Kvæðasavn

Gøtuskeggjar

Uppskrift: Gylta 4, pp. 27-41.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Í Føroyum búðu menskir fyrr,
bæði sterkir og stórir:
gitnir vítt í øðrum londum
Gøtuskeggjar vóru.

Stígum fast á várt gólv,
sparum ei vár skó;
Guð má ráða, hvar vær drekkum onnur jól.

2. Gøtuskeggjar í Eysturoy,
garparnir teir prúðu:
kendir víða um Norðurlond,
í Norðragøtu búðu.

3. Navnframir væl kynbornir,
vær tað úttýða fáa:
frá Skotlands kongi Gøtuskeggjar
yvir Føroyum mundu ráða.

4. Óluva kom av Skotlandi,
tann kongadóttir søta:
omma hennar, Unnur, gifti
hana í Norðragøtu.

5. Tá vóru menn í Norðragøtu:
nevndur er Ólavur hvíti,
hvar ið hann stóð í vápnabraki
kundi hvør á hann líta.

6. Hann var til allar leikir lærdur:
rúnarmál at lesa,
skipaflotan um vetur goymdi
sær við Skipanesi.

7. Tá stóð væl til í Norðragøtu,
so kann tíðin skifta:
eingin kongur dóttur sína
vil nú til Gøtu gifta.

8. Nevndur er Tórbjørn og Sigmundur:
brøður vuksu í Gøtu,
um teir seinastu Gøtuskeggjar
vær kvøðum eina løtu:

9. Ósemi kom í slektalið,
Gøtuskeggjar til báða,
tað voldi norski kongurin,
yvir Noreg mundi ráða.

10. Hann vildi fáa tað hann átti,
so vilja kongar fleiri:
ofta er sannleikur illa lýddur
fyri høgum og lágum oyrum.

11. Ósemi voldi teimum deyð:
harum skal kvæðið venda,
hvussu reystu Gøtuskeggjar
av vápnum fingu enda.

12. Sjúrður búði í Tóravík,
má meg rætt um minna:
býður hann sínum frændum heim
at drekka í høllum inni.

13. Sjúrður situr í hásæti,
Birna sat honum hjá,
Tórur lági og Gutti reyði
sama beinki á.

14. Tað var Sjúrður Torlaksson,
seg til sín bróður vendi:
»Hoyr tú, Tórur frændi mín,
vilt tú teg ei kvenda?«

15. Svaraði Tórur lági,
hann til sín bróður sá:
»Hvar á oyum er tað vív,
tú ætlar mær at fá?«

16. »Nevna skal eg fljóðið vænt
- tú tað sjálvur gitur -
tað er ríka Sigmunds einkja
ræður bú í Skúvoy situr.«

17. »Mær dámar einki hesi ráð
- ilt er skap at eggja -:
Sigmunds einkja í Skúvoy býr
hon hatar Gøtuskeggjar.«

