Kvæðasavn

Geyti Áslaksson

Uppskrift: Gylta 12, pp. 128-145.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

Geyta táttur

1. Áslakkur droymdi dreymarnar,
segði teir ei for mørgum:
»Tóktist mær sum Haraldur kongur,
stýrdi grimum vørgum.«

Glymur dansur í høll,
dans sláið í ring!
glaðir ríða Noregsmenn
til hildarting.

2. Áslakkur droymdi dreymarnar,
segði teir ikki smærri:
»Tóktist mær sum siglutrø
tey gingu fjøllum hærri.«

3. Svaraði Geyti sonur hans:
»Vær gevum ei slíkt í geyma,
veturnáttin er so long,
at mangt kann bera í dreyma.«

4. Tað var reysti Haraldur kongur,
stendur í fremra stavni:
»Hvar vitið tit tann bóndason
til útreið er mín javni?«

5. Svaraði kongsins lítil svein
hann stendur í øðrum stavni:
»Bóndasonur á Upplondum,
hann tykist vera tín javni.«

6. Tí svaraði Haraldur kongur
letur av reiði renna:
»Er hann ei mín yvirmaður
tú skalt á báli brenna.«

7. So letur hann Haraldur kongur
síni skipini gera,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli vera.

8. Tað var reysti Haraldur kongur
sigldi út í hav,
gyltir ringar av reyðargulli
í hans homlum var.

9. Tað var reysti Haraldur kongur
siglir við líðir fram:
»Fýsir meg í staðin upp
at skoða henda mann.«

10. Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand;
fyrstur stígur Haraldur kongur
sínum fótum á land.

11. Hagar var leiddur gangarin,
ið kongurin skuldi á ríða,
hann var klæddur við skarlak
niður á meðal síðu.

12. Hvítur var kongsins gangari.
søgur ganga frá,
svartir vóru hóvarnir.
men oyruni vóru grá.

13. Tað var reysti Haraldur kongur
heim í garðin fór,
úti sjálvur Áslakkur
fyri honum stóð.

14. »Statt væl heilur, mín Áslakkur,
og so tín yngsti arvi,
hvar hevur tú hann á landi stevnt.
hvat hevur tín drongur við starvi?«

15. Tí svaraði Áslakkur
glógvar í gullinum reyða:
»Tú tarvt ikki at minna meg
uppá mín sonar deyða.«

16. »Hoyr tú tað, nú Áslakkur
sig mær satt ífrá:
hvussu heitur kirkjan tann,
ið tín son hvílir hjá?«

17. »Hoyr tað reysti Haraldur kongur,
eg sigi tær satt í frá:
í Kølnrín stendur kirkjan tann,
ið mín son hvílir hjá.«

18. Tí svaraði Haraldur kongur
stígur fram yvir fold:
»Deyðan skalt tú hamin taka.
upp úr døkkari mold.«

19. Enn svaraði Haraldur kongur,
sló tað upp við gamni:
»Deyðan skalt tú hamin taka,
vita, hann var mín javni.«

20. Tí svaraði Áslakkur
glógvar í gulli enn:
»Hvussu skal eg hans bein nú kenna
burtur blant aðrar menn?«

21. Tað var reystur Haraldur kongur
ríður fram yvir heiði,
møtir hann einum ungum manni
komin av djóraveiði.

22. Møtir hann einum ungum manni,
undir silkihúgvu,
kinnin var reyð sum hummarklógv
og eygað sum í dúgvu.

23. Møtir hann einum ungum manni,
eingin ið hann kendi,
silkihúvu á høvdi bar
og finskan boga í hendi.

24. Haraldur so til orða tekur,
gott er at taka til evni:
»Sig mær ætt og heiti títt
og hvussu skal eg teg nevna?«

25. Svaraði sá hin ungi maður:
»Hvat skal slíkum gegna,
Geyta Áslaksson,
so skalt tú meg nevna.«

26. Svaraði reystur Haraldur kongur,
glógvar í gullið reyður:
»Hettar man vera tann bóndasonur,
ið os er sagdur deyður.«

27. »Hoyr tað reystur Haraldur kongur,
hvat skal slíkum sæta,
at tú fert so víða um lond
alt eftir mítt navn at gæta?«

28. »Hoyr tað Geyti Áslaksson,
eg geri tað ei at loyna,
til tess eri eg higar komin
roysni við teg at royna.«

