Kvæðasavn

Geipa táttur

Uppskrift: FK 98dE, 24, pp. 119-133.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eg kann onga skemtan gera
fyrr enn eg komi á gólv,
eg kvøði um keisaran Karlamagnus
og hans javningar tólv.

2. Keisarin situr í gullstóli,
talar við sínar dreingir:
»Hvar vitið tær mín ovurmann,
tað havi eg hugsað leingi?«

3. Allir droyptu høvdi niður,
eingin tordi tala,
uttan hansara sæla drotning,
ið betur hevði tagað.

4. »Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,
eg sigi tær av tí sanna,
Hugin kongur í Garðaríki
er tín ovurmann!«

5. Svaraði keisarin Karlamagnus,
letur á reiði renna:
»Er hann ikki mín ovurmann,
tú skalt á báli brenna.«

6. Tað var hansara sæla drotning,
aftur svaraði hon:
»Mangan verður ótta lagað,
eg eri tín egin kona.«

7. Teir saðlaðu hestar og riðu for dag,
so er greint fyri mær,
teir riðu seg í ein bý,
sum hans frændi var.

8. Tað er keisarin Karlamagnus,
hoyrir klokkur ringja,
tað er Turpin erkibisp,
hann letur messu syngja.

9. Tað var keisarin Karlamagnus,
hann til kirkju fór,
hann sá standa stólar tólv
allir í einum kór.

10. Hann setti seg í stólin tann,
sum sjálvur Jesus átti:
»Sitið nú allir tólvjavningar,
sitið nú alvæl sátt!«

11. Haki kom frá skógnum heim,
fagur sum nøkur sól,
hann sá kong og kempur tólv,
og hvønn í sínum stóli.

12. Haki gekk til hallar heim
og sigur teim øllum frá:
»Nú er hann komin av himmiríki,
einivoldskongur vár.«

13. Tað var Pól patriark,
tá fall hann í fátt,
skyndaði so at kirkjuni,
bæði skjótt og brátt.

14. Tað var Pól patriark,
hann til kirkju fór,
hann hevði ongar sveinar við sær,
men sína altarabók.

15. Tað er Pól patriark,
hann leit seg undan skildri:
»Sig mær, keisarin Karlamagnus,
hvat tú higar vildi?«

16. Svaraði keisarin Karlamagnus,
báði við siðir og sóma:
»Til tess eri eg higar komin
at skoða teir halgudómar.«

17. Hann bar honum fram halgudóm,
tó teir fleiri væri,
bryst av jomfrú Mariu moy,
tátt av hennara hári.

18. Hann bar honum fram halgudómar:
sankta Símuns arm,
sjálvur Jesus lá tará,
tá ið hann var eitt lítið barn.

19. Hann bar honum fram borðdúkin,
allur í gulli rendur,
sjálvur Jesus av himmiríki
turkaði sínar hendur.

20. Hann bar honum borðkerini,
báði smá og stór,
sjálvur Jesus drakk harav,
tá ið hann til himmals fór.

21. Tað var keisarin Karlamagnus,
talar orðum fá:
»Eg fari meg til Garðaríki
hetta sama ár.«

22. »Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,
góður vinur mín,
far tú ikki til Garðaríki
at tola ta miklu pínu!«

23. Svaraði keisarin Karlamagnus
báði við ilsku og reiði:
»Tó skal eg til Garðaríki,
eg komi ei aftur úr teirri.«

24. »Tá ið tú kemur mitt á leið,
alt sigi eg tær satt,
trýsinshundrað riddarar
teir ganga og troða ein dans.

