Kvæðasavn

Ólivars kvæði

Uppskrift: FK 98k, 25, pp. 173-189.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Árla var um morgunin,
tá ið sólin roðar í ský,
tá kom maður ríðandi
at Karlamagnus bý.

2. Árla var um morgunin,
tá ið sólin roðar í fjøll,
har kom maður ríðandi
til Karlamagnus høll.

3. Maður kom í hallina inn,
mikil var hann og bjartur,
hann gekk tætt til keisaran
við búgvum brandi glarta.

4. Leggur hann svørð á keisarans knæ
og hevur tað fyrst við orði:
»Hvaðan eru teir miklu menn,
sum sita her við borðið?«

5. »Hetta eru keisarans bestu menn,
sum kempur kalla á sinni,
teir halda vakt um moyggjasal
bæði úti og inni.«

6. Keisarin lesur tær kristnu lærur,
tá yppaðist einki betri:
»Hvaðan ert tú sigldur út,
tú tín hin heidni rekki?«

7. »Eg eri komin úr heidnum londum
at finna keisar Karl,
síggja hansara bestu menn
og stríðast við Rólant jall.«

8. Upp leyp keisarans systurson,
heitir á Ólivar hendur:
»Vilt tú ikki kristna teg,
so verður tú aftur vendur.«

9. Svaraði reysti Ólivar jall,
tann hin heidni drongur:
»Eg kristnist ei á hesum sinni,
eg viti nú hvussu gongur.«

10. Rólant tekur Dýrindal
í báðar sínar hendur,
høggur til hjálm á Ólivar,
sprettir um hansara 'lendur'.

11. Ólivar brá tí bitra brandi,
av ilsku sárið kendi,
høggið bar til Rólant jall,
men snarliga frá tí vendi.

12. Teir tumblaðust út av keisarans høll
bæði við knak og brak,
komu á tann víða vøll,
sum herin skal halda sak.

13. »Har skulu vit nú halda leik,
vilt tú teg ikki kristna,
tað verður fyrst á einum sinni,
um enn eg lati tað 'Risna'.

14. Eg kenni væl keisarans systurson,
er gjørdur fullgóð treystur,
so tá allar keisarans menn,
bæði ríkar og reystar.«

15. »Her skal gjalda høggini tung,
bresta við hørðum streingi,
tað má kosta høvur títt,
eg kristni teg ikki leingi.«

16. So tók Rólant Dýrindal,
reiggjar av mikli fart,
høgdi tá pá Ólivar jall,
hann gav honum sárið stórt.

17. Ólivar jall hevur sárið fingið,
ei stendur tað til bót:
»Høggi eg tað annað høgg,
so fellur tú deyður for fót.

18. Vilt tú ikki kristna teg,
keisaran ganga til handa,
vita skalt tú, Ólivar jall,
tú sleppur ei úr vanda.«

19. Svaraði reysti Ólivar jall,
heldur á reyðum ringi:
»Eg skal lata kristna meg
við keisarans herjatingi.«

20. Leiddur varð hann Ólivar jall
í keisarans borgarhøll,
við honum fylgdust hundrað menn,
har hoyrdist tungan snjøll.

21. So kristna teir Ólivar jall,
tað gekk tá eftir vilja,
fimtan spor av múri leyp,
hann bað, teir máttu dylja.

22. So kristna teir Ólivar jall,
prestar at lesa og syngja,
hoyrast mátti langan veg,
tá ið klokkur tóku at ringja.

23. Nú er kristin Ólivar jall,
hann vil ei heidningar 'suiia',
hvar teir koma um londini,
so biður hann móti stríða.

24. Hetta saknaðu heidningar,
eftir tí Ólivar jall:
»Hann hevur latið kristna seg
innan keisarans hall.

25. Hann hevur latið kristna seg,
gjørt os tað ímóti,
snaran skal hann deyðan fá,
kemur hann fyri spjótið.«

26. Vreiðir gjørdust heidningar,
teir skelva við heitum liða,
hvessa bæði skjold og spjót,
fara so út at ríða.

27. »Farið tveir fyri keisaran,
berið honum boð av sonnum,
hann skal ríða í dalin fram
at stríðast mót heidnum monnum!

