Kvæðasavn

Ívint Herintsson

Uppskrift: FK 100C, 26, pp. 191-221.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

I. Jákimann kongur.

1. Jákimann kongur í Húnalandi
svør for gyltan eyð:
»Hann skal Artans systur festa,
antin hon vil ella ei.«

Fuglin í fjøruni, við sítt nevið reyða,
mangt eitt dýr og høviskan fugl
hevur hann greitt frá deyða,
fuglin í fjøruni.

2. Jákimann kongur í Húnalondum
svór for gyltan vág:
»Hann skal Artans systur festa,
sjálv skal hon ikki ráða.«

3. Svaraði ein av sveinunum,
reyðargull bar á hond:
»Tú fært ikki Artans systur,
tí hon er biðlavond.«

4. Svaraði ein av sveinunum,
sum tænað hevði henni:
»Tú fært ikki Artans systur,
um enn eg jumfrú kenni.«

5. Svaraði reysti Jákimann kongur,
so tók hann uppá:
»Hagar streingi eg eiti mítt,
tað stendur mær hugur á.

6. Hana skal eg streingja
mínum bønarorðum á,
at biðja vønu Artans systur,
tað stendur hvat av ið má.«

7. So letur reysti Jákimann kongur
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

8. So letur reysti Jákimann kongur
búgva skipini sín,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so vín.

9. So letur reysti Jákimann kongur
búgva skipini stór,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór.

10. Bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór,
tó hann siglir í fimtan vetrar,
fattast hann ikki fóður.

11. Bræddir reyðar brandar,
borðini vóru ný,
forgyltir leikaðu ringarnir
upp í miðal ský.

12. Bræddir reyðar brandar,
skorin var hvør stokkur,
stavnið og stýrið av reyðargulli,
so var seglið í toppi.

13. Ganga teir til strandar oman,
ríkir menn og reystir,
lunnar brustu, og jørðin skalv,
tá ið knørr varð tikið úr neysti.

14. Vant hann upp síni silkisegl,
bæði gul og blá,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn á Artans vág.

15. Kastar sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig hann Jákimann kongur
sínum fótum á land.

16. Fyrstur steig hann Jákimann kongur
sínum fótum á land,
tólv brynjaðir adilsmenn
undir hans høgru hand.

17. Jákimann kongur í Húnalondum
honum er lokur læst,
hann er átjan alin høgur
upp frá saðil á hesti.

18. Eyguni eru sum tjarnir tvær,
og ennið hevur hann bratt,
átjan alin er ryggur hansara,
og hartil sigi eg satt.

19. Neglir eru sum bukkahorn
og alin fram av fingri,
skeggið er sum sótið svart,
tað hongur niður á bringu.

20. Skeggið er sum sótið svart,
tað hongur niður á belti,
eyguni eru sum tjarnir tvær,
og tenn sum í villini gelti.

21. Ógvuligur er kjaftur hansara,
favnir og fetjar breiður,
so eru tenn í heysi hans
sum størsta kvinnu skeið.

22. Jákimann kongur í Húnalondum,
sum søgur ganga frá,
høgrumegin svartur er
og vinstrumegin grá.

23. Høgrumegin svartur er
og vinstrumegin grá,
ógvuligur er skortur hans,
og kjafturin sum ein gjá.

24. Ógvuligur er skortur hansara,
og nasar hevur hann langar,
so langt er hans kjálkabein,
sum fjórðingur at ganga.

25. Tað var reysti Jákimann kongur,
gekk frá strondum niðan,
skundaði sær at Artans høll
við alt sítt valdra lið.

26. Allir veggir sviktaðu,
tá ið hann gekk á tún,
allar hurðar klovnaðu,
áðrenn hann fekk rúm.

27. Allir veggir sviktaðu,
tá ið hann stuttist við,
allir beinkir brotnaðu,
tá ið hann settist niður.

28. Allir beinkir brotnaðu,
tá hann gekk í sæti,
Artan hugsar við sjálvum sær:
»Slíkt eru trøllalæti.«

29. Tað var væna Artans systir,
varð seg so illa við,
fyrst hon kongin við eygum sá,
hon fell í óvit niður.

30. »Artan, gift meg ei við hesum manni,
ger mær ei tann vanda,
kemur hondin at klappa mær,
tað kann ikki beinið halda!