29. Svaraði Geyti Áslaksson:
»Býðst ei betri nú,
allar leikir, sum tær viljið,
kjósi sjálvur tú.

30. Stong at skjóta, spjót at leggja,
jútskan hest at temja,
og til hvørjar útreiðir,
ið tær viljið fremja.

31. Stein at varpa, ørvum skjóta,
jútskan hest at taka,
tó vær leikum á sund um stund,
og tað man einki saka.«

32. Tí svaraði Haraldur kongur
frá man frættast víða:
»Vit skulum os á sundið út
at renna í streymin stríða.«

33. Teir fóru sær úr øllum klæðum
aktaðu ei um bátar,
moyar og so konurnar
tær taka so hart at gráta.

34. Leiktu teir á sundinum
eina so lítla tíð.
Geyti vann av konginum
ein silvurbúin knív.

35. Leiktu teir á sundinum,
søgur ganga av,
Geyti helt tá konginum
hálva økt í kavi.

36. Leiktu teir á sundinum,
so fór mellum seggja,
kongurin kendi møði á sær,
hann biður at landi leggja.

37. Hann sá hvørkin himmal ei jørð,
tá ið hann kom av sundi,
bóru hann so í eina borg
og sterkar stólpar undir.

38. Bóru hann so í eina borg,
hann skortaði ikki fíggja,
so er mær av sonnum sagt
hann svav har dagar tríggjar.

39. Kongurin situr í hásæti,
tekur hann so til orða:
»Heintið mær Geyta Áslaksson
og stillið hann inn for borð.«

40. Geyti gekk í høllina inn,
kastar knív á borð,
kongurin situr í hásæti,
hann talar ikki eitt orð.

41. »Niklas heitur mágur mín,
hann trýr so væl á Krist,
hann skal teg Heming á sundi spreingja,
hartil hevur hann lyst.«

42. Leikti teir á sundinum,
eina so lítla stund,
Geyti vann av Niklasi
ein silvur búin pung.

43. Leiktu teir á sundinum,
eina so lítla tíð,
deyðan førdu teir kongsins mág
aftur í grøna líð.

44. Kongurin situr í hásæti
sær á sínar ørvar:
»Nú skal boð til Geyta gera
ongum gørpum øðrum.«

45. Geyti gekk í høllina inn
kastar pung á borð,
kongurin situr í hásæti,
hann talar ikki eitt orð.

46. »Hoyr tú Geyti Áslaksson
hvat eg sigi tær,
tú skalt skjóta valnøtur
av høvdi bróður at tær.«

47. »Hoyr tað reysti Haraldur kongi
tað sigi eg tær her:
tú skalt tær á skógin burt
at vita hvussu leikurin fer.«

48. Geyti fór á skógin burt
við sínum báðum broddum,
biður nú Guð og Ólav kong,
at ráða for ørvaroddum.

49. Geyti legði ørv á strong,
Guð var honum við,
so skeyt hann ta lítlu nøtu,
hin stóð eftir kvirr.

50. Geyti legði ørv á strong,
Guð var honum hollur,
so skeyt hann ta lítlu nøtu
ikki rørdist kollur.

51. Kongurin situr í hásæti
sær á sínar ørvar:
Enn skal boð til Geyta gera,
ongum gørpum øðrum.

52. Svaraði Geyti Áslaksson,
boð kom honum til handa:
»Nógv hevur reysti Noregis kongur
at gera í faðirs míns landi.«

53. Geyti gekk í høllina inn
og Hemingur nevnist hann har,
snarliga gekk tá seggur í sæti,
var bæði fimur og snarur.

54. »Hoyr tú Geyti Áslaksson,
siga skalt tú mær:
hví hevði tú ørvar tvær
í gjár á skóg við tær?«

55. »Tí hevði eg ørvar tvær
í gjár á skóg við mær:
hevði eg dripið bróður mín
onnur var ætlað tær.«

56. Tí svaraði Haraldur kongur,
heldur á reyðum ringi:
»Hoyr tað Geyti Áslaksson,
vit hittast enn á tingi.«

57. Svaraði Geyti Áslaksson
hann heldur á øðrum ringi:
»Mongum er væl fjálvað um
men ikki eru øll at tingi.«

58. »Tú skalt renna for bergið tað,
ið heitur Hornið háa,
haðan er eingin aftur komin,
ið skíðir hevur vágað.