28. Ikki skal hann Ólivar jall
njóta av tí arvi,
tí hann helt til keisaran
undir tað krókuta 'blabrvi'.«

29. Gingu so fyri keisaran,
søgdu so satt ífrá:
»Tær skuluð ríða í dalin fram,
har skal stríðið stá!«

30. Snarliga klæddist keisarin,
valdi sínar menn,
Ólivar jallur fyrstur og fremstur
ríður nú líka enn.

31. Tá ið teir komu í dalin fram,
sóu teir heidningar ríða,
har leyp hvør sum sterkastur,
hvør vil ikki øðrum bíða.

32. Stóran sóu teir heidnan her,
klettar skulvu úr fjøllum,
ikki óttaðist Ólivar jall
at ríða ímót teim øllum.

33. Rólant jall og Olgar danski,
mangir garpar reystir,
sum ikki verða her á navni nevndir,
gjørdir úr gívrum treystir.

34. Tá ið teir komu í dalin fram,
vóru sum grimmir úlvar,
sóu allar heidningar,
tróðu jørð til kálva.

35. »Ver vælkomin, Ólivar jall,
gongur tú os til handa,
keisarin skal í gálgan upp,
men Rólant út á brandar.

36. Olgar skal í tornið inn,
sum hann er vanur at sita,
tú skalt víkja frá keisaranum,
so fært tú betur at líta.«

37. Vreiður gjørdist Ólivar jall,
hann stóð við svørði búgv:
»Fyrr skal rivna dalar og fjøll,
enn eg falli úr trúgv.«

38. Snarliga leyp tann heidni kongur,
tá ið hann hoyrdi Ólivars orð,
sendi so út tann fyrsta her,
við breiðum skjoldum fór.

39. Fyrstur reið hann Olgar danski
í heidnan herin fram,
hundrað feldi hann heidningar,
sum tá mót honum rann.

40. Næstur reið tá Ólivar jall,
Rólant sjálvur á baki,
teir kundu mangar heidningar
snart av lívi taka.

41. So hevði gjaldið høggini tung,
mongum øgdist at síggja,
allir máttu heidningar inn
her fyri kongin flýggja.

42. Gingu so fyri kongin inn
at siga honum frá:
»Vær hava staðið í hørðum stríði,
ikki kann bíta á.

43. Raskir eru keisarans menn,
teir kunnu væl leika við brandi,
Ólivar jall og Olgar danski,
slíkir eru ikki í landi.

44. Ei kunnu vit teim neisir vinna,
meðan vit lata fara,
so er sagdur Rólant jall,
hann loypur sum hjørtin harða.

45. So er sagdur Rólant jall,
hann loypur sum hjørtin harða,
tá ið tit koma í stríð við hann,
taki seg væl í vara.«

46. »Nú skal seta út annan her,
mest út av tí besta,
Farakundi og Jakimundur,
teir kunnu so mangan fresta.

