Kvæðasavn
Dreymur Karlamagnusar
Uppskrift: FK 98i, 25, pp. 145-153.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Nú skal lata ljóði út,
sum ikki skal slíkum gloyma,
tað er keisarin Karlamagnus
og hansara hildardreymur.
Ríða teir út av Fraklandi
við dýrum og rósinsaðil,
blás í hornið Óluvant
í Runsival!
2. Keisarin droymdi dreymarnar,
og hart gekk at hans hjarta,
hann lá fullvæl 'happelidur',
so sólin myrknaði bjarta.
3. Keisarin snýst av sínari høll,
hevur so mangt at mæla,
setir hann seg í gyltan stól,
títt við tungu at tala.
4. »Hoyr tú, keisarin, harri mín,
eg síggi tað væl á tær,
illa er tær nú fyriborið,
ei er at dylja fyri mær!
5. Hoyr tú, keisarin, harri mín,
ger av góðum vilja!
Vilt tú mær um dreymar telja,
áðrenn vit fara at skilja?«
6. Tað var keisarin Karlamagnus,
hann rópar út væl hátt:
»Mangt hevur borið fyri meg
í hesa longu nátt.«
7. Keisarin setst í luktan stól,
sum tá var í at velja:
»Tigið nú allir, ið inni sita,
meðni eg skal frá telja!«
8. Keisarin letur upp sína reyst,
ikki var úti við eina,
har sótu runt um hallar høll
bæði riddarar og sveinar.
9. Keisarin skal frá dreymum telja,
alt sum fyri hann gekk,
hann varð bæði bleikur og reyður,
áðrenn hann orðið út fekk.
10. »Tað fyrsta sum tá kom fyri meg,
tað vóru einglar tveir,
teir gjørdu bæði, lósu og sungu,
og mangt teir gjørdu meir.
11. Teir gjørdu bæði, lósu og sungu,
mangt eg fekk at hoyra,
strálur gingu sum reyði logi
svinglaðu meg fyri oyra.
12. Borgin skein sum reyði logi,
sýntist fyri mær spæla,
eg lá sum í dvala fast,
men ikki kundi eg tala.
13. Burtur svann tá ljómi reyði,
so eg fekk einki at síggja,
stoyttist so av hallini út,
snart av durum flýggja.
14. Tá kom aftur ein stórur maður,
hann var í øðrum líki,
hann segði allar driftir út,
sum tungt er at hoyra slíki.
15. Tað annað, sum tá kom fyri meg,
tað var mín Karlot son,
hann verður lagdur á banan fram,
meg til so ringa vón.
16. Svørðið verður í veðrið bregðið,
helst av tí vreiða verki,
tað nýtur hann av sínum bræði,
fyri Olgar sonin sterka.
17. Svørðið verður í veðrið bregðið,
tað við fullvæl 'miie'
tá at høgga grummiliga,
men ikki so var tað niður.
18. Tað kom tá fyri meg
um nakrar svartar menn,
teir verða gjørdir hvítir aftur
og veita so um ísenn.
19. Tá skal vendast frá heidnu trúgv
aftur til kristna læru,
teir verða bæði trúgvir og góðir,
mest av svørðinum harða.
20. Nógvir stríða fyri kristnu trúgv
og hjálpa alt sum best,
tað verður mikil mannamúga,
til at saðla sín hest.
21. So verða villir heidningar,
mikið stórt av tali,
halda inn í Runsival
við breiðum og 'borgun' saðli.
22. Tað fjórða, tá kom fyri meg,
varð tað meg við harmi,
síðan kom ein svartur fuglur
út av einum torni.
23. Hann vildi kvala og drepa meg,
so at gera skaða,
tann hvíti kom tá aftur í,
hann mundi meg frá tí draga.
24. Burtur svann frá mínum eygum,
sum eldur fleyg av høll,
aftur settust drekar tveir
seg á borgir snjøll.
25. Tað fimta, tá kom fyri meg,
ei var tað ferðin fljót,
tá sýntist í Runsival
at renna so mikið blóð.
26. Saman lupu svartir hundar,
úlvar sprungu hátt,
niður fullu hvítir svanir
av dýrum drigin hátt.
27. Síðan stóð tað kunnigt vítt,
so fjøllini ikki sóu,
var um eitt við heidningar
av buldur og stórum ljóð.
28. So settust aftur drekar tveir,
har blástu til sans,
tað hoyrdist so langan veg,
líka heim til Frans.
29. Um tað hevði liðið fallið,
borið um hallargólv,
síðan hoyrdist langan veg,
tá ið keisarans borgir skalv.
30. Tað hoyrdist í Runsival,
líka í keisarans borg,
tað gjørdi meg harmilig við
og tunga tráarsorg.
31. Nú havi eg frá dreymum talt,
sum allir eru nú sannir,
harra Gud av himmiríki
hann spari teir kristnu 'mannar'.
32. Nú havi eg frá dreymum talt
og greint teir út ísenn,
harra Gud av himmiríki
hann spari teir kristnu menn.
33. Nú havi eg frá dreymum talt,
sum gitið skal verða leingi,
harra Gud av himmiríki
hann spari teir kristnu dreingir.
34. Nú havi eg frá dreymum talt,
sum gitið skal víða ganga,
harra Gud av himmiríki
hann loysi teir kristnu fangar.
