Kvæðasavn

Kjartans tættir

Annað heiti:
Kjartan Ólavssons kvæði

Uppskrift: Gylta 5, pp. 42-53.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Fyrsti táttur

1. Ríða út av Hjarðarholti
reystar kempur tvær;
fyrstur reið Bolli Tollaksson,
tá ið Kjartan var ikki har.

Leggið nýar árar út,
tað flýtur ein snekkja
fyri hertugans garða,
hon er sær av almvið og eikin hin harða,
leggið nýar árar út.

2. Ríða út av Hjarðarholti
reystar kempur báðar,
fyrstur reið Bolli Tollaksson,
tá ið Kjartan var ikki hjá.

3. Kjartan legði at Leygará,
mongum tað væl tótti,
snarliga runnu ástir saman
við Guðruna Ósvivs dóttur.

4. Kjartan gongur fyri faðir sín
leitar við hann ráð:
»Vøn er Guðrun Ósvivsdóttir,
eg vil ta frúnna fá.«

5. Sømir tað øllum høviskum køllum
læra bæði spekt og sinni
»Líkari var tær mín sæli son
tín veldiga harra at finna.«

6. Svaraði Kjartan Ólavsson
av so góðum treysti:
»Finna skal eg mín veldiga harra
á hesum sama heysti.«

7. Kjartan gongur við Guðrun at tala,
tað mátti eingin hoyra,
segði frúnni ætlan sín,
hon rodnaði sum ein droyri.

8. Leggur hann hendur um frúnnar háls,
mælir við hana so blíðum:
»Ísland skal eg á sumri hava,
væl mást tú mín bíða.

9. Lat tær góðan hugin siga,
aftur man eg koma,
elska tær ikki annan mann,
ei heldur eg mær konu.

10. Lat tær góðan hugin siga,
aftur komi eg við lív,
elska tær ikki annan mann,
ei heldur eg mær vív.«

11. Tað var Guðrun Ósvivsdóttir,
ið reyðargull bar á hond,
fylgir hon Kjartani Ólavssyni
niður á sjóvarstrond.

12. So letur Kjartan Ólavsson
síni skipini búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

13. Vindur hann upp síni silkisegl,
gull við ráum brann,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Noregis land.

14. Strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Noregis vág,
har lá Grímur innan fyri
spælir í brynju blá.

15. Fyrst stígur Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land,
so hann Bolli Tollaksson
undir hans høgru hand.

16. »Hoyr tú, Bolli Tollaksson,
eg geri tað ei at loyna;
gakk á sund við griman mann,
har skalt tú teg royna.«

17. Svaraði Bolli Tollaksson,
hann lítur á henda mann:
»Flestalt er hann í gævu treyst
eg royni ei sund við hann.«

18. »Far tú tær til Íslands aftur,
heilsa fólki heim,
eg skal mær á sundið út
at fremja lítlan gleim.

19. Tú heilsa Guðruni Ósvivsdóttir
av so góðum treysti:
Ísland skal eg á sumri hava,
áðrenn tað tekur at heysta.«

20. Bolli vindur upp síni segl
út í havið setti;
Kjartan legðist á sundið út
at fremja leikir eftir.

21. Bolli vindur upp síni segl
bæði gul og blá,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Íslands vág.

22. Kastar hann sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Bolli Torlaksson
sínum fótum á land.

23. Fyrstur steig Bolli Torlaksson
sínum fótum á land;
tá var Guðrun Ósvivsdóttir
riðin niður til strand.

24. Tá var Guðrun Ósvivsdóttir
riðin niður til strand:
»Hvar er Kjartan Ólavsson,
hví kemur hann ikki á land?«

25. »Tú tarvt ei Guðrun Ósvivsdóttir
eftir honum at fregna.
Kjartan er í Noregi
so glaður við kongsins tegnar.