47. Enn er ein av talinum,
hann ber ein yvir øllum,
hann er ongum líkari
enn tí svarta trølli.

48. Hann er ongum líkari
enn tí versta trølli,
hann ber brún og bráðar herðar,
stendur upp mót fjøllum.

49. Hann ber brún og bráðar herðar,
stendur so upp mót fjalli,
hann kann doyva keisaran
og garpar hansara allar.«

50. Tá kom aftur tann størsti herur
í manga túsund tal,
slerdi ring mót keisarans her,
um loftið lúta skal.

51. Stríðast hart og stríðast skarpt,
leika við brandar nýggjar,
blóðið dreiv í himmal hátt,
og har vil eingin flýggja.

52. Stríðast hart og stríðast skarpt,
ei var kátt at elva,
har galt einki listimet
til frúarleik at telva.

53. Stríðast har og stríðast skarpt,
alt fyri uttan gaman,
Ólivar jall og svarta trøll,
tá barst báðum saman.

54. Har kom fram tann stóri maður,
lagdur við brandin beyga,
tað hevur verið av sonnum sagt,
var fet ímillum eygun.

55. Skeggið er sum sótið svart,
hongur niður á bringu,
neglir eru sum bukkahorn
og alin fram av fingrum.

56. Skeggið er sum sótið svart,
tað stendur niður á belti,
eyguni eru sum tjarnir tvær,
á tenn sum á villini gelti.

57. Skeggið er sum sótið svart,
tað hongur niður á kníggja,
ikki óttast Ólivar jall
mót slíkum trølli at síggja.

58. Tað var hetta ljóta trøll,
av vreiði tekur at springa:
»Nú skal eg teg, Ólivar jall,
við hvøssum stongum stinga.«

59. Reistist so av alvi upp,
brá tá stong í hendi,
sipaði so í veðrið upp,
eftir Ólivar rendi.

60. Undan brá seg Ólivar jall,
heitan hjálmin kendi:
»Harra Gud av himmiríki
hann styrki mítt svørð í hendi.«

61. Ólivar tók at høgga tá
sum reystir keisars menn,
ikki kundi hann longur vinna,
hann kleyv hann niður í tenn.

62. Ikki kundi hann longur vinna,
svørðið tað stóð í tonnum:
»Má tað vera tann frægari
av øllum kongsins monnum?«

63. Olgar høggur við Breiðfelt svørði,
tá gall mikil mæki,
fullu fyri honum niður
hundrað tylvtir á baki.

64. Olgar høggur við Breiðfelt svørði,
tað gellir í bein og hjarta,
heitur eldur á herðum brann
frá heidninginum tí svarta.

65. Tá kom kempan Jákimund,
bar høvur yvir allar:
»Eg kalli tað einki roysni vera
at sláa gamlar kallar.«

66. »Skammast mást tú Jákimund,
hevur tú valt út kallar,
teir skuldu ligið í øskuni,
har sum grísir falla.«

67. »Grískir eru teir heidningar,
sum koma út at stríða,
hvar er danski Olgarin,
sum eg skal móti ríða?«

68. Jákimund høgdi í hamars tong,
tá skulvu jørð og steinar:
»Kom nú, Olgar, fyri banan mín,
nú skal eg hann royna!«

69. Olgar tekur Breiðfelt svørð,
upp í veðrið brá,
tríggjar alin brynjan støkk
av Jákimund kempu tá.

70. Har var bæði rumbul og stríð,
har vil eingin spara,
blóðið rann úr Jákimundi
sum stríði streymur til jarðar.

71. Justamund, Jákimunds bróðir,
nógv hevði hann at gera,
hitti keisarans sælu dóttur
undir teim borgum bera.

72. Tekur hann fatt á keisarans dóttur,
rívur av henni klæði,
verja vil hon seg manniliga,
við hørðum tókust bæði.

73. Tekur hann fatt á keisarans dóttur,
ger við hana vold:
»Líkari var tær, Justamundur,
staðið mót Olgars skjold.«

74. Stríðist hann við keisarans dóttur,
við ongum sigur at vinna:
»Verða vit bæði við stríði leingi,
so skulu vit saman finna.«