31. Artan, gift meg ei við hesum manni,
ger mær ei tað valdið,
strýkur hann mær við sínari hond,
lív kann eg ikki halda!

32. Gift meg ei við hesum manni,
ger mær ei tað valdið,
strýkur hann mær við sínari hond,
lív kann eg ikki halda!

33. Kemur hondin at klappa mær,
tað kann ikki beinið halda,
send boð eftir Herint Ívintsson,
so er hans lív í vanda!«

34. Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
hann var skrýddur við skarlak
niður á hóvarskegg.

35. Út varð loystur gangarin,
ið sendisvein skuldi á ríða,
hann var skrýddur við skarlak
niður á miðal síðu.

36. Hann var skrýddur við skarlak
niður á miðal síðu,
forgyltur var saðilin,
ið sendisvein skuldi á ríða.

37. So reið hann sendisvein
yvir dalar og fjøll,
áðrenn dagur at kvøldi kom,
tá var hann á Herints høll.

38. Tað var ið hann sendisvein,
stedaðist hann for borð:
»Hoyr tað, Herint Ívintsson,
Artan hevur sent tær boð!

39. Hoyr tað, Herint Ívintsson,
lurta nú eftir mær,
her hevur tú tey brævini,
sum Artan sendi tær!«

40. So varð Herint Ívintsson
glaður við tað orð,
hann klæddist í skjold og harniskju,
so sítt bitra svørð.

41. Út varð loystur gangarin,
sum hann Herint skuldi á ríða,
hann var skrýddur við skarlak
niður á miðal síðu.

42. Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
hann var skrýddur við skarlak
niður á hóvarskegg.

43. Hann var skrýddur við skarlak
niður á miðal síðu,
forgyltur var tann saðilin,
sum Herint skuldi á ríða.

44. So reið Herint Ívintsson
yvir dalar og fjøll,
áðrenn dagur at kvøldi kom,
tá var hann á Artans høll.

45. Drukku teir í glasstovuborg
fullar mánar tvá,
ikki fekk hann Jákimann kongur
Artans systur at sjá.

46. Drukku teir í glasstovuborg
fullar mánar tríggjar,
ikki fekk hann Jákimann kongur
Artans systur at síggja.

47. Herint gongur at hallardurum
glaður í góðum minni:
»Ert tú her inni, Jákimann kongur,
eg krevji teg út á sinni?

48. Ert tú her inni, Jákimann kongur?
eg krevji teg út at ríða
í tann sama grøna vøll,
sum riddarar plaga at stríða.«

49. »Tú tarvt einki, reiðrarungi,
bregða mær við elli,
bresti eg fingur í ennið á tær,
so liggur tú deyður á vølli.«

50. »Tú tarvt einki, Jákimann kong,
tóast tú ert vaksin,
oftum hevur so lítil túva
velt so stórt eitt lass.«

51. Herint gongur at hallardurum
glaður í góðum minni:
»Ert tú her inni, Jákimann kongur,
eg krevji teg á øðrum sinni?

52. Ert tú her inni, Jákimann kongur,
eg bjóði tær út at ríða
á tann sama grøna vøll,
sum riddarar plaga at stríða?«

53. »Tú tarvt einki, reiðrarungi,
bregða mær við elli,
bresti eg fingur í ennið á tær,
so liggur tú deyður á vølli.«

54. »Tú tarvt einki, Jákimann kongur,
tó at tú ert vaksin,
oftum hevur so lítil túva
velt so stórt eitt lass.«

55. »Tú ert ungur og óstiltur,
hvar tú kemur í víggi,
tað er meg tað eiti mest,
tú vilt fyri ongum flýggja.«

56. Herint gongur at hallardurum
glaður í góðum minni:
»Ert tú her inni, Jákimann kongur,
eg krevji teg triðja sinni?

57. Ert tú her inni, Jákimann kongur,
eg krevji teg út at ríða
á tann sama grøna vøll,
sum riddarar plaga at stríða?«

58. »Tú tarvt einki, reiðrarungi,
bregða mær við elli,
bresti eg fingur í ennið á tær,
so liggur tú deyður á vølli.«

59. »Tú tarvt einki, Jákimann kongur,
tó at tú ert vaksin,
oftum hevur so lítil túva
velt so stórt eitt lass.«

60. »Tú ert ungur og óstiltur,
hvar tú kemur um víggja,
tað er meg tað eiti mest,
tú vilt fyri ongum flýggja.«

61. »Hoyr tú, reysti Jákimann kongur,
tú skalt ikki frúnna njóta,
eg skal hallina yvir tær
í hundrað partar bróta!«

62. Tað var reysti Jákimann kongur,
reisti út av høll,
møtti hann Herint Ívintsson,
hann kom á grønan vøll.

63. Lystiligt var at lýða á,
hvør mong var tungan snjøll,
løgdu sínum bardøgum
so skamt frá kongsins høll.

64. Tað var Herint Ívintsson,
hann kvistaði við sínum skildi,
hann høgdi kjaftin av Jákimann kongi,
hondin og oyrað fylgdi.