26. Kjartan er í Noregi,
fáir finnast slíkir;
hann hevur fest eina norska frú,
hon er ikki tygara líki.«

27. Guðrun snúðist Bolla frá,
var reið og ikki góð:
vánt er slíkum rakkum at trúgva,
tár á innum stóð.

28. Bolli legði at Leygará,
mongum illa tókti,
snarliga runnu ástir saman
við Guðrun Ósvivsdóttir.

29. Tað var Bolli Tollaksson
tók sær frú at festa
snarliga læt til brúdleyps bjóða,
læt ikki leingi fresta.

30. Øllum letur Bolli Tollaksson
í sítt brúdleyp bjóða,
uttan Ólavi Kjartans faðir,
ið væl kann randir rjóða.

31. Drukkið var teirra brúdleypið
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song
Bolli og hans vív.

Annar táttur

32. Drukkið var teirra brúdleypið
mangur fór glaður av;
eg kvøði um Kjartan Ólavsson,
í Noregi hann var.

33. Spæla teir á sundinum
báðir reystir siggir;
Kjartan kennir møði á sær,
biður at landi leggja.

34. Kjartan læt á landið leggja
sóu tað konur og menn,
grimur maður á sundi spælir
í hvørjari reglund enn.

35. Grímur gár fyri Ólav kong,
strýkur sær um enni:
»Heitstórir eru íslendingar
vilja oss innibrenna.«

36. Kjartan gongur fyri Ólav kong,
svør á síni trú nú:
»Allir viljum vær íslendingar
taka við kristnari trú.«

37. Mælti tað Kjartan Ólavsson,
hann slær tað í ein gleim:
»Allir kristnast vær íslendingar
uttan Fróðar ein.«

38. Tað var Torkil erkibisp
heldur á gyltum horni,
allar kristnaði hann íslendingar
á einum summars morgni.

39. »Eg kristni teg Kjartan Ólavsson
væl í góðum tíma,
tak við kristnari trú av guði,
eg gevi tær systur mína.«

40. Svaraði Kjartan Ólavsson
konginum illa tótti:
»Harri eg taki ei tygara systur,
tað frættir ei Ósvivs dóttir.«

41. Svaraði Kristin kongsins systir,
talar eitt orð for sær:
»Vilt tú Kjartan Ólavsson
skiljast nú frá mær?«

42. Hon tók upp úr mjøðdrekkju
Kjartani mentir gav
sylgjan sett við gimsteinum
gripur av gulli var.

43. Hon gav honum tað góða svørð
við gyltar slíðrar at binda
hann var aldri í víggi sár',
ið bar tann brand við lenda.

44. Tað var Kristin, kongsins systir,
gull bar sær á hond,
fylgdi hon Kjartani Ólavssyni
niður til sævarstrond.

45. Har mundi hvørt frá øðrum skiljast
báðum illa tótti:
»Kjartan, eg fylgi ei longur tær,
tað frættir ei Ósvivsdóttir.

46. Tú heilsa tíni grannkonu
tú kemur til Íslands heim:
hon teg elskaði í Noregi,
var ikki av trælagrein.

47. Heilsa tíni grannkonu,
tú kemur til Íslands aftur:
tær beyðst ástir í Noregi
ikki av trælaættum.«

48. Kjartan vindur upp síni segl
bæði gul og blá,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Íslands vág.

49. Strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Íslands vág,
har lá Kálvur innanfyri
vindur upp segl í rá.

50. Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur steig Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land.