75. Stríðist hann við keisarans dóttur,
biður tá hana lova:
»Eftir mínum vilja og ráð
hjá mær sjálvum sova.«

76. Svaraði væna keisarans dóttir,
hon hevði so mikið vovað:
»Tað náir eingin heiðin hundur
her hjá mær at sova.«

77. Tað var væna keisarans dóttir,
væl kundi hon seg verja,
ikki tordi Justamundur
longur á hana herja.

78. Olgar stríðist við Jákimundi,
so er hvør við sítt,
blóðið rennur til jarðar niður
rætt sum í streymi strítt.

79. Møttust teir í stríði,
blóðið dreiv úr báðum,
Olgar begynnir at høgga til
við mongum góðum ráðum.

80. Tað var Olgar danski,
hann beint í veðrið stardi:
»Nú skal høgga sum forðum var,
tá ið keisar Karl meg lærdi.

81. Nú skal eg við breiðum skjoldi
eftir keisars vilja
taka teg við miklum alvi,
sundur í lutir at skilja.«

82. Olgar gevur høggið stórt,
tá skulvu borgir og lundir,
so høgdi hann Jákimund
av um miðju sundur.

83. Tað var Olgar danski,
hann gjørdi tað ei av neyð,
so tók hann tann heidna hund
og skildi hann sundur í tvey.

84. Tað var Olgar danski,
hann seg tilbaka vendi,
tá kom heidni Justamundur
við stórum hamar í hendi.

85. »Tú hevur sligið bróður mín,
eg skal teg einki takka,
henda sama hamaran
skalt tú her fá at smakka.

86. Tú hevur dripið bróður mín,
tað skal eg aftur gella,
síðan skal eg hamarin
í tínum heysi smella.«

87. »Tegið, tú heidni reiðrarungi,
sum frúgvur vil taka við vold,
ofta hevur mætari maður
lamist fyri mítt skjold!«

88. Justamundur reiggjar høggið til,
'siørt' í eldin fleyg,
rakti mitt á Olgars svørð,
so hamarin gekk í tvey.

89. Rakti mitt á Olgars svørð,
so hamarin gekk í tvey,
Olgar høgdi hart ímót,
hann skildi hann sundur í sjey.

90. Tað var reysti Farakundi,
ongum hevði hann fyri stúrað,
hann hevði Olgar á hondum tikið,
lagt hann undir mura.

91. Hann hevði mangan fanga tikið
og sparað so teirra lív,
tað kann eingin í verðini
at fara mót honum í stríð.

92. Ikki kann nakað svørð á bíta,
so hart er kjøt og blóð,
mikil er hann at síggja ímót,
tá ið hann á jørðini stóð.

93. Hann hevur mangan kristnan mann
bæði stungið og sligið,
so hevur hann teir hondum tikið,
út av londum drigið.

94. Harra Gud av himmiríki,
mikil stóð tann makt,
heidningar sum undan flýddu,
so er frá tí sagt.

95. Harra Gud av himmiríki,
mikil var tann pína,
so var sagt, at heidningar
undan máttu dvína.

96. Tá stóð upp tann heidningur,
sum Farakundi æt,
hann tók Rólant av jørðini
á hest sín setir aftrat.

97. Setir hann Rólant á hestin sín,
ger tað við mesta blíði,
tá sæst tað á Rólanti,
at hann vildi við hann stríða.

98. Reið so burtur frá leikvølli
langan veg harfrá,
Rólant skemtar á hestabaki,
við hørðum tekur á.

99. Rólant tekur í skeggið fast
og lesir seg upp á loft,
ikki vikaðist kappin reysti,
nú gerst spælið grovt.

100. Ristir hann skegg á Farakunda,
so maktin toldi ei ofta:
»Hoyr tú, Rólant, hvør tú ert,
her gerst nú spælið grovt!«

101. Tá ið Rólant hetta sá,
hann tekur at hvessa mæka:
»Harðir eru slíkir garpar
her við hondum at taka.«

102. Harðir eru slíkir garpar,
fáur má tær lova,
so var Kundi av maktini 'sveka',
fúsur er til at sova.

103. »Hoyr tú, Rólant, lítil mann,
tað skal eg tær lova,
tú skalt høgga, hvøssu tú vilt,
meðan eg gangi at sova!