65. Jákimann kongur á vøllin datt,
av so miklum undur
saman runnu lutirnir,
sum á honum vóru sundur.

66. Tað var Herint Ívintsson,
sínum svørði brá,
hann kleyv reystan Jákimann kong
sundur í lutir tvá.

67. Herint hugsar við sjálvum sær:
»Nú er av tað versta,
nú skal fara til hallar heim
Artans systur at festa.«

68. Tað var hann Herint Ívintsson,
tók sær frúnna at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla
og læt ikki longur fresta.

69. Lótu tá til brúdleyps ætla
av so miklum meingi,
kom so mangur hovmaður til
sum fjøður á fuglaveingi.

70. Lótu tá til brúdleyps ætla,
tá var ei at tvørra,
átjan borgum boðið var
og tólv hundrað av hvørji.

71. Drukkið varð teirra brúdleypið,
gott var teirra lív,
bæði gingu í eina song,
Herint og hans vív.

72. Gingu so bæði í eina song,
Herint og hans vív,
síðan hvør, sum boðin var,
haðan heim til sín.

73. Drukkið varð teirra brúdleypið
bæði við gleði og gaman,
tríggjar synir áttu tey,
tey vóru ikki longur saman.

74. Nevndur var teirra fyrsti sonur,
'Ólvuj' Fótur æt hann,
so hevði hann verið í hondum harður,
[hann] blóðgaði ikki mann.

75. Nevndur var teirra annar sonur,
Ívint eitur svá,
so hevði hann verið í hondum hagur,
blóðgaði ikki ein ella tvá.

76. Eg kann ikki sannari
siga tær ífrá,
nevndur var teirra triði sonur,
og hann Kvikilsprá.

II. Kvikilbragd.

1. Kvikilbragd stígur á gangaran sín,
hann var av dreingjatali,
hann kom niður á Girtlandi
fram hjá einum sali.

Fuglin í fjøruni, við sítt nevið reyða,
mangt eitt dýr og høviskan fugl
hevur hann greitt frá deyða,
fuglin í fjøruni.

2. Allir veggir sviktaðu,
hvar hann gekk í tún,
allar hurðar klovnaðu,
áðrenn hann fekk rúm.

3. Allir veggir sviktaðu,
hvar hann studdi seg við,
allir beinkir brotnaðu,
hvar hann setti seg niður.

4. Allir beinkir brotnaðu,
tá ið hann gekk í sæti.
Ívint talar til Ragnar tá:
»Slíkt eru trøllalæti.«

5. Kvikilbragd stendur á hallargólvi,
fyrr hevur verið siður,
hevur alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

6. Kvikilbragd stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðju sína:
»Sit væl, reysti Girtlands kongur,
gev mær dóttur tína!«

7. Tóku teir unga Kvikilbragd,
settu á grønan vøll,
eingin sá hans litar brá,
men tungan var so snjøll.

8. Fimtan høvdu edilingar
sárini undir skinn,
áðrenn teir høvdu Kvikilbragd
í myrkastovu inn.

9. Fimtan høvdu edilingar
sárini undir hond,
áðrenn teir høvdu Kvikilbragd
í myrkastovubond.

10. Settu teir hann í myrkastovu,
vunnu honum tann ekka,
hvørki læt til lagar føra
matin ella drekka.

11. Settu teir hann í myrkastovu,
einum manni at ráða,
hann hevur so mangar óvinir,
nú stendur hans lív í váða.

12. Settu teir hann í myrkastovu,
hartil mans at gæta,
hann hevur so mangar óvinir
um sítt lív at træta.

13. Fimur var hann á fótunum,
sum boðini skuldi bera
hagar heim til landanna,
sum Ívint mundi vera.

14. Fimur var hann á fótunum,
sum boðini tá bar
hagar heim til landanna,
sum Ívint fyri var.

15. »Tín bróðir á Girtlandi
er staddur í stórum vanda,
stendur í veður Girtland alt
og Rósumund til handa.

