Kvæðasavn

Geipa táttur

Uppskrift: FK 98dC, 24, pp. 89-104.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eg kann ongar skemtir gera,
meðni eg gangi í dans,
kvøði um keisaran Karlamagnus,
tólvjavningar hans.

Ríða teir út av Fraklandi
við dýrum og rósinsaðil,
blás í hornið Óluvant
í Runsival!

2. Eg kann ongar skemtir gera,
meðan eg gangi í rími,
kvøði um keisaran Karlamagnus,
tólvjavningar sínar.

3. Eg kann ongar skemtir gera,
meðan eg gangi um gólv,
kvøði um keisaran Karlamagnus,
hans javningar tólv.

4. Beltið breitt og búgvið væl,
sett við rósur og liljur,
tað kom ikki um hans bak,
uttan hann reið í gildi.

5. Beltið breitt og búgvið væl,
sett við rósur og krans,
tað kom ikki um hans bak,
uttan hann reið í dans.

6. Beltið breitt og búgvið væl,
sett við dýrar steinar,
tað kom ikki um hans bak,
uttan jóladagin eina.

7. Keisarin situr í hásæti,
talar til sínar menn:
»Vitið tær nakran í heiminum
at vera mín ovurmann?«

8. Keisarin situr í hásæti,
talar til sínar dreingir:
»Vitið tær nakran mín ovurmann,
sum eg havi hugsað leingi?«

9. Allir droyptu høvdi niður,
eingin tordi tala,
uttan hansara dýra drotning,
betur hon hevði tagað.

10. Svaraði hansara dýra drotning,
stóð klædd í hvíta lín:
»Keisarin á Miklagarði
er yvirmaður tín.«

11. Svaraði keisarin Karlamagnus,
letur á reiði renna:
»Er hann ikki mín ovurmaður,
tú skalt á báli brenna.«

12. »Hoyr tú, keisarin, harri mín,
lat tær ongum muna,
mongum hevur ovtalað verið,
eg eri tín egin kona!«

13. »Vær viljum ei við skipum fara,
brøtt er vetrarbylgja,
Turpin og hann Rólant jall,
og Ólivar skal mær fylgja.

14. Viljormur av Eingilborg,
eg kenni tann garpin reysta,
annan nevni eg Olgar danski
og triðja Ríkan reysta.

15. Sól skein fagurt á heiði bjørg,
á teirra skjøldir fríðar,
so var sagt, at Rólant jall
fyrstur skuldi ríða.

16. So var sagt, at Rólant jall
skuldi fyri ríða,
honum var kunnigt lokabrøgd
og allar loynistígar.

17. Tá ið teir komu mitt á veg,
teir hoyrdu klokkur ringja,
tað var Turpin erkabisp,
messu læt hann syngja.

18. Tað var Turpin erkabisp,
messu læt hann syngja,
gingu so í kirkjuna inn,
sum klokkur mundu ringja.

19. Tað var keisarin Karlamagnus,
hann gekk í kirkjuna inn,
sjálvar ringdust klokkurnar,
tað tendraðust ljósini fimm.

20. Tað var keisarin Karlamagnus,
hann gekk um kirkjugátt,
sjálvar ringdust klokkurnar,
tað tendraðust ljósini átta.

21. Tað var keisarin Karlamagnus,
gekk um kirkjugólv,
sjálvar ringdust klokkurnar,
tað tendraðust ljósini tólv.

22. Sjálvar ringdu klokkurnar,
tað tendraðust ljósini tólv,
maður og Maria stóð for altari
og sjálv tendraðu ljós.

23. Trettan vóru stólarnir
hvørjumegin við kór,
keisarin gekk í ein av teim,
og hans javningar tólv.

24. Keisarin gekk í stólin tann,
sum sjálvur Jesus átti,
síðan allir tólvjavningar,
væl sótu teir um sáttir.

25. Heidningur frá kirkju reið
og segði patriarkinum frá:
»Nú er komin av himmiríki
einivalds harri í ár.«

26. Heidningur frá kirkju fór,
ei var ferðin greið,
møtir hann Páll og patriark
tríggjar dagar á leið.

27. Patriark til kirkju fór,
ei var ferðin fljót,
hann hevði ongan svein við sær,
hann sang av altarbók.

28. Tað var Pól patriark,
so tók hann uppá:
»Hetta er ikki einavalds harri,
tað kann eg væl sjá.«

29. »Hoyr tú, Pól patriark,
lat tær tað líka!
Hetta er keisarin Karlamagnus,
er komin frá Frankaríki.«

30. Svaraði keisarin Karlamagnus
bæði við siði og sóma:
»Til tess eri eg higar komin
at skoða teir heiligdómar.«

31. »Nógvir eru heiligdómir,
satt at siga frá,
av henni mildu Mariu moy,
og táttur av hennara hári.«

32. Hann bar honum fram gullbikarið,
bæði var vítt og stórt,
sjálvur Jesus drakk harav,
tá ið hann til himmals fór.

33. Hann bar honum fram mundleyg tann,
sum bæði var víður og stór,
sjálvur Jesus knýtti tarav,
tá ið hann til himmals fór.