104. Høgg meg bak, og høgg meg for,
høgg so hvat, ið kann,
ikki bítur á mínum kroppi,
hvøssu tú strýkur fram!

105. Tað var mær í forðum spátt,
tá ið eg var eitt barn,
hvørki skuldi eg óttast fyri
stáli ella jarn.

106. Tað var mær í forðum spátt,
tá ið eg gekk á gólvi,
taka til mítt egið svørð
og stinga í mín nalva.

107. Mær kann einki bíta á,
so er borið á alvi,
uttan at taka mítt egið svørð,
renna í mín nalva.«

108. Tað var Farakundi,
hann legðist á grønan vøll,
Rólant tekur ein stóran stein
og leggur undir hans høvd.

109. Leggur hann henda stóra stein,
fast undir hálsin rakar,
Rólant hugsar við sjálvum sær:
»Nú skal betur taka.«

110. Steinin hann undir høvdið legði,
so er frá tí sagt,
ei visti hann av svikunum,
hvat ið Rólant hevði í akt.

111. Svaraði Farakundi
av so tungum móði:
»Tað síggi eg á sjálvum tær,
tú ert av aðalblóði.«

112. »So eri eg av alvi borin,
staðið í stríði og vanda,
eg eri keisarans systursonur,
higar úr Fraklandi.«

113. Snarliga tyngdi honum tá,
hann kundi ei uppaftur líta,
Rólant fór eftir svørðinum
at vita, sum best kann bíta.

114. Rótið hoyrist langan veg,
neistar úr nøsum fúka,
Rólant tók sín búgvin brand,
ei var mjúkt at strúka.

115. Rólant tekur tá Dýrindal,
upp í veðrið brá,
snarliga ætlaði hann at høgga
hansara høvur frá.

116. So var høggið væniligt,
sum mangur mundi á líta,
ikki kundi Dýrindal
á hansara hálsi bíta.

117. Tað var reysti Rólant jall,
letur tá hálsin berja:
»Doyr hann ikki sovandi,
vakandi doyr hann verri.«

118. Rólant høggini falla letur
bæði mong og tung,
ikki vaknaði tann heidni upp,
um hann hevði verið ungur.

119. Rólant gevur høggini
bæði títt og langan,
ikki bítur á hálsinum,
hvussu hann letur ganga.

120. Rólant tekur at spretta upp
hjálm og brynju frá,
beran hevði hann nalvan fingið,
og har skal bíta á.

121. Tekur hann so til svørðið tað,
átti tann heidni hundur,
lítið kundi hann reiggja við,
so var hamari tungur.

122. Rólant gav so stórt eitt rend,
við hørðum 'aidra tæl',
høggið kom í nalvan inn,
ígjøgnum ryggin skar.

123. Hann vaknaði upp við køldum dreymi,
tá ið svørðið stóð fast í miðju,
har lá hann so slættiliga,
rætt sum torusligin.

124. Tungan tók at tala,
tá ið blóðið rann á vølli:
»Hevði eg vitað av svikinum,
maður var eg yvir øllum.«

125. Tungan tók at tala
bæði hart og skarpt:
»Takk, mín gudur, Mahomet,
nú doyggi eg snart.«

126. Rólant tekur bæði skjoldini,
so heim 'tæ' aftur at ríða,
tá ið hann kom á dalin fram,
sá hann einki at stríða.

127. Tá vóru flýddir heidningar
út av keisarans landi,
Olgar danski og hinir allir
fúsir eftir teim ganga.

128. Tá Farakundi deyður var,
sum høvur bar yvir øllum,
hann hevði ongum líkari verið
enn teim verstu trøllum.

129. Saknur var í Farakundi,
sum høvur bar yvir allar,
so var, sum tað heidna liðið
alt var frá tí fallið.

130. So var, sum tað heidna liðið
alt var frá tí vigið,
hann hevði manga kristna kempu
snart av lívið tikið.

131. Nú eru deyðir heidningar,
sumt var flýtt av landi,
drivu so aftur fyri Onglands kong
við sorg og tungan vanda.

132. Ólivar leyp yvir dalin fram,
tað var maður lættur,
so var maður lættur tá,
verkið stóð í hætti.

133. Ólivar leyp yvir dalar og fjøll,
tá var hann so lættur,
so var sagt, at høvdingar
teir sóust ikki aftur.

134. Summir vóru flýddir,
summir deyðir við skjoldi,
takka má eg Ólivar jall,
sum hetta stríðið voldi.

135. Kvøðið er um henda leik,
sum allar ævir skal venda,
hetta kallast Ólivar kvæði,
nú er komið til enda.

(c) Dansifelagið í Havn