18. Sjúrður smílist í hásæti,
dartar við eggjateini:
»Eingin er vísur at vita tað,
uttan hann tað roynir.«

19. Tórur svarar Sjúrði so:
»Halt ei á tí gleim,
førum vær til Skúvoyar
vær komum ei heilir heim?

20. Førum vær til Skúvoyar
at finna frú í høllum,
ikki komum vær heilir heim
at drekka her á pøllum.«

21. Síðla var um aftanin,
alt gekk fólk at sova:
sløkkja bæði eld og ljós
og festa hurð í klova.

22. Veturin var liðin tá,
komið var at vári:
streymar harðir um oyar ganga,
í streingjum brýtur bára.

23. Kaldir blásti landnyrðingur,
náttin var ei long:
tað var Sjúrður Torlaksson
hann klæðist for síni song.

24. Sjúrður vekir upp sínar menn:
biður ei longur blunda,
í høgtíðsklæðir klæðast í
og skjótt til ferðar skunda.

25. Upp so fara garparnir:
Gøtuskeggjar reystu,
drógu bát á sjóin út
úr tí tætta neysti.

26. Løgdu út frá sandinum
- liðin var hesin vetur -
vundu upp segl, og Sjúrður seg
sjálvan við stýrið setur.

27. Tá ið teir komu suður á fjørð,
teir hoyrdu brimið sjóða,
sóu tá at Flesjarnar
í andarisi stóðu.

28. Eystfall millum nesja var,
landnyrðingur blæsur
brimið nógv á landið gekk,
streymur í Nakkin vasar.

29. Teir løgdu út um grynnurnar
og náddu so úr vanda,
síðani hildu síni ferð
haðan heim undir landið.

30. Skálsíðan tá uppi var,
tað ýlir í hvørjum sjógvi:
Gøtuskeggjar um Nesið vestur
bæði sigla og rógva.

31. Norðan fyri Árnanes,
teir um fjørðin fara,
komu yvir undir berg,
sum navn ber av streymi harða.

32. Náddu ikki á Høvdasund:
teir hildu á Boðbergstanga,
høgt gekk bylgjan yvir borð
og teimum stóð í vanga.

33. Hildu framm mót Søltuvík
- full er hon av skerum -:
Møl í Skúvoy leysa frá
tann besta leið man vera.

34. Komu so til Skúvoyar
og náddu frá mongum vanda:
Sjúrður biður bróður sín
at stíga fót á landi.

35. Tað var Tórur lági,
hann ræður so at svara:
»Vær erum komnir til Skúvoyar,
eg ikki longur fari!«

36. Mælti Sjúrður Tórlaksson,
aftur í rong var staddur:
»Hví ert tú so undarligur
og hví ert tú so ræddur?«

37. Sjúrður upp á landið leyp
steðgar sær á beini:
»Eg skal ganga til hallar niðan
um enn eg gangi eina!«

38. Svaraði Tórur lági,
hyggur fram fyri seg:
»Hoyr tað Sjúrður, bróðir mín,
feigdin dregur teg.«

39. Í reyðum kyrtli Sjúrður var,
yvir kappan bláa hevði,
svørð við lið, á høvdi hjálm,
sum skein í gulli reyða.

40. Sjúrður gekk frá strondum niðan
- feigdin mundi leiða -
eingin hevði sæð prúðari mann,
síðan Sigmundur doyði.

41. Kappin gekk til hallar niðan,
ei fylgdu honum sveinar,
tá hann kom til búðar upp,
fann hann ongan heima.

42. Sjúrður stóð í durunum,
gjørdi so lítið ljóð,
einki fólk var innan hallar,
men matur á borði stóð.

43. Tað var Sjúrður Torlaksson,
hagar ið hann sær,
grunar tað á brøgdunum,
at fólkið í kirkju var.

44. Sjúrður, reysti Gøtuskeggi,
á kirkjufund hann steig,
møtti honum ríka Sigmunds einkja
har á sínari leið.

45. Møttust tey á miðjari leið,
fall so væl í lag,
beiddu hvørjum øðrum mál
og settust á rekatræ.

46. »Hoyr meg, yndug Sigmunds einkja,
boð eg bera kann:
Tórur ástir býður frú,
viljum tær eiga hann?«

47. Tað var ríka Sigmunds einkja,
svaraði so fyri seg:
»Best hevði okkum kvinnum dámað,
Sjúrður, sjálvan teg.«

48. »Ei visti eg mær lukkan var
borin so nær til handa:
eg skal meg frá Birnu loysa
og sjálvur standa vanda!«

