyri breiða borði,
svarar sum hon kann:
»Keisarin á Miklagarði
er tín ovurmann.«

5. Tað er keisarin Karlamagnus,
letur á reiði renna:
»Er hann ikki mín ovurmann,
tú skalt á báli brenna.«

6. Drotningin so til orða tekur,
heldur á mjaðarskál:
»Mongum verður ovtalað,
men ikki brent á bál.«

7. Keisarin upp frá borði steig,
bar Ljósivant í hand:
»Satt skal verða, hvat talað er,
komi eg lívs til land.«

8. Drotningin tár á kinnar rann,
mælir móti honum:
»Mongum verður ovtalað,
eg var tín egin kona.«

9. Keisarin kemur inn árla morgun,
talar til dreingir stinnar:
»Nú lystir meg til Miklagarða,
roysni av køppum vinna.

10. Keisarin kemur inn árla morgun,
talar til dreingir snarar:
»Vilja tit fremja útreiðina,
ríða til Miklagarða?«

11. Rólant fyrstur í gildi kom,
bar Dýrindal í hand:
»Fimur og fúsur ríði eg
so glaður til Miklaland.«

12. Óluvar upp frá borði steig
við hattargerð í hand:
»Fella skal niður hans valdra lið,
vit ríða til Miklaland.«

13. Lupu teir út av glæstriborg
albrynjaðir til hestar,
riðu so til Miklagarð,
rætt sum bogar bresta.

14. Ríða teir út av Frakklandi
yvir blek og bleytar mýrar,
tá máttu síggjast tólvjavningar
sita til saðlar dýrar.

15. Svaraði Turpin erkubiskup:
»Dreingir, leggið í minni,
ríðið ikki til Miklagarð,
tit koma ikki aftur á sinni!«

16. Rólant vreiður hesti vendi,
avrekskappi var:
»Eg stilli ikki míni ferð
fyrr enn við Miklagarð.«

17. Turpin orð við ráðum sigur:
»Tað er vandi minni,
ríðið heldur til Jursala,
patriarkin finnið!«

18. Svaraði hertug Nemus,
søgur ganga frá:
»Keisarin, hoyr og lýð væl til,
tú akt væl bispsins ráð!«

19. Vendu sínum hestum við
av so góðum treysti,
vreiður Óluvar kempan var,
Rólant kappin reysti.

20. Teir vendu sínum hestum við
alt fyri uttan mein,
síðan riðu tólvjavningar
til Jursalanda heim.

21. Tað var keisarin Karlamagnus,
heim í garðin fór,
Kortunatus, patriarkin,
fyri honum stóð.

22. Kortunatus til orða tekur,
mælir for munni sín:
»Nú er hann komin av himlum niður
einivaldskongur mín.

23. Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
sig mær satt ífrá:
Hví eru tit so útgjørdir,
hvar stevna tit tomur á?«

24. Keisarin orð og eiti sigur:
»Eg vil tað ikki loyna,
vit skulu okkum til Miklagarð,
roysni við kappar royna.«

25. »Fert tú teg til Miklagarð,
roysni av køppum fá,
haðan er eingin afturkomin,
stevnt hava tomur á.«