16. Tín bróðir er á Girtlandi
staddur í stórari neyð,
stendur í veður Girtland alt,
Rósumund til eyð.«

17. Tað var Ívint Herintsson
sínum borðum skeyt,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi fleyt.

18. Tað var Ívint Herintsson
seg um borðið vendi,
allur hansara brúni mjøður
á hallargólvið rendi.

19. Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
hann var skrýddur við skarlak
niður á hóvarskegg.

20. Út varð loystur gangarin,
sum Ívint skuldi á ríða,
hann var skrýddur við skarlak
niður á miðal síðu.

21. Hann var klæddur í skarlak
niður á miðal síðu,
forgyltur var saðilin,
sum Ívint skuldi á ríða.

22. Tá ið teir komu á Sufíuborg,
teir funnu ikki veg at ganga,
slitu hurðar úr seigum jarni,
loystu reystan fanga.

23. Teir slitu hurðar av seigum jarni,
loystu reystan fanga:
»Statt upp, Kvikilbragd, bróðir mín,
ert tú førur at ganga?«

24. »Hoyr tú, Ívint, bróðir mín,
bíða mær eina stund,
eg havi konginum skatt at lúka
gjøgnum grøna lund.«

25. Upp steig ungi Kvikilbragd,
til ilsku var hann fús:
»Eg havi av konginum skatt at lúka
fyri tað myrka hús.«

26. Upp steig ungi Kvikilbragd
við sítt hjarta balda:
»Eg havi av konginum skatt at lúka
fyri tað jarnið kalda.«

27. So reið ungi Kvikilbragd
beinan vegin fram,
klývur hvønn um tvørar herðar,
móti honum rann.

28. Teir kluvu hvønn um tvørar herðar,
móti teimum rann,
eftir stóð hann kongurin
við sín triðja mann.

29. So reið ungi Kvikilbragd,
ongum gevur hann grið,
kongurin er kropin
undir borgarlið.

30. Kongurin er kropin
undir borgarlið:
»Mín kæri Kvikilbragd,
gev mær grið!

31. Mín kæri Kvikilbragd,
gev mær grið,
hetta bað eg ongan
stavkallin fyrr!«

32. Kvikilbragd stendur á grønum vølli,
skjýtur upp við gamni:
»Hesin sami stavkallur
tykist vera tín javni.«

33. Tað var ungi Kvikilbragd,
sínum svørði brá,
miðjan kleyv hann Girtlands kong
sundur í lutir tvá.

34. So reið ungi Kvikilbragd
gjøgnum grøna lund,
einki gól tá eftir honum
heykur ella hund.

35. So reið ungi Kvikilbragd
gjøgnum grøna líð,
einki gól tá eftir honum
heykur nema hýð.

36. Fest varð frúgvin Rósumund
við so mikið meingi,
ráddi fyri Girtlandi,
var har kongur leingi.

III. Galiants kvæði.

1. Artan kongur í Garðaríki,
nú er um tað at fregna,
væl var hann í fjøldum nevndur,
sum gitið má vera leingi.

Stígum fastara [á] gólv,
sparum ei vár skó!
Gud má ráða,
hvar vit drekka í onnur jól.

2. Tað var siður í ríkinum,
tá ið Artans dagar vóru,
har mátti eingin ganga til borðs,
fyrr enn ný tíðindi til bórust.

3. Alt var ísenn at 'tidnabrast',
njósnir tóku at rúka,
skutlar vóru í Artans høll,
breitt var á borðdúkar.

4. Inn kom maður í Artans høll,
eykar teim øllum harm:
»Eg sær eina villini hind,
leikar fyri borgararm.«

5. »Sært tú eina villini hind
borgina at søkja?»
Upp lupu tvær reystar kempur,
hjá konginum sótu.