25. Trý hundrað jomfrúar,
tær ganga og troða ein dans,
knekt ímillum hvørja,
tær halda sær í hand.

26. Tá ið tey skulu dansin troða,
tá fer sátt millum seggja,
ein stoltsjomfrú
ímillum hvørja tveggja.

27. Tá ið tú kemur at borgarlið,
býðst tær ei við frið,
standa har tvær hvítabjørnir
hvørjumegin lið.

28. Higar ið tær hvítabjørnir
vilja at tær leggja,
snarliga skalt tú vísa teim
tær hvøssu svørðseggjar.

29. Higar ið tær síggja
svørðseggjum við,
báðar detta hvítabjørnir
steindeyðar niður.

30. Tá ið tú kemur at øðrum portri,
hallar inn á gólv,
standa har í bondunum
úlvhundar tólv.

31. Higar ið teir síggja
svørðseggjum við,
allir detta úlvhundar
steindeyðir niður.

32. Tá ið tú kemur innanhalla,
elvst tær meiri vandi,
borð og beinkir og ljósastakar
uppi á ongum standa.

33. Tá ið tú kemur innanhalla,
harmin manst tú kenna,
eiturkelda á gólvi stendur,
eldar á beinki brenna.

34. Borgin stendur á hundrað pillar,
sigur hvør av ið kann,
gullskrift stendur í hvørji vrá,
og pipar á hvæli rann.«

35. Hann fylgdi honum so langt á leið,
hann bað honum góðan dag:
»Fari nú heilur og happadrúgvur,
alt gangi tær væl.«

36. Hann fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan frið:
»Fari nú heilur og happadrúgvur,
alt gangi tær við.«

37. Tá hann kom har mitt á leið,
alt segði hin satt,
trýsinshundrað riddarar,
teir ganga og troða ein dans.

38. Trýsinshundrað jumfrúur,
tær ganga og troða ein dans,
knekt ímillum hvørja,
tær halda sær í hand.

39. [Nummarið vantar].

40. Tá ið tey skuldu dansin troða,
tá fór sátt millum seggja,
ein stoltsjomfrú
ímillum hvørja tveggja.

41. Tá ið hann kom at borgarliði,
beyðst honum ei við frið.
stóðu har tvær hvítabjørnir
hvørjumegin lið.

42. Higar ið tær hvítabjørnir
vildu at honum leggja,
snarliga mundi hann vísa teim
tær hvøssu svørðseggjar.

43. Higar ið tær sóu
svørðseggjum við,
báðar duttu hvítabjørnir
steindeyðar niður.

44. Tá ið hann kom at øðrum portri,
hallaði inn á gólv,
stóðu har í bondunum
úlvhundarnir tólv.

45. Higar ið teir úlvhundar
vildu at honum leggja,
snarliga mundi hann vísa teim
tær hvøssu svørðseggjar.

46. Higar ið teir sóu
svørðseggjum við,
allir duttu úlvhundar
steindeyðir niður.

47. Tá ið hann kom tá innanhalla,
harmin mundi hann kenna,
eiturkelda á gólvi stóð,
og eldar um beinkir brenna.

48. Borgin stóð á hundrað pillar,
sigur hvør av ið kann,
gullskrift stóð í hvørji vrá,
og pipar á hvæli rann.

49. Tá ið hann kom tá innanhalla,
elvist meiri vandi,
borð og beinkir og ljósastakar
uppi á ongum standa.

50. Keisarin stóð og sá hará,
- sigi tað av tí sann -
sjálvur gingu rættir fram,
og bar teir eingin mann.

51. Vindurin kom í neðra inn,
og hornini tóku at blása,
ikki tóktust frankismenn
hava verið í verri vási.

52. Borgin vildi kastast umkring,
ei var til góðs at valda,
upp lupu teir frankismenn,
og hvør greip í annan at halda.

53. Svaraði keisarin Karlamagnus,
kinnar ber hann so reyðar:
»Nú er av teim orðunum,
ið mín drotning segði.«

54. Hugin tók um gullbóltin,
hann kastar á grønan vøll,
so er mær á sonnum sagt,
tá stillaðist borgin øll.

55. Drekka teir í Garðaríki
bæði úti og inni,
drukku mjøð og klára vín,
vóru glaðir á hvørjum sinni.

56. Tá ið kongurin hvíla vildi,
gekk í glæstrihús,
steinbogi stóð á hallargólvi,
maður við kertuljós.

57. Steinbogi stóð á hallargólvi,
eingin ið hann kendi,
uttan var hann við tigulsteinar,
hol til báðar endar.

58. Steinbogi stóð á hallargólvi,
eingin mundi tað vita,
hvat teir vildu frankismenn
mæla ella gita.

59. Keisarin situr í hásæti,
talar við sínar dreingir:
»Nú vilja vit tær mentir kjósa,
gitið man verða leingi.«

60. Tí svaraði Rólant jall,
ei skal niður falla:
»Ber nú upp ta fyrstu teyt,
tí tær eruð ovur os allar!«

61. »Eg skal klæða út árla morgun
heidna mann og hest,
keisaran skal eg á hálsin sláa,
ger mær treytin mest!