26. Svaraði Olgar danski,
lítur á brandin beyga:
»Nú vilja frægir orðum sanna,
tín dýra drotning segði.«

27. Svaraði Oddvald høvdingin,
hann vildi ei undan renna:
»Skulu so raskir rispaladreingir
tólvjavningar kenna.«

28. Kortunatus til orða tók,
mælir í sama sinni:
»Tað bata eingir brandar til,
roysni av kappum vinna.

29. Vilja tit ríða til Miklagarð,
roysni av køppum vinna,
fyrst skulu tit í kirkjuna fara,
mentir hará finna.«

30. Fylgdi hann honum í kirkjuna inn,
sum mentir vóru inni,
síðan allir tólvjavningar
ganga í sama sinni.

31. Setti hann hann í stólin tann,
sum sjálvur harrin átti,
síðan allar tólvjavningar
hann setir á sama sátti.

32. Hann fekk honum tey gullbikar,
bæði smá og stór,
sjálvur Jesus drakk tarav,
tá hann til himmals fór.

33. Hann fekk honum tað handklæði,
alt við gulli rendi,
sjálvur Jesus av himmiríki
turkaði sínar hendur.

34. Tekur hann upp tann sveitadúk
for tólvjavningar fríðar,
síðan høvdu teir allir eitt lív,
hvar teir komu at stríða.

35. »Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
hvat eg sigi tær,
mentir fært tú av miklum verki,
tú kemur til Miklagarð.

