Kvæðasavn

Hilmirs kvæði

Uppskrift: FK 98j, 25, pp. 157-170.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Hvør vil sína æru prísa
bæði við gleði og gagni:
Eg kvøði um keisarans systurson,
Rólant nevndur á navni.

2. Rólant situr í høllini,
lítur á brandin sín:
»Nú lystir meg á heiðinskóg
at fresta manndóm mín.«

3. Olgar steig um borðið fram,
mælir so fyri sær:
»Hoyr tú, Rólant, frændi mín,
lat meg fylgja tær.

4. Eingin er sá í heimi føddur,
ikki kann fáa mein.
Vegin varð riddarin Sniolvur
av ein trøllasvein.«

5. Keisarin situr í hásæti,
svarar honum ann:
»Veitst tú nakran føddan vera,
ið er mín líkamann?«

6. »Angulund eitur Amunds faðir,
ber fyri sonin sorg,
er hann í lívi, Gýðin jall,
hann ber tað boð í borg.

7. Er hann í lívi, Gýðin jall,
hann ber tað boð í heim.
Hevndur verður Amunds deyði
av ein heiðinsvein.

8. Angulund eitur kongurin,
torir tú honum møta?
Hvør ið kemur í holt við hann,
blóðug verður gøtan.«

9. Ólivar kom í høllina inn
við gyltum brandi í hendi.
Hilmir ríður í Runtsival,
hann er Angulunds frændi.

10. Hilmir ríður á grønum vølli,
hann er Angulunds frændi,
har er eingin í Fraklandi,
ið stár honum høgg á hendi.

11. Hilmir ríður á grønum vølli,
hans hjálmur er reyður sum blóð,
brynjan blonk sum dúgvan tann,
ið brand av Odvaldi tók.

12. Olgar so til orða tekur,
trívur um brandin fríða:
»Høvdu tit fingið kristnað hann,
hans líki var ikki at stríða!«

13. Tá svaraði Olgar sterki,
studdist við gyltum brandi:
»Høvdu tit fingið kristnað hann,
hans líki var ikki á landi.«

14. Vreiður varð hann Rólant jall,
hann sprakk at borði fram:
»Hann er eingin í verøldini,
ið er mín yvirmann!«

15. Olgar so til orða tekur,
stóð klæddur í brynju nýggja:
»Rólant, lat meg fylgja tær
tann heidningin at síggja!«

16. »Eingin er av tólvjavningum,
mær skal gøtu greiða.
Eg líti mær best og Dýrindal,
hjálm og brynju breiða.«

17. »Gud fyrigevi tær, Rólant jall,
tú heldur teg miklan vera,
minni tú ert enn bróðir tín,
hann kann væl stáli skera.«

18. Vreiður var hann, Rólant jall,
hann sprakk á hestin fríða.
So var sagt, at Dýrindal
hann bant við sína síðu.

19. »Eg skal hann við Dýrindal
við harðari gongu knýggja;
tað frættir ei Olgar danski heim,
at eg man undan flýggja.

20. Eina skal eg á markir út
Hilmirs stál at skera;
Olgar, tú skalt høvur hans
for Angulund kongin bera.«

21. »Gud fyrigevi tær, Rólant jall,
so mangt hevur tú á munni;
ikki skalt tú rósa av,
fyrrenn tú hevur vunnið!«

22. Rólant reið av borgum út,
hann skein av gulli reyða:
»Vil ikki Hilmir kristna seg,
tað skal vera hans deyði!«

23. Rólant reið á fjallið tað,
teir kalla Espalín,
sá hann Hilmir heidningan,
í reyðargulli skín.

24. Honum var hjálmur á høvur settur
av tí gulli bjarta,
reyðargull skein í skjøldrinum,
hann bar fyri sínum hjarta.

25. Hann var klæddur í ringabrynju,
sum skein sum silvur hvíta;
gyltan brand í hendi bar,
ógvuligur at líta.

26. Mikið var tað spjótið vert,
hann bar við sína síðu.
Gull skein sum tann fagra sól
av hans andlit fríða.

27. Rólant so til orða tekur,
leit undan hjálminum fríða:
»Vilt tú, Hilmir, kristna teg
og Fraklands Gud atlýða?«

28. Svaraði Hilmir heidningin,
gott er at taka til evna:
»Sig mær satt, tú ungi maður,
hvussu skal eg teg nevna?«

29. »Eg eri borin í Fraklandi,
bæði av gleði og gagni.
Keisarans eri eg systurson,
Rólant nevndur á navni.«