6. Til tað svaraði Artan kongur,
talar til sínar jallar:
»Vær skulum hindina við hondum taka,
ei við mongum bondum.«

7. Kongurin skundar sínari ferð
bæði við sveinum og jallum,
tað var mær av sonnum sagt,
at hindin pøsti teir allar.

8. Hindin skundar sínari ferð,
at fjallinum læt hon líða,
ikki kom Ívint Herintsson
fyrstur aftur at ríða.

9. Hindin skundar sínari ferð,
at fjallinum læt hon standa,
ikki kom Ívint Herintsson
fyrstur aftur at ganga.

10. Mitt í lund har stendur ein borg,
mitt í Artans veldi:
»Hoyr tað, Gullbrand, skósvein mín,
vit gistum har at kvøldi.«

11. »Gistir tú ta ríku einkju,
gerir os øllum greiðu,
tað biði eg for sannan Gud,
tú hana ikki mikið at 'baiu'.

12. Tað biði eg for sannan Gud,
tú hana ikki mikið at 'baiu',
hon hevur ei hjá manni sovið
í fimtan vetur og fleiri.«

13. Tað var Ívint Herintsson,
heim í garðin fór,
úti henda ríka einkja
fyri honum stóð.

14. Tað var tá, sum oftum var enn,
duld eru døpul mein,
hann svav hjá teirri ríku frúgv
og gat við henni svein.

15. Árla var um morgunin,
tá dagurin var ljús,
upp stóð Ívint Herintsson
til sína klædna fús.

16. Leggur hon hendur um Ívints háls
og kallar hann søta sín:
»Nær skal eg lata bryggja,
og nær skal eg blanda vín?

17. Nær skal eg lata bryggja,
og nær skal eg blanda vín,
nær skal eg teg aftur vænta,
Ívint, søti mín?«

18. »Statt upp, Gullbrand, skósvein mín,
tú saðla mær ørsið fríða!
Nú lystir meg, sum aðrir riddarar,
heim til hallar at ríða.

19. Nú lystir meg, sum aðrir riddarar,
heim til hallar at ríða,
skemta tær við gull og fæ,
mín tarvt tú ei at bíða!«

20. »Ívint, tú tókst neyðuga meg,
tá gekk mær við sprongd,
harfyri skalt tú sjúkur liggja
fimtan vetur á song.

21. Ívint, tú tókst neyðuga meg,
tað gekk mær við møði,
harfyri skalt tú sjúkur liggja,
eingin skal teg grøða.

22. Ívint, tú tókst neyð[u]ga meg,»
segði tann liljan snjalla,
»harfyri skalt tú sjúkur liggja
aldur og ævir allar.«

23. Ívint reið fram allan dag,
slíkt var mikil villa,
tá ið hann kom í Artans høll,
tá tók hans háls at spilla.

24. Inn kom maður í Artans høll,
sigur teim øllum frá:
»Sjúkur er Ívint Herintsson,
tað er ikki 'dis' betri enn so.

25. Sjúkur er Ívint Herintsson,
tað er ikki betri enn so,
teir studdu mann í saðilin í dag,
so gjølliga eg tað sá.«

26. Ívint stendur á hallargólvi,
talar til sveinar tvá:
»Leiðið meg í tað høga loft,
so eingin má meg sjá!«

27. Ívint stendur á hallargólvi,
talar til sveinar tríggjar:
»Leiðið meg í tað høga loft,
so meg má eingin síggja!«

28. Leiddu teir Ívint Herintsson
í høga loft av ekka,
hann kundi ei á teirri stund
tann brúna mjøð at drekka.

29. Nú skal leggja niður um stund,
eg kvøði [ikki] longur á sinni,
nú skal taka upp annan tátt
betur at leggja í minni.

II.