34. Hann bar honum handklæði tað,
sum alt var í gulli rent,
sjálvur Jesus av himmiríki
turkaði sínar hendur.

35. »Hoyr tú, Pól patriark,
tú ert vinur vár,
eg fari mær í Garðaríki
í hetta sama ár.«

36. »Hoyr tú, keisar Karlamagnus,
tú ert vinur mín,
eg fari mær í Garðaríki,
til at fylgja tín.

37. Hoyr tú, keisar Karlamagnus,
tú ert vinur mín,
far tær ikki í Garðaríki
at tola nakra pínu!

38. Tú kemur at tí portrinum,
sum búgvið er við vanda,
tólv eru teir úlvhundar,
í miðjum portri standa.

39. Tólv eru teir úlvhundar,
vilja at tær leggja,
enntá mást tú vísa teim
ta snørpu svørðsegg.

40. Tólv eru teir úlvhundar
vel sum at tær síggja,
ikki mást tú, Karlamagnus,
undan teimum flýggja.

41. Tú kemur at tí portrinum,
ei er búgvið við frið,
fýra standa hvítabjørnir
við keisarans borgarlið.

42. Fýra eru tær hvítabjørnir,
sum vilja at tær leggja,
enntá mást tú vísa teim
tá snørpu svørðsegg.

43. Tú kemur at tí grasgarði,
tað sigi eg tær satt,
trý hundrað riddarar
teir troða har ein dans.

44. Trý hundrað riddarar
teir tykjast nakað verdir,
slíta ikki onnur klæði
enn gull og vovnar perlur.

45. Tá ið tú kemur í borgina inn,
tá ber ein yvir allar,
keisarin situr á gullheygginum
við knektum sínum og jallum.«

46. Hann fylgdi honum so langt á veg,
til gøturnar munnu at skilja,
síðan vendi hann aftur á veg:
»Tað geri eg á mínum vilja.«

