Kvæðasavn

Tormaður skald

Annað heiti:
Tormóð skald

Uppskrift: Gylta 7, pp. 69-80.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Torgeir og hann Tormóður,
teir rjóða saman droyra;
eg veit eina rímuna,
um enn tær viljið hoyra.

Norðmenninir vunnu tann sigurin fríða.
Torgeir ráddi fyri gørpum snjøllum,
til Íslands hava teir ætlað sær at ríða.

2. Torgeir og hann Tormóður
rjóða sær blóð í lógvum,
kunnu so væl við vápnum vega,
turva ei aðrar glógvar.

3. »Hoyr tú tað, mín fostbróðir,
eg hirði tað ei at loyna,
ymist var, hvørt leikurin fór,
um enn vit skuldum royna.«

4. Tí svaraði Tormóður,
hann saman í ríma setti:
»Fyrri hugsaði tú fals og svík,
áður tú mælti hetta.«

5. »Hoyr tú tað, mín fostbróðir,
vit haldum báðir saman,
tak tú ikki fyri álvara,
tað eg mælti í gaman.«

6. Hann ræð snart og skundiliga
teirra forlag at skilja.
Tormóður snúðist á kongsins fund,
hann gjørdi eftir sínum vilja.

7. Torgeir bygdi breiðan skála
Tormóður var ikki hjá,
mangan mann av lívi tók,
fyri ongan bøtti hann tá.

8. Mangan mann av lívi tók
fyri ongan fæ hann bøtti,
Torgrím trølla søkti hann,
og við stórt lið hin møtti.

9. Tað var Torgeirs forlag:
lagdur var hann við spjóti,
hann vá mann at hjøltum upp
og annan aftur ímóti.

10. Trettan vá hann Tórgríms menn,
áðrenn hann bana beið.
Tórgrímur sigldi til Grønlands aftur
ta hina longu leið.

11. Tormóður gongur for Ólav kong
um ein morguns snimma:
»Nú lystir meg til Grønlanda
vinir og frændur at finna.«

12. »Kvittar tú til Grønlanda,
eg veit ørindi tín,
heinta mær Skúv av Stokkanesi,
bið hann koma til mín.«

13. »Skúvur, tú skalt Tormóð flytja
til Grønlanda við tær,
flyt hann so sum lengur er á,
og sum tú unti mær.«

14. »Bjarni tú skalt Tormóði
bitra øksi smíða,
tjúkka og so hamartunga
munnan ikki víðan.

15. Eyka væl um eygað bú
ei mikið skaft í ganga,
ikki síggjast lýti á,
hvassar hyrnur hanga.«

16. Tormóður gekk til strandar oman,
knørrur í festi lá,
ein kom maður av bergi oman,
Gest hann nevni eg svá.

17. Enntá var tað Tormóður
vendi sínum knørri í hav,
ein kom maður og mælti svá:
»Tormóður veit mær far.«

18. »Hoyr tú tað, hin ungi maður,
farið veiti eg tær,
vilt tú standa í allan dag
og stýra tann sjó for mær.