30. Frúgvin seg við barni gongur
níggju mánar sínar,
til at hennara stundum leið,
hon føðir ein svein so fínan.

31. Frúgvin seg við barni gongur
níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føðir ein svein so baldan.

32. Tað er tá, sum oftum er,
duld eru døpul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.

33. Tað er tá, sum oftum er,
duld eru døpul huga,
frúgvin er gingið í høgaloft,
hon føðir ein svein so prúðan.

34. Væl var hann í klæðum sveiptur,
væl um sínar armar,
síðan varð hann presti borin,
hon kallaði hann dreingin djarvan.

35. Svein varð borin frá kirkju heim
aftur til móður sína,
meiri læt hon røkta hann
enn alt sítt gull í skrín.

36. Svein varð borin frá kirkju heim,
síni móður hjá,
meiri læt hon røkta hann
enn alt sítt gull, hon ár.

37. Svein varð borin frá kirkju heim,
sett á móður knæ,
meiri læt hon røkta hann
enn alt sítt gull og fæ.

38. Svein varð borin frá kirkju heim,
sett á móður fang,
meiri læt hon røkta hann
enn alt sítt gull og sprang.

39. Hann vóks upp hjá síni móður,
honum gav hon 'nuiv',
meiri vóks hann á einum ári
enn onnur børn í trý.

40. Hann vóks upp hjá síni móður,
Gud gav honum vøkst,
meiri vóks hann á einum ári
enn onnur børn í seks.

41. Hann vóks upp hjá síni móður,
hon gav honum eyð,
meiri læt hon røkta hann
enn onnur børnini sjey.

42. Hann vóks upp hjá síni móður,
hon gav honum alvi,
meiri vóks hann á einum ári
enn onnur børn í tólv.

43. Hann vóks upp hjá síni móður,
skjótt og ikki leingi,
til hann gjørdist í høggum tungur,
hann bardi kongsins dreingir.

44. Til hann gjørdist í høggum tungur,
bardi kongsins dreingir,
inntil at teir reiðir vóru,
vóks tað stríð og meingi.

45. Niður settust sveinarnir,
reiðir og teir vóru:
»Líkari var tær faðir at grøtt
enn berja os so stóran.«

46. Niður settust sveinarnir,
reiðir vóru báðir:
»Líkari var tær faðir at grøtt
enn berja os so sáran.«

47. Galiant kastar reyðum skildi
niður á døkka fold,
tá hann hoyrdi faðir sín,
hann sortnaði sum ein mold.

48. Galiant kastar vápn á vøll,
hann lystir ei longur at leika,
hann gongur fyri sína sælu móður
við reyðar kinnir og bleikar.

49. Galiant stendur á hallargólvi,
talar rætt og slætt:
»Sig mær sannan faðir at mær,
og vita vil mína ætt.«

50. »Ívint hann tók neyð[u]ga meg,
og tað gekk mær við sprongd,
harfyri skal hann sjúkur liggja
fimtan vetur á song.

51. Ívint hann tók neyð[u]ga meg,
tað gekk mær við møði,
harfyri skalt tú sjúkur liggja,
eingin skal teg grøða.

52. Ívint hann tók neyð[u]ga meg,«
segði tann liljan snjalla,
»harfyri skal hann sjúkur liggja
aldur og ævir allar.«

53. »Allir mínir veldigu harrar,
sum til mín frætta og fregna,
Galiant og Ívintsson
so skuluð tær meg nevna.«

54. Galiant stendur á hallargólvi
við fløtum svørði í hendi:
»Sama skalt tú deyðan fá,
bøtir tú ikki mín faðirs veldi.«

55. Tað var henda ríka einkja,
skundar undir 'siein':
»Eg haldi teg vera ein galnan svein,
drepur tú móður tína.«

56. So gár hon í kjallaran,
blandar mjøð og vín,
alt so mikla heilsubót
tað letur hon har útí.

57. Alt so mikla heilsubót
tað letur hon har útí,
ber for Ívint Herintsson
og biður hann drekka til sín.

58. »Tak nú hesar reglur tvær
alt foruttan ekka,
tað er mær av sonnum sagt,
av báðum skal hann drekka!

59. Hoyr tú tað, mín sæli sonur,
nú býðst meiri sorg,
tá ið tú kemur til Artans høll,
tá møtir tær Reyður í Borg!

60. Hoyr tað, mín hin sæli sonur,
tær kann einki bella,
tú skalt fáa svørðið tað,
sum faðir tín søkti úr fjalli!

61. Hoyr tað, mín hin sæli sonur,
tú ert í aldri ungur,
tú skalt fáa svørðið tað,
sum kallast Heljartong!«

62. Galiant reið fram allan dag,
til skógurin tók at líða,
og so hesar 'elvur' tvær,
hvørja við sínari síðu.

63. Inn kom maður í Artans høll
og sigur teim øllum frá:
»Eg sær eina villini hind
við mangar brynjur blár.

64. Eg sær eina villini hind
við mangar brynjur blár,
ongum er hann líkari
enn Ívint tann eg sá.«

65. »Ríð nú út, tú riddari í borg,
við tínari jarnstong og happi,
kom so ikki í hallina inn,
fyrr tú hevur hans høvur á skafti!«

66. Út reið reysti riddar í borg
við sínari jarnstong stinni,
Galiant skundar honum ímót,
har munnu tveir reystir finnast.