62. Keisaran skal eg á hálsin sláa,
ger mær treytin stór,
langan veg av sínum hesti
fram á grøna jørð!«

63. Skrivar hann maður í steinboga,
tað mundi honum illa behaga:
»Gert tú tað, sum tú sigur,
tá gert tú kong Hugin stór skaða!«

64. »Hoyr tú tað, Rólant jall,
vilt tú siga mær,
hvat vilt tú í hetta land
til roysni kjósa tær?«

65. »Eg skal gera eitt ódnarróp,
orna skal mítt blóð,
hjørtir og so alskyns djúr
skulu leypa burt á skóg.

66. Eg skal taka mín gylta lúður
alt fyri uttan vanda,
blása hár av keisarans høvdi,
bert skal eftir standa.«

67. Skrivar hann maður í steinboga,
tykist komin í vanda:
»Gert tú tað sum tú sigur,
tá hevur tú sterkan and.«

68. »Hoyr tað tú nú, Óluvur jall,
vilt tú siga mær,
hvat vilt tú í hetta land
til roysni kjósa tær?«

69. »Eg skal meg í moynnasal,
tað geri eg so brátt,
har skal eg mín vilja fremja
hundrað reisir í nátt.«

70. Skrivar hann maður í steinboga,
virðiliga knekt:
»Gert tú tað sum tú sigur,
tá ert tú av spurruslekt.«

71. »Hoyr tú tað nú, Viljorm Kornus,
vilt tú siga mær,
hvat vilt tú í hetta land
til roysni kjósa tær?«

72. »Eg skal taka gullbóltin,
ið fimtan gat ikki lyft,
við aðrari míni hendini
tá skal eg honum syfta.

73. Eg skal stoyta hann mót slotsmúrin,
- gitið man verða víða -
tretivu favnar niður fella,
fella pá hvørja síðu.«

74. Skrivar hann maður í steinboga,
tað mundi honum illa behaga:
»Gert tú tað sum tú sigur,
tá gert tú kong Hugin stór skaða.«

75. »Hoyr tú tað nú, Eingilbret,
vilt tú siga mær,
hvat vilt tú í hetta land
til roysni kjósa tær?«

76. »Eg skal stíga í blýkarið,
tá ið tað heitast sýður,
rista tað so burt av mær,
tá ið dagurin tekur at líða.

77. Vil kongurin taka eina kannu,
sjóða hana fulla av blý,
tá ið hon kókar allarmest,
tá skal eg stíga harí.

78. Eg skal standa harí so leingi,
inntil tað er kalt,
standa so upp og rista meg,
og fella skal av mær alt.«

79. Skrivar hann maður í steinboga,
hann talar nú og nú:
»Gert tú tað sum tú sigur,
tá hevur tú seiga húð.«

80. »Hoyr tað, Turpin erkabisp,
vilt tú siga mær,
hvat vilt tú í hetta land
til roysni kjósa tær?«

81. »Hugsað havi eg um eina treyt,
væl skal hon mær ganga,
eg skal mær í dalin út
at veita tann fossin langa.

82. Eg skal veita fossin heim,
heim í Garðaríki,
tjúkkan ís og stríðan streym,
rætt sum fen í díki.

83. Eg skal veita fossin heim,
stórur skal hann falla,
kongur skal leypa í høgasta torn
við knektar sínar og jallar.«

84. Skrivar ein maður í steinboga
- gerst um hjartað ve -:
»Slíki orð, sum tú talar,
Gud gevi, tey aldri ske.«

85. »Hoyr tú, Olgar danski,
vilt tú siga mær,
hvat vilt tú í hesum landi
til roysni kjósa tær?«

86. »Hugsað havi eg um ein treyt,
tað man vera ein gaman,
eg skal sláa borgina umkring,
so alt skal falla til saman.«

87. Skrivar ein maður í steinboga,
so lágliga man hann tala:
»Tað hoyri eg á orðum tínum,
at tú dugir væl at prála.«

88. »Hoyr tú tað nú, Rípar,
vilt tú siga mær,
hvat vilt tú í hetta land
til roysni kjósa tær?«