49. Sjúrður vildi frúnna fevna,
men hon helt ímóti,
tá leyp Hergeir av kirkju út,
í hendi við hvøssum spjóti.

50. Sjúrður ætlar at flýggja tá,
vildi ei vera feldur;
frúgvin fast í kappan helt,
hann stóð sum hann var negldur.

51. Tað var Sjúrður Torlaksson,
allar lystir kendi,
smoygdi kappan fram av sær
og skjótt frá frúnni rendi.

52. Renna teir í Skúvoyar bø,
Hergeir á fótum hastar
ætlar Sjúrði miðju sár
og spjótið eftir kastar.

53. Sjúrður eftir spjóti sá,
hann legði seg slættan á fold:
hvassi broddur yvir fleyg
og rann í døkka mold.

54. Upp leyp reysti Gøtuskeggi
snarliga sær vendi:
trívur spjót úr vølli upp
og gjøgnum Hergeir sendi.

55. Sjúrður skundar at bakkan tá,
ei dámar longur í Skúvoy,
eftir honum við drignum svørði
leyp Øssurssonur prúði.

56. Leivur eftir Sjúrði fór,
ætlar hann at fella:
fimtan favnar av bakka leyp
niður á harða hellu.

57. Klamsa tá iljar á Skúvoyar fjøri,
hvørgin snávar á fóti:
so var sagt at Øssurssonur
hann var maður ímóti.

58. Sjúrður inn í bátin leyp,
sum hann fyri kletti fleyt:
tað var Leivur Øssursson
hann brandin eftir skeyt.

59. Sjúrður sær fyri svørði vendi,
- frætt er um Norðrlond víða -
Leivur vísur í høggum var
og rakti hann í síðu.

60. Gøtuskeggjar løgdu frá,
noyddust til at fíra:
tigandi særdur Sjúrður seg
settist í rong at stýra.

61. Mælti Tórur lági
hann tókti tað mikil villa:
»Hoyr tað, Sjúrður bróðir mín,
er tú særdur illa?«

62. Svaraði Sjúrður við stórum sári,
sum hann í rong man sita:
»Ikki eri eg vísur í tí,
eg kann ei sjálvur vita.«

63. Skundaðu sær eftir kyrrindum
frá Skúvoynni at flýggja;
tá ið teir komu at Trøllhøvda,
var fjørður hvítur at síggja.

64. Illveður loyst av eystri var,
streymur í vindin skeyt;
Sjúrður stýrir við banasári,
og beinur knørrur fleyt.

65. Náddu inn í Sugguna
og festu bát í sandi,
Sjúrður reistist í rongini
og stígur upp á landið.

66. Sjúrður upp á landið steig,
hann gekk tá skjótt til deyða:
raggar niðan at neystinum
og armar á veggin legði.

67. Sjúrðar menn teir bátin drógu
við Tóri og Gutta reyða:
tá stóð Sjúrður Torlaksson
kaldur, stívur og deyður.

68. Løgdu teir hann í bátin inn,
segl yvir líkið breiða,
síðani gingu til búðir upp,
sum vegur frá sjó man leiða.

69. Tóku væl mót Gøtuskeggjum
og kynda upp eldin reyða:
teir røða lítið um sína ferð
og minst um Sjúrða deyða.

Annar táttur

70. Nú skal lata ljóðið av,
dagurin hevði endað,
enn skal taka upp annan tátt
og aftur til Skúvoyar venda.

71. Leivur eftir á kletti stóð,
tá Sjúrðar bátur fór frá,
kappin reysti gjørliga
sítt svørðið skoðar tá.

72. Leivur reystur gjørliga
sítt svørðið skoðar tá:
skilliga tekin av innvøli
á bitru egg hann sá.

73. Leivur vendi strondum frá,
turkar svørð á vølli,
síðani gongur snarliga
niðan aftur at høllum.

74. Møtti honum einum Skúvoyingi
var í andliti reyður,
hann segði: »Hergeir Sigmundsson
liggur í bønum deyður.«

75. Leivur biður til ferðar skunda,
allar sum ein ísenn
og draga bát á sjógvin skjótt,
ei tala um deyðar menn.

76. Leivur reysti og tríati menn
skjótt til fjøru venda:
drógu bát í sjóvarmála
og útum blámann rendu.

77. Hildu so frá Skúvoynni,
illir vóru í sinni,
skunda sær eftir Gøtuskeggjum
við hvøssum vápnum at finna.

78. Skunda sær eftir Gøtuskeggjum,
tó ei varð ferðin skjóta:
tá ið teir komu á Høvdasund
stóð veður beint ímóti.

79. Teir róðu vind og andstreymi
ímóti stórum sjógvum:
