Kvæðasavn

Finnur hin fríði

Uppskrift: Gylta 8, pp. 81-93.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Viljið tær nú lýða á,
meðan eg flti fram?
Ein býr jallur í Noregi;
Ólav nevni eg hann.

(Og) Nú siglir edilingur av Noreg;
blíður rennur byrur millum borða.

2. Tógva eigir hann synir sær
báðar kann eg væl nevna:
Hálvdan og hann Finnur hin fríði
kunnu væl dreingjum stevna.

3. Hálvdan var sá eldri bróðir,
Finnur var sá yngri,
tó at hann var vakrari,
fell honum forlag tyngri.

4. Hálvdan vóks í faðirs garði
við tað fór hann fram,
tóktist ei heilur liva tann dag,
hann blóðgaði ikki mann.

5. Hálvdan vóks í faðirs garði,
við alskyns mekt og meingi,
Finnur fór á leikvøllir
burt við jalsins dreingir.

6. Upp vóks hann á leikvøllum
við alskyns mekt og prýði,
øllum var hann yvirvón,
ið kallaðist Finnur hin fríði.

7. Upp vóks hann á leikvøllum
undir reyðum skildri,
lærdi allar listir tær,
ið kappin kjósa vildi.

8. Finnur er á leikvøllum
talar við sínar dreingir:
»Hvar vitið tær mín javnlíka?
tað havi eg hugsað leingi.«

9. Sveinur svarar sínum harra:
»Hví spyrjum tær svá?
best manst tú vita við sjálvum tær
hvar tín stendur hugur á.

10. Mest manst tú vita við sjálvum tær
hvar tín stár hugur á,
hoyrt havi eg gitið Írlands kong,
so væna dóttur ár.

11. Írlands kongur dóttur eigir,
føgur er hon í brúnum,
flættað hár á herðar lagt
við silkibondum snúnum.

12. Írlands kongur dóttur eigir
føgur er hon sum sól,
so er at líta á jomfrú kinn,
sum droyrin drýpur á snjó.

13. Írlands kongur dóttur eigir
mektiga og mæta,
einans er hon arvingi
til góðs og landa at gæta.«

14. »Er hon so vøn og tekkilig
sum tú sigur til,
hagar streingi eg heiti mítt,
tað stendist hvat av ið vil.«

15. Hann kastaði svørð og herklæði,
hann lysti ei longur at leika,
gekk so fyri faðir sín
við reyðar kinnar og bleikar.

16. Finnur stendur á hallargólvi
leggur við faðir ráð:
»Nú lystur meg til Írlanda
kongsins dóttur at fá.«

17. »Fátt er tær av hyggi komið
tú hevur tagt so leingi
kongurin hevur av lívi tikið
mangar reystar dreingir.«

18. Finnur stendur á hallargólvi
tók hans orð við reiði:
»Tó skal eg til Írlanda,
eg komi ei aftur úr teirri.«

19. Finnur so til orða tekur,
talar so fyri seg:
»Falli eg á Írlandi,
Hálvdan, hevn tú meg.«

20. So letur Finnur hin fríði
byggja skipin sín,
bæði letur hann í tey laða
virtur og so vín.

21. Finnur letur snekkjur smíða
við so lítlari ró,
av gulli málar hann borðini
tey glógva for oman sjó.

22. Finnur letur snekkjur smíða,
dreingir munnu gita,
av gulli vóru mastrarnar,
av silvri vóru bitar.

23. Bræddir vóru hans brandar,
seglini vóru ný,
gyltir leika veðurringar
hátt í miðal ský.

24. Summir bóru mat á skip,
summir bóru vápn,
teir vóru so snart til ferðar búnir
á teirri somu nátt.

25. Teir vóru so snart til ferðar búnir
á teirri somu nátt,
hildu út av Noregi
og tað var alt so brátt.

26. Vundu upp sini silkisegl
gull við vovin rand,
strikaðu ei á bunkan niður
fyrr enn við Írland.

27. Gingu teir frá strondum niðan
vóru í jarni klæddir,
reyðargullhjálm á høvdi bóru,
teir vóru at ongum ræddir.

28. Finnur gekk í høllina inn,
áður var tann siður,
hevur nú alt í einum orði,
heilsar og hann biður.

29. Finnur stendur á hallargólvi
ber fram kvøðu sína:
»Sit væl, reystur Írlands kongur,
gev mær dóttur tína.«

30. Svaraði tá Írlands kongur,
hann heldur á búnum brandi:
»Sig mær frægur, heitið títt,
og hvaðan ert tú av landi?«

31. »Ólavur jarl er faðir at mær,
Hálvdan heitur mín bróðir,
sjálvur heiti eg Finnur hin fríði
frú Gortra er mín móðir.«