30. Svaraði Hilmir heidningin,
tá hann Rólant sá:
»Sjálvum hinum fánýta
ert tú komin frá.«

31. Svaraði Hilmir heidningin,
tá hann Rólant kendi:
»Sjálvur hann hin fánýti,
hann teg higar sendi.

32. Eg havi hoyrt frá Gýðin jall
heima í Angulunds ríki,
at keisarin eigur ein systurson,
og eingin er hans líki.

33. Tú vart tann, ið Gýðin jall
við Amunds høvur sendi.
Sjálvur skal eg hevna hans deyða,
hann var mín næsti frændi.«

34. »Eg skal teg við Dýrindal
við harðari gongu knýggja;
ikki skal frætta Karlamagnus,
at eg skal undan flýggja.«

35. Vreiður var Hilmir heidningin,
í reyðargull glæsti hann:
»Tú býð tær ikki, valmenningur,
mót tín yvirmann.

36. Eg skal teg og Dýrindal
føra á bálið reyða;
frætta skal kongurin Angulund heim,
eg hevnt havi Amunds deyða.«

37. Tað var frægi Rólant jall,
hann skeyt sín brand av hendi,
sló so fast á gyltan hjálm,
at Hilmir sviða kendi.

38. Hilmir høgdi ógvuliga,
væl mundi kappin duga,
fleyg so eldur av Rólants bringu,
at Espalín sýntist loga.

39. Hilmir høgdi ógvuliga,
frálíkur øðrum monnum,
høgdi hann í andlitið,
svørðið stóð í tonnum.

40. Høgdi hann á andlitið,
svørðið stóð í tonnum.
»Býð tær ikki, valmenningur,
móti Angulunds monnum.«

41. Rólant brá við Dýrindal,
tann sum Amund hevði,
Hilmir hann í spjótið tók
og burtur á skógvin legði.

42. Rólant brá við Dýrindal
fast av miklum móði.
Hilmir hann á spjótið tók
og burt úr saðli sló.

43. Legði hann hendur á Rólant jall,
bant hann hann so fast,
ikki var smáur líntráður,
honum um beinið brast.

44. Legði hann hann á saðil sín
fast av miklari vreiði.
»Lat nú gudin dugna tær,
ið Karlamagnus eigur!«

45. Hilmir reið um Espalín
langa leið og drúgva.
»Nú skal føra Rólant jall
blant heidningar at búgva.«

46. Ein kom maður í høllina inn,
mælir so fyri sær:
»Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
hvat eg sigi tær:

