Kvæðasavn

Runsivals stríð

Uppskrift: FK 98fB, 25, pp. 20-34.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Keisarin situr í hásæti,
allur í gulli glæstur,
nevndir vóru tólvjavningar,
enn var Rólant hægstur.

2. Nevndir vóru tólvjavningar,
kundu væl beita brandi,
Rólant hann var hægstur av teim,
føddur í Fraklandi.

3. Nevndir vóru tólvjavningar,
kundu væl leika við knívi,
Rólant hann var hægstur av teim,
føddur í Frankaríki.

4. »Nú skal lata brúnna byggja
yvir ánni í dal,
skulu so allir tólvjavningar
ríða í Runsival.

5. Nú skal lata brúnna byggja
yvir ánni í Rín,
skulu so allir tólvjavningar
royna svørðum sín.

6. Rólant skal vár formaður vera,
reystastur av vára dreingjum,
vit skulu høgga so títt um stund
og standa so væl og leingi.«

7. Snarliga búðu teir síni ferð
við albrynjaðar hestar,
riðu so í Runsival,
at verøldin tók at bresta.

8. »Nú skal brynja út fyrsta her,
til tess hava vit frætt,
tað skulu ikki fjøllini síggjast,
ei himmal í nakra ætt.«

9. Koma nú allir dalir fullir,
fjøllini sum grótið,
sóu so mangan heidningin
ríða sær ímóti.

10. Koma nú allir dalir fullir,
fjøllini avtakið,
síggja so mangan óvinin
ríða sær á baki.

11. Svaraði reystur Ansias,
ristir kross fyri sær:
»Eg síggi so mangan heidningin
ríða í dag mót mær.«

12. Svaraði reystur Ansias,
ristir fyri sær kross:
»Eg sær so mangan heidningin
ríða í dag mót os.«

13. Svaraði reystur Óluvar jall,
tá hann sá heiðin her:
»Rólant, blás í lúður tín,
vita hvøssu fer!«

14. »Gud lati tað ikki frættast heim,
eg standi í snildarráðum,
at eg ræðist heidningarnar,
stríðast mót os í dag.

15. Gud lati tað ikki frættast heim,
eg standi í snildarráðum,
at eg ræðist heidningarnar
stríðast mót okkum báðum.«

16. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir frankismenn,
so fellir hann heidningarnar
hundrað um ísenn.

17. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høggur so títt pá báðar hendur,
mangan sveita rendi.

18. Rólant ríður í Runsival
við sínar javnlíkar allar,
tað mátti síggjast blóðismerki,
stríðir fossar falla.

19. Rólant ríður í Runsival,
blóð vekir hann ofta,
tað mátti síggjast blóðismerki,
Dýrindal fór á lofti.

20. Eingin kom aftur av øllum teim
hin heidna manna her,
uttan jallin á Upplondum,
tann sak var hann ei verð.

21. Honum var hjálmur av høvdi skorin,
høvdu tað menn við orði,
átjan hevði hann ólívssár,
hann stóð fyri kongins borði.

22. Gongur hann aftur for Onglands kong,
kærar sína neyð:
»Nú er fallið liðið alt,
ikki er kempan deyð.«

23. Gongur hann aftur for Onglands kong,
sigur honum frá:
»Nú er fallið liðið alt,
ikki hevur Rólant sár.«

24. »Tit skulu eingi friðskjólini
vænta tygur av mær,
fyrr enn tit bera mær Rólants høvur
inn fyri míni knæ.