32. »Allir hennar ríku frændur
halda so miklan mun,
hon er ein útvald kongsdóttir,
men tú ert ein jarlsson.«

33. Finnur stendur á hallargólvi
tók hans orð við gamni:
»Hesin sami jarlssonur
hann tykist vera tín javni.«

34. Svaraði Írlands kongur:
»Vilt tú tey boð tiggja,
far tær aftur til Noregis
so vænur í árni at liggja.«

35. Finnur brá sín brand á loft,
hann vildi ei megin loyna,
ætlaði kongi banasár
og odd í hjálmin royna.

36. »Vilt tú ikki tína dóttur
geva mær at gifta,
eg bjóði tær ei onnur boð
enn lív skal londum skifta.«

37. Finnur brá við breiðaborð,
er mær ei á tí hól,
oddurin kom í búgvið borð
og niður í hallargólv.

38. Finnur brá við breiðaborð,
vá hann til so fast,
tað var hansar góða svørð
í tógva luti brast.

39. Tóku Finn hin fríða,
løgdu hann í bond,
spardu hvørki stál ei jarn
um hans ljósu hond.

40. Settu teir hann í myrkastovu,
einum manni at ráða,
hann hevur so mangan óvinin,
nú stendur hans lív í váða.

41. Fram gekk frúgvin Ingibjørg
innfyri faðir sín,
berføtt í einum náttserki
undir eitt høvuðlín.

42. Tað er frúgvin Ingibjørg
hon fellur á síni knæ:
»Ger tað fyri manndóm tín,
tú gev tann riddara mær.«

43. »Øllum tínum vinum og frændum
tykja so miklan mun
tú ert ein útvald kongsdóttir,
hann er ein jarlsins son.«

44. Reiður rendi hann hana burt
vildi hana ikki hoyra:
»Sømir tað ei mín bitra brand
at rjóða í kvinnu droyra.«

45. »Hoyr tað mín hin sæli faðir
sjálvur skalt tú ráða,
sendi eg Hálvdani sterka boð,
tá stendur títt lív í váða.«

46. Heitir hon á sín sendisvein,
klæðir hann væl í skrúður:
»Eg havi roynt teg á øllum lutum,
tú hevur verið mær trúur.

47. Tú skal fara til Hálvdan sterka
bera honum boð til handa,
hans er bróðir í myrkastovu
staddur í stórum vanda.

48. Hans er bróðir í myrkastovu
staddur í stórum váða,
stendur í veði Írland alt
um Ingibjørg at fáa.«

49. Síðla var um aftanin
alt gekk fólk at sova,
njósnarsvein av høllini gekk,
hann festir hurð í klova.

50. Vindur upp síni silkisegl,
gulli vovin við rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Noregs land.

51. Njósnarsveinur frá strondum gekk
í høgar hallir inn,
sum Hálvdan fyri at borði sat
við monnum hundrað fimm.

52. »Tín er bróðir í myrkastovu
staddur í stórum vanda,
stendur í veði Írland alt
Ingibjørg til handa.

53. Tín er bróðir í myrkastovu
staddur í stórari neyð,
stendur í veði Írland alt
tann fagra rósin reyð.«

54. Tá var hann reiður Hálvdan sterki,
hann sínum borðum skeyt,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi fleyt.