blóðið reytt um lummar rann
út av teirra lógvum.

80. Sigldu og róðu Skopunarfjørð
komin var náttin svarta:
ljóðliga løgdu í Suggu inn
og tóku til brandin bjarta.

81. Løgdu teir í Suggu inn,
løgdu har at landi:
sóu hvar í Sjúrðar bátur
stóð fyri teim á sandi.

82. Tað var Leivur Øssursson
í Sjúrðar bát hann hyggur:
hann sá hvar ið deyður maður
undir seglinum liggur.

83. Gøtuskeggjar ei vardu ilt
inni sita og eta:
Leivur biður sínar menn
skjótt húsið kringum seta.

84. Tað var Leivur Øssursson,
hann gjørdi ei tíð so langa:
á Gøtuskeggjar rópar hart,
hann býður teim út at ganga.

85. Oboðin maður ofta hann
ikki longur etur,
innan hallar vera tóktu
Gøtuskeggjum betur.

86. Gøtuskeggjar dyrnar steingja
skorða hart ímóti:
ikki makta Skúvoyingar
inn í høll at bróta.

87. Mælti Leivur Øssurssonur,
so tók hann uppá:
»Vær skulum eld í høllina leggja.
brúka gomul ráð.«

88. Kyndu eld móti ættini,
so vindurin blásti í bálið:
roykur legðist á Gøtuskeggjar,
teir gjørdust so hvæsir á máli.

89. Tórur mælti við Gutta tá:
»Ei er at brenna inni,
fyrr vil eg ganga mót Skúvoyingum
og royna stálið stinna.«

90. Tórur fór har eldi frá:
ætlar at bjarga lívi,
Skúvoyingar stóðu honum ímót
allir við drignum knívi.

91. Tórur lági úr royki gekk,
hann bíðar tá ikki longur:
tað var Brandur Sigmundsson,
ímóti honum gongur.

92. Brandur var ungur á aldrinum:
ei kundi sveinur sær ráða,
av Tórar svørði særdur varð
og bana mundi fáa.

93. Deyður fell tá Brandur ungi:
Tórur sveinin vá;
á skemri stund tveir sunnanmenn
hann drap har báðar tá.

94. Tórur ætlar í myrkrið út
um víðan vøll at fara:
møtti honum Leivur Øssursson.
høgg teir nú ikki spara.

95. Høgga teir av megi har
við so góðum treysti:
so gellir svørð á hjálmunum,
tað hoyrdist úti í Hesti.

96. Tað var Leivur Øssursson
snarur við megi í hendi:
svørðið hvassa langt og breitt
ígjøgnum Tóra rendi.

97. Tórur misti lív og ond,
tað er frætt so víða:
tá var Gutti komin fram
í túnið út at stríða.

98. Gutti legði mót Sigmundssoni,
sínum svørði brá:
knæsskelin á Steingrím unga
eftir í túni lá.

99. Knæsskelin av Steingrími
eftir í túni lá:
haltandi fór tann ungi maður
Gutta reyða frá.

100. Tá Leivur hevði Tóra felt,
hann leyp við blóðgaðum knívi,
beint ímóti Gutta reyða,
at taka hann av lívi.

101. Høggast teir um eina stund,
oddar í hjálmi gella,
báðir har hvønn annan vilja
deyðan til jarðar fella.

102. Tað var Leivur Øssursson
av ilsku svørðið brá:
hjálmprýtt høvur á Gutta kleyv
sundur í lutir tvá.

103. Vignir vóru tá Gøtuskeggjar,
fáur var teirra javni:
eftir hettar ikki hoyrdist
Gøtuskeggja navnið.

104. Leivur teir deyðu við sær tók
og førdi suður um fjørð:
gróvu teir niður á Skúvoynni,
sum innvígað var jørð.

105. Hettar frættist um oyar skjótt:
tað mongum tókti vandi;
mest so kvíðaði Tróndur gamli.
at ræðið fór úr landi.

106. Ei væntast gott fyri føroyingar,
tá ið aðrir stýra og ráða.
Óklár ofta tíðindir vera
úr hesum landi at fáa.

107. Ringt er fyri almúgu,
tá ið embætismaður er skarn,
verri vorðið verður, tá
ið kongur er eitt barn.

108. Tróndur í Gøtu gramdi seg,
at lagnan so skyldi leiða,
av sorg og sút um Føroyalond
hin gamli gubbi doyði.

109. Tróndur doyði av sorg og sút,
í elli gav upp anda,
ikki kemur tílíkur aftur,
so leingi sum Føroyar standa.

110. Tróndur alskaði Føroyaland
í sína ævi alla;
enda skal nú Gøtuskeggjar
og rímuna lata falla.

(c) Dansifelagið í Havn