Kvæðasavn

Ólavur hin heilagi

Annað heiti:
Gudbrands kvæði

Uppskrift: Gylta 9, pp. 94-98.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Ólavur hin heilagi,
alt Noregi hann átti;
alt tað fólk hann kristnaði,
sum honum søma mátti.

Oman eftir og niðaneftir,
oman eftir vallaratúni,
har fór hestur mín hin brúni,
omaneftir vallaratúni.

2. Guðbrandur í Guðbrandsdali
hann var eftir eina:
hvussu hann fekk kristnað hann,
eg frá tí vil greina.

3. Guðbrandur fekk frá kongi boð,
mundi frættast víða:
antin lata kristna seg
ella ímóti stríða.

4. Guðbrandur talar við sonin sín:
»Í stríðið skalt tú fara,
ven hann av tí vananum
við trúgvum okkum læra.«

5. Valdi út av Guðbrandsdali
tólv hundrað í skara:
kongurin dró tá teim ímót,
tó vildi hann fólkið spara.

6. Kongurin sendi sendiboð
við tí boði sæla:
»Bið hann unga Guðbrandsson
sjálvan við meg tala!«

7. Inn kom Guðbrandur Guðbrandsson,
ræður for konga kníggja:
»Tí eri eg komin higar í dag
eg vil teg sjálvan síggja!«

8. »Ver vælkomin, ungi maður,
gakk tú mær til handa:
trúgv tú á tann sanna guð,
tú sleppur úr stórum vanda!«

9. Guðbrandur stendur á hallargólvi,
fellur á síni knæ:
»Eg skal trúgva á sannan guð
henda sama dag!«

10. Kristnaði hann tann unga mann
á tí sama sinni:
kongurin gav honum gull og fæ
og takkaði Guði ei minni.

11. Guðbrandur tekur í kongsins hond:
»Takk fyri tína náði:
eg skal kristna faðir mín
vil hann taka við ráði.«

12. Aftur kom ungi Guðbrandur
heim til faðir sín:
»Ver vælkomin úr stríðinum,
sæli sonur mín.«

13. »Sitið nú heil og sitið nú sæl
bæði faðir og móðir:
eg havi verið hjá Ólavi kongi
hann er maður góður!«

14. »Eg havi tikið við kristnari trú
og kastað guðin vranga:
ger tú líka faðir mín
so væl tað tær skal ganga!«

15. »Hevur tú, svarti úlvaungi!
sakað guðin Tóra:
hevur tú lurtað eftir Ólavi kongi
tað hann hevur fyri tær bjórað!

16. Hevur tú tikið við kristnari trú
og sakað guðin henda:
galin vart tú sonur mín
tú mást snart frá tí venda!«

17. Guðbrandur situr í gyltum stóli,
heldur á reyðum ringi:
»Eg skal lata kongin kalla
higar á Dalatingið.

18. Eg skal lata fólkið savna
alt her býr íkring:
bera skulu teir Tóra guð
sjálvan inn á ting.

19. Kongurin man tá óttast illa
fyri tí Guði stóra,
hann man fána av ræðslu niður,
tá ið hann sær Tóra.«

20. Tað var signaður Ólavur kongur
fekk tey boð av sonnum:
hann skuldi møta á Dalatingi
við øllum sínum monnum.

21. Kongurin talar til Kolbein sterka
»Tú skalt hjá mær vera!
eg havi hoyrt, hann ætlar sær
Tór á ting innbera.«

22. Kongurin gongur á tingið inn
bæði vænur og vitur:
sær hann gamli Guðbrandur
í hásætinum situr.

23. Kongurin las upp kristna læru
fyri tí manna tali:
»Takið nú allir við mínum Guði,
nú hava tit gott í vali!«

24. Guðbrandur situr í hásæti,
tølu sína fremur:
»Eg vænti smálegt mál av tær,
tá ið Tórur kemur!«

25. Bílætið kom á tingið fram,
borið av fimtan monnum,
stóra sleggju í hondum hevði,
hamarin stóð mót tonnum.

26. Guðbrandur reisist úr hásæti
upp við hallar veggi:
»Nú meini eg at Ólavur kongur,
lútar við sínum skeggi!«

27. »Dárliga tú talar nú,
tú hin heidni hundur!
myrkur býr í tínum hjarta
tað er einki undur.

28. Vilt tú skoða sannan Guð
skoða tá hans verkið,
hygg tú tær mót eystri upp,
har kemur hans tjónari sterki!«

29. Sólin rís úr eystri upp,
tók so fagurt at skína:
Guðbrandur vendi sær móti henni
við øllum monnum sínum.

30. Kolbein sipar á Tóra kropp
góður var í honum alvur:
raplaði hann í smildur sundur
rætt sum kavaskalvur.

31. Rottur lupu úr viðaguði
hartil stórir ormar;
har var rumbul á tinginum
tá alt av durum stormar.

32. Kongurin stendur á tingi inni
við sín gylta stav':
»Her liggur nú tann sterki guður,
tú hevur rósað tær av!«

33. Bilsin sat hann Guðbrandur gamli
rann honum tá í huga:
óargadýr í Tóra búðu,
lítið mundi hann duga.

34. »Kongur eg skal trúgva tær
og taka við Guði eina:
skír tú meg, í Harrans navn
við mínar menn og sveinar!«

35. Kongurin læt tá kirkjur byggja
har í Guðbrandsdali:
tá hevði hann alt Noregi kristnað,
tann hin kongurin sæli.

(c) Dansifelagið í Havn