51. Fyrstur steig Kjartan Ólavsson
sínum fótum á land,
tá var Guðrun Ósvivsdóttir
riðin niður til strand.

52. Har komu frúir og stoltsmoyar
at keypa skrúð og lín,
har kom Tóra Kjartans systir
og fagnaði bróður sínum.

53. Revna situr undir faldinum,
alt sømir henni væl;
Kjartan kom frá strondum niðan,
snart var teim til tal.

54. Revna situr undir faldinum,
væl sømir henni klæði:
mentarlín og høvuðgull
tey vil eg hava bæði.

55. Svaraði Kálvur, hennar bróðir,
kundi væl spekt og æru:
»Mentarlín og høvuðgull
tað sømir tær ei at bera.«

56. Hann gav henni mentarlín
høvuðgullini tvey;
mangur fær tað, øðrum er ætlað
eingin tað, øðrum er eyðið.

57. Hann gav henni stakkin
høvuðgullini bæði;
mangur fær tað, øðrum er ætlað
eingin tað, øðrum er lagað.

58. Hann gav henni gull og fæ
so tað silvurið brenda;
Guðrunu var ikki hjartað lætt,
tá hon sá skeinkin henda.

59. Kjartan gongur fyri faðir sín
leitar við hann ráð:
»Vøn er Revna, systir Kálvs,
eg vil ta moynna fá.«

60. Tað var Kjartan Ólavsson,
tók sær frú at festa;
snarliga læt til brúdleyps bjóða,
ei var longur at festa.

61. Teir drekka bæði úti og inni,
gott skal slíkum gegna,
Kjartan saknar úr máldrykkju
svørðið við kongsins tegna.

62. Tórolvs menn hans góða svørð
stjólu úr gyltum skeiðum,
stungu aftur í lodna slíðra.
brandin tann hin deiga.

63. Kjartan kemur inn árla morgun,
mist hevði brandin sín:
»Eg hava stuldur og rán at lýsa,
horvin er mækin mín.«

64. Teir leita bæði úti og inni,
hvør til sama verka,
fingu ein mann at leita har,
teir kalla hann Ólav sterka.

65. Teir leita bæði úti og inni
hvør í sínar vráir,
burtur vóru Tórolvs børn
og bitlusynir báðir.

66. Kjartan kemur inn árla morgun
lítst hann um so víða:
»Eg havi so mikil ørindi
burt á skóg at ríða.«

67. Kjartan leyp á vøllin fram
bæði av ilsku og vreiði,
hann bað saðla horsið tað,
hann burtur á skógin reið.

68. »Tú ver væl um teg Kjartan mín,«
Knútur mælir av sonnum,
»teir hava á tær illan hug,
tú statt for Leygamonnum.«

69. »Teir skulu fáa so tungligt gjald
hvør skal annan svíkja,
fyrri skal eg lata lív,
enn burtur av veginum víkja.«

70. Guðrun gongur fyri Bolla inn
fellur fyri honum í knæ:
»Unni eg Kjartani væl við tí
nú hevur tú skommir tvær.«

71. Guðrun gongur fyri Bolla inn
fellur honum til kníggja:
»Bolli, eg verði tær ikki tekk,
so leingi eg Kjartan síggi.«

72. Sára græt Guðrun Ósvivsdóttir
av so tungum stríði:
»Tú skalt ongan søtan sova,
meðan Kjartan er á lívi.«

73. Bolli leyp á vøllin fram
bæði av ilsku og vreiði,
hann bað saðla sær horsið tá,
hann burt á skógin reið.

74. Kjartan vá fimtan brynjumenn
rennur í randir sveiti:
»Skjótt er einum av at máa,
heljarmat at veita.«

75. Tað var Kjartan Ólavsson
tað fann hann til ráð:
stígur nú á tað deiga svørð,
við hvønn mann hann vá.

76. Aftur vá hann aðra fimtan,
rennur í randir sveiti:
»Hví stendur tú, Bolli frændi
vil ongum dugnað veita?«

77. Aftur vá hann triðja fimtan,
rennur í randir sveiti:
»Hví stendur tú, Bolli frændi,
vil hvørgum dugnað veita?«

78. Bolli leyp á vøllin fram,
tað var dreingja ferð,
hann stakk Kjartan Ólavsson
ímillum buls og herða.

79. Mælti tað Kjartan Ólavsson,
tá ið hann fell í knæ:
»Hettar hevur tú, Bolli frændi,
leingi ætlað mær.«

80. Kjartan liggur á grønum vølli
sær seg um so víða:
»Einki skulu tit Bolla gera,
meðan hann er á lívi.«

81. Bolli stendur á grønum vølli,
lítur seg um so víða:
»Eg má ikki gera so ónt,
at tað má mær jú líða.«

82. Tá var grátur í Hjarðarholti
bæði av konum og kvendum:
Tórólvs børn og Bitlusynir
niður til strandar rendu.

83. Tórólvs børn og Bitlusynir
niður til strandar rendu
Bitlusynir skútu fingu
og út av Hvamsfjørð vendi.

84. Tað var Ólavur faðir hans,
læt sær byggja borg,
síðani livdi hann ævi sína
alla út við sorg.

(c) Dansifelagið í Havn