36. Tá ið tú kemur
at hans borgargarð,
tá standa tólv úlvhundar
bundnir har.

37. Higar ið teir úlvhundar
vilja at tær leggja,
brádliga skalt tú vísa teim
tær bitru svørðseggjar.

38. Tá ið tú kemur
at hans borgarlið,
tá standa tólv hvítabjørnir
bundnar við.

39. Tak tú hetta handklæði,
yvir tær at bera,
allar falla til jarðar niður,
tær kunnu tær einki gera.

40. Tá ið tú kemur
at hans hallargrund,
tá standa tólv staddur
og halda sær í munn.

41. Tak tú henda sveitadúkin
yvir tær at bera,
allar falla til jarðar niður,
tær kunnu tær einki gera.

42. Tá ið tú kemur í hallina inn,
tá yppist ein løgin siður,
gólvið fer til himmals upp,
og takið vendist niður.

43. Tak tú henda gullbóltin,
slá í borðsins enda,
borgin tekur at stillast við
og síðan aftur venda.

44. So er borgin við mentir full,
sigur hann frá, ið kann,
gullskrúð stendur á hvørji vrá,
og píl á hvørji rann.

45. So er borgin við mentir full,
sigur hann frá, ið kundi,
gullskrúð stóð í hvørji vrá,
og horn á hvørjum munni.«

46. Tað var keisarin Karlamagnus
burt av garði reið,
Kortunatus fylgdi honum
tríggjar dagar á leið.

47. Riðu út av Jursalandi
raskir kappar til víggja,
fyrstur fekk hann Rólant jall
Konstantinópul at síggja.

48. Tá ið teir komu
at hans borgargarð,
tá stóðu tólv úlvhundar
bundnir har.

49. Higar ið teir úlvhundarnir
vildu at honum leggja,
brádliga mundi hann vísa teim
tær bitru svørðseggjar.

50. Tá ið hann kom
at hans borgarlið,
tá stóðu tólv hvítabjørnir
bundnar við.

51. Hann tók hetta handklæði
yvir tær at bera,
allar fullu til jarðar niður,
tær kundu honum einki gera.

52. Tá ið hann kom
at hans hallargrund,
tá stóðu tólv staddur
og hildu sær í munn.

53. Staddurnar leysar frá borgum lupu,
øllum tókti undur,
høvdu tær ikki tann dúkin sætt,
tær høvdu teir rivið sundur.

54. Hann tók henda sveitadúkin,
yvir tær at bera,
allar fullu til jarðar niður,
tær kundu honum einki gera.

55. Tá ið hann kom í hallina inn,
tá yptist ein annar siður,
gólvið fór til himmals upp,
og takið vendist niður.

56. So var borgin við mentir full,
segði hann frá ið kann,
gullskrúð stóð í hvørji vrá,
og píl á hvørji rann.

57. So var borgin innan skipað,
segði hann frá ið kundi,
gullskrúð stóð í hvørji vrá,
og horn á hvørjum munni.

58. Gullskrúð tók at blása hátt,
tað mundi kongur valda,
upp lupu allir tólvjavningar,
hvør um annan at halda.

59. Keisarin tók tann gullbóltin,
sló í borðsins enda,
borgin tók at stillast við,
og síðan aftur venda.

60. Borgin komst á grundir aftur,
sum hon hevði verið fyrr,
tá kom keisarin av Miklagarði
við gulli glæstri dyr.

61. Fylgdi hann honum í hallina inn
at sova í gyltum húsi,
steinbogi á gólvi stóð,
og maður við kertiljósi.

62. Snarliga hann av hallini gekk,
festi hurð í klova,
keisarin og tólvjavningar
gingu til songar at sova.

63. Keisarin talar til tólvjavningar,
hann vil ikki megi loyna:
»Hvat skulu tit á Miklagarði
tykkum til roysni royna?

64. Hoyr tú, reysti Rólant jall,
siga skalt tú mær!
Hvat vilt tú í hesum landi
til roysni kjósa tær?«

65. »Eg skal taka mín hvølla lúður,
alt fyri uttan vanda,
blása skal hár av keisarans høvdi,
bert skal eftir standa.«

66. Skrivaði maður í steinboga,
tann 'jderlija' knekt:
»Tað tykir os miklar mentir vera
keisaran háðuligt.«

67. Skrivaramaður í steinboga
alt fyri uttan vanda:
»Ger tú tað, sum tú sigur,
tá hevur tú sterkan anda.«

68. »Hoyr tú, Olgar danski,
siga skalt tú mær,
hvat vilt tú í hesum landi
til roysni kjósa tær?«

69. »Eg skal taka tann gullbóltin,
fimtan gótu ikki lyfta,
við aðrari míni hondini
hann yvir múrin syfta.

70. Eg skal taka tann gullbóltin
tað man mær einki bella,
fimtan alin yvir hægsta múr,
og múrin niður fella.«

71. Skrivaði maður í steinboga
alt fyri uttan harm:
»Ger tú tað, sum tú sigur,
tá hevur tú sterkan arm.«

72. Skrivaði maður í steinboga,
tann virðiliga knekt:
»Tykir os miklar mentir vera,
men ikki háðuligt.«

73. »Hoyr tú, reystur Óluvar jall,
siga skalt tú mær,
hvat vilt tú í hesum landi
til roysni kjósa tær?«

74. »Eg skal meg í moynnasal,
gera tað alvæl brátt,
fremja mín vilja við keisarans dóttur
hundrað reisir í nátt.«

75. Skrivaði maður í steinboga,
tann 'idarlija' knekt:
»Ger tú tað, sum tú sigur,
tá ert tú av spurra slekt.

76. Ger tú tað, sum tú sigur,
tá ert tú av spurra slekt,
tykir os miklar mentir vera,
keisaran hániligt.«

77. »Hoyr tú, Turpin erkubisp,
siga skalt tú mær,
hvat vilt tú í hesum landi
til roysni kjósa tær?«

78. »Eg skal meg í dalin inn,
væl skal mær tað líka,
eg skal veita ánna heim
aftur í Garðaríki.

79. Eg skal veita ánna heim,
stríðir fossar falla,
keisarin skal flýggja í hægsta torn
við knektar sínar og jallar.«

80. Skrivaði maður í steinboga,
tann 'idarlija' knekt:
»Tykir os miklar mentir vera
ei keisaran háðuligt.«

81. »Hoyr tú, Nemus hertugin,
siga skalt tú mær,
hvat vilt tú í hesum landi
til roysni kjósa tær?«

82. »Eg skal taka teir bjørtu brandar,
frammi á borgum standa,
støkkja teir av so brádliga
í millum mína handa.«

83. Skrivaði maður í steinboga,
tann 'ydurlija' knekt:
»Tykir os miklar mentir vera,
keisaran hániligt.«

84. »Hoyr tú, reystur Osvar jall,
siga skalt tú mær,
hvat vilt tú í hesum landi
til roysni kjósa tær?«

85. »Eg skal ganga at borgini,
koyra á grønan vøll,
ei skulu múrar á grundum standa
av gyltum keisarans høll.«

86. Skrivaði maður í steinboga,
tann 'yderlija' knekt:
»Tykir os miklar mentir vera,
ei keisaran hániligt.«

87. »Hoyr tú, ungi Ansias,
siga skalt tú mær,
hvat vilt tú í hesum landi
til roysni kjósa tær?«