89. »Vil kongurin taka hundrað svørð
og seta allar oddar upp,
eg skal leypa á øllum teim,
tað ei skal skaða mín kropp.«

90. Skrivar ein maður í steinboga,
ei var teirra vinur:
»Gert tú tað, sum tú sigur,
tá hevur tú seigar sinar.«

91. »Hoyr tú tað nú, Reimar,
vilt tú siga mær,
hvat vilt tú í hesum landi
til roysni kjósa tær?«

92. »Vil kongurin taka tríggjar hestar,
sleppa eftir vegnum fram,
eg skal leypa so brádliga
á tann fremsta fram.«

93. »Hoyr tú tað nú, Viljorm Kornus,
vil tú siga mær,
hvat vilt tú í hesum landi
til roysni kjósa tær?«

94. »Hugsað havi eg um eina treyt,
gera tað alvæl snar,
taka burt rættir av kongsins borði,
so eingin verður tað var.«

95. Skrivar ein maður í steinboga
- so lágliga man hann tala -:
»Gert tú tað, sum tú sigur,
tá dugir tú væl at stjala!«

96. »Hoyr tú, Groddur hin gamli,
siga skalt tú mær,
hvat vilt tú í hesum landi
til roysni kjósa tær?«

97. »Hugsað havi eg um eina treyt,
allar eru til enda,
eg skal ganga burt hálva míl,
mítt spjót tilbaka senda.

98. Eg skal strita tað mót slotsmúrin,
og leggja tveir pengar hará,
tann eini hann skal niður falla,
tann annar liggja eftirá.

99. Eg skal renna so brádliga
í teirri somu ferð,
at eg skal lofta báðum teim,
áðrenn teir á jørðini er.«

100. Skrivar ein maður í steinboga
við so lítið ljóð:
»Ert tú so snarur á fótunum,
tú tekur væl haran í skóg.«

101. Tað var árla um morgunin,
dagurin var ljús,
maður er gingin úr steinboga
og inn fyri kongin fús.

102. Loysir hann bræv frá belti á sær,
hann kastar á kongsins borð,
har var skrivað mikið í,
fátt av sonnum orðum.

103. Svaraði keisarin 'Karlanaadus',
letur á reiði renna:
»Keisarin og tólvjavningar
teir skulu á báli brenna.«

104. Tað var keisarin Karlamagnus,
fyrsta svøvn hann fekk,
tað var hansara sæla drotning
honum í dreymar gekk.

105. »Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,
klæð teg væl og brátt,
tonk upp á tey orðini,
sum talað vórðu í nátt!«

106. Tað var keisarin Karlamagnus
ymsar litir fekk,
hann skundar sær so at kirkjuni,
hvør um annan gekk.

107. Tað var keisarin Karlamagnus,
gekk við kirkjuni fram,
dúgvan kom av himmiríki,
setti seg á hans arm.

108. »Tær skuluð vinna treytirnar,
tó tær vóru fleiri,
hoyr tað, keisarin Karlamagnus,
tala slíkt ikki meiri!

109. Allar vinnur tú treytirnar,
tú og tínir menn,
tað er eingin í verðini,
tín javnlíki er enn.«

110. Viljorm hann tók gullbóltin,
fimtan gat ikki lyfta,
við aðrari síni hendini
yvir múrin syfti.

111. Ólavur fór í moynnasal,
tað gjørdi hann so brátt,
har mundi hann sín vilja gera
hundrað gangir á nátt.

112. Turpin veitti fossin
heim í Garðaríki,
tjúkkan ís og stríðan streym,
rætt sum fen í díki.

113. Turpin veitti fossin heim,
stórur mundi hann falla,
kongurin leyp í hægsta torn
við knektum sínum og jøllum.

114. Tí svaraði Hugin kongur,
- 'Vuggjin' stendur í droyra -:
»Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
eg vil ongar treytir hoyra!«

115. Tí svaraði Hugin kongur
í øðrum orði tá:
»Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
lat vatnið flóta frá!«

116. Tað var keisarin Karlamagnus,
lá á knæ og bað,
tá tók vatnið at flóta burtur
aftur um sama stað.

117. Gingu teir á vøllin út,
so er sagt fyri mær,
men tað var keisarin Karlamagnus,
ið hægri krónu bar.

(c) Dansifelagið í Havn