47. Nú eru komnar sorgir tær,
sum teg ikki vardi,
eina kemur Rólants hestur,
møddur og illa særdur.

48. Hilmir hevur Rólant vegið,
einki er annað at gita.
Nú mugu sannast Olgars orð,
hann bað hann heima sita.«

49. Allir blikna tólvjavningar,
sjálvur Olgar mæti,
og hann keisarin Karlamagnus
fall úr sínum sæti.

50. Tað var keisarin Karlamagnus,
fall á knæ og bað:
»Harra Gud av himnaríki,
hoyr tú meg í dag.

51. Harra Gud av himnaríki,
tað skalt tú mær gera:
Heilan skalt tú Rólant jall
aftur til hallar føra.

52. Førir tú ikki Rólant heim
við sínum búna knívi,
ikki skal Frakland kristna mann,
so leingi eg eri á lívi.

53. Rólant var mín systurson
bæði til hond og fót,
kemur hann ikki í lívi heim,
eg bjóði tess ikki bót.«

54. Blikna tóku kempurnar,
tær hoyrdu Rólants deyða,
uttan kappin Baldavín,
hann gerst í andlit reyður.

55. Tað var kappin Baldavín,
hann breiðum borði skeyt,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvið fleyt.

56. Baldavín sprakk um borðið fram,
søgur ganga frá,
uttarlaga á hallargólv
komst hans fótur á.

57. Tað var kappin Baldavín,
talar til skósvein sín:
»Klæð teg væl í búgvið stál
og saðla gangaran mín.«

58. Svaraði keisarin Karlamagnus
í fyrsta orði tá:
»Tú fert ikki av høllini út,
so leingi eg havi ráð!«

59. Vreiður varð hann Baldavín;
frá man frættast víða:
»Ikki skalt tú nokta mær
mín egna hest at ríða.«

60. Baldavín bant sítt svørð við lið,
hann fór í brynju breiða;
so reið hann á markir út,
fast av miklari vreiði.

61. Olgar sprakk um borðið fram,
hann dvøldist ei langa stund:
»Ikki skalt tú eina standa
mót tann heidna hund!«

62. Baldavín reið í Espalín,
grumt var honum í huga.
Sá hann Hilmir heidningan,
hann skein í reyðum loga.

63. Baldavín reið til Hilmir fram,
klæddur í brynju fríða:
»Hoyr tú, Hilmir heidningi,
í dag biði eg teg bíða.

64. Hoyr tú, Hilmir heidningi,
siga skalt tú mær:
Hvør er hasin riddarin,
tú førir heim við tær?«

65. Svaraði Hilmir heidningin
bæði við gleði og gagni:
»Keisarans er hann systurson,
Rólant nevnist á navni.«

66. Svaraði kappin Baldavín,
hann svørð úr slíðra dró:
»Man tú, Gud, fyrigeva mær,
um enn eg Rólant sló?

67. Førir tú ikki Rólant heim
við sínum búna knívi,
ikki skal Frakland kristna mann,
so leingi eg eri á lívi.«

68. »Hoyr tú, Rólant, bróðir mín,
vilt tú fangin vera,
ella skal eg brandin breiða
og leinkjur tínar skera.«

69. Tá svaraði Rólant jall,
hann skein sum gullið reyða:
»Høgg tú, Baldavín, bróðir mín,
eg syrgi ei mín deyða.«

70. Hilmir svørð av slíðrum dró,
tað skein sum gullið bjarta.
Høgdi hann á fríðan hjálm,
tað neit í kappa hjarta.

71. Baldavín gav so stórt eitt høgg
av so góðum treysti:
Sundur sló hann Hilmirs skjøld,
og Rólant fall av hesti.

72. Sundur sló hann jarnleinkjur,
sum Rólants hendur festu,
og Hilmiri gav so stórt eitt høgg,
tað rivnaði stál for brósti.

73. Rólant tók sín bitra brand
á vølli, har hann stóð,
løgdu so at Hilmiri sterka
fast av miklum móði.

74. Tað var Hilmir, heidningin,
hann sínum svørði skeyt,
Rólant fyri høggið kom,
blóð frá brósti fleyt.

75. Tá svaraði Rólant jall,
hann leit undan hjálminum fríða:
»Hoyr tú, Baldavín, bróðir mín,
eg dugni tær ei at stríða.

76. Eg eri møddur og illa særdur,
eg dugni tær ei at stríða.
Harra Gud av himnaríki,
latið ikki Olgar bíða!«

77. Vreiður var hann Baldavín,
hann reið mót Hilmiri fram.
Teir høgga, til teir loyva lít,
hvør gav øðrum skomm.

78. Teir høgga, til teir loyva lít,
hvør gav øðrum skomm.
Nú skal kvøða um Olgar unga,
hann kom til Rólant fram.

79. »Ver vælkomin, Olgar sterki,
higar nú til mín!
Vegin er keisarans systurson,
hin sterki Baldavín.

80. Vegin er keisarans systurson,
Baldavín hin sterki,
Hilmir ríður for Angulund kong
við mínum skjaldarmerki.«

81. Tók hann hann í saðil upp,
heim til hallar at ríða:
»Tak við, keisar Karlamagnus,
grøð tann garpin fríða!«

82. »Statt upp, keisarin Karlamagnus!
Rólant er á lívi;
fallin er kappin Baldavín
for Hilmirs gylta knívi.«