88. »Eg skal stíga í blýfatið,
tá ið tað tekur at vella,
alt skal eg rista burtur av mær,
tá dagurin tekur at halla.«

89. Skrivaði maður í steinboga,
svør á sína trú:
»Ger tú tað, sum tú sigur,
tá hevur tú seiga húð.«

90. Skrivaði maður í steinboga,
tann virðiliga knekt:
»Tykir os miklar mentir vera,
ei keisaran hániligt.«

91. »Hoyr tú, reystur Oddvald jall,
siga skalt tú mær,
hvat vilt tú í hetta land
til roysni kjósa tær?«

92. »Eg skal fara í eina brynju,
uttan yvir í tvá,
standa so upp og rista meg,
tað fellur sum brent strá.«

93. »Hoyr tú, reystur Ransin jall,
siga skalt tú mær,
hvat vilt tú í hesum landi
til roysni kjósa tær?«

94. »Eg skal rópa so stórt eitt róp,
at orna skal mítt blóð,
fiskarnir í havinum
skulu springa upp úr flóð.

95. Fiskarnir í havinum
skulu springa upp úr flóð,
fuglar og so villini djúr
skulu leypa burt av skóg.«

96. Skrivaramaður í steinboga,
tann virðiliga knekt:
»Tykir os miklar mentir vera,
ei keisaran háðuligt.«

97. Skrivaði maður í steinboga
alt fyri uttan vanda:
»Ger tú tað, sum tú sigur,
tá hevur tú sterkan anda.«

98. »Hoyr tú, Ríkin reysti,
siga skalt tú mær,
hvat vilt tú í hesum landi
til roysni kjósa tær?«

99. »Eg skal keisaran á hálsin slá,
er mær ei á tí hól,
hann skal sturta úr hásæti
fram á hallargólv.«

100. Skrivaði maður í steinboga,
býr um lævar knekt:
»Tykir os miklar mentir vera,
ei keisaran háðuligt.«

101. »Hoyr tú, reystur......,
siga skalt tú mær,
hvat vilt tú í hetta land
til roysni kjósa tær?«

102. »Eg skal taka teir bitru brandar,
venda tær eggjar upp,
stíga tarpá so brádliga,
tað skal ikki skaða mín kropp.«

103. Skrivaramaður í steinboga,
tann virðiliga knekt:
»Tað tykir os miklar mentir vera,
keisaran háðuligt.«

104. Árla var um morgunin,
dagurin var ljús,
tá var maður úr steinboga
til síni klæði fús.

105. Sprettir hann bræv frá belti á sær,
kastar fram á borð,
har stóð mangt, ið talað var,
fátt av nýtum orðum.

106. Keisarin vreiður frá borði stóð,
letur á reiði renna:
»Kann hann ikki roysni enda,
hann skal á báli brenna.«

107. Svaraði hansara dýra drotning,
søgur ganga frá:
»Brenn ikki keisaran Karlamagnus,
elv ikki drotning trá!«

108. Tað var hansara dýra drotning,
sveipar at sær skinn,
so gekk hon í gullsal
for Karlamagnus inn.

109. Lyftir hon hurð við fjøldum frá,
stígur fram á gátt:
»Minst væl, keisarin Karlamagnus,
hvat geipað er í nátt!

110. Mangt hava tit í borgum geipað,
vistu ei 'vigni u veari',
men steinbogi á gólvi stóð,
sum greindi frá hvørjum orði.

111. Keisarin er so vreiður maður,
letur ei reiði av renna:
»Kunnu tit ikki roysni enda,
tit mugu á báli brenna.«

112. Svaraði keisarin Karlamagnus,
lítur á ringin reyða:
»Nú munnu frægir orðum sanna,
mín dýra drotning segði.

113. Harra Gud í himmiríki,
lindri mína neyð,
drotning gevi eg Hildarheim
og skarlaksskikkju reyð.

114. Harra Gud í himmiríki,
lini mínum vanda,
drotning gevi eg Hildarheim,
komi eg lívs til landa.«

115. Røstin kom av himlum niður,
keisara gevur mót:
»Allir skulu tólvjavningar
enda roysni góð.

116. Allir skulu roysni enda,
um enn tey vóru fleiri,
men hoyr tað, keisarin Karlamagnus,
geipa ikki meiri!«

117. Árla var um morgunin,
dagurin var ljús,
ei var maður úr steinboga
for Karlamagnus fús.