47. Hann fylgdi honum so langt á veg,
hann bað honum góðan dag:
»Far bæði heilur og happasælur,
og alt gangi tær væl.

48. Far bæði heilur og happasælur,
nú skiljast vit á sinni,
tonk so væl pá hesi orð,
tú legg tey væl í minni!

49. Tú tonk so væl pá hesi orð,
sum eg skal fyri tær tína,
nú má eg venda aftur á veg,
tað geri eg á vilja mínum.«

50. Síðan vendi hann aftur á veg:
»Tað geri eg av vilja mínum.«
Keisarin heldur fram sína ferð
við tólvjavningum sínum.

51. Hann kom at tí portrinum,
sum búgvið var við vanda,
tólv vóru teir úlvhundar,
í miðjum portri standa.

52. Tólv vóru teir úlvhundar,
sum vildu at honum leggja,
enntá mátti hann vísa teim
ta snørpu svørðsegg.

53. Tólv vóru teir úlvhundar,
tó teir kundu ikki tala,
tá ið teir keisarans eygun sóu,
teir fullu niður í dvala.

54. Hann kom at tí borgarliði,
ei var búgvið við friði,
fýra stóðu hvítabjørnir
við keisarans borgarliði.

55. Fýra vóru tær hvítabjørnir,
sum vildu at honum leggja,
enntá mátti hann vísa teim
ta snørpu svørðsegg.

56. Fýra vóru tær hvítabjørnir,
tó tær kundu ikki tala,
tá ið tær keisarans eygun sóu,
tá fullu tær niður í dvala.

57. Hann kom at tí grasgarði,
tað segði honum hann satt,
trý hundrað riddarar
teir troddu har ein dans.

58. Trý hundrað riddarar,
teir tóktust nakað verdir,
slitu ikki onnur klæði
enn gull og vovnar perlur.

59. Trý hundrað riddarar
teir troddu har ein dans,
ein so skjøn jomfrú
ímillum hvønn hans.

60. Knekt ímillum hvørjar teir
so halda teir í hond,
ein skjøn jomfrú
við hvørja teirra hond.

61. Tá ið hann kom í hallina inn,
tá bar ein yvir allar,
keisarin situr á gullheyginum
við knektum sínum og jallum.

62. Borgin stendur pá hundrað pílar,
eg sigi so frá eg kann,
gullskrúð stóð í hvørji vrá,
kvikur á hvælum ráð.

63. Borgin stendur pá hundrað pílar,
eg sigi so frá eg kundi,
gullskrúð stóð í hvørji vrá,
horn av teirra munni.

64. Borgin tók at mæla umkring,
tað mundi keisarin valda,
upp lupu teir frankismenn
hvør um annan at halda.

65. Borgin tók at mala umkring
fast av miklum móði,
so vóru villir frankismenn,
ei støðaðust teir á gólvi.

66. Keisarin tók ein gullbólt upp,
kastaði á grønan vøll,
stillaðist tá borgin,
tað undraðist teimum øllum.

67. Kongurin letur steinbogan gera
fast av huga full,
innan var hann við hvíta silvur,
uttan við reyðargull.

68. Tað var keisar Karlamagnus,
hann gekk í glæstrihús,
steinbogin á gólvi stóð,
og maður við kertiljós.

69. Fuglar tveir í brósti sótu,
teir kundu við tungum tala,
tá ið teir keisarans eygun sóu,
teir fullu niður í dvala.

70. Keisarin setst í hásæti
og talar til sínar dreingir:
»Hvat skulum vær til skemtir hava,
sum gitið má verða leingi?«

71. Svaraði ein av sveinunum,
tað var Rólant jall:
»Tú skalt gera tína treyt,
tí tú ert yvir os øllum.«

72. »Eg skal gera mína treyt,
tað skal eingin gita,
eta skal krás av keisarans fati,
eingin skal fáa at vita.

73. Eta skal krás av keisarans fat,
er mær eingin hól,
stoyta hann úr hásæti
fram á hallargólv.«

74. Skrivaði maður í steinboga,
tann fagurliga knekt:
»Eg haldi so miklar mentir vera,
keisarin háðuligt.«

75. »Hoyr tú, reystur Rólant jall,
siga skalt tú mær,
hvat vilt tú í hetta land
til mentir kjósa tær?«

76. »Eg skal taka mín hvølla lúður,
er mær eingin vandi,
blása skal hár av keisarans høvdi,
bert skal eftir standa.«

77. Skrivaði maður í steinboga,
tann fagurliga knekt:
»Eg haldi so miklar mentir vera,
keisaran háðuligt.«

78. »Hoyr tú, Turpin erkabisp,
siga skalt tú mær,
hvat vilt tú í hetta land
til mentir kjósa tær?«

79. »Eg skal mær í dalin fram,
veita fossin langa,
keisarin skal í hægsta torn
við sínum knektum ganga.«

80. Skrivaði maður í steinboga,
tann fagurliga knekt:
»Eg haldi so miklar mentir vera,
keisaran háðuligt.«

81. »Hoyr tú, Olgar danski,
siga skalt tú mær:
»Hvat vilt tú í hetta land
til mentir kjósa tær?«

82. »Eg skal mær í brynjur tvær,
sum gjørdar eru av stáli,
tá ið eg taki rista meg,
tær falla sum brent strá.«

83. Skrivaði maður í steinboga,
tann fagurliga knekt:
»Eg haldi so miklar mentir vera
keisaran háðuligt.«

84. »Hoyr tú, reysti Ólivar jall,
siga skalt tú mær,
hvat vilt tú í hetta land
til mentir kjósa tær?«

85. »Eg skal mær í moyggjasal,
fari ei við hátt,
eg skal har mín vilja fremja
hundrað gangir á nátt.«

86. Skrivaði maður í steinboga,
tann fagurliga knekt:
»Tað kanst tú slætt ikki gera,
uttan tú ert av spurraslekt.«

87. »Hoyr tú, hertug Nemus,
siga skalt tú mær,
hvat vilt tú í hetta land
til mentir kjósa tær?«

88. »Eg skal mær í blýkarið,
tá ið tað tekur at falla,
síðan glaður til hallar heim,
tá ið dagurin tekur at halla.«

89. Skrivaði maður í steinboga,
tann fagurliga knekt:
»Eg haldi so miklar mentir vera
keisaran háðuligt.«

90. »Hoyr tú, Viljormur ungi,
siga skalt tú mær,
hvat vilt tú í hetta land
til mentir kjósa tær?«

91. »Eg skal taka mín gullbólt upp,
sum tretivu menn ikki lyfta,
við aðrari míni hendini
tað skal eg hann upp syfta.

