Kvæðasavn
Sjúrðar kvæði
Uppskrift: CCF 1D, 1, pp. 106-140, FK 1D, 2, pp. 57-141.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
I. Regin smiður
1. Vilja tær nú lýða á,
meðan eg man kvøða
um teir ríku kongarnar,
sum eg vil nú um røða.
2. Sigmundur kongurin
hann var ein jalsins son,
men hann fekk sær
so høgborna konu.
3. So glaðiliga drekka tey
í ríkinum jól,
so fagurliga byggja tey
tann ríka kongins stól.
4. Tá var har so mikil
ríka manna gongd,
ófriður gekk á
kongins land.
5. Ríða teir í bardøgum
suður upp á strand,
so reystiliga vardu teir
tann ríka kongins land.
6. Ríða teir í bardøgum,
lótu har sítt lív,
eftir livir Hjørdis,
Sigmundar vív.
7. Stendist tað av bardøgum,
eingin kemur heim,
eftir livir Hjørdis
við sorg og døpul mein.
8. Stríddust teir í bardøgum,
eingin kemur út,
eftir livir Hjørdis
bæði við sorg og sút.
9. Tað var frúgv Hjørdis,
hon akslar kápan blá,
so gongur hon á valin fram,
sum Sigmundur lá.
10. »Ligg tú heilur, Sigmundur,
søti mín,
eg man vera í sorgartíð
komin at vitja tín.
11. Hoyr tú, reystur Sigmundur,
søti mín,
eru tey nakað grøðandi
sárini tín?«
12. »Seint manst tú, Hjørdis,
fáa til tess ráð,
gera tey smyrslini,
sum grøða kann míni sár.
13. Hundsins synir í randarný
skaðan gjørdu tær,
eitur var í svørðinum,
teir bóru móti mær.
14. Áðrenn teir góvu mær
tað fyrsta sár,
sundur gekk mítt svørðið
í lutirnar tvá.
15. Sundur gekk mítt svørðið,
og sundur gekk mítt spjót.
Hundsins synir riðu mær
allir ímót.
16. Tað annað sárið,
teir góvu mær tá,
illa neit í hjartanum,
tað hyggi av tí gár.
17. Tað, ið tú hevur í vónum hjá tær,
tað er sveinsbarn,
føð tað væl við alvi upp,
og gev tí Sjúrðar navn.
18. Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
lat tú teir til smiðju bera,
ungan son tú ár.
19. Av sonnum eg tað
sigi nú til tín:
hesin sami sonur
skal hevna deyða mín.
20. Regin smiður býr
fyri handan á,
honum skalt tú bera og fáa
hesar svørðslutir tvá.
21. Og so má hann gera tað
so reiðiliga hart,
bæði má hann vega við tí
steinin og so jarn.
22. Fávnir eitur ormurin,
á Glitraheiði liggur,
Regin er ein góður smiður,
fáum er hann dyggur.
23. Eg fái ikki, Hjørdis,
longur snakkað við teg,
hetta má vera deyðastund,
ið komin er á meg.«
24. Grátandi snúðist Hjørdis
Sigmundi frá,
allar hennara hirðkonur
feldu fyri hann tár.
25. Grátandi fór nú Hjørdis
í sínum sali at sitja,
Hjalprek kongur fyrstur og fremstur
frúnna kom at vitja.
26. Frúgvin gekk seg við barninum
níggju mánar sínar,
til at teirri stundum leið,
hon føðir ein svein so fríðan.
27. Frúgvin gekk seg við barninum
í níggju mánar taldar,
til at hennara stundum leið,
hon føðir ein svein so baldan.
28. Nú er enn sum ofta fyrr,
duld eru døpul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.
29. Nú er enn sum oftum fyrr,
duld eru døpul huga,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein svein so prúðan.
30. Sveipar hon hann í klæði væl,
tá ið hann kom í heim,
Sjúrða bað hon nevna sær
tann geviliga svein.
31. Barnið varð sveipt í klæði væl,
og gott er til góðan at evna,
síðan bað hon presti bera,
Sjúrða bað hon nevna.
32. Barnið varð borið frá kirkju heim
aftur til móður sín,
meiri læt hon røkta hann
enn alt sítt gull í skrín.
33. Barnið varð borið frá kirkjuni
og sett á móðurs fang,
meiri legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull og sprang.
34. Barnið varð borið frá kirkjuni,
lagt sín móður hjá,
meiri læt hon røkta hann
enn alt sítt gull, ið ár.
35. Meiri legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull, ið ár,
áðrenn hann man á gólvi ganga,
sleit hann skarlaksklæði.
36. Hjalprek kongurin,
tann hin jalsins son,
hann fekk nú sær
eina so høgborna konu.
37. So var tað við Sjúrða,
mikil gav hann vekst,
meira vóks hann í ein mánað
enn onnur børn í seks.
38. Hann vóks upp hjá síni móður,
hon gav honum gangin hægst,
meiri vóks hann í ein mánað
enn onnur børn í seks.
39. Hann vóks upp í ríkinum
til geviligan mann,
Hjalprek kongurin,
sum fostraði hann.
40. Hann vóks upp í ríkinum,
og gav hann leið á gólv,
meir vóks hann í ein mánað
enn onnur børn í tólv.
41. Hann vóks upp í ríkinum
skjótt og ikki leingi,
til hann gjørdist í høggum tungur,
hann bardi kongins dreingir.
42. Hann var sær á leikvøllum,
ímillum manna herjar,
ríva upp stórar eikikylvur,
lemjar summar til heljar.
43. Niður settust sveinarnir,
vreiðir ið teir vóru:
»Líkari var tær faðir at hevna
enn berja os so stóran.«
44. Niður settust sveinarnir,
vreiðir vóru báðir:
»Líkari var tær faðir at hevnt
enn berja os so sáran.«
45. Sveinurin kastar reyðum skildri
niður á døkka fold,
tá ið hann hoyrdi sín faðirs deyð,
sortnaði sum ein mold.
46. Sveinurin kastar skildri niður,
lystir ei longur at leika,
hann gár for sína sælu móður
við reyðar kinnar og bleikar.
47. Sveinur gekk til móður sína,
talar rætt og slætt:
»Sig mær sannan faðir at mær,
hvør vil vita sín ætt.
48. Hoyr tú, mín hin sæla móðir,
spyrja má eg nú teg:
varð mín faðir við váknum vigin?
Dult er tað fyri meg.
49. Hoyr tað, mín hin sæla móðir,
sig mær satt ífrá:
er hann enn á verøldini,
ið mín faðir vá?«
50. »Um hann er á verøldini,
ið tín faðir vá,
tað er ikki, meðan tú livir,
tú sømdir av teimum fár.
51. Hundsins synir í randarný
teir tín faðir vá,
tú manst ikki, meðan tú livir,
sømdir av teim fá.«
52. Sveinur svaraði síni móður,
alt væl sum hann kundi:
»Oftum hevur vaksið ungum rakka
hvassar tenn í munni.«
53. Sveinur svarar síni móður
alt væl sum hann kann:
»Oftum hevur vaksið ungum rakki,
og hvassar tenn í rann.«
54. Frúgvin gekk at tí kistuni,
sum øll var í gulli drigin:
»Her skalt tú síggja tey herklæði,
ið tín var faðir í vigin.«
55. Hon læsir upp ta kistuna,
sum nógv var í gull og fæ,
hon tekur teir svørðslutir
og kastar Sjúrða á knæ.
56. Hon tekur upp ta skjúrtuna,
sum øll í blóði var drigin:
»Her skalt tú síggja, mín sæli son,
hvøssu tín varð faðir vigin.«
57. Hon tekur hesar svørðslutir,
Sjúrða hon teir fær:
»Hetta gav tín hin sæli faðir,
mikið gott unti mær.
58. Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
lat tú tær eitt annað svørðið
av teimum slá.
59. Regin smiður býr
fyri handan á,
honum skalt tú fáa
hesar svørðslutir tvá.
60. Honum skalt tú fáa
hesar svørðslutir tvá,
smíða væl og virðiliga,
til tú ríða má.
61. Fávni eitur ormurin,
á Glitraheiði liggur,
Regin hann er góður smiður,
fáum er hann dyggur.«
62. Tað var hin ungi Sjúrður,
honum mundi einki fresta:
»Hoyr tú tað, mín sæla móðir,
vís mær á veldigan hest!«
63. »Gakk tú fram at fossinum,
varpa stein í á,
kjós tær hest til handa tann,
sum ikki víkir frá!«
64. Hann gekk sær at fossinum,
kastaði stein í á,
tók sær tann av hestunum,
sum ikki víkti frá.
65. Hann var í tí ríkinum
ein tann allarbesti,
síðan varð hann kallaður
Grani, Sjúrðar hestur.
66. Árla var um morgunin,
meg man rætt um minna,
Sjúrður kvittar yvir um á
Regin smið at finna.
67. Sjúrður leyp á Grana bak
sama morgun snimma,
so ríður hann sær yvir um á
Regin smið at finna.
68. Tað var hin ungi Sjúrður,
ríður fyri dyrnar fram,
Regin kastar smíðina
og tekur sær jarn í hand.
69. »Hoyr tú tað nú, Regin,
hetta er mín ferð,
ger mær tað, tú Regin smiður,
smíða mær nú eitt svørð!
70. Tak nú frá mær hesar
svørðslutir tvá,
tú manst mær eitt javngott svørð
av teimum lutum slá.«
71. »Ver vælkomin, Sjúrður,
tú ert mær so kær,
dvølst í ríkinum nakra tíð,
í hesa nátt hjá mær!«
72. »Eg fái ikki, Regin smiður,
dvølst í nátt hjá tær.
Hjalprek kongur saknast meg
úr hásætinum hjá sær.
73. Smíða tú mær nú svørðið
skjørt og so reint,
bæði skal eg vega við tí
jarn og so stein.«
74. Regin tók við svørðinum,
og legði hann tað í eld,
einans náttina
hevði hann tað í gerð.
75. Einans náttina
hevði hann tað í gerð,
hugaður var nú Sjúrður ungi,
hann ríður aðra ferð.
76. Árla var um morgunin,
meg má rætt um minnast,
Sjúrður kvittar yvir um á
Regin smið at finna.
77. Tað var hin ungi Sjúrður,
ríður fyri dyrnar fram.
Regin kastar smíðina
og tekur sær svørð í hand.
78. »Smíðað havi eg svørðið,
gjørt havi eg tað til,
bilar tær ei hugurin,
lívið leggi eg við.
79. Smíðað havi eg svørðið
skjørt og so reint,
bæði manst tú vega við tí
jarn og so stein.«
80. Sjúrður gekk at sterkum stiðja,
roynir alt við hast,
fyrsta høggið, ið hann brá,
í tógvar lutir brast.
81. »Deyðan ert tú, Regin smiður,
av mær verð,
fyri tú vildi svíkja meg
í tí váknagerð.«
82. Tekur hann hesar svørðslutir,
kastar á Regins knæ,
Regin smiður skalv
sum eitt liljublað.