25. Nú skal brynja út annan her,
til tess høvum vær frætt,
tað skulu ikki fjøllini síggjast
ei himmal í nakra ætt.«

26. Koma nú allir dalir fullir,
fjøllini avtakið,
síggja so mangan óvinin
at ríða sær á baki.

27. Koma nú allir dalir fullir,
fjøllini sum grót,
síggja so mangan óvinin
at ríða sær ímót.

28. Svaraði reystur Ansias,
ristir kross fyri sær:
»Eg síggi so mangan heidningin
ríða í dag mót mær.«

29. Svaraði reystur Ansias,
ristir fyri sær kross:
»Eg síggi so mangan heidningin
ríða í dag mót os.«

30. Svaraði reystur Óluvar jall,
tá hann sá heiðin her:
»Rólant, blás í lúður tín,
vita hvøssu fer!«

31. »Gud gevi tað ikki frættast heim,
eg standi í snildarræði,
at eg ræðist heidningarnar
at stríðast mót os í dag.

32. Gud gevi ei Frakland verða so statt
við sínum snildarráðum,
at eg ræðist heidningarnar
at stríðast mót okkum báðum.«

33. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir frankismenn,
so fellir hann heidningarnar
hundrað um ísenn.

34. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høggur so tungt pá báðar hendur,
mangan sveita rendi.

35. Rólant ríður í Runsival
við sínar javnlíkar allar,
tá var at líta á blóðismerki,
stríðir fossar falla.

36. Rólant ríður í Runsival,
blóð vekir hann ofta,
tá var at líta á blóðismerki,
Dýrindal fór á loft.

37. Hestar gingu í Runsival,
ikki var mjúkt at strúka,
náa ikki á jørðina niður,
troða á mannabúkar.

38. Hestar gingu í Runsival,
blóðið upp til kníggja,
so var sagt, at heidningarnir
máttu undan flýggja.

39. Ganga teir aftur for Onglands kong,
kæra sína neyð:
»Nú er annað liðið fallið,
ikki er Rólant deyður.«

40. Ganga teir aftur for Onglands kong,
siga honum frá:
»Nú er annað liðið fallið,
ikki hevur Rólant sár.«

41. »Eingi skulu tit friðskjólini
vænta tykkum av mær,
fyrr enn tit bera mær Rólants høvur
inn fyri míni knæ.

42. Nú skal fara á heiðin lond
at samla saman djór
av teim átjan Blálondum,
sum eingin skín í sól.

43. Tríggjar skal eg herirnar
av mínum landi gera,
í tann allarseinasta
skal eg nú sjálvur vera.

44. Nú skal brynja út triðja her,
til tess høvum vær frætt,
tað skulu ikki fjøllini síggjast,
ei himmal í nakra ætt.

45. Nú skal triði herur út
at ríða í Runsival,
hann skal móti Rólant jall
og vinna so Dýrindal.

46. Nú skal ríða í Runsival
at fanga keisar Karl,
binda Nemus hertugan
og heingja Rólant jall.«

47. Nú skal ríða í Runsival,
so er greint fyri mær,
hornskefta læt Onglands kongur
øksi gera sær.

48. Koma nú allir dalir fullir,
fjøllini avtakið,
síggja so mangan heidningin
ríða sær á baki.

49. Koma nú allir dalir fullir,
fjøllini sum grót,
síggja so mangan heidningin
ríða sær ímót.

50. Svaraði reystur Ansias,
ristir kross fyri sær:
»Eg síggi so mangan heidningin
ríða í dag mót mær.«

51. Svaraði reystur Ansias,
ristir fyri sær kross:
»Eg síggi so mangan heidningin
ríða í dag mót os.«

52. »Nú skal eg taka mín hvølla lúður,
spara ei at koyra,
vita um keisarin Karlamagnus
man meg nakað hoyra.«

53. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so hart,
tíggju mílir og tríati
tað hoyrdist út í Frans.

54. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so harða,
niður skalv hjá keisaranum
bæði turpar og garðar.

55. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so snjalla,
einar portursdyrnar upp
og aðrar aftur falla.