67. Galiant situr á sínum hesti,
hann má sigur vinna,
so treiv hann um gullarpenn,
hann kleyv hann í lutir tvinnar.

68. Galiant situr á sínum hesti,'
gramt var honum í huga,
hann tók upp hans gula lokk
og bant við saðilboga.

69. Kastar hann høvur for Artans knæ
og inn í Artans høll:
»Tað plaga so fáir 'seiføddur'
at fagna so gørpin snjøll.«

70. Til tað svaraði Artan kongur,
talar til sínar jallar:
»Eg haldi hann ei vera 'seiføddan',
sum borgina undir os lagdi.«

71. Galiant stendur á hallargólvi,
talar til sveinar tvá:
»Leiðið meg í tað høgaloft,
Ívint vil eg sjá!«

72. Galiant stendur á hallargólvi,
talar til sveinar tríggjar:
»Leiðið meg í tað høgaloft,
Ívint vil eg síggja!«

73. Til tað svaraði Artan kongur,
sorgina má hann grøta:
»Um enn tú hann við eygum sær,
lítið kanst tú hann bøta.«

74. Leiddu teir tá Galiant,
sum bjarta ljósið brann,
Ívints hjarta varð so glatt,
tá ið hann sá sveinin tann.

75. Leiddu teir tá Galiant,
sum bjarta ljósið brendi,
Ívints hjarta varð so glatt,
tá ið hann sá sveinin hendan.

76. »Tak nú hesar 'elvur' tvær
alt foruttan ekka,
tað er mær av sonnum sagt,
av báðum skalt tú drekka.«

77. »Hoyr tú tað, í hvør tú ert,
alt foruttan ekka,
reis meg fyrst við lógvum tínum,
eg eri ikki førur at drekka!«

78. So var sagt, [at] Galiant
hann var ikki veikur,
síðan reisti hann faðir sín
við sterkari lógvagreip.

79. Tá ið hann hevði drukkið av 'elvur' teim,
sum Gud gav honum til ræði,
reistist av song við mikli sprongd
og fór í fagurlig klæði.

80. Tá ið hann hevði drukkið av 'elvur' teim,
sum Gud gav honum til bót,
kongurin og teir hinir allir
har fullu honum til fót.

III.

81. Nú skal leggja niður um stund,
eg kvøði ikki longur á sinni,
nú skal taka upp triðja tátt
betur at leggja í minni.

82. Artan kongur í Garðaríki
við sínum sveinum hátt
eggir mann úr Botni norður
hvørja jólanátt.

83. Galiant stendur á hallargólvi,
tekur til orð 'o veldi':
»Harra, gevið mær eitt andsvar í dag
og komið heim til hallar!«

84. Nú eru boðini norðan komin,
gestir nú at fanga,
boð eru komin úr Botni norður
frá hinum risa langa.

85. Galiant stendur á hallargólvi,
tekur til orð og vreiði:
»Tó skal eg í Botnar norður,
eg komi ikki aftur á leiði.«

86. Galiant reið fram allan dag,
til skógurin tók at treingja,
hann sær henda grimma risa
at binda kongsins dreingir.

87. Hann sær henda grimma risa
at binda kongsins dreingir,
so treiv hann um gullarpenn,
hann ætlaði honum at streingja.

88. Risin skar í eitt ódnarróp
og tekur til at fregna:
»Hvør 'sniedlur' inni í gullarpenn,
og hvat skal slíkum gegna?«

89. Risin reiggjar síni jarnstong,
heldur um 'dydens' enda,
Galiant 'siempar' honum ímót,
hann kann sær móti senda.

90. Risin reiggjar jarnstongini,
ei var mjúkt at strúka,
Galiant leikar við heljarstong,
høvur av herðar fúka.

91. Út kemur flagda, móðir Dun,
kembir sítt hárið reyða:
»Galiant er riðin í Botnar norður,
hann vil tygur øllum deyða.«

92. Út kemur flagda, móðir Dun,
tekur so hart at geipa:
»Galiant er riðin í Botnar norður,
hann vil tygur allar drepa.«

93. Galiant gongur at hellisdurum
fram eftir grønum vølli:
»Tó skal eg í hellið inn,
antin har eru fólk ella trøll.«

94. Hann gekk sær í hellið inn,
sum fyri sat lindin ljósa:
»Hoyr tú Galiant, kempan reyst,
nú er hon væn at kjósa!«

95. »Eg havi ikki akt at kjósa teg,
má meg lukkan valda,
fagurligt fljóð skal fylgja tær
heim til kongsins landa.«

