Kvæðasavn

Sigmundar kvæði nýggja

Annað heiti:
Sigmundar kvæði yngra

Uppskrift: Gylta 2, pp. 13-18.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Í Føroyum búðu høvdingar tveir,
Tróndur og Sigmundur hitu teir.

Noregis menn! dansið væl og stillir;
stillir yðar alra,
riddara, Noregis menn!
dansið væl og stillir.

2. Sigmundur búði Skúvoy á,
Tróndur búði við Gøtuvág.

3. So grammur var Tróndur, hann hugsar ilt:
Sigmundur hevur vára veitslu spilt.

4. Tróndur hann situr í sínari lon:
»Tit heimtið mær Sjúrð Torlaksson.

5. Tit heimtið mær Gutta og Lágan Tór!«
Snarliga boð eftir teimum fór.

6. Inn komu garpar og søgdu so:
»Hvat vilt tú Tróndur, tú sendi oss boð?«

7. »Eg havi sent tykkum boðini tey,
at tit skulu hjálpa til Sigmunds deyð.

8. Tit hvessið spjót, tit hvessið knív:
tað skal galda Sigmunds lív.

9. Hetta mítt ráð man vera gott:
vit skulum herja á hann á nátt.«

10. Teir savnaðu saman sveinar og menn,
teir gingu til strandar allir ísenn.

11. So sigldi Tróndur Skúvoyarfjørð:
skútan bognaði sum ein gjørð.

12. Myrk var náttin, skútan gekk,
so blíðan byrin Tróndur fekk.

13. So myrk var náttin, skútan rann,
teir hildu beint mót Skúvoy fram.

14. Eingin vardi, teir komu har til;
alt gekk til, sum Tróndur vil.

15. Skramblaðu teir við vápnum hart,
so hurðar gingu í smildur snart.

16. Sigmundur vaknar av svøvni brátt:
»Hvør brýtur inn á meg í nátt?«

17. »Hann, sum brýtur tínar dyr,
tað er tann maður, tú háðaði fyrr.«

18. Sigmundur helt sítt svørð ímót,
fimm fullu høvuð á Tróndar fót.

19. Sigmundur høggur av makt og vold,
trý duttu høvuð á Tróndar skjóld.

20. Tróndur hann var til ilsku fús:
»Tit setið nú eld á Sigmunds hús.«

21. Sigmundur talar til frænda sín:
»Nú má eg rýma av húsi mín'.«

22. Einar úr Suðuroy, hans frændi Tór,
eingin annar við Sigmundi fór.

23. Sigmunds hústrú stendur við vegg:
»Tú hoyr meg, Tróndur Gøtuskegg.

24. Stríðist tú móti konu og børn',
so ert tú grískari enn ein bjørn.«

25. »Tit sløkkið eld, tit stingið inn knív,
eg stríðist bert um Sigmunds lív.«

26. Tróndur vendi borgini frá,
beint ímóti sum Sigmundur lá.

27. Tróndur hevur so fyri orð:
»Eg kenni royk av Sigmunds spor.«

28. Tróndur biður teir hava mót:
»Eg kenni royk av Sigmunds fót.«

29. Teir gingu fram um grønan lund,
teir dvøldust við gjónna eina stund.

30. Sigmundur sær um gjónna brá:
Steingríms høvur á vølli lá.

31. Sigmundur aftur um gjónna sprakk:
svørðið úr hans hondum stakk.

32. Sigmundur flýddi á oynna norð,
Tróndur hevði tá manndóms orð.

33. Sigmundur kastaði í havið seg:
Einar og Tórur sama veg.

34. Tá ið Tróndur hetta sá,
aftur at báti skundar hann tá.

35. Aftur at báti skundar hann tá,
men ikki kundi hann Sigmund ná.

36. Svimja teir tríggir við miklari ferð
sum streymur harður á firði er.

37. Tórur aftur um seg sá:
»Nú tekur Einar at dragna frá.«

38. Sigmundur gjørdi sær tann ómak:
hann legði Einar á sítt bak.

39. Tórur rætti Sigmundi hond:
»Nú hevur Einar gevið upp ond.«

40. Sigmundur slepti Einar av:
»Suðuroyjarfjørður var tín grøv.«

41. Sigmundur svimur og frændi hans
enn er fjórðungur eftir til lands.

42. Tórur leggur sær bylgju ímót:
»Nú eri eg givin í hond og fót.

43. Tú svim til lands, legg einki í meg,
eg eri farin, men redda teg.«

44. Svaraði Sigmundur, í sjónum sat:
»Ikki, mín frændi, skiljast vit at.

45. Vit vóru saman í mangari ferð,
ikki mín frændi skiljast vit her.«

46. Sigmundur var í orðum trúgvur:
hann legði Tórar á sín rygg.

47. Sigmundur svimur av allari makt:
»Nú hava vit at landi lagt.«

48. Brimið breyt sum boðaslóð,
tað Tórar niður at botni dró.

49. Sigmundur var ein menskur mann,
men ikki bóru beinini hann.

50. Tá hann hevði svomið tann veg so lang
hann legði seg stillan niður í tang.

51. Tórgrímur átti Sandvík fyrr:
hann sær ein morgun út fyri dyr.

52. Tórgrímur hyggur mót tara út:
»Eg meini eg síggi ein reyðan klút.«

53. Tórgrímur talar til sveinar tveir:
»Tit vitið um har er nakað meir.«

54. Inn koma dreingir og siga frá,
at stórur maður í tara lá.

55. »Ein stórur maður í tara lá,
ongum líkari enn Sigmundi at sjá.«

56. Tórgrímur tekur sær øksi í hond,
so gongur hann at sjóarstrond.

57. Tórgrímur niður í tara sær:
maktarleysur lá Sigmundur har.

58. Tórgrímur talar til sveinar sínar:
»Gullringur Sigmunds skal vera mín.«

59. »Dreingir, tit haldið mær í hans hár,
meðan eg gevi honum banasár.

60. Dreingir, tit haldið hans hár í topp,
meðan eg skilji høvur frá kroppi.«

61. Dreingirnir hildu í hans hár,
meðan hann gav honum banasár.

62. Dreingirnir hildu hans hár í topp,
meðan hann skildi hans høvur frá kropp.

63. Ein slíkan enda Sigmundur fekk,
hans líki ikki á Føroyum gekk.

(c) Dansifelagið í Havn