56. So blæs Rólant, kongins frændi,
fast av miklum móði,
niður spiltust drykkirnir,
á keisarans borði stóðu.

57. Borgin tók at mala í klingur,
kongur mundi tað valda,
upp lupu allir frankismenn
hvør um annan at halda.

58. Svaraði Harramann hertugin,
hann fyri borði stóð:
»Nú blæs Rólant, kongins frændi,
fast av miklum móði.«

59. Svaraði vándi Gýðing jall,
gudssvikarin er:
»Rólant skemtar lúður sín,
hann eltir heiðin her.«

60. Svaraði vándi Gýðing jall,
gudssvikarin versti:
»Rólant skemtar lúður sín,
hvar hann situr á hesti.«

61. Svaraði kongurin Marsilius,
gull ber seg á hendur:
»Hvør eigur handa hvølla lúður,
á tann munni stendur?«

62. Svaraði hansara sendisvein,
hann eitur Elvartant:
»Rólant førir tann hvølla lúður,
hornið Óluvant.«

63. Rólant ríður í Runsival
sum aðrir frankismenn,
so fellir hann heidningar
hundrað um ísenn.

64. Rólant ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
høggur so títt pá báðar hendur,
mangan sveita rendi.

65. Rólant ríður í Runsival,
blóð vekir hann ofta,
tá mátti síggjast blóðismerki,
Dýrindal fór á loft.

66. Rólant ríður í Runsival
við sínar javnlíkar allar,
tá var líta á blóðismerki,
stríðir fossar falla.

67. Fram kom ein av heidningunum,
vænur var hann í vekstri,
átjan alin ryggur hans
upp frá saðil og hesti.

68. Átjan alin ryggur hans
upp frá saðil og hesti,
glumdi á jørð, og skulvu fjøll,
tá hann fell av hesti.

69. Fram kom ein av heidningunum,
nú man tað so vera,
stakk so reystan Óluvar jall
gjøgnum buls og herða.

70. Svaraði reystur Óluvar jall,
heldur á gyltum brandi:
»Sig mær, frægur, eiti títt,
hvaðan ert tú av landi?«

71. »Langalív eiti eg,
so eri eg nevndur á navni,
manga havi eg kristna kempu
skilt frá gleði og gavni.«

72. Óluvar tók báðar hendur
aftur um hattargerð:
»Tú skalt ikki, vándi hundins son,
siga hvat títt var her.«

73. Óluvar jall tók báðar hendur
aftur um gerð av reiði,
so kleyv hann tann hundins son,
hans búk og brynju breiða.

74. Óluvar gjøgnum herin reið,
tað var mest av fári,
høgg so niður í Rólants hjálm,
at svørðið stóð í hári.

75. »Hoyr tað, reystur Óluvar jall,
tað tali eg til tín,
tungur ert tú í høggunum,
landbróðir mín.«

76. Svaraði reystur Óluvar jall,
snarliga hann sær vendi:
»Hjálpi mær faðir av himmiríki,
eg teg ikki kendi.«

77. Hann vendi aftur í atreið teirri,
sigst í hesum tátti,
feldi niður av heidningunum
alt tað hann formátti.

78. Tá var blóð í Runsival
rætt sum onnur flóð,
vilstir vóru tólvjavningar,
hvør mót øðrum sló.

79. Rólant livdi longst av teim,
alt varð sum Gud vildi,
allar bar hann tólvjavningar
saman á reyðum skildri.

80. Tríggir vóru marmorsteinar
settir saman í kross,
niður settist Rólant jall:
»Nú veri Gud við os.

81. Enn skal eg taka mín hvølla lúður,
spara hann ei at koyra,
vita um keisarin, frændi mín,
man meg nakað hoyra.«

82. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so hart,
tíggju mílir og tíuti
tað hoyrdist út í Frans.

83. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so harða,
niður skalv hjá keisaranum
bæði turpar og garðar.

84. Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so snjalla,
einar portursdyrnar upp
og aðrar aftur falla.