19. Hoyr tú tað, hin ungi maður,
farið skalt tú fá,
vilt tú standa í allan dag
og stýra mót bylgju blá.«

20. Gestur gekk til stýris at stá,
gott skal slíkum falla,
so stýrir hann allan dag
at ikki náddi at halla.

21. So vóks veður á sjónum hart,
hurrar í hvørjum streingi,
Tormóður stendur í eysturmála,
alvæl dugdu dreingir.

22. Tormóður hendi byttu upp
aðra aftur í móti,
Gestur sat í sessi kvirrur,
tí hann var sterkur í hóti.

23. Gestur stoytti byttu niður
og Tormóð gjørdi vátan.
báðir trivu til vápna í senn
men hvøngan kvøði eg kátan.

24. So var veður á sjónum hart,
at ráin læt tá bresta,
seglið brá fyri borðið út
og avfall var hitt mesta.

25. Skúvur gongur for Gest hin unga
biður hann ráina fella:
»So er tørvur á várum smiðum,
at sigla munnum vær valla.«

26. Gestur so til orða tekur,
heldur sær at gaman:
»Tormóður er so orðhagur
hann yrkir ráina saman.«

27. Settist teir á bunkan niður
vendi saman bøkum,
Gestur leit seg ikki um
tí hann var frægur í tøkum.

28. Settist teir á bunkan niður
vendi saman herðum.
Tormóður leit seg ikki um,
tí hann var frægur í ferðum.

29. Tá ið teir høvdu ráina felt,
og seglið var komið til seggja,
hvørki var tá frá at taka.
ella við at leggja.

30. Sigla nú bæði nátt og dag.
fingu byr so blíðan,
tóku havn í Eiriksfirði
skamt frá Brattalíð.

31. Torkel býr í Brattalið
vil eg fyri tær greina;
Tormóður tók har vetrarvist
hann svav í skemmu eina.

32. Loðin kallur í Brattalíð
sigst í hesum kvæði,
Sigrið heitur helja hans,
Torkatli tjóna bæði.

33. Sigrið tók við Tormóði
dugnar hann við blíðu,
illa líkar Loðni tað,
hon kom til songar síðu.

34. Loðin gekk í búðina inn,
honum var leiðin tekk,
sovnaður lá tá Tormóður
fram á brúðar bekk.

35. Loðin gekk í búðina inn
mangir við honum vóru,
nívdu Tormóði fram úr sessi
og illa við honum fóru.

36. Tí svaraði Tormóður,
tá teir høvdu roytt hans hár:
»Hasin var út av Íslandi
skyldur frændi vár.«

37. Gestur so til orða tekur
kann væl hyggju stilla:
»Roytið ikki Tormóð skald,
tí hann man reiðast illa.«

38. Øksi brá undan skeytafeldi,
hana vá hondin hátt,
Loðin hjá hann í herðar niður
vann hann tað víggið brátt.

39. Skúvur hann er ráðamaður
hann kann nakað sund:
»Kjós tær mann av várum liði,
Tormóður tær til fund.«

40. »Egil hann er reyðamaður
hann kann einki á sundi,
hann skal verða í ferð við mær
tann fagrasta leik í lund.«

41. »Verður tú Egil á tingum staddur,
tú hoyrir hvøllan brest,
tak tú tá til tínar føtur
leyp sum tú kann mest.«

42. Tingið var á Garði sett
við Torgrím trølla ráði,
har kom Skúvur av Stokkanesi
og teir Bjarni báðir.

43. Tormóður gekk frá teimum burt,
sum søgur ganga frá,
tekur nú øksina Bjarnasmíð
stoytir yvir seg kápu blá.

44. »Tí fór eg av Íslandi
við hvøssum saksi ein
vænti eg mær torvan ein
at vinna Torgrími skein.«

45. Eitt kom æl av útnyrðingi,
hvassur var tann skúrur,
allir krokaðu Torgríms frændur
inni í eini búð.

46. Tormóður gekk breytir tá
fram at Tórgríms stóli,
haðan er tann søgan gjørd,
sum dreingir gita við hóli.

47. Øksi brá undan skeytafeldi,
hana vá hondin hátt,
Torgrím bjó hann í herðar niður
vann hann tað víggið brátt.

48. Hann setist undir herðar hans
Tormóður sigur svá:
»Leypið eftir manni teim,
ið Torgrím trølla vá.«

49. Egil var á tingum staddur
hann hoyrdi hvøllan brest,
tá tók hann til sínar føtur
leyp sum hann kundi mest.

50. Eg sær koma tógva menn
sunnan eftir heiði,
eingin hestur loypur so skjótt
hann støðgar teim á leið.

51. Ikki fingu teir Egil fyrr,
enn dagur tók at halla,
teir bukaðu bein í baki hans,
tá skulvu aðrar allar.

52. Gingu aftur til búðar heim
hvør ræður øðrum at fagna:
»Hvør hevur Torgrím trølla vigið,
slíkt man ófrið magna.«

53. Reiðir vóru tá Torgríms frændur,
løgdu lak um hann, .
sóu nú ein í hvítum feldi
fyrr so døkkan mann.

54. Skúvur fagnar Tormóði,
einki man honum bella.
fluttu teir hann í hamrafjøll
tað heitur í Tormóðs helli.

55. Tormóður gekk frá helli niður
víða ið hann reikar,
møtir hann einum gomlum manni,
lúsa-Oddur hann heitur.

56. »Hoyr tú tað, hin gamli maður,
hvaðan komst tú í dag,
eru teir heima Torgríms frændur?
satt tað sig tú mær!«

57. »Heima eru Torgríms frændur
satt at siga tær,
Fálgeir er á fiskiklakki
yvir tað salta hav.