83. Glaðir vórðu tólvjavningar,
tá teir Rólant sóu. -
Hilmir og kappin Baldavín
so dreingjaliga stóðu.

84. Maktast tók hann Baldavín,
ungur var hann á aldri;
hin var mikil og álvápnaður,
vanur í vápnaskjaldri.

85. Høgga títt, teir loyva lít,
frálíkir øðrum monnum,
Hilmir fekk so ónt eitt høgg,
at svørðið stóð í tonnum.

86. Hilmir reiggjar ógvuliga,
slíkt var mikið undur;
svørðið bar við harðan klett,
tað brast í lutir sundur.

87. Tók hann Hilmir heidningan,
legði hann í bond,
spardi hvørki stál ei jarn
um hans ljósu hond.

88. Legði hann hann í saðil sín,
so er komið til mín,
førdi hann so til hallar heim
for Rólant, bróður sín.

89. »Vunnin er Hilmir heidningin,
eingin er hans líki,
eingin hevur so reystur verið
her í tínum ríki.«

90. Svaraði keisar Karlamagnus:
»Vilt tú kristin verða,
tá gevi eg tær gull og fæ
og riddara navn at bera.«

91. Svaraði Hilmir heidningin,
frá man frættast víða:
»Tú skalt lána mær skjold og svørð,
eg vil við Rólant stríða.«

92. Svaraði keisarin Karlamagnus,
hann letur á vreiði renna:
»Førið hann í tornið inn,
í morgin skal hann brenna.«

93. Hilmir gekk at breiðum borði,
riddarin var hann mæti:
Hann treiv um keisarans hvíta skegg,
hann rykti hann fram úr sæti.

94. Olgar tók tá harra sín,
hann lyfti hann upp í sætið:
»Vilt tú, Hilmir, kristna teg,
riddarin ert tú mæti.

95. Vilt tú, Hilmir, kristna teg,
gávu skalt tú fáa:
Danmørk eri eg borin til,
sjálvur skalt tú tí ráða.«

96. »Gjarna vil eg kristna meg,
í stríð við tær at standa,
tá eg havi Rólant jall
skilt við lív og anda.

97. Gevið mær bæði skjold og svørð,
sum mær er sómi at bera;
tá eg havi Rólant vegið,
skal eg kristin verða.«

98. Svaraði keisar Karlamagnus,
sær til Rólant vendi:
»Gakk í skógv og kynd eitt bál,
tað verður Hilmirs endi.«

99. Svaraði kappin Baldavín,
hann stendur við gyltum knívi:
»Ikki skal hann brendur verða,
so leingi eg eri í lívi.«

100. »Hilmir, tú skalt kristna teg,
tað skalt tú mær gera,
so gevi eg tær skjold og svørð,
eg skal tín bróðir vera.«

101. »Vilt tú geva mær brynju og hjálm,
skjold og svørð at bera,
tá eg havi Rólant vegið,
skal eg kristin verða.«

102. Rólant sprakk um borðið fram
við Dýrindal í hendi,
høgdi niður á Hilmirs høvur,
so oddur í gólvið rendi.

103. Vreiður varð hann Baldavín,
hann skein sum gullið reyða:
»Var ikki Rólant bróðir mín,
so skuldi eg hevnt hans deyða.

104. Mikil ert tú, bróðir mín,
og væl tú brandin ber;
táið vit vóru í Espalín,
stóð eg fyri teg.

105. Kemur tú aftur í Espalín
at standa í tungum stríði,
har hevur Baldavín, bróðir tín,
staðið við tína síðu.«

106. Hann kastaði búgvið svørð á borð,
hann fór úr brynju tunga:
»Skjótt kemur Angulund kongurin
at hevna Amund unga.«

107. Baldavín gekk av borgum út,
hann var so nýtur drongur:
»Farvæl, Rólant, bróðir mín,
eg dugni tær ikki longur.«

108. Olgar tók í keisarans hond,
hann gerst í andliti reyður:
»Var ikki Rólant tín systurson,
so hevndi eg Hilmirs deyða!«

109. Olgar tók um búgvið svørð,
sum var av stáli stinna:
»Baldavín var tín systurson,
hans líki var ikki at finna.

110. At hann reið av borgum út,
tað eykar mær sorg og harm.
Koma tit aftur í Espalín,
tit sakna hans sterka arm.

111. Hann er eingin av heidningum,
ið stár honum høgg av hondum:
ikki finnist líki hans
her í tínum londum.«

112. Nú skal lætta ljóðið av
bæði við gleði og gleim,
inntil kappin Gýðin jall
kemur frá Angulund heim.

(c) Dansifelagið í Havn