92. Síðan skal eg varpa hann
og snúgviliga venda,
átjan fet av múrinum bróta
og hol pá báðar endar.«

93. Skrivaði maður í steinboga,
tann fagurliga knekt:
»Eg haldi so miklar mentir vera
keisaran háðuligt.«

94. »Nú hava vær um treytir vunnið,
leingi man verða gitið,
givið vildi eg fyri hálvt mítt ríki,
at kongurin fekk ikki at vita.«

95. Svaraði Turpin erkabisp,
bæði av tukt og tí sinni:
»Ofta hava tríggir verið,
tá ið tveir hava tykt at verið inni.«

96. »Nú hava vær um treytir vunnið,
sum leingi má lova.«
Tað er mær av sonnum sagt,
at frankismenn vildu sova.

97. Átta vóru seingirnar,
tað vil eg fyri tygur greina,
har var eingin fyri 'skori',
uttan silvur 'hedle' reina.

98. Árla var um morgunin,
dagurin var ljús,
tá var maður í steinboga
inn fyri kongin fús.

99. Spretti bræv frá bringu síni,
ei var við at forða,
har stóð mangt uppá skrivað,
fátt av nýtum orðum.

100. Til svaraði kongurin,
letur á reiði renna:
»Keisarin og hans javningar tólv
skulu á báli brenna.«

101. Tað var hansara dýra drotning,
rópar alvæl hátt:
»Statt upp, keisarin Karlamagnus,
og klæð teg í væl brátt!

102. Statt upp, keisarin Karlamagnus,
klæð teg í væl brátt,
teinkið á tey orðini,
ið tær hava havt í nátt!

103. Statt upp, keisarin Karlamagnus,
tær klæðið tygum snart,
teinkið á tey orðini,
tær her hava brúkt í nátt!«

104. Snarliga klæddi keisarin seg,
seg og sínar menn,
so fór hann til kirkjuna,
hvør reið um annan.

105. Tað var keisarin Karlamagnus,
hann reið við kirkjuni fram,
dúva kom av himmiríki
og settist á hans arm.

106. Dúva kom av himmiríki
og settist á hans hand:
»Tær skuluð treytir vinna,
tær og tygara menn.

107. Tær skuluð allar treytir vinna,
um tær nú vóru fleiri,
hoyr tað, keisar Karlamagnus,
geipa ei so meira!

108. Hoyr tað, keisar Karlamagnus,
geipa ei so meira,
snakka so mikið um aftanin,
um morgunin vil ikki hoyra!«

109. »Drykkjumannaorð er dreymalíkt,
so skuluð tær gita,
sum vær mundu geipa mangt
í høgalofti at sita.«

110. Keisarin gjørdi sína treyt,
tað mundi eingin gita,
hann át krás av keisarans fati,
eingin fekk av at vita.

111. Hann át krás av keisarans fati,
varð honum einki hól,
stoytti hann úr hásætinum
fram á hallargólv.

112. Rólant tók sín hvølla lúður,
var honum eingin vanda,
hann blæs hár av keisarans høvdi,
bert mundi eftir standa.

113. Turpin fór í dalin fram
og veitti fossin langa,
keisarin mátti í hægsta torn
við sínum knektum ganga.

114. Turpin veitti elvin tann
heim í Garðaríki,
stórar áir og stríðar streymar,
alt sum fen á díki.

115. Olgar fór í brynjur tvær,
sum gjørdar vóru av stáli,
tá ið hann tók at rista seg,
tær fullu sum brent strá.

116. Ólivar fór í moyggjasal,
hann fór ei við tí hátt,
har mundi hann sín vilja fremja
hundrað gangir á nátt.

117. Nemus fór í blýkarið,
tá ið tað tók at falla,
síðan glaður til hallar heim,
tá ið dagurin tók at halla.

118. Viljormur tók ein gullbólt upp,
sum tretivu menn ikki lyfta,
við aðrari síni hendini
tað mundi hann upp syfta.

119. Og síðan mundi hann varpa hann,
snúgviliga venda,
átjan fet av múrinum bróta
hol pá báðar endar.

120. Nú er leingi kvøðið,
nú er um at venda,
hetta kalla vær Geipatátt,
sum nú er komið til enda.

(c) Dansifelagið í Havn