55. Hálvdan sprakk úr hásæti,
søgur ganga frá,
uttarlaga á hallargólvi
har komst hann fótum á.

56. Hálvdan letur liðið savna
bæði torpar og tegnar,
har komu tveir sum boðin var ein
Finn hin fríða at hevna.

57. Vinda teir upp síni silkisegl
gull við vovin rand,
strika ei á bunkan niður
fyrr enn við Írland.

58. Svaraði Tróndur sendisvein:
»Lat meg fyri ríða;
kunnug eru mær lokabrøgd
og allir loynistígir.«

59. Gingu teir frá strondum niðan
eingin mundu tað vara,
brendu inni konur og børn,
ið hvar teir komu til garða.

60. Tí svaraði Írlands kongur
login leikar hátt:
»Hvat havi eg til saka gjørt,
hví verði eg brendur á nátt?«

61. Hálvdan so til orða tekur
mælir fyri munni á sær:
»Tað visti tú Írlands kongur
at bróðir átti eg mær.«

62. Tí svaraði Írlands kongur
av so miklari neyð:
»Finnur er í myrkastovu
hann er ikki deyður.«

63. Tað var Hálvdan sterki
sínum svørði brá,
hann kleyv sjálvan Írlands kong
sundur í lutir tvá.

64. Hálvdan reikar um borgina
hann nær ei inn at ganga,
klývur hurðar av seigum jarni,
loysir út reystan fanga.

65. Finnur leyp úr myrkastovu,
hann var til ilsku fúsur:
»Eg havi kongi skatt at lúka
fyri tað myrka hús.«

66. Finnur leyp úr myrkastovu
kinnar bar so baldar:
»Eg havi kongi skatt at lúka
fyri tað jarnið kalda.«

67. Hálvdan so til orða tekur
heldur á brýndum mæka:
»Eg havi allar skattir lokið,
tað man einki saka.«

68. Gingu teir í moynnarsal
fyri tað sprundið ljósa:
»Vilt tú meg ein høvdinga
ein fyri øllum kjósa.«

69. Svaraði frúgvin Ingibjørg
(nú er eftir tað versta):
»Hevði tú vegið Vínkongarnar,
tá skuldi tú meg festa.«

70. »Til Vínlands er so long ein leið,
streymar og brattar bylgjur,
hoyr tú Hálvdan bróðir mín
hagar skalt tú mær fylgja.«

71. Svaraði Hálvdan bróðir hans
stóð har skamt í frá:
»Eg eri so glaður at fylgja tær,
sum fuglur á villini brá.«

72. Vinda teir upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strika ei á bunkan niður
fyrr enn við Vínland.

73. Ganga teir frá strondum niðan
av so grimum alvi,
rekkar tríggir á nesi sita
teir leika títt við talvi.

74. Svaraði Finnur hin fríði:
»Eg geri tað ei at loyna,
til tess eri eg higar komin
roysni vil eg royna.«

75. Tórstein hvarv á nesi burt,
hann var maður hin versti,
hann kom aftur uttan borgar
á kolsvørtum hesti.

76. Finnur hann brá honum í mót
av so grimum alvi,
treiv um fyrsta Vínkongin,
hann sleit hann av um nalva.

77. Ívint hvarv av nesi burt,
hann var maður hin versti,
hann kom aftur uttan borgar
á kolsvørtum hesti.

78. Finnur reið mót honum fram,
søgur ganga frá,
høgdi annan Vínkongin,
kleyv hann í luti tvá.

79. Rólant hvarv á nesi burt,
fáir finnast slíkir,
hann kom aftur uttan borgar
í flogdreka líki.

80. Eitur spýði tann ljóti dreki
niður á Finnins troyu,
ikki var hann við vápnum vegin
og tó mátti hann doya.

81. Reyðan ring av armi dró,
meðan hann mátti tala,
sendi hann frúnni Ingibjørg,
hann bað hana liva sæla.

82. Hálvdan brá í loftið upp
av so grimum alvi,
treiv um triðja Vínkongin
hann sleit hann av um nalva.

83. Vant hann upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Írland.

84. Fyrstur stígur Hálvdan sterki
sínum fótum á land,
tá var frúgvin Ingibjørg
riðin niður til strand.

85. Tá var frúgvin Ingibjørg
riðin niður til strand:
»Hvar er hann Finnur hin fríði
hann stígur ei fyrstur á land.«

86. Tá svaraði Hálvdan sterki,
mælir for munni á sær:
»Her hevur tú tann reyða ring,
ið Finnur sendi tær.«

87. Reyðan ring av armi dró,
meðan hann kundi tala,
sendi tær, frúgvin Ingibjørg,
hann bað teg liva sæla.«

88. »Hoyr tú, frúgvin Ingibjørg,
sprundið tú hitt ljósa,
vilt tú tær ein høvdinga
her fyri øllum kjósa?«

89. Svaraði frúgvin Ingibjørg
frá man frættast víða:
»Eg lovi ongan ediling
eftir hann Finn hin fríða.«

90. Tað var Hálvdan sterki,
læt byggja eina borg,
hann sleit sína ævi á Írlandi
við trega og tunga sorg.

91. Hann sleit sína ævi á Írlandi
við trega og tunga neyð,
alla sína ævina
hann syrgdi bróður síns deyð.

(c) Dansifelagið í Havn