83. Legði hann hesar svørðslutir
aftur í hans hand,
tá skalv handin á Regin smiði
sum ein liljuvand.
84. »Smíðar tú annað
svørðið so mær,
deyðan manst tú, Regin smiður,
vænta tær.
85. Tú manst gera tað
so reinliga hart,
bæði má tað vera
tolið og so skarpt.
86. Smíða mær svørðið
skjørt og so reint,
bæði má eg vega við tí
jarn og so stein.«
87. »Hoyr tað, Sjúrður ungi,
smíði eg tær svørð,
hjartað úr orminum
vil eg hava í verð.
88. Smíði eg tær svørðið,
geri eg tað so,
hjartað úr orminum
leggi eg virðin á.«
89. Regin gongur at smíðini,
legði svørð í eld,
tríati næturnar
hevði hann tað í gerð.
90. Tríati næturnar
hevði hann tað í gerð,
hugurin var um Sjúrða unga
og um hansara ferð.
91. Tað var um ein árla morgun,
meg man rætt um minna,
Sjúrður kvittar yvir um á
Regin smið at finna.
92. Tað var hin ungi Sjúrður,
ríður fyri dyrnar fram,
Regin kastar smíðina
og tekur svørð í hand.
93. »Ver vælkomin, Sjúrður,
hvussu er at tí vón?
Góðar hevur tú yvirvánir
í allari ásjón.
94. Ver vælkomin, Sjúrður,
smíðað havi eg svørð,
bilar tær ei hugurin,
tú verður so víða á ferð.
95. Smíðað havi eg svørðið
skært og so reint,
bæði manst tú vega við tí
jarn og so stein.
96. Smíðað havi eg svørðið
virðiliga og so væl,
bæði manst tú vega við tí
jarn og so stál.«
97. Sjúrður gongur at stiðjanum,
høggur á við fart,
hvørki mátti røkka ella støkka,
so var svørðið hart.
98. So høgg hann Sjúrður tá
fastligani til,
sundur kleyv hann stiðjan
og stabban við.
99. Hann vá ein orm av giltum upp,
annan skamt ífrá,
Gramm kallaði hann svørðið,
á gólvinum lá.
100. »Hoyr tú, frægi Sjúrður,
av kongaborið vív,
fyri tílíkar høvdingar
vil eg lata lív.
101. Hoyr tú, frægi Sjúrður,
siga manst tú mær,
nær tú ríður á Glitraheiði,
eg vil fylgja tær.«
102. »Fyrst fari eg í randarný
Hundsins synir at fella,
síðan fari eg á Glitraheiði,
tað mær má einki bella.
103. Fyrst fari eg í randarný
Hundsins synir at finna,
síðan ríði eg á Glitraheiði,
tað verður mær minna.«
104. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
hann kortar ikki eyð,
so fór hann í randarný
og hevndi sín faðirs deyð.
105. Allar vá hann Hundsins synir,
væl kom hann aftur frá teim,
skamri stund av ríkinum
hann reið á Glitraheiði.
106. Tað var svikarin Regin smiður,
hugsar so við sær:
»Kvittar tú á Glitraheiði,
eg skal fylgja tær.«
107. Tað var hin ungi Sjúrður,
ríður á Glitraheiði,
møtti hann einum gomlum manni
mitt á sínari leið.
108. Har kom maður á vøllin fram,
væl hann Sjúrður kendi,
gullborin hjálm á høvdi bar
og sterkan boga í hendi.
109. Tað var hin ungi Sjúrður,
situr á baldum hesti,
so er mær av sonnum sagt,
at tað var Nornagestur.
110. »Hoyr tú, reystur Sjúrður,
tú ert so rask ein mann,
hvar stendur ferðin tín,
og hvar ríður tú fram?«
111. »Eg havi verið í randarný,
Hundsins synir eg tá feldi,
nú fari eg á Glitraheið,
ta man einki bella.«
112. »Hoyr tú, reysti Sjúrður,
siga skalt tú mær:
hvør er hesin vesæligi maður,
í fylgi eg við tær?«
113. »Regin smiður,
ormsins bróðir hann er,
tí er hann við mær
ein í hesari ferð.
114. Regin legði ráðini,
at grava gravir tær,
tí er hann við mær
ein í hesari ferð.«
115. »Hevur Regin biðið teg
grava gravir tvær,
hann er tann versti svikari,
deyða vil hann teg.
116. Hoyr tú tað, tú Sjúrður,
passa tú væl uppá,
at tú deyðan ikki skal
av hesum ormi fá.
117. Grav tú nú tógvar,
ta triðju har íhjá,
ein mun av eitrinum
man tað líva tá.
118. Grav tú griftir tríggjar,
um tú verður móður,
harvið skalt tú verja teg
fyri eiturormsins blóði.
119. Grav tú ta triðju,
grav hana har íhjá,
síðan skalt tú, Sjúrður,
á jørðini stá.
120. Grav tú ta triðju
av so miklum móði,
har í skalt tú balla teg
fyri ormsins eiturblóði.«
121. Ormurin er skriðin av gullinum,
tað man frættast víða,
Sjúrður situr á Grana bak,
býr sær til at stríða.
122. Ormurin er skriðin av gullinum,
langt ger hann skrið,
Sjúrður trívur um benjarkolv,
hann býr sítt svørðið til.
123. Tríati alin var fossurin,
ið ormurin undir lá,
uppi vóru bæði bøksl,
og búkur á hamri lá.
124. Uppi vóru bæði bøksli,
og búkur á hamri lá:
hvør má vera hugdjarvur,
ið vega torir tá?
125. Tað var hin snari Sjúrður,
sínum svørði brá,
hann kleyv tann hin frænarorm
sundur í lutir tvá.
126. Vænt var tað høggið,
ið Sjúrður høgg um stund,
tá skalv bæði leyv og lund
og øll vørildins grund.
127. Tá skalv bæði leyv og lund
og øll vørildins grund,
Sjúrður brá sín bitra brand,
hjó hann í miðju sundur.
128. Tá spurdi ormurin,
í tógva brotunum lá:
»Hvør var hin hugdjarvi,
ið vega tordi so?«
129. »Sjúrða skal tú nevna meg,
Sigmundar svein,
Hjørdis drotning móðir,
hon bar meg í heim.
130. Sjúrða skalt tú nevna meg,
Sigmundar svein,
Hjørdis drotning móðir,
hon bar meg í heim.«
131. »Hoyr tú tað, nú, Sjúrður,
íhvat eg spyrji tín:
hvør fylgdi tær tann langa veg
higar nú til mín?«
132. »Regin er tín bróðir,
hann vísti mær veg,
hann er tann versti svikarin,
deyða vildi hann teg.«
133. Til tess svaraði ormurin,
meðan hann fleyt í blóði:
»Drepa manst tú Regin smið,
hóast hann er mín bróðir.
134. Veg tú nú Regin smið,
sum tú hevur vigið meg,
hann er tann versti svikarin,
deyða vil sjálvan teg.«
135. Stokti hann hans hjartað,
vegin var so trongur,
tríati alin
var teinurin langur.
136. Sjúrður gjørdist um hendur heitur,
drap hann sær tí í munn: -
fuglar og alskyns djór
vórðu honum á máli kunnig.
137. Tað var Regin smiður,
talaði so fyri sær:
»Fái eg tað nú, Sjúrður,
ið tú lovaði mær?«
138. Til tess svaraði viga,
uppi situr í eik:
»Sjálvur skalt tú, Sjúrður,
eta tína steik.«
139. Át hann hjartað
og av teininum dró,
Regin legðist at drekka
ormsins eiturblóð.
140. Regin legðist at drekka
ormsins eiturblóð,
Sjúrður gav honum banasár
í spori, sum hann stóð.
141. Tað var hin ungi Sjúrður,
sínum svørði brá,
síðan kleyv hann Regin smið
sundur í lutir tvá.
142. Tað søgdu honum fuglarnir,
uppi sita í eik:
»Sjálvur mást tú, Sjúrður,
smakka somu steik.«
143. Mikið mundi Sjúrður
gullið ognast tá,
tí hann vá tann frænarorm,
á Glitraheiði lá.
144. Árla var um morgunin,
áðrenn upp rann sól,
bindur hann tá á Grana bak
gullkistur tólv.
145. Tólv gullkistur
hvørjumegin klakk.
Sjúrður settist omaná,
so er frásagt.
146. Tólv gullkistur
hvørjumegin á.
Sjúrður leyp á lendar,
og vreiður var hann tá.
147. Tólv gullkistur
hvørjumegin klakk,
sprakk hann yvir Lindará,
so er frásagt.
148. Grani sprakk um díkið,
sylgjan sundur gekk,
tað var mær av sonnum sagt,
at Nornagestur hana fekk.
149. Hesturin rendi, hagan kendi,
honum var leiðin kunnug,
Sjúrður svav tá somu nátt
undir ein' køldum runni.
150. Sjúrður svav tá somu nátt
alt undir ein' køldum runni,
tað vil eg for sannheit siga,
hann gat á aldrinum.
151. Sjúrður reið á skógvin fram,
ei hans móðir av visti,
eingin veit á morgni at siga,
hvar hann á kvøldi gisti.
152. So gekk Grani tá
á gleri sum á vøll,
slíkur kemur eingin heim
á Buðla kongins høll.
153. So gongur Grani
á grót sum hvítan sand,
tílíkur kemur eingin heim
á ríka kongins land.
154. Nú skal lætta ljóðinum av,
eg kvøði ikki longur á sinni,
nú skal taka upp annan tátt
og víðari leggja í minni.
II. Brynhildar táttur
1. Eg veit eina rímuna,
Buðla skulum vær kalla,
hon er bæði mild og mæt,
um Júka synir allar.
2. Eg veit eina rímuna,
gist í grønari lund,
eina reis í ævini
tað brast í Buðlins stund.
3. Eg havi eina rímu hoyrt,
gist í grønari lund,
tey kalla hana Brynhild Buðladóttur,
tað hitt væna sprund.
4. Eg veit eina rímuna,
gist í grønari líð,
nevnd er Brynhild Buðladóttir,
tað hitt væna vív.
5. Kongur ræður fyri longu lund,
bjarti Buðlin kallast,
tívin telur málmaring
við sínar hirðir allar.
6. Nevnd var hansara onkardóttir,
gist í grønari lund,
tey kalla hana Brynhild Buðladóttur,
tað hitt væna sprund.
7. Nevnd var hansara dóttir,
gist í grønari líð,
nevnd er Brynhild Buðladóttir,
tað hitt væna vív.
8. Brynhild situr á Hildarfjalli,
hon er dóttir Buðla,
sigist so til í bragdatátti,
sól skein hana á skugga.
9. Brynhild situr á Hildarfjalli
mitt í sín faðirs veldi,
so skein hennara gula hár,
sum skygdi av tignareldi.
10. Brynhild situr í stólinum,
kembir hon sítt hár,
fínt er tað sum silki,
gull ber litur á.
11. Brynhild situr í hallini,
sum ríkir ganga inn,
ongan tykir Buðladóttir
vera javnlíka sín.