59. Tríati favnar er tað breitt,
annað slíkt er tað hátt,
haðan er eingin aftur komin,
ið sær hevur skíðir vágt.«

60. »Skal eg renna for bergið tað.
ið Hornið háa er,
tá skalt tú standa á bergskorum
og vita hvørt leikurin fer.«

61. Tað var reysti Haraldur kongur,
fyrsta svøvn hann fekk,
tað var signaður Ólavur kongur
í dreymi fyri hann gekk.

62. »Hoyr tú Haraldur, bróðir mín,
hvat eg sigi tær:
leysa hav tú skikkjuna,
í morgin yvir tær.«

63. Geyti legði skíðir á,
hann rann for Hornið háa,
so treiv hann í kongsins skikkju
hans lív stóð tá í váða.

64. Hann kom niður á bergskorar,
meti Guð hans neyð!
hann var í ongum øðrum klæðum
enn skarlaksskikkju reyð.

65. Hann kom niður á bergskorar,
meti Guð hans trá!
hann var í ongum øðrum klæðum
enn í ein kyrtil blá.

66. Tað var signaður Ólavur kongur
honum var tungan snjøll,
hann bar mann úr bergskorum
fram á grønan vøll.

67. »Hoyr tað, Geyti Áslaksson,
hvat eg sigi tær:
drep ikki Harald bróðir mín,
so illa tað líkar mær.«

68. »Hoyr tað, signaður Ólavur kongur,
so svari eg tær:
lat ikki Harald bróðir tín,
koma for eygum á mær.«

69: »Hoyr tað Geyti Áslaksson
hugsa nú við tær:
hvussu tit skulu í heimi liva,
hvørgin annan sær.«

70. Tað var Geyti Áslaksson,
vildi fara fyrst,
hann fór sær til Onglanda,
hann tók har vetra vist.

Galta táttur

71. Tostan fór til Noregis
at kæra sína neyð:
»Vár bróðir hevur undir seg tikið
alla Onglands eyð.«

72. Tostan jall gár for Harald kong,
hann svør á sína lund:
»Vár bróðir hevur undir seg tikið
alla Onglands grund.

73. Tær bjóði eg nú Haraldur kongur,
boga mín at røkja,
eg trúgvi tær ein manna hest,
til odd og egg at søkja.«

74. »Tú tarvt ikki Tostan jarl,
meg til ferðar eggja:
stórum skipum hóskar lítið,
tí grunt er at landi at leggja.«

75. »Fjórðingin, ið eg tær bjóði,
mín bróðir tað nú veldir,
um tú frægi Filkirs arvi,
fara vilt tá heldur.«

76. Tað var reysti Haraldur kongur,
út í havið lagdi,
møtti honum Galti Íslandsfari,
rýmtur av mørgum bragdi.

77. Kongurin sigldi í havið út,
við sínum gylta løgdum,
møtir hann Galta Íslandsfara,
rýmtur av mørgum brøgdum.

78. »Hoyr tú tað hin lítli maður,
ið situr í báti niðri:
veitst tú nakað fyrilit,
at greina frá várum sigri?

79. »Eg sá eikirnar standa við sjó,
sum skínandi gullið bjartar,
tá fell av teim hvør ein kvistur,
vórðu so allar svartar.

80. »Eg sá enn eitt annað træ,
tað var av øllum meiri;
harri, tað eru sálir tykra
og slíka garpar fleiri.

81. Eg sá fljúgva oknir sjey,
rann teim blóð av veingi:
tað ber fyri tygara sál,
tær missið lív og dreingir.

82. Eg sá fljúgva aðrar sjey,
brent var teim á fiðri,
aftantil sum svørð at sjá,
tær møttust har á mýri.

83. Eg sá ljós í lofti brenna,
ein so fagran skara,
tað verður fyri tygara sál,
hon man til himna fara.«

84. Tað var reysti Haraldur kongur,
hann heldur á eggjateini:
»Tær skuluð Galta á hondum taka
munnuð tó vera seinir.«

85. Hildarmaður av heitum skalv
niður á knæið hvassa,
kongurin bresti lítlum lóv,
og tá skalv hjartað í Galta.

86. Galti fór við furkum fram,
legði árar í sjó,
hirdi lítið um kongsins vreiði,
seg frá skipunum dró.

87. Galti for í víkina inn,
sum hann hevði ligið leingi:
kongurin helt fram síni ferð,
hann misti lív og dreingir.

88 Galti fór í víkina inn,
sum hann hevði ligið fyrr;
kongurin helt fram síni ferð,
hann misti lív og lið.

89. Kasta sínum akkerum
á so hvítan sand,
fyrstur stígur Haraldur kongur
sínum fótum á land.

90. Fyrstur stígur Haraldur kongur
sínum fótum á land,
og albrynjaður Tostan jallur
undir hans høgru hand.

91. Og albrynjaður Tostan jall
undir hans høgru hond,
teir slógu sínar tjaldbúðir
so skamt frá sjóarstrond.

92. Tað var um ein helgan dag,
sólin skein so víða,
kongin lystir í staðin upp
at skoða teir kostir fríðar.

93. Kongin lystir í staðin upp
at skoða teir kostir fríðar,
gingu undir ein høgan heyg
so eingin skuldi á lýða.

94. »Gakk á tal við bróður tín
ríkið aftur at fáa,
allar hálvar landkomstir
at vera høvdingar báðar.