35. Nú havi eg frá dreymum talt,
gitið skal verða víða,
harra Gud av himmiríki
hann hjálpi teim kristnum at stríða.«
36. Svaraði Karlot, keisarans son,
hann mælir tað orðið blíða:
»Ei er at trúgva dreymum stórt,
sum einki hava at týða.«
37. Tað var keisarin Karlamagnus,
mælir fyri uttan sút:
»Mangir hava dreymir verið,
sum gingið hava út.«
38. Karlot gongur til keisarans borð,
hann biður ei siga meira:
»Hoyr tú, keisarin, faðir mín,
eg vil ikki dreymar hoyra!«
39. Tá tók borg at mala runt,
bæði upp og niður,
allir teir á gólvi stóðu
fullu til ymsar liðir.
40. Rumbul var stórt á keisarans høll,
tá ið borgir lupu umkring,
allir fullu keisarans menn
saman í ein ring.
41. So lógu teir í tímar fimm,
eingin slapp upp at ganga
uttan keisarin Karlamagnus,
hann kundi á borgini standa.
42. So lógu teir í tímar fimm,
hvør í annan helt,
vistu seg ei vera á sjógv ella landi
undir tað breiða telt.
43. Keisarin fer av borgini út,
biður nú klokkur ringja,
so gongur hann í kirkjuna inn
bæði at lesa og syngja.
44. Keisarin setst í luktan stól,
fellur á beru knæ:
»Harra Gud av himmiríki
hann stríði nú við mær.«
45. Keisarin liggur í bønum fast,
'aigier' hann út við sorg,
biður til Gud av himmiríki
at stilla sínari borg.
46. Klokkur fóru at ringja tá,
tað hoyrdist langt og víða,
so mundi keisarin Karlamagnus
snart frá kirkjuni ríða.
47. Klokkur tóku at steðgast,
tá so var gitið víða,
saman renna heidningar,
teir geva seg út at stríða.
48. Út vórðu loystir heidnir hundar,
sluppu so væl á gongd,
keisarin fer til borgina aftur,
áðrenn hann kemur á trongd.
49. Borgin hevði stillað seg,
sum Karlamagnus bað,
upp vóru teir á hallini reystir,
snart vildu leypa avstað.
50. »Ver vælkomin, keisarin,
fyrstur her at ganga,
vit hava ligið í borgarhøll,
staddir í stórum vanda.«
51. »Hoyrið snart, og hoyrið brátt,
eg skal nú tykkum ei líva,
her er komin ein heiðin herur,
hann vil os sundur ríva!
52. Klæðist skjótt, og klæðist brátt,
dvøljist nú ikki longur,
vit skulum ríða í heidnan her,
at vita hvøssu gongur.«
53. Allir klæddust innan hall,
sum brynju og svørð kundu bera,
tað var keisarin Karlamagnus,
tann fyrsti skuldi vera.
54. Tað var keisarin Karlamagnus,
fyrstur skuldi hann ríða,
har vóru løgd merki á
til loynigang og stígar.
55. Keisarin reið á herin fram
við fýra hundrað mans,
heidningar stóðu ímóti teim,
áðrenn teir komu til Frans.
56. Keisarin reið í heidnan her,
hann dregur mót bylgju hvíta,
eingin tordi av heidningum
ímóti honum at líta.
57. Keisarin reið so grummiliga
tá í herin fram,
kleyv so hvønn um tvørar herðar,
sum móti honum rann.
58. Kluvu teir hvønn um tvørar herðar,
ímóti teimum rann,
tá kom fram ein heiðin hundur,
hann bar merkið fram.
59. Tá kom fram ein heidningur,
hann tordi eingin at síggja
uttan keisarin Karlamagnus,
hann vildi ei undan flýggja.
60. »Hoyr tú heidni kempubróðir,
hvat hevur tú nú at føra,
ert tú komin frá helviti
við tínum svarta heri?«
61. Svaraði hesin heidni hundur
við sínum svarta túti:
»Tað minnist tú á einum sinni,
áðrenn alt er úti.«
62. »Nú er ikki at tala meir,
meðni vit skulu stríða,
kom nú her, tú heidni hundur,
tú skalt ikki longur bíða!«
63. Tað var hesin heidni hundur,
tað fyrsta hann svørðið brá,
hann kleyv hjálm av keisarans høvdi,
so blóð á herðum lá.
64. Tað var keisarin Karlamagnus,
upp til himmal sá:
»Sjálvur Jesus av himmiríki
hann sendi nú góð ráð.«
65. Tað var keisarin Karlamagnus,
letur tá stálið stjálpa:
»Gud, sum skapti himmal og jørð,
komi mær til hjálpar.«
66. Keisarin brá tað svørðið upp,
høggur til so fast,
ikki kundi tann heidni hundur
bøta seg fyri tað kast.
67. Keisarin brá tað svørðið upp,
tað var sum Gud vildi,
hann kleyv henda heidna hund
sundur við reyðum skildri.
68. So reið keisarin Karlamagnus
við sínum hjálmi reyða,
tað vóru allir heidningar,
sum fingu snaran deyða.
69. Riðu teir úr vígginum
alt foruttan sorg,
kátir ríða keisarans menn
aftur í Fraklands borg.
70. Settust teir á hallina inni,
drekka mjøðin blandað,
uttan keisarin Karlamagnus,
hann bað Gud friðin standa.
(c) Dansifelagið í Havn