12. Brynhild situr í stólinum
í einum kjóla brúnum,
og silkihár á herðar lá
við silkibondum snúnum.
13. Tað var reystur kongurin,
sveipar hann seg í skinn,
so gongur hann í høgaloft
fyri sína dóttur inn.
14. Brynhild situr í stólinum
so jammurliga tvist,
kongurin hann krevur
sína dóttur við list.
15. »Hoyr tú, mín hin sæla dóttir,
sig mær satt ífrá:
ríður so nakar higar í dag,
ið tín stár hugur á.«
16. »Hoyr tú, mín hin sæli faðir,
eg sigi tær satt ífrá:
so ríður eingin higar í dag,
ið mín star hugur á.«
17. »Hvør leingi vilt tú, mín sæla dóttir,
elva mær tann vanda,
at tú noktar hvørjum manni,
ið tær býðst til handa?
18. Hvør leingi vilt tú, mín sæla dóttir,
alva mær tann sorg,
at tú noktar hvønn at eiga,
higar kemur í borg?
19. Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,
sig satt mær har ífrá:
hvar av landi er tann svein tá,
tín stár hugur á?«
20. »Sjúrður eitur sami maður,
Sigmundar svein,
Hjørdis drotning
hans móðir var hon.
21. Sjúrður eitur sami maður,
Sigmundar son,
tað tykti mær vera mín sámi
at vera hansara kona.«
22. »Undarliga hevur tú
tær ástirnar við tær mett,
at tú unnir manni tann,
ið tú hevur ikki sætt.«
23. »Tað hava mær nornir skapt,
og vita Gud og menn,
níggju vetur unti eg Sjúrða,
ósæddan enn.
24. Tað hava mær nornir skapt,
liggur í brósti trá,
níggju vetur við Sjúrða unga
eg ei við eygum sá.«
25. Til tess svaraði kongurin,
hann drekkur tann mjøðin reina:
»Hvat er Sjúrður frægari
enn aðrir danisveinar?
26. Hoyr tú, mín hin sæla dóttir,
so sigi eg tær enn:
hvat er Sjúrður frægari
enn aðrir kongins menn?«
27. »Tað er Sjúrður frægari
enn aðrir kongins menn,
tí hann feldi heidningar,
hundrað um í senn.
28. Tað er Sjúrður frægari
enn aðrir danisveinar,
saðil hans og hestbúni
tað glógvar sum gulli reina.
29. Tað er hann Sjúrður frægari
fram fyri aðrar garpar,
saðil hans og teymarnir
tað glógvar av gulli bjarta.
30. Hoyrt havi eg frásagt,
ikki var eg har hjá,
tá ið hann vá tann frænarorm,
á Glitraheiði lá.
31. Hoyrt havi eg frásagt,
ikki var eg har hjá,
tá ið hann ormin á Glitraheiði
við sínum svørði vá.
32. Hoyrt havi eg frásagt
tað sama sjaldan bragdi,
hvussu hann tann frænarorm
við svørði niður lagdi.
33. Mikið mundi Sjúrður
gullið ognast tá,
tí hann vá tann frænarorm,
á Glitraheiði lá.
34. Tólv gullkistur
hvørjumegin klakk
bant hann upp á Grana bak,
so er mær frásagt.
35. Tá ið hann vá tann frænarorm,
tí er hann so ríkur,
ongan tann í Húnalondum,
sum eg kann vinna slíkan.«
36. »Hoyr tú, mín hin sæla dóttir,
legg nú til tess ráð,
hvussu vit skulum tann mikla mann
av øðrum londum fá!«
37. »Tú skalt mær tann salin byggja,
í oyðimark so gera,
við so lítlari tænastu
skal eg har inni vera.
38. Tú skalt mær tann salin byggja,
í oyðimark at slá,
og so miklan váðaloga
lat tú harum gá.
39. Og so miklan váðaloga
lat tú harum gera,
sum teir kunnu dvørgar tveir
mest við rúnum skera.
40. Hesin sami váðalogi
hann má meg so varða,
har man eingin ríða á
uttan Sjúrður snari.«
41. Hann læt henni salin tann
í oyðimark so gera,
við so lítlari tænastu
hon skuldi harí vera.
42. Og so miklan váðaloga
læt hann harum vera,
sum teir kundu dvørgar tveir
mest við rúnum gera.
43. Og so miklan váðaloga
læt hann harum slá,
ei mundu dvørgarnir
við svikinum ná.
44. Og so miklan váðaloga
læt hann harum gera,
ikki máttu dvørgarnir
burtur við rúnum bera.
45. Stríða teir í Húnalandi
við útdragin knív,
hevur so mangur edilingur
fyri kvinnur latið lív.
46. Stríða teir í Húnalandi
mangan dag at kveldi,
tað hevur so mangur latið lív,
helst av kvinnu veldi.
47. Árla var um morgunin,
sólin skein so víða,
tað vóru teir Húnakongar,
teir búðu sær út at ríða.
48. Tað vóru teir Húnakongar,
búðu sær út at ríða,
frægari vóru Júkagarpar,
ið teir komu at stríða.
49. Árla var um morgunin,
sólin skein í fjøll,
tað ríður so mangur edilingur
í Buðla kongins høll.
50. Árla var um morgunin,
sólin bráar í brún,
ríður so frægur edilingur
í Buðla kongins tún.
51. Ríða so frægir edilingar
í Buðla kongins tún,
Brynhild situr í stólinum,
hon ber gull á brún.
52. Buðlin kongur á salin gongur,
biður frúgv við svari:
»Komin er hann Gunnar kongur
niðan úr Júkagarði.
53. Hoyr tú, Brynhild dóttir mín,
gera skalt tú tað,
komin er hann Gunnar kongur,
honum sigur tú ja.«
54. Buðlin kongur á gólvi stendur,
styðjar seg við borð,
Brynhild unga dóttir hans
hon talar ikki eitt orð.
55. Brynhild sær úr stóli lyfti,
glógvar í gulli reyða,
skundaði sær av Buðlins borg,
hon gongur á Glitraheiði.
56. Grímur og Høgnar Júkason,
teir møttust á grønum vølli,
moyggjar hvukku í Hildarsali,
tá skelvur høga Buðlins høll.
57. Grímur og Høgnar Júkason
teir slógust við bitrum brandi,
Brynhild situr í váðaloga
mitt í faðirs síns landi.
58. Settist aftur í gyltan stól,
hon smílist undir lín:
»Hvør ið heldur á váðalogan,
hann skal verða mín.«
59. Brynhild situr í gyltum stóli,
tað hitt væna vív,
dregur hon Sjúrða av Norðlondunum
í Hildarheyg til sín.
60. Brynhild situr í Hildarheygi,
tað hitt væna vív,
dregur hon Sjúrða av Norðlondunum
sær til sorgartíð.
61. Ein dag frættir Sjúrður
burtur í øðrum londum:
Brynhild svevur á Hildarheyg,
hon er biðlavond.
62. Sjúrður reið út árla morgun,
ei hans fostra visti,
eingin veit á morgni at siga,
hvar ið hann á kvøldi gistir.
63. Sjúrður reið út árla morgun,
gyrdi seg við horni,
har sótu tveir villini fuglar
á einum summarsmorgni.
64. Ein dag tóku fuglarnir
at mæla ímillum sín:
»Brynhild svevur á Hildarheyg,
har væntar hon tín.«
65. Ein dag tóku fuglarnir
ímillum sín at mæla:
»Brynhild situr á Hildarfjalli,
higar man Sjúrður fara.«
66. Enn tað frætti Sjúrður,
um Húnaland hann fór:
Brynhild situr í sínum sali,
hon er so heitstór.
67. Sjúrður kvittar at ríða
á Buðla kongins land,
gullbúnar handskarnar
teir dregur hann sær á hand.
68. Tólv gullringar
hevði hann har íhjá,
drotningsringin reyða,
settist omaná.
69. Tólv gullringar
dregur hann sær á hand,
síðan kvittar nýtur drongur
á Buðla kongins land.
70. Sjúrður sprakk í saðilin upp
yvir leysan loga,
studdi seg hvørki við skjold ei svørð,
og ei við saðilsboga.
71. Saðilin var av gulli,
og bokslið var av tann,
so reið ungi Sjúrður
ta beinu gøtu fram.
72. So reið ungi Sjúrður
ta beinu gøtu fram,
tað glumdi á jørðini,
sum Grani eftir rann.
73. So gongur hann Grani
á gróti sum á sand,
eingin kemur tílíkur
í Buðla kongins land.
74. So gongur hann Grani
á gróti sum á vølli,
slíkur kemur ikki aftur
á Buðla kongins høll.
75. Hann reið sær so niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stóð hon frúgv Grimhild
við so miklan mann.
76. Úti stóð hon frúgv Grimhild
við so miklan mann,
tá hon vildi forvitnast,
hvar ið Sjúrður ríður fram.
77. Gjarna vil hon síggja tað,
hvar ið Sjúrður ríður fram,
hon sá ikki á hestbaki
ein tíguligari mann.
78. »Sjúrður, støða tínari ferð
og tala við meg,
eg eigi so væna dóttur,
við ástir vil eiga teg.
79. Tú ger tað, snarpi Sjúrður,
tú snakka við meg,
eg eigi so væna dóttur,
við ástir leiðir hon teg.«
80. »Eg stilli ikki mínari ferð,
meðan mín gangari rennur,
eg fari mær at heyggin fram,
sum váðalogin brennur.
81. Eg støðgi ikki mínari ferð,
mín gangari rennur í lund,
eg fari mær á heyggin fram
at skoða tað væna sprund.«
82. Tað er enn sum ofta fyrr,
biðlar fara at fríggja,
eingin tordi longur frá
enn váðalogan at síggja.
83. Merkismaður orðum talar,
tungan mælir inna:
»Hvør ið heldur á váðalogan,
hann skal ta jomfrúgv vinna.«
84. Grímur ríður á grønum vølli,
kinn ber hann so balda,
hann vendi sín hest frá váða, tá
hann skuldi í bálið halda.
85. Gunnar kongur til orða tekur,
heldur at tí gleim:
»Tú skal taka tað væna vív
og føra til hallar heim.«
86. Gunnar ríður á grønum vølli,
kinn ber hann so baldan,
hann vendi sín hest frá váða, tá
hann skuldi í bálið halda.
87. Teir royndu sínar hestarnar,
hvør við sínum lit,
ikki vildi Grani ganga,
tí hann hevði mans vit.
88. Teir skiftu sínum búnaði,
øllum sínum lit,
ikki vildi Grani ganga,
tí hann hevði mans vit.
89. Ikki vildi Grani ganga,
tí Gunnar honum reið,
fyrr enn hin ungi Sjúrður
honum á herðar neig.
90. Sjúrður frægi til orða tekur,
frá man frættast víða:
»Eg beri tað merki í mítt skjold,
eg skal nú harí ríða.«
91. Eingin reið á Brynhilduheyggj
uttan Sjúrður snari,
gjøgnum royk og váðaloga,
hann og hestur hans Grani.