95. Gakk á tal við bróður tín,
gott er slíkt at nýta,
sig: Haraldur kongur fylgir mær,
hvat skulum vit honum býta?«

96. Hann gekk á tal við bróður sín
ríkið aftur at fáa
allar hálvar landkomstir
og vera so høvdingar báðir.

97. »Tær vil eg Tostan bróður mín
ríkið aftur leggja,
allar hálvar landkomstir
at vera høvdingar beggja.«

98. Tí svaraði Tostan jarl
alt fyri uttan trega:
»Haraldur kongur fylgdi mær,
hvat skulum vit honum geva.«

99. Tí svaraði Tostan jall:
»Gott er slíkt at njóta,
Haraldur kongur fylgdi mær
hvat skulum vit honum bjóða.

100. »Honum vil eg ikki meiri geva,
sjálvur vil hann sær kjósa:
hava land fyri sína longd
og lítlum sigri rósa.

101. Honum vil eg ikki meiri geva,
sjálvur vil hann tað tiggja:
hava land til sína longd
og nógv rúm í at liggja.

102. Eg bjóði tykkum øllum heim
meiri av monnum og minni,
um tær viljið halda frið
og ongar neisur vinna.«

103. Tí svaraði Noregis kongur
heldur á bínann stóli:
»Um hvat mælti Onglands kongur
í dag fann teg á máli?«

104. »Mær vildi kongurin, bróðir mín,
ríkið aftur fáa,
allar hálvar landkomstir
at vera høvdingar báðir.

105. Tær vildi hann ikki meiri geva,
sjálvur skuldi tú tær kjósa:
hava land fyri tína longd
og lítlum sigri rósa.

106. Hann vildi tær ikki meiri geva.
sjálvur mundi tú tað tiggja,
hava land fyri tína longd
og nógv rúm í at liggja.

107. Hann beyð okkum øllum heim,
meiri av monnum og minni,
um vær vildum halda frið
og ongar neisur vinna.«

108. Liggja teir í landtjøldum
drekka mjøð hin hvíta
eingin blæs sá vindur í vág
at Norðmenn máttu nýta.

109. Tað var tá sum oftum er enn:
mangt er í brøgdum vunnið,
illa líkar Haraldi kongi,
at hann ikki ensku kunni.

110. Tí svaraði Tostan jall:
»Tí skal ikki spara:
hava vit okkum brynjað lið,
tí gott er við frið at fara.«

111. Tí svaraði Haraldur kongur:
»Tað man ei um vara,
hvat skal okkum brynjað lið
til skemtan skulum vær fara.«

112. Teir klæddu seg í skart og skreyt,
heim til hallar fóru,
søgdu so teimum góða nátt,
ið heima eftir vóru.

113. Teir fóru sær til hallar heim,
slíkt kom teim ei í huga,
brynjað lið á borði sat,
ei hava ráðini dugað.

114. Hirðin leyp at hallardurum
heitur málmara torn:
»Norðmenn taka staðin inn,
tit verji Lundinborg.«

115. Hirðin leyp at hallardurum,
sum skínandi gullið bjartar,
kongurin hopar til hallarvegg
við stáli og stinnum hjarta.

116. Brandi brá og mælti svá:
»Hilmar undan leypa,
eg skal standa eftir ein
lív mítt dýrt at keypa.«

117. Brandi brá og mælti svá:
»Tað man nú so verða,
báðir skulum vit falla í senn
eg mælti tær fyrst til ferðar.«

118. Upp leyp ein av Onglands monnum
sínum brandi brá,
hann kleyv ungan Tostan jall
sundur í luti tvá.

119. Tað var spell at jallur fell
frá tí rúnar veldi,
kongurin stendur eftir ein
so sigst, av grimum feldi.

120. Jallurin fell, og tað var spell.
frá tí gullinum reyða:
kongurin stendur eftir ein.
teir søkja til hans deyða.

121. Gingu inn fyri Geyta í loft
og dugnað biðja sær:
»Gott er at hevna fornar sakir
deyðan vildi hann tær.«

122. Geyti læt tá dubba seg,
tó tað var honum ímóti,
stakk ígjøgnum stillis bróst
við tí valda spjóti.

123. Tað var Geyti Áslaksson,
ið kongin førdi av lívi,
hann vann ikki sigur síðan,
hvar hann var í stríði.

124. Tað var Geyti Áslaksson,
ið kongin førdi til heljar,
so er fallið hundrað mangt,
at eingin man túsund telja.

125. Allir teir, ið eftir vóru,
sigldu tann sjógvin salta;
kongurin fell í Onglandi,
og út gekk gáta Galta.

(c) Dansifelagið í Havn