96. Hann tók í hennara høgru hond,
leiðir av hellinum út,
eftir sat flagda, móðir Duns,
bæði við sorg og sút.

97. Hann tók bæði gull og silvur,
slíkt var dreingjamaki,
hana frúnna, fagurligt fljóð,
flutti á sjálvs síns baki.

98. Illgerð sóu teir norðan koma,
í dreka bekil at fara,
betri er á víðum vølli
enn berjast við mannaskara.

99. Illgerð sóu teir norðan koma,
í dreka bekil at flúgva,
betri er á víðum vølli
enn berjast við mannamúgva.

100. Eitur dreiv úr kjaftinum,
so eldur brann á veingi,
betri er á víðum vølli
enn berjast við mannameingi.

101. Haraldur goymdi fagurligt fljóð
í einum urðarfjalli,
Galiant er riðin í drekans gildi,
hann er drongur djarvi.

102. Tað var hesin ódnardreki,
ógvuliga sær øpti,
tað var hansara fyrsta pús,
bæði hesti og manni gloypti.

103. So var Galiant og hesturin tungur,
drekin hann ikki bar,
hann tók út sín búgvin brand,
seg út ígjøgnum skar.

104. Galiant liggur á grønum vølli,
í miklum blóði var:
»Møtti mín móðir og meira mein,
tørv verður mær av tær.«

105. Tað var henda ríka einkja,
sín son vildi hon ei gloyma,
búgvið horn í hendi bar
við saðlað hest og teymar.

106. »Hoyr tú tað, mín sæli sonur,
nú býðst meiri vandi,
tá ið tú kemur at Artans høll,
tá beitir tín faðir brandi!

107. Hoyr tað, mín hin sæli sonur,
hugsa um móður góða,
fløtum svørði høgga skal
við hvørt høgg tú 'tiour'.«

108. Hann tók í hennara ljósu hond,
leiðir í hallina inn,
eingin góða av at líta
at skoða tað fagra kind.

109. Svaraði Ívint Herintsson,
hann vildi ikki longur bíða:
»Hoyr tað, Galiant, kempan reyst,
vit skulu ímóti stríða.«

110. Tað var hetta fagurligt fljóð,
bar so stóran harm,
meðan teir fremdu atreiðina
eystur á borgararm.

111. Tað var hetta fagurligt fljóð,
bar so stóra sorg,
meðan teir fremdu atreiðina
eystur um kongsins borg.

112. Galiant situr á sínum hesti,
hugsar um móður góða,
fløtum svørði í veðrið brá,
við hvørt høgg hann 'tiour'.

113. »Tú ert so ræddur úr Botni komin,
tú torir ei beita brandi,»
svaraði Ívint Herintsson
so frægur í kongsins landi.

114. »Eg havi verið í Botni norður,
vigið Tóra Hund,
eingin letur lívið sítt
fyrr enn á evstu stund.«

115. »Hoyr tað, Ívint Herintsson,
tað tali eg til tín,
eg haldi tað ei vera sonargerð
at drepa faðir sín.«

116. Brutu sundur 'meagir' tvær,
tá var ferð á dreingjum:
»Gud forláti tær, sonur mín,
tú duldi teg so leingi.«

117. »Hoyr tað, mín hin sæli faðir,
nú er eftir tað versta,
antin er at láta lív
ella mína móður at festa!

118. Hoyr tað, mín hin sæli faðir,
nú er av tað versta,
annaðhvørt at láta lív
ella mína móður at festa!«

119. »Hoyr tað, mín hin sæli sonur,
eyka mær onga sorg,
eg átti mær so vænt eitt vív,
eg fekk frá Reyð í Borg!

120. Hoyr tað, mín hin sæli sonur,
eyka mær ongan harm,
eg átti mær so vænt eitt vív,
eg fekk frá borgararm!

121. Hoyr tað, mín hin sæli sonur,
eyka mær onga sprongd,
eg skal fáa tær fagurligt fljóð
at leggja í tína song!«

122. Tá var vín í Artans høll,
tá ið drukkið var sum mest,
tað gjørdi Galiant, kempan reyst,
at hansara móðir varð fest.

(c) Dansifelagið í Havn