92. So steig tá Grani
á foldunum fast,
innarlaga í heygginum
tað hóvsporið brast.
93. So stígur Grani
drístuliga fram,
heitur var tann eldurin,
Sjúrða um lendar brann.
94. So stígur Grani
gjøgnum roykin svarta,
hann kom at tí portrinum,
tað skein sum gullið bjarta.
95. Sjúrður reið tann váðaloga,
ið eingin tordi fyrr,
og við sínum svørðinum
tá kleyv hann niður dyr.
96. Og við sínum svørðinum
klývur hann lokur frá,
sá hann, hvar ið Buðlins dóttir
eina í seingjum lá.
97. Sjúrður frægi í salin gongur,
víða um seg hyggur,
sær hann, hvar tað væna vív
eina í seingjum liggur.
98. Sær hann, hvar tað væna vív
í herklæðunum svav.
Sjúrður tók sín bitra brand,
hann sprettir brynju av.
99. Upp vaknaði Brynhild,
hon hyggin um seg leit:
»Hvør átti tann búgvin brand,
ið brynju av mær beit?«
100. »Sjúrð skalt tú nevna meg,
Sigmundar svein,
Hjørdis drotningin
hon bar meg í heim.
101. Sjúrð skalt tú nevna meg,
Sigmundar son,
Hjørdis drotningin
hon var hansara kona.
102. Riðin eri eg av Norðlondum
higar nú til tín,
Sjúrður Sigmundarsonur,
veldiga søta mín.«
103. Brynhild settist upp undir seg,
smílist undir lín:
»Ver vælkomin av øðrum londum,
Sjúrður, søti mín!
104. Hoyr tú tað nú, Sjúrður,
hvør vísti tær leið
gjøgnum royk og váðaloga,
at tú higar reið?«
105. »Fuglurin á kvisti
bíðaði hon mín,
hon vísti mær leiðina
higar heim til tín.
106. Fuglarnir á kvisti
boðini tá bóru mær,
teir vístu mær vegarleið
higar í ta ferð.«
107. »Hoyr tú, Sjúrður søti mín,
ver nú ei so bráð,
gakk tær heldur til mín faðir,
tak av honum ráð!«
108. Svaraði Sjúrður Sigmundarson,
hann var bæði hyggin og vitur:
»Tú hevur so lítil góðráðini
av tínum faðir tikið.
109. Tú hevur so leingi, frúgv Brynhild,
stundað á mítt mál,
eg fari ikki til tín faðir
at taka av honum ráð.
110. Tú hevur so leingi, frúgv Brynhild,
stundað á mítt fund,
tað søgdu mær alsingarnir
gjøgnum grøna lund.«
111. Løgdu tey sínar ástir saman
innan mentarfund,
tá varð Ásla Sjúrðardóttir
gitin á teirri stund.
112. Allir teir í Buðlins høll
lova tey onkaverka,
innan fyri mentarfund
bundu tey ástina sterka.
113. Blíður legði hann armarnar
yvir Brynhildu háls,
eg svørji tann eið á mínari trú,
har býr ikki undir fals.
114. Tólv gullringar
dró hann frúnni á hond:
»Hetta skal vera tað fyrsta
elskógins band.«
115. Tólv gullringar
legði hann frúnni á fang,
síðan legði hann omaná
tann dýra drotningsring.
116. Tað var Sjúrður Sigmundarson.
nógv hevði eftir fleiri,
bindur upp á Brynhildu flættur
gullringarnar tveir.
117. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
kortar hann ei fíggja,
bindur upp á Brynhildar flættur
gullringarnar tríggjar.
118. Guðrun gekk at gullstólinum,
tað hitt væna vív,
dró hon Sjúrð av Hildarheyg
í Júkagarð til sín.
119. Sjúrður situr í stólinum,
niður fyri seg sær:
»Hvat mundi Grimhild drotning
vilja nú mær?
120. Brynhild, tak mær saðil og boksl,
ringabrynju víða,
eg havi so lítil ørindi
burt annarsstaðar at ríða.«
121. Til tað svaraði Brynhild,
tekur um hjarta at køla:
»Júki kongur dóttur eigur,
við ástir man teg mæla.«
122. »Tað tykir mær undarligt,
at mær skal slíkt henda:
eg skal allar mínar ástir
frá tær, Brynhildu, venda.«
123. »Tú ert ungur á aldrinum,
lívið má teg tróta,
ognast mást tú Guðruna,
og mín kanst tú ei njóta.«
124. »Tað tykir mær undarligt,
at meg skal slíkt ráða:
eg skal allar mínar ástir
frá tær, Brynhildu, slá.«
125. »Hoyr tú tað nú, Sjúrður,
eg gevi tær fingurgull,
ríð tær ikki til Grimhildu,
tí hon er svikin full.«
126. Tað var Brynhild Buðladóttir,
hon bað honum góðan dag:
»Far væl heilur og happadrúgvur,
alt gangi tær við!«
127. Tað var Brynhild Buðladóttir,
bað honum góðan frið:
Far væl, heilur og happadrúgvur,
alt gangi tær við.«
128. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
hann helt um saðilsboga,
kysti Brynhild Buðladóttur
so fast av miklum huga.
129. Bæði heil og happalig
skiltust tey á sinni:
»Sjúrður, goym væl hesi orð,
tú legg tær væl í minni.«
130. Tað var um ein árla morgun,
hann frá Brynhildu reið,
møtti hann hennara sæla faðir
skamt frá sínari leið.
131. Sjúrður situr á Grana baki,
hugin ið hann vendi,
hagar, sum hennara faðir var,
har av veginum rendi.
132. »Ver vælkomin, Sjúrður,
tú tarvt ei boðini senda,
fullvæl veit eg títt forlog út,
hvør teg skal ganga til enda.
133. Tú manst vera á aldri ungur,
lívið má teg tróta,
tú manst ognast Guðruna,
Brynhildu ikki njóta.
134. Hoyr tú tað nú, Sjúrður,
ger tær ei tann skamm,
ríð tær ikki so niðarlaga
við Júkagørðum fram.
135. Ríð tær ikki so niðarlaga
við Júkagørðum fram,
ríð tær heldur í erva,
har hendir tær ongan skamm.
136. Bæði heilir og happaligir
skiljast vit nú á sinni,
Sjúrður, goym væl hesi orð,
tú legg tey væl í minni.«
137. Sjúrður reið á skógvin burtur,
tyktist komin í váða,
hann sá tað hitt illa djór
berjast við bógvar báðar.
138. Hann sá tað hitt illa djór
berjast við bógvar báðar,
tað eitur spýði, eldur goysti,
tá stóð lív í váða.
139. So hvarv tað hitt illa djór
burtur úr Sjúrðar eygum,
sær hann, hvar ið Grimhild sat,
leikar við brondum beygum.
140. Hann reið sær so niðarlaga
við Júkagørðum fram,
úti stóð hon frúgv Grimhild
við so miklan mann.
141. Úti stóð hon frúgv Grimhild
við so miklan mann,
tí hon vildi forvitnast,
hvar ið Sjúrður ríður fram.
142. Tí hon vildi forvitnast,
hvar ið Sjúrður ríður fram,
hon sá ikki á hestbaki
ein tíguligari mann.
143. »Tú ger væl, snarpi Sjúrður,
tú snakka vilt við meg,
eg eigi mær so væna dóttur,
við ástir leiðir hon teg.«
144. Tað var hin ungi Sjúrður,
hann skuldi venda frá,
Grimhild treiv um teymarnar,
at hann skuldi ikki ná.
145. Hestin vilti hon undir honum,
at hann kundi ikki ganga,
hon gjørdi, hann bæði beit og sló
og helti til ymsar vangar.
146. Tað er satt, ið talað er,
mong er konan eym,
tað er mær av sonnum sagt,
hon tók Grana teym.
147. Tí svaraði Sjúrður ungi,
kinn ber hann so balda:
»Eg veit ongan av Húnamonnum,
mínar teymar at halda.«
148. »Tú støðga tín hest eina lítla stund,
og snakka við meg,
eg eigi mær so væna dóttur,
við ástir vil eiga teg.
149. So er Guðrun dóttir mín,
hvar ið hon gongur inn,
rósur og so liljur
tær skyggja av hennara kinn.«
150. »Guðrun hon er dóttir tín,
tað er tær ei betur,
hon er ikki Brynhildu líki,
summar móti vetur.«
151. Út kom frúgvin Guðrun
í einum stakki blá,
flættað hár á herðar lá,
við silkibondum smá.
152. Guðrun so til orða tekur,
tungu bar hon so snjalla:
»Hava tað, ið annar eigur,
tað man lukkast valla.
153. Nógvir eru í várum londum
kongasynir og jallar,
girnast tað, ið onnur eigur,
tað man lukkast valla.«
154. Hon hevði upp sína høgru hond,
gav henni høgg á tenn,
blóðið dreiv í barmin niður,
sóu tað mangir menn.
155. Hon hevði upp sína høgru hond,
sló hana yvir lín:
»Skamm fái tú, Guðrun dóttir mín,
tú sakar biðlin tín.
156. Tig tú, Guðrun dóttir mín,
mangt má smæin lissa,
betri er sjálv at biðja
enn góðan mann at missa.
157. Guðrun, gakk í kjallaran,
blanda mjøð og vín,
og so mikil óminni
tað lat tú har útí.
158. Og so mikil óminni
tað lat tú har útí,
ikki má Sjúrður minnast
til hálvar ástir sínar.«
159. Guðrun gekk í kjallaran,
blandar mjøð í ker,
bæði snart og skundiliga
inn fyri Sjúrða ber.
160. Og so mikil óminni
læt hon har útí,
gekk so fyri Sjúrða svein,
bað hann drekka til sín.
161. Sjúrður tók við kerinum,
ristir kross for sær:
»Gud og milda Maria moy
veri nú við mær.«
162. Drekka fór tann so dýran drammur,
drakk av horninum bjarta,
mildingurin misti minni sítt,
og brúður úr buðlungs hjarta.
163. Drekka fór so dýran drammur,
drakk av horninum leingi,
mildingurin misti minni sítt,
og bøta man honum eingin.
164. Tá ið hann hevði drukkið,
greitt aftur skál,
mintist ei til frú Brynhildu
og ei til hennara mál.
165. Tá ið hann hevði drukkið,
greitt aftur ker,
mintist ei til Brynhildu,
og ei, íhvar hann er.
166. Drakk hann drykk, og drakk hann tvá,
til tann dreingins deyða,
honum kom einki annað í hug
enn Guðruna at eiga.
167. Drakk hann drykk, og drakk hann tvá,
til tann dreingin snimma,
haðan út í skemmu gongur
Guðruna at finna.
168. Sjúrður gekk í skemmu upp,
Guðrun vegin finnur,
frætti tað Brynhild á Hildarheyg,
nú rann henni ónt í sinni.
169. Brynhild gekk av Hildarheygi,
tað hitt væna vív,
kappin gisti Guðruna,
men Sjúrður misti lív.
170. Brynhild fyri munni mælir,
tár á kinn man fljóta:
»Ikki skal Guðrun Júkadóttir
tann avrekskappa njóta.«
171. Brynhild fyri munni mælir,
sorgartíð skal eg kalla:
»Hava tað, ið annar eigur,
tað man lukkast valla.«
172. Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
fóru út á vatn at taka,
føgur vóru fljóð.
173. Árla var um morgunin,
sólin roðar á ský,
fóru út á vatn at taka,
føgur vóru vív.
174. Møttust mitt á miðjari leið
Brynhild og Guðrun Júka,
onnur teirra gleðina bar
og onnur harmin sjúka.
175. Møttust tær á miðjari leið
Brynhild og Guðrun unga,
onnur teirra gleði bar
og onnur harmin tunga.
176. Tað var Guðrun Júkadóttir,
gjørdi so mangt av fári,
hon vildi ikki njóta tað vatn,
sum fleyt av Brynhildu hári.
177. Guðrun leyp á ánna út,
sum fossurin rann so snarur,
tí hon eigur Sjúrða svein,
sum høvd yvir allar bar.
178. Guðrun leyp á ánna út,
sum fossurin rann so stríður,
tí hon eigur Sjúrða svein,
sum eina yvir øllum ríður.
179. Mælti tað Guðrun Júkadóttir
fyrsta orðið tá:
»Hvør gav tær tað fingurgull,
eg síggi tínum fingri á?«
180. Svaraði Brynhild Buðladóttir,
tekur um hjarta at møða:
»Vit munnu ognast eina reið,
vit hava so mangt at røða.
181. Hetta sama fingurgull,
tú sært á fingri mínum,
gav mær Sjúrður Sigmundarson,
tú vilti við ástum tínum.«
182. Brynhild tagdi, Guðrun sagdi,
fast er snótin stríð:
»Hví man mín bróðir Gunnar kongur
ei ognast so vænt eitt vív?«
183. Til tess svaraði frúgv Brynhild,
í tungu var hon snjøll:
»Eg lovi ikki tógva kongar
báðar í einari høll.«
184. »Sjúrður hevur tín moydóm spilt
og brotið Buðlins frama,
ríkum kongi givið í vold,
og nú havi eg tann sama.«
185. »Tú tarvt ikki, falssnóta,
brigda mær tað svá,
fyri títt orð skal Sjúrður doyggja,
um enn eg liva má.«
186. »Ikki óttist eg hóttur tínar,
tó tú ert í orðum stív,
so er eingin í Júkagørðum,
ið ríður um Sjúrðar lív.«
187. Grátandi snúðist Brynhild
í sín sal at sitja,
Gunnar kongur fyrstur og fremstur
hana kom at vitja.
188. »Tú fært einki yndi av mær,
ei manst tú tað vænta,
so leingi eg Sjúrða við eygum síggi,
seint man angur lætta.
189. Tú fært einki yndi av mær,
ei mást tú tað trá,
fyrr enn tú fært svein Sjúrða
av hesum lívi frá.«
190. Brynhild gongur til seingina
av teirri somu grund,
nú tolir hon fyri Sjúrða
so ónda eina stund.
191. Frætti tað Sjúrður Sigmundarson
á teirri somu stund,
sjálvur fór hann at vitja
tað unniliga sprund.
192. »Tað hevur eingin hunskur riddar
gjørt sum tú:
savnaði fljóðið,
tú fyrstur lovaði trú.«
193. »Hoyr tú, mín hin veldiga søta,
kær mær einki um,
vendur var mær mín hugurin
frá hesum ástum tínum.«
194. Tað fyrsta hon mundi
Sjúrða við eygum sjá,
tá mundi hon Brynhild
eina unga dóttur fá.
195. Til tess svaraði Brynhild
fyrsta orðið tá:
»Berið mítt barn á ánna út,
eg vil tað ikki sjá.«
196. Tóku tey Áslu Sjúrðardóttur,
floyttu oman eftir á,
stórar áir og stríðir streymar
bóru hana londum frá.
197. Brynhild gekk á Hildarheyg,
nú bar hon kinn so reyðan,
nú á teirri sorgartíð
voldi hon Sjúrða deyða.
198. Brynhild unga Buðladóttir,
føgur yvir brún,
gullbond henni um herðar liggja
við flættað hár í snúin.
199. Brynhild gekk í hallina inn
av so miklum móði,
ikki mundi mæla tað
hitt ynniliga fljóðið.
200. Høgnar kemur av skógnum heim
við hvøssum slíðraspjóti:
»Hann skal harðan deyða tola,
ið tær hevur gjørt ímóti.«
201. »Tað er hon Guðrun systir tín,
hon voldi mær tað stríð,
eg man ongan søtan sova,
meðan Sjúrður er á lívi.«
202. Høgnar so til orða tekur:
»Lat nú tað so vera,
Sjúrður er mín heitbróðir,
eg kann honum einki gera.«
203. »Tú fært einki yndi av mær,
ei tarvt tú tað vænta,
so leingi eg Sjúrða við eygum síggi,
seint man angur lætta.«
204. »Tað er einki eykarverk
at ganga Sjúrða ímóti,
hvar ið hann kemur í váknaskjal,
har hevur hann høvur á spjóti.«
205. »Tú fært einki yndi av mær,
ei tann menjartrá,
fyrr enn tú hevur Sjúrða svein
tykkara londum frá.«
206. Tað var Høgnar Júkason,
hann stilti stál fyri stokk,
yppist ráð av illari dáð,
so køld eru kvinnu tokk.
207. Brynhild settist í gullstólin,
frá man frættast víða,
nú skulu teir Júkakongar
burtur á skógvin ríða.
208. Brynhild situr í Hildarstóli,
spælir við gyltum knívi:
»Ikki aftur í mína høll,
fyrr enn Sjúrður er av lívi!«
209. »Hoyr tú, Brynhild dóttir mín,
hví eykar mær tann vanda,
hann er eingin í Húnalandi,
ið Sjúrða kann bestanda.«
210. Brynhild situr í sínum stóli,
leikar við gyltum knívi:
»Tit fáa einki yndi av mær,
fyrr enn Sjúrður er av lívi.«
211. »Hoyr tú, Brynhild Buðladóttir,
legg sjálv til tess ráð,
hvussu vit skulu tann mikla mann
burtur av lívi fá!«
212. Brynhild fyri munni mælir,
sorgin hjarta man røkka:
»Gevið Sjúrða salta krás
og hartil einki drekka!
213. Tað munnu vera ráðini góð,
eg gevi foruttan ekka:
latið hann eta salta krás
og hartil lítið drekka!«
214. Sjúrður gongur í hallina inn,
vænur er hann og vitur,
sum hon Brynhild Buðladóttir
fyri í stólinum situr.
215. Sjúrður stendur á hallargólvi
við gyltum skjold í hendi,
Brynhild unga Buðladóttir
eyguni frá honum vendi.
216. Tá var rómur í Buðlins høll,
sveinar ríða út,
Brynhild sat eftir í Hildarstóli,
hon feldi tár á dúk.
217. Tá var rómur í Buðla høll,
sveinar drukku vín,
Brynhild sat eftir í Hildarstóli,
hon feldi tár á lín.
218. Buðlin kongur til orða tekur,
fast av móðins ekka:
»Fáið Sjúrða hjálmin tann,
ið hann skal undan drekka!«
219. Brynhild fyri munni mælir,
sorg um hjarta man byggja:
»Hoyr tú tað, mín sæli faðir,
hann skal eftir liggja.«
220. Tí svaraði Buðlin kongur,
hann heldur á ringin' reyða:
»Hoyr tú, Brynhild dóttir mín,
hví elvir tú Sjúrða deyða?«
221. »Eingin unnar so øðrum væl,
at sínum av man hyggja,
ikki skal Sjúrður Sigmundarson
longur í heimum byggja.«
222. Árla var um morgunin,
sólin roðar í lund,
reystar kempur vápnin taka,
fárlig vóru sprund.
223. Út ríða Júkakongar,
Sjúrður var í ferð,
visti ei av hilmarasvikum,
teir bundu ráðagerð.
224. Brynhild gekk á Hildarsal,
sá hon út so víða,
Sjúrður frægi fyrstur og fremstur
fyri Júkakongar ríður.
225. Ríða út úr Buðla borg,
sum teir gjørdu ofta,
eftir liggur Sjúrðar svørð
heima á Brynhildu lofti.
226. Ríða teir á skógvin burtur,
glaðir for uttan ekka,
góvu Sjúrða saltar krásir
og hartil einki drekka.
227. Ríða teir á skógvin burtur,
alt foruttan ekka,
svørji tann eið á mínari trú,
nú lystir teim at drekka.
228. Drekka undan sínum hjálmi
bæði títt og ofta,
eftir liggur Sjúrðar hjálmur
heima á Brynhildar lofti.
229. Drekka undan sínum hjálmi,
alt foruttan ekka,
Sjúrður situr á Grana baki,
nú lystir hann at drekka.
230. Sjúrður sá ikki svikara vón,
steig úr gullsaðli út,
skundaði sær at kelduni
glaður for uttan sút.
231. Sjúrður legðist at drekka,
sum vatn stóð fyri í brunni,
sjáldan hevur góður kvistur
sprottið av illum runni.
232. Sjúrður legðist at drekka,
sum vatn stóð fyri í veit,
Høgnar átti mækan tann,
á Sjúrðar hálsi beit.
233. Høgnar høgg, og Gunnar hjó
við hvøssum slíðraknívi,
teir gjørdu so mikil níðingsverk,
teir tóku Sjúrð av lívi.
234. Høgnar høgg, og Gunnar hjó,
mest av Brynhildu ráðum:
»Hevði eg vitað av svikum fyrr,
maður var eg fyri báðum.«
235. Upp slapp hann undan øllum teim,
tungu bar hann so snjalla:
»Hevði eg vitað av svikunum,
mentur var eg fyri allar.«
236. Tungan tók at tala
bæði av ilsku og vreiði:
»Hevði eg vitað av svikunum,
mentur var eg fyri fleiri.«
237. Sjúrður knýtir neva sín
saman av góðum treysti,
sipaði so til Gunnar kong,
niður fell hann av hesti.
238. Sjúrður so til orða tekur:
»Nú hava tit meg svikið.
Hevði eg havt mítt svørð í hond,
tað skuldi betri tikið.«
239. Sjúrður følnaði á grønum vølli,
hann var følin og nipin,
hevði hann havt sítt svørð í hand,
tað hevði betri tikið.
240. Sjúrður legðist at drekka,
so ganga søgur frá,
har kom Høgnar Júkason,
kleyv hann í lutir tvá.
241. Gunnar kongur til orða tekur,
heldur at tí gleim:
»Nú skal eg taka Sjúrðar lík
og føra til hallar heim.«
242. Teir skiftu síni klæði,
hvør við sínum lit,
ikki vildi Grani ganga,
tí hann hevði mans vit.
243. Ikki vildi Grani ganga,
tí Gunnar honum reið,
fyrr enn hann hin ungi Sjúrður
honum á herðar neig.
244. Deyðan tóku teir Sjúrða svein,
teir løgdu ei nakað eftir,
høvuðleysan kappan tann
í gullsaðilin settu.
245. Ikki vildi Grani ganga,
Gunnar honum ríður,
fyrr enn frægi Sjúrður
í gullsaðilin stígur.
246. Deyðan tóku teir Sjúrða svein,
bóru inn á skildri,
hevur so mangur latið lív,
mest av kvinnu veldi.
247. Deyðan tóku teir Sjúrða svein,
løgdu Brynhildu hjá:
»Berið Guðrunu Sjúrða,
hon eigur hann enn sum áður.«
248. Deyðan tóku teir Sjúrða svein,
løgdu Guðrunu hjá,
ikki visti brúður, hon vaknaði,
fyrr enn blóð á lendar lá.
249. Deyðan tóku teir Sjúrða svein,
løgdu Guðrunu á skeyt,
visti ei brúður, hon vaknaði,
fyrr enn blóð á lendar fleyt.
250. Vaknaði Guðrun Júkadóttir,
læt so orðum fara:
»Síðst mundi eg, Gunnar kongur,
svikini av tær vara.«
251. Guðrun settist upp undir seg,
strýkur sveita frá,
blóðigan kysti hon munnin tann,
á Sjúrðar høvdi lá.
252. Blóðigan kysti hon munnin tann,
á Sjúrðar høvdi lá:
»Hetta skal eg, Gunnar, hevna,
um eg liva má.«
253. Guðrun gekk í loftið fram,
hon fór úr stakki reyða,
alla sína ævina
syrgdi hon Sjúrðar deyða.
254. Brynhild sprakk av harmi
eftir Sjúrðar deyða,
hon gav Guðrunu gull og fæ
og mangar ringar reyðar.
255. Brynhild sprakk av harmi,
og Sjúrður læt sítt lív,
tað kann merkjast av ástunum,
at Brynhild hon er fríð.
256. »Hoyr tú, Guðrun, systir mín,
syrg ikki Sjúrðar deyða,
Artala kongur í Húnaland
kortar ei gullinum reyða.«
257. Svaraði Guðrun Júkadóttir
av so tungum stríði:
»Tó skal eg hevna Sjúrðar deyða,
um eg verði í lívi.«
258. Tað er satt, ið talað er,
mong er konan eym,
Guðrun gongur um allan heim,
hon heldur í Grana teym.
259. Nú skal lata ljóði av,
eg kvøði ikki longur á sinni,
nú skal taka upp annan tátt
og víðari leggja í minni.
III. Høgna táttur
1. Artala kongur í Húnalandi,
bróti úr bragdartátti,
festi Guðruna Júkadóttur,
ið Sjúrður snari átti.
2. Artala kongur í Húnalandi
vekir upp dreingir snarar:
»Nú skal eg festa Guðruna,
vit ríða í Júkagarðar.«
3. Artala kongur í Húnalandi
ríður fram yvir skógv,
úti Guðrun Júkadóttir
fyri honum stóð.
4. »Statt væl, Guðrun Júkadóttir,
tú unniliga sprund,
nú skínur sól á heiðin lond
ígjøgnum grøna lund.«
5. Artala kongur í Húnalandi
fer í farliga lund,
festi frúgv og førdi heim
tað hitt væna sprund.
6. Artala kongur í hallina gongur,
sigist í bragdartátti,
festi frúgv og førdi heim,
sum Sjúrður í forðum átti.
7. Guðrun gekk á bunkan fram,
siga má eg pá stand,
hana førdi kongurin
við sær til Húnaland.
8. Guðrun var leingi á Húnalandi,
kinn bar hon so reyða,
nú legði hon ráðini á
at hevna Sjúrðar deyða.
9. Artala kongur í Húnalandi
blandar mjøð og vín,
býður so øllum Júkungum
at drekka heim til sín.
10. Guðrun býður brøðrum sínum,
letur ikki seinka,
sterkar hurðar fyri hallina,
og fast við jarni leinkja.
11. Guðrun býður brøðrum sínum,
letur ikki gloyma:
setir fyri hallar dyr,
so fast við jarni soyma.
12. Guðrun gongur út og inn,
letur blanda vín,
Høgnar, Gunnar og allar brøður
letur hon heinta til sín.
13. Høgnar gekk í hallina inn,
heldur á búnum brandi:
»Nú lystir meg á Húnaland
at drekka tann mjøðin blandi.«
14. Grimhild so til orða tekur,
tykir í tí tortur:
»Um tú fert á Húnaland,
ikki kemur tú aftur.«
15. Høgnar stendur fyri breiðum borði,
tungan mælir snimma:
»Tó skal eg á Húnaland,
sigur av kappum vinna.«
16. Grimhild so til orða tekur,
tykir í tí mein:
»Um tit fara á Húnaland,
eingin kemur heim.«
17. Høgnar stendur á hallargólvi,
hann klæddist í brynju blá:
»Tó skal eg á Húnaland,
standist hvat av, ið má!«
18. »Meðan tú fert á Húnaland,
lat nú tað so gera:
Gíslar og hann Jarnar
teir skulu heima vera.
19. Meðan tú fert á Húnaland
at drekka mjøð og vín,
Gíslar og Jarnar verða eftir
báðir hjá móður sín.«
20. Tað var Høgnar Júkason,
tungu hann á so snjalla:
»Gíslar og hann Jarnar
teir skulu tá gjalda.«
21. Gíslar og hann Jarnar,
Júkungarnir báðir,
fara sær á Húnaland
ímót sín móður ráðum.
22. Gíslar og hann Jarnar,
Júkungarnir tveir,
fóru sær á Húnaland,
fátt kann forða feigum.
23. Upp stóð Grimhild drotningin,
hin svinna og hin sæla:
»Kvittar tú á Húnaland,
lat meg fylgja tær!«
24. »Eg kann ei síggja, mín sæla móðir,
at tíni eygun gráta,
báran brýtur á blóman tín,
tað kann eg ikki sjá.«
25. Svaraði Grimhild drotningin
í fyrsta orði tá:
»Tak tú hetta rúnarkelvi
og passa væl uppá.
26. Tak tú hetta rúnarkelvi,
bint um tínar lendar,
tað kann øllum lásum læsa,
allar sútir rinda.«
27. Tað var Høgnar Júkason,
ríður út við strand,
møtti honum ein sævarkvinna
á tann hvíta sand.
28. »Hoyr tú inda, sævarkvinna,
sig mær dømin mein,
um eg fari á Húnaland,
komi eg heilur heim?«
29. »Hoyr tú, Høgnar Júkason,
eg sigi tær dømin mein,
um tú fert á Húnaland,
ikki kemur tú heim.«
30. Tað var Høgnar Júkason,
sínum svørði brá,
hann hjó hesa sævarkvinnu
sundur í lutir tvá.
31. Tekur hann hennara blóðiga høvur,
kastar út á sund,
skjýtur hann kroppin eftir,
sukku bæði til grund.
32. Tað var Høgnar Júkason,
ríður hann út við strand,
møtti hann einum sævarmanni
á tann hvíta sand.
33. »Hoyr tú inda, sævarmaður,
sig mær í tí satt,
fari eg á Húnaland,
komi eg heilur aftur?«
34. »Hoyr tú, Høgnar Júkason,
tað man eg siga satt,
um tú fert á Húnaland,
um tað tú kemur aftur.«
35. So letur Høgnar Júkason
byggja skipini sín,
bæði letur hann á tey laða
virtur og so vín.
36. Bæði letur hann á tey laða
virtur og so bjór,
um hann siglir í fimtan vetur,
skortar hann ei nógv.
37. So letur Høgnar Júkason
byggja skipini prúð,
bæði letur hann á tey laða
línið og so skrúð.
38. Hann læt knør av lunni draga,
oman úr tøttum neysti,
tá stóð fast í kjalborðum,
fram leyp knørurin reysti.
39. Høgnar læt av lunni ganga
sína glæstriskeið,
skipini hildu í havið út,
falkurin drívur á leið.
40. Bræddir vóru brandar,
og skorin var hvør stokk,
stavn og stýri av reyðargulli,
so var segl í topp.
41. Bræddir vóru brandar,
og borðini vóru ný,
forgylt leika veðurleið
upp í miðal ský.
42. Høgnar vindur segl í rá,
letur so orðum svara,
grátandi vendi Grimhild drotning
aftur í Júkagarðar.
43. So grætur Grimhild drotningin,
tað hitt væna vív:
»Far væl, Høgnar, sonur mín,
eg síggi teg ei í lívi.«
44. Grimhild fyri munni mælir,
Høgnar reisir á ferð:
»Eg kenni væl Guðruna dóttur mín,
er roynd í ráðagerð.«
45. Høgnar talar til Gunnar kong,
alt foruttan sút:
»Vit vinda nú segl í húna hátt,
vit seta í havið út.«
46. Vant hann upp síni silkisegl,
gull við ráum brann,
strikaði ei á bunkan niður
fyrr enn við Húnaland.
47. Ein kom maður í hallina inn,
sum teir drukku vín:
»Eg síggi skip eftir havi koma,
seglini hvít sum lín.«
48. »Sært tú skip eftir havi koma,
seglini hvít sum lín,
vera má Høgnar Júkason
at vitja systur sín.«
49. Guðrun gekk í grasagarði,
reyðargull á hendi,
ramar risti hon rúnirnar,
tær út í havið sendi.
50. Svaraði tá ein so lítil svein,
tóktist komin í vanda:
»Hvaðan eru hesir avrekshestar,
ið eftir sjónum ganga?«
51. »Hetta eru eingir hestar,
hóast tað sýnist tær,
hetta er Guðrunar illgerningar,
sendar móti mær.«
52. Guðrun gongur í grasagarði,
reyðargull á hendi,
loysir út tær ørnir tvær,
út í havið sendi.
53. Ørnir tvær av landi komu,
setast á saltan sjógv,
vaksa tekur veður í ský,
aldan brýtur á lógv.
54. Tá var veður á sjónum hart,
bylgjan reisti frá grunni,
voldi tað Guðrun Júkadóttir,
sum ónda gerning kundi.
55. So var veður á sjónum hart,
at sandur á tilju lá,
aldan lá úr øllum ættum,
fell á bylgjan blá.
56. So var veður á sjónum hart,
tá ið Høgnar stóð til stýri,
Gunnar kongur í lyfting gongur,
tá følnaðu dreingir dýrir.
57. So var veður á sjónum hart,
ógvuligt at á líta,
stýrir so Høgnar Júkason,
at frá dró mjøllin hvíta.
58. So var veður á sjónum hart,
tað brakar í borð og bondum,
sundur gingu jarnárar
báðar í Høgna hondum.
59. Tað var Høgnar Júkason,
hann studdist fram á spjót:
»Tó skal eg á Húnaland,
hóast ódnin stendur ímót.«
60. Høgnar tók sítt rúnarkelvi,
kastar út fyri borð,
ikki mátti illgerning vaksa,
megnað vóru hans orð.
61. Hann tók upp sítt rúnarkelvi,
kastar út á sjógv,
minka tók tá aldan,
tað stiltist væl á lógv.
62. Tað var Høgnar Júkason,
kastar sítt kelvi so hart,
tá ið tað kom í sjógvin niður,
bleiv tað stilt og klárt.
63. Tá ið teirra snekkja
hon kendi fagurt land,
kasta teir sínum akkerum
á tann hvíta sand.
64. Kasta teir sínum akkerum
á tann hvíta sand,
fyrst steig Høgnar Júkason
sínum fótum á land.
65. Fyrst steig Høgnar Júkason
sínum fótum á land,
Gíslar og Jarnar og Gunnar kongur
undir hans høgru hond.
66. Gingu teir frá strondum niðan,
so er greitt fyri mær,
síðan allir Júkagarpar
niðan í grasagarð.
67. Uppi miðjum grasagarði
teir aksla síni skinn,
og so búnir gingu teir
í høgar hallir inn.
68. Uppi í miðjum grasagarði
teir klæddust í brynju dýra,
gingu so í høgar borgir
Júkagarpar fýra.
69. Uppi í miðjum grasagarði
teir bóru tungu snjalla,
gingu so í høgar borgir
Júkagarpar allir.
70. Tað var Høgnar Júkason,
hann inn um dyrnar steig,
hann sá tað á Guðrunu,
at ilt undir kinnar beið.
71. Tað var Høgnar Júkason,
hann inn um dyrnar hyggur:
»Eg síggi tað á Guðrunu,
at ilt undir kinnar byggir.«
72. Guðrun so til orða tekur:
»Vit eru nú her aleina,
fáið mær bæði skjold og svørð
øllum tykkum at goyma!«
73. Svaraði Høgnar Júkason,
hann heldur á búnum knívi:
»Frá mær leggi eg ikki skjold og svørð,
so leingi eg eri á lívi.«
74. Guðrun so til orða tekur,
bar hon tungu snjalla:
»Minnist tú nakað á Sjúrða unga,
tú førdi mær til hallar?«
75. Guðrun so til orða tekur,
bar um hjarta trá:
»Enn var Sjúrður frægari,
í gullsaðli lá.«
76. Høgnar mælir fyri munni sær,
lítur á ringar sínar:
»Ei er blítt á brúnarskoru,
minnist á Sjúrðar lík.«
77. Inn kemur Guðrun árla morgun,
ilt er skap at eggja,
borð stóð breitt við silkidúk,
og bjór fyri reystar seggjar.
78. Inn kom Guðrun árla morgun
við hóv og hyggið orð:
»Kasta nú vákn og herklæði,
tær stígið yvir borð!«
79. Svaraði Høgnar Júkason,
hann bar dreingja maka:
»Sjálvir skulum vit váknum goyma,
okkum til at taka.«
80. Svaraði Høgnar Júkason,
hann er ein nýtur drongur:
»Sjálvir skulum vit váknum goyma
at vita, ið hvøssu gongur.«
81. Drukku teir í Húnalandi
bæði úti og inni,
drukku mjøð og kláran vín
glaðir á hvørjum sinni.
82. Drukku teir í Húnalandi
bæði við gleði og gaman,
illa líkar Guðrunu,
at einki nertir saman.
83. Drekka teir í dagar tríggjar
bæði við gleði og gleim,
illa líkar Guðrunu,
at einki nertir teim.
84. Guðrun lokkar sín unga son
við so miklum mæti:
»Eg skal geva tær gull og fæ,
stillar tú Høgnar av kæti.«
85. Guðrun lokkar sín unga son,
við duldum hon hann bað,
hann gekk sær at borðinum,
sum Høgnar fyri sat.
86. Guðrun lokkar sín unga son,
í duldum hon hann dró,
hann hevði upp sína høgru hond,
Høgnar á nasar sló.
87. Sveinur var ungur á aldrinum,
hann taldi ið tað hon bað,
hann gekk aftur at borðinum,
sum Høgnar fyri sat.
88. Hann gekk aftur at borðinum,
Høgnar á nasar sló,
voldi tað Guðrun Júkadóttir,
drykkjan varð óró.
89. Høgnar rann tað heita blóð
bæði um nasar og munn,
kappin varð so illa við,
hann ikki við slíkt kundi.
90. »Eg fái ikki á Húnalandi
drukkið tann mjøðin við andi,
ótøkk havi tann móðirin,
ið so sín son upp vandi.«
91. Tað var hann Høgnar Júkason,
reiður borðum vendi,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi rendi.
92. Tað var Høgnar Júkason,
reiður borðum skeyt,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi fleyt.
93. Høgnar leyp um borðið fram,
er mær greint ífrá,
uttarlaga á hallargólvi
komst hans fótur á.
94. Høgnar fram um borðið leyp
við berum spjóti í hendi,
mækin sneiddi búk og bein,
ígjøgnum sveinin rendi.
95. Tað var Høgnar Júkason,
sínum svørði brá,
hann kleyv Guðrunar unga son
sundur í lutir tvá.
96. Guðrun gekk fyri Artala kong,
sigur honum frá:
»Deyður er okra ungi sonur,
mest av Høgna ráð.
97. Eg man ei í Húnalandi
longur fyri tær stýra,
um tú gert ikki nakrar sømdir
eftir tann dreingin dýra.«
98. »Hoyr tú tað, mín veldiga søta,
lat nú tað so vera,
sjálvur er hann fostbróðir mín,
eg kann honum einki gera.«
99. »Tú skalt ikki, Artala kongur,
longur ríki stýra,
vilt tú ongar sømdir taka
eftir tann dreingin dýra.«
100. »Hoyr tú, Guðrun, søta mín,
tað vil eg ei trúgva,
at tú vilt tínum brøðrum
svik til handar snúgva.
101. Tá ið teir vógu Sjúrða svein,
Guðrun søta mín,
tá vóru Gíslar og Jarnar børn
heima hjá móður síni.«
102. Guðrun so til orða tekur:
»Tað skal eg nú valda,
Gíslar og hann Jarnar ungi
báðir skulu gjalda.«
103. »Tað er einki eykarverk
at ganga Høgnar ímóti,
hvar hann kemur í víggj at standa,
har hevur hann høvur á spjóti.
104. Hoyr tú tað, mín veldiga søta,
legg sjálv til tess ráð,
hvussu vit skulu teir miklu menn
burtur av lívi fá!«
105. »Taka skal tríggjar aldirshúðir,
rýða tær í blóði,
falla so tungt á Júkagarpar,
troyttir av miklum móði.«
106. Guðrun stendur fyri breiðum borði,
mælir um tann vanda:
»Nú skulu tit, Júkagarpar,
á aldirshúðir ganga!«
107. Upp steig Høgnar Júkason,
tungu bar hann so snjalla,
talar yvir breiðum borð
fyri teir brøður allar.
108. Upp steig Høgnar Júkason,
ið blandað hevði vín:
»Gíslar og Jarnar farið báðir
aftur til móður sín.«
109. Upp steig Høgnar Júkason,
letur so orðum svara:
»Gíslar og Jarnar farið báðir
aftur í Júkagarðar!«
110. Guðrun stendur fyri breiðum borði,
mælir um tann vanda:
»Gíslar og hann Jarnar ungi,
allir skulu ganga.«
111. Gíslar og hann Jarnar
mundu á húðir ganga,
allir sóu teir falla niður,
eingin sá teir upp standa.
112. Guðrun stendur fyri breiðum borði,
mælir um tann vanda:
»Nú skal Gunnar bróðir mín
aftur á húðir ganga.«
113. Tað Gunnar Júkason var,
hann mundi á húðir ganga,
allir sóu hann falla niður,
eingin sá hann upp standa.
114. Guðrun stendur fyri breiðum borði,
kinn bar hon so balda:
»Nú skal Høgnar bróðir mín
aftur á húðir ganga.«
115. »Betri var í Júkagørðum
drekka mjøðin blandi,
enn ganga har á aldirshúðir
og standa í stórum vanda.«
116. Høgnar tekur brandin tá,
tað vil eg fyri tygum tína,
gongur so í loftið fram,
hann mintist á móður sína.
117. Upp steig Høgnar Júkason,
heldur á dragið svørð:
»Eg skal ganga á aldirshúðir
og vita, hvussu fer.«
118. Høgnar gekk á aldirshúðir,
mundi tað so vera,
ikki bar tá fóturin við,
tað tykti hann einki at gera.
119. Tað var Høgnar Júkason,
hann ræð yvir húðir støkka:
»Ei mundi eg í Húnalandi
fyrstur undan røkka.«
120. Tað var Høgnar Júkason,
hann tekur við húðir at støkka:
»Ei man eg í Húnalandi
tann fyrsti undan røkka.«
121. Høgnar leyp yvir húðina,
hann var ei deyðan verð,
hann kom niður á grønan vøll,
studdist við skjold og svørð.
122. Guðrun kemur út árla morgun,
gramt var henni í huga,
heilan sær hon Høgnar standa,
ei hava ráðini dugað.
123. Hon gløir við eygum og glettir á tenn,
við kjaftinum mundi gapa,
gjarna vildi hon Høgna gloypt,
ei má tað henni bata.
124. Høgnar stendur í grasagarði,
bindur upp hjálmin sín:
»Áðrenn dagur at kvøldi kemur,
drekka vit blóð sum vín.«
125. Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
tá hevði Guðrun Júkadóttir
brynjað út hundrað tólv.
126. Árla var um morgunin,
sólin skein á grótið,
tað var Høgnar Júkason,
hann ríður teim øllum ímóti.
127. Tað var Høgnar Júkason,
ríður teim øllum ímóti,
búkar fullu á jørðina,
sum teir varpa gróti.
128. Høgnar ríður í bardøgum,
roynir góðar gripir,
niður feldi hann kongins menn,
tíggju fyri hvørji sipan.
129. Vigið fekk hann Húnamenn
við svørð og bitrar eggjar,
tað var Høgnar Júkason
hann hopar til hallarveggjar.
130. Guðrun kemur út árla morgun,
sól tók fagurt at branda,
heilan sær hon bróður sín
á leikvøllinum ganga.
131. Guðrun so til orða tekur,
sólin brá so víða:
»Hoyr tú, Høgnar bróðir mín,
tú skalt á skógvin ríða.
132. Tú skalt ríða á skógvin burtur,
eystur um Lindará,
har skalt tú tey undur síggja,
sum tú í forðum vá.«
133. Árla var um morgunin,
sólin fagurt rann,
tað var Høgnar Júkason,
hann ríður á skógvin fram.
134. Høgnar ríður á skógvin fram,
eystur um Lindará,
har mundi hann tey undur síggja,
hann í forðum vá.
135. Har sá hann tann stóra hest
leypa sær á grunnum,
voldi tað Guðrun Júkadóttir,
ið illgerning kundi.
136. Høgnar ríður á grønum vølli,
víða um seg sá,
mikið var tá Sjúrðar lík,
í gullsaðlinum lá.
137. Tungan tók at tala,
letur so orðum víkja:
»Illa gjørdi tú, Høgnar, tað,
tú vart við meg at svíkja.
138. Mær unti Brynhild Buðladóttir,
tað hitt væna vív,
mær unti Guðrun Júkadóttir,
harfyri læt eg lív.
139. Tað var Brynhild Buðladóttir,
sprakk eftir mín deyða,
skiftaði Guðrunu gull og fæ
og mangar ringar reyðar.
140. Hoyr tú, Høgnar Júkason,
ríð nú til hallar heim,
eg fari mær á heiðin skógv,
so eru míni mein.«
141. Guðrun kemur út árla morgun,
sólin brann so víða,
sær hon Høgnar Júkason
aftur av skógvi ríða.
142. Árla var um morgunin,
tað roðar fyri sól,
tá hevði Guðrun Júkadóttir
brynjað út hundrað tólv.
143. Árla var um morgunin,
sólið skein á grótið,
tað var Høgnar Júkason,
hann ríður teim øllum ímóti.
144. Tað var Høgnar Júkason,
hann ríður teim øllum ímóti,
búkar fullu á jørðina niður,
sum teir varpa gróti.
145. Høgnar ríður í bardøgum,
roynir góðar gripir,
niður fellir kongins menn,
tíggju fyri hvørji sipan.
146. Hundar túta, úlvar goyggja,
ørnin hyggi læsti,
hundrað heilt og hartil hálvt
tey fullu í annað kastið.
147. Høgnar ríður í bardøgum
eina morgunstund,
fellir niður tólv hundrað
glaður í grønari lund.
148. Høgnar ríður í bardøgum
í eina morguntíð,
fellir niður tólv hundrað
glaður í grønari líð.
149. Høgnar ríður í bardøgum,
hetta man lítið bata,
tað, ið hann um dagin vegur,
villir hon upp um nætur.
150. Høgnar ríður í bardøgum,
har yppist ein illur siður:
»Tí leiðist mær í Húnalandi
at høgga teir trælir niður.«
151. Tað var Guðrun Júkadóttir,
krevur sveinin sín:
»Gakk teg eftir Longugevu,
bið hana koma til mín.«
152. Tá ið Guðrun Júkadóttir
helt sær at tí gaman,
meiri Høgnar sundur høgdi,
fastari runnu teir saman.
153. Sveinur var ungur á aldrinum,
beinini hann bar
hagar upp til landanna,
sum Langageva var.
154. Tað var Guðrunar ungi son,
heim í garðin fór,
úti reysta Langageva
fyri honum stóð.
155. »Vælkomin, Guðrunar ungi svein,
higar heim til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«
156. »Mær er ei um brúna mjøð,
minni um klára vín,
tað er Guðrun Júkadóttir,
biður teg koma til sín.«
157. So klæddist hann í klæði,
brynju og svørð hann bar,
reið sær so í garðin heim,
sum Guðrun fyri var.
158. Møtti hann Høgnar Júkason,
tá hann kom á leið,
hann hevði upp sín búgvin brand,
aktaði hans høvur at sneiða.
159. Tað var Høgnar Júkason,
sínum svørði brá,
hann kleyv reystu Longugevu
sundur í lutir tvá.
160. Guðrun kom út árla morgun,
sær hon út so víða,
hon sær Høgnar bróður sín
á leikvøllinum ríða.
161. Tað var Guðrun Júkadóttir,
heitir á smásvein sín:
»Gakk til Tíðrik Tatlarason
og bið hann koma til mín.«
162. Sveinur fór á skógvin burtur
við hóv og hyggið orð:
»Guðrun bað tygum koma til sín
at drekka yvir borð.«
163. Tað var Guðrun Júkadóttir,
hon letur blanda vín,
býður so Tíðriki Tatlarasyni
í hallina inn til sín.
164. »Vælkomin, Tíðrikur Tatlarason,
fullvæl eg á teg troysti,
hevði tú Høgnar av lívi tikið,
tað var eitt manndómsroysni.«
165. »Hoyr tú, Guðrun Júkadóttir,
eyka mær ei tann vanda,
hvussu skal eg móti Høgnari stríða,
ið einki vákn kann granda?«
166. »Hoyr tú, Tíðrikur Tatlarason,
tú ert ein kempa so sterk,
hevði tú Høgnar av lívi fingið,
tað var eitt manndómsverk.«
167. »Tað er einki eykarverk
at ganga Høgnar ímóti,
hvar ið hann kemur í vágarvøll,
har hevur hann høvur á spjóti.
168. Tað er ikki ein ella tveir,
standa í tí verki,
eingin møtir honum á jørð,
deyður er Sjúrður sterki.«
169. Tíðrikur upp frá borði stígur,
hann tekur um brandin svarta:
»Eg vinni einki á Høgnari.«
Tá gránaði drotning bjarta.
170. »Hoyr tú, Tíðrikur Tat1arason,«
brúður mælir av kvíða,
»eg gevi tær bæði gull og fæ,
vilt tú mót Høgnari ríða.«
171. Upp stóð Tíðrikur Tatlarason,
hann heldur á dragið svørð:
»Flúgva skal eg í loftið fram
og vita, hvussu fer.«
172. Tíðrikur hvarv úr gørðum burtur,
hann var maðurin versti,
hann kom aftur í øðrum sinni
á kolsvørtum hesti.
173. Tíðrikur hvarv úr gørðum burtur,
fáir finnast slíkir,
hann kom aftur í annað sinni,
og fleyg í dreka líki.
174. Tíðrikur fleyg í loftið fram
við sínar stinnu streingir,
Høgnar stendur í tungum stríð,
hann ristir reystar dreingir.
175. Høgnar ríður á grønum vølli
tað bara stál at klúgva,
sær hann Tíðrik Tatlarason
í loftinum at flúgva.
176. Høgnar tók sítt góða svørð,
hann skjýtur tað lið av hendi,
hann vendi sítt svørð í loftið fram,
ígjøgnum Tíðrikin rendi.
177. Tá ið hann eftir jørðini fór,
var hann sum sótið svarta,
hann hevði mongum manni bágað,
nú stóð brandur í hjarta.
178. Eitur spýði tann svarti dreki
niður á Høgna brynju,
hann varð ei við váknum vigin,
fyri tað læt hann synja.
179. Tungt er tað í heiminum
stórar sorgir at bíða,
eitur bar hann í brynju síni,
so fast í hjarta man svíða.
180. Høgnar so til orða tekur,
nú berjist ikki longur:
»Eitur gongur at hjartanum.«
Tá følnaði nýtur drongur.
181. Falnir eru Húnamenn
við svørð og bitrar eggjar,
tá hopaði frægi av Júkagørpum
so fast til hallarveggjar.
182. Guðrun kemur út árla morgun,
gramt var henni í huga,
heilan sær hon Høgnar standa,
ei hevði svikurin dugað.
183. Høgnar hopaði at hallarveggi,
brandin yvir seg bar.
Guðrun stendur í grasagarði,
hon tennur saman skar.
184. »Hoyr tú, Guðrun systir mín,
tað skalt tú mær lova,
læna mær Helvík jalsins dóttur
í nátt á armi sova!
185. Ikki havi eg fingið sár,
og grið vil eg ei tiggja,
lænið mær eina jalsdóttur
í nátt á armi at liggja!«
186. Høgnar so til orða tekur:
»Tann grið vil eg av tær tiggja,
læna mær Helvík jalsins dóttur
í nátt á armi at liggja!«
187. Guðrun so fyri munni mælir,
kinn bar hon so reyða:
»Fáa skalt tú jalsins dóttur,
tú gongur nú snart til deyða.«
188. Hon fekk honum Helvík jalsins dóttur
at sova á armi hjá,
gat við henni ungan son,
sum søgur ganga frá.
189. Hann gat við frúnni ungan son
á teirri somu nátt,
Høgnar risti rúnirnar,
og tær munnu lesast brátt.
190. »Tú manst ognast ein ungan son,
Aldrias skalt tú kalla,
eg gevi honum tað búna svørð,
ið faðir mín søkti úr fjalli.
191. Eg gevi honum silvur og gull
og mangar ringar reyðar,
statt tá væl og manniliga!
Hann hevnir sín faðirs deyða.
192. Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,
hvat eg nú sigi til tín,
síggj so til, um ei langa tíð
hann hevnir faðir sín.
193. Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,
eg sigi tey orðin brátt:
nú hevur kongurin sveinsbarn gitið
á hesari somu nátt.
194. Tú manst ognast ungan son,
Guðrun vil hann pína,
tak tú hennara unga son
og legg í vøggu tína!
195. Hoyr tú, Helvík, jalsins dóttir,
brúka nakra list,
lat mína systur Guðruna
um dyrnar ganga fyrst!
196. Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,
eg sigi tær satt ífrá:
tá ið svein er tólv ár gamal,
tú gakk fyri Lindará!
197. Hoyr tú tað, mín veldiga søta,
eg tali tey orð til tín:
tá ið tín son er tólv ár gamal,
tá kennir hann móður sín.
198. Tak tú hetta rúnarbelti,
bint um tínar lendar,
tað kann øllum lásum læsa,
tínar sútir rinda.«
199. Tá segði Høgnar Júkason:
»Nú verður ikki longur,
eitur gongur at hjartanum.«
So følnaði nýtur drongur.
200. Høgnar leyt tá láta lív,
búðu um hann sum dreyg,
vældu nú um so virðiliga,
løgdu lík í heyggj.
201. Helvík leyt at síggja á,
at Høgni mundi doyggja,
síðan gróv hon tann dreyg í heyggj,
sum dreingir dalin hoyggja.
IV. Aldrias táttur
1. Tær ganga sær við børnunum
níggju mánar sínar,
til at teirra stundum líður,
tær føða sveinar fríðar.
2. Tær ganga sær við børnunum
níggju mánar taldar,
til at teirra stundum líður,
tær føða sveinar baldar.
3. Enn er nú sum oftum væl fyrr,
duld eru døpul mein,
gingu so í høgaloft,
tær føddu tveir ungar sveinar.
4. Tað er enn, sum oftum var fyrr,
duld eru døpul huga,
tær eru gingnar í høgaloft
og føða sær svein so prúdan.
5. Helvík ungan sonin ár,
tung man sorgin falla,
síðan bað hon presti bera,
Aldrias bað hon kalla.
6. Guðrun ungan sonin ár,
tung man sorgin falla,
síðan bað hon presti bera,
Svein bað móðir kalla.
7. Lógu tær í sínari song,
lætta tekur vandi,
nú er liðið at teirri tíð,
báðar skulu út ganga.
8. Inni sótu tær í dagar,
inni sótu tær í tvá,
inntil tann hin triðja,
tær skulu út gá.
9. Tað var Guðrun Júkadóttir,
brúkar mikla list,
býður Helvík jalsins dóttur
at durum ganga fyrst.
10. Guðrun so til orða tekur,
fyrsta orðið tá:
»Hoyr tú, Helvík jalsins dóttir,
tú skalt út fyri gá.«
11. Svaraði Helvík jalsins dóttir,
læt tá angist