85. Borgin tók at mala í klingur,
kongur mundi tað valda,
upp lupu allir frankismenn
hvør um annan at halda.

86. Svaraði Harramann hertugin,
hann fyri borði stóð:
»Enn blæs Rólant, kongins frændi,
fast av miklum móði.

87. Vit havum fingið skaða í ár,
Gud biði eg hann bøta,
missum vær Rólant, frænda vár,
og aðrar garpar mætar.«

88. Fram kom ein av sveinunum,
kallaðu hann riddaran spaka,
hann var sendur til Rólant jall,
svørð úr hondum at taka.

89. Andan hevði hann ikki mist,
hann eyguni sundur brá,
hann sló tann træl við gyltum lúður,
so heili á horni lá.

90. »Harra Gud av himmiríki
veiti mær tann ting,
at eingin skal bera mín búgvin brand
uttan mín javning.«

91. Hornið setti hann á sín munn,
tað var mest av sút,
eg svørji tann eið við mína trúgv,
tá feyk heilin út.

92. Tað er keisarin Karlamagnus,
tekur nú til sítt svørð:
»Nú skal ríða í Runsival,
at vita hvussu fer.«

93. »Keisarin skal vár formaður vera,
reystastur av vára dreingjum,
vit skulu høgga so títt um stund
og standa so væl og leingi.«

94. Árla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína,
síggja nú tvinni átjan hundrað
stíga til saðladýra.

95. Snarliga búðu teir síni ferð
við albrynjaðar hestar,
riðu so í Runsival,
verøldin tók at bresta.

96. Sólina bað hann standa í stað
og dagin ikki líða,
meðni hevndi Karlamagnus
tólvjavningar sínar.

97. Mikil var tann miskunnin,
Karlamagnus beið,
sólin stóð í tríggjar øktir,
dagurin ikki leið.

98. Mikil var tann miskunnin,
Karlamagnus bað,
sólin stóð í tríggjar øktir
rætt í nóns stað.

99. Keisarin ríður í Runsival
við sínum skeggi hvíta,
hann var eingin av heidningunum,
mót honum tordi líta.

100. Roðin settist á himmalin upp
av so tungari kvíðu,
Karlamagnus og Einglands kongur
møttust saman í stríði.

101. Keisarin gav so stórt eitt høgg,
øllum tókti undur,
hjó hann reystan Einglands kong
í miðjum kníggjum sundur.

102. Tað var reystur Einglands kongur,
læt ikki á sær finna,
stubbarnar setti hann niður í jørð,
hann bardist ikki minna.

103. Tað var keisarin Karlamagnus,
sínum svørði brá,
hann kleyv reystan Einglands kong
sundur í lutir tvá.

104. Mikil var tann miskunnin
við tann riddars mæka,
keisarin sendi sveinar fimm
Rólants lúður at taka.

105. Aftur komu sveinarnir,
ið Karlamagnus sendi,
síðan trein hann sjálvur ástað,
leyst lá lúður í hendi.

106. Tað gjørdi keisarin Karlamagnus,
tað var mest av sút,
Óluvant horn og Dýrindal
hann varpar á vatnið út.

107. »Taka skal vánda Gýðing jall,
leggja hann í band,
hann skal harðan deyðan tola,
koma vit lívs til land.

108. Taka skal vánda Gýðing jall,
leggja hann í bond,
hann skal harðan deyðan tola,
koma vit lívs til lond.«

109. Tóku teir vánda Gýðing jall,
bundu hann so fast,
ei var smáur líntvongur
honum á beinum brast.

110. Tóku teir vánda Gýðing jall,
gudssvikaran versta,
tað var mær av sonnum sagt,
teir slitu hann millum hestar.

111. Tóku teir vánda Gýðing jall,
hongdu upp í træ,
tað var mær av sonnum sagt,
at ravnar rivu hans ræ.

112. Eg kann ikki kvøða longur,
enn kvøðið er fyri mær,
allar førdi hann tólvjavningarnar
til Júrsalands grav við sær.

(c) Dansifelagið í Havn