58. Tórir og Torkel fylgja honum,
frægastu menn í landi,
kunnu so væl teir tríggir brøður
at vega við búnum brandi.«

59. »Hoyr tú tað, hin gamli maður,
eg gevi tær kápu mína,
tú skalt mær ímóti meta
vond og verju tína.«

60. Hann fór í ta kápu blá,
hin lætst alvæl inna,
lúsa-Oddur leyp avstað,
royndi leggir stinnar.

61. Hann fór í ta kápu blá
Tormóður snúðist til neysta,
lúsa-Oddur leyp avstað,
royndi leggir treystar.

62. Fálgeir legði skútu síni
fram mót sløttum sandi,
allir hyggja at lúsa-Oddi,
ið fyri stendur á landi.

63. Fálgeir talar til sínar menn:
»Tær goymið væl tygara fonglar
latið ei tjóvin lúsa-Odd
stjala burtur onglar.«

64. Tormóður stendur í neysti ein,
vil eg fyri tær greina,
tríggjar vá hann reystar kempur
hvørja við sínum steini.

65. Fálgeir leyp frá skútu síni,
hann vildi at honum ná,
Tormóður hevði hjartað lætt,
og undan helt hann tá.

66. Runnu teir eftir bjørgum fram
inn á eina rók,
Tórður kom tá at við hann,
hann gav ikki reiði ró.

67. Ryktust teir um tóna inni,
tá viknaðu dreingir í fótum,
Tórð hann hjó í herðar niður
inn at hjartarótum.

68. Fálgeir og hann Tormóður
tókust á rókini saman,
leys fell øksi av Tormóðs hond,
av dró barna gaman.

69. Ryktist teir um tóna inni,
so er greitt fyri mær,
leys varð øksi úr Tormóðs hendi,
niður í salta hav.

70. Ryktust teir um tóna inni,
teir duttu bjørgum av,
Fálgeir legði at Tormóði,
hann helt honum leingi í kav'.

71. Fálgeir legði at Tormóði,
í kavi helt honum leingi,
hesir kunnu á sundi leika
báðir reystir dreingir.

72. »Guð og signaður Ólavur kongur
sum øllum dugnað veitir,
hann lati meg sigur av Fálgeiri fá
tann avrekskappi hann heitur.«

73. Lindin gekk í brókum sundur
tað var seggja vandi,
síðani vendist hans høvur niður,
Fálgeir misti anda.

74. Tormóður legði at einum skeri,
tá tók sjógvur at fløða,
har læt hann tá liggja kvirrur
sjúkur og sárur av møði.

75. Kelling gongur á tarabrúk
sær seg út frá landi,
hon sær Tormóð at útskeri.
staddan í stórum vanda.

76. Kelling vappar eftir tarabrúk
við sítt búgvið spjót,
skeyt hon tað í útsker út
og Tormóð stakk í fót.

77. Skúvur og hann Bjarni bóndi
teir eiga bát á sandi,
teir eru ofta á sildarhavi,
tá ið aðrir liggja á landi.

78. Skúvur og hann Bjarni bóndi
rógva á sildarhav,
funnu Tormóð á einum skeri
komin av deyðakav'.

79. Skúvur so til orða tekur
heldur á búnum knívi:
»Lat tað ongan livandi vita,
at Tormóður er á lívi.«

80. Gamli undir jøkli býr
(eyka skal hettar frøði)
Gríma heitur husfrú hans
og læknar eru bæði.

81. Gamli undir jøkli býr,
tað vil eg fyri tær greina,
hagar skulum vit Tormóð flytja
bæði til heilsu og beina.

82. Gríma grøddi Tormóð skald
líð og langa stund
Skúvur hann av Grønlandi flutti
aftur á kongsins fund.

(c) Dansifelagið í Havn