118. »Kappar skulu roysni enda,«
keisarin biður royna,
»ella tit skulu á báli brenna,
eg geri tað ei at loyna.

119. Hoyr tú, reystur Rólant jall,
tak Óluvars horn í hendi,
fyrstur skalt tú á Miklagarði
tíni roysni enda.«

120. Rólant blásti í hvøllan lúður
fast av miklum vanda:
eingin kundi á Miklagarði
fastur á fótum standa.

121. Keisarin fell á grúgvu fram,
fast av miklum vanda,
einki hár av høvdi fell,
men hvørt um annað at standa.

122. Svaraði keisarin á Miklagarði,
heldur á brúnum brandi:
»Eg haldi tað ei vera kempuligt
so síni roysni enda.«

123. »Hoyr tú, Olgar danski,
tú mást ikki megin loyna,
nú skalt tú á Miklagarði
tíni roysni royna!«

124. Olgar tók tann gullbóltin,
tað mundi honum einki bella,
slongdi hann yvir hægsta múr,
ei mundi hann niður fella.

125. Svaraði keisarin á Miklagarði,
snúðiliga vendi:
»Eg haldi tað ongar kempur,
ei kunnu roysni enda.«

126. Keisarin talar til Óluvar jall,
eg vil tað ikki loyna:
»Hvat kanst tú á Miklagarði
vignar kostir royna?«

127. Hann gekk seg í moynnasal
gjørdi alvæl brátt,
kysti Svanhild Sólarljóm
hundrað reisir á nátt.

128. Svaraði keisarin á Miklagarði,
snarliga hann sær vendi:
»Eg haldi tað ei vera kempuligt
so síni roysni enda.«

129. »Statt upp, Turpin erkubisp,
ei skal slíkum loyna,
nú skalt tú á Miklagarði
tíni roysni royna.«

130. Turpin fór í dalin inn,
fáir finnast slíkir,
áin fylgdi honum heim
aftur í Garðaríki.

131. Áin fylgdi honum heim
aftur í Garðaríki,
stórar áir og stríðir streymar
bróta sum fen í díki.

132. Áin fylgdi honum heim,
høgir fossar falla,
keisarin mátti í hægsta torn
við knektar sínar og jallar.

133. Keisarin talar til Karlamagnus,
biður hann ódnir venda:
»Ei skulu fleiri av tólvjavningum
síni roysni enda.«

134. Turpin flutti ánna burt,
hann royndi reystar dreingir,
keisarar tveir í høllini ganga,
teir ráða um skattin leingi.

135. Ráða teir í borgini,
søgur ganga frá,
Karlamagnus skattin tók
av Miklagarði tað ár.

136. Tað var keisarin Karlamagnus,
burtur av garði reið,
keisarin á Miklagarði
fylgdi honum á leið.

137. Tað var keisarin Karlamagnus,
heim í garðin fór,
úti hansara dýra drotning
fyri honum stóð.

138. Svaraði hansara dýra drotning,
øll í gulli skín:
»Hvat gekk av á Miklagarði,
veldigur harri mín?

139. Hvat gekk av á Miklagarði,
veldigur harri mín?
Heilur ert tú av ferðum komin,
higar eg væntaði tín.«

140. »Tað gekk av á Miklagarði,
satt sigi eg tær frá,
drotning verður tú enn sum fyrr,
í ríki hevur tú ráð.«

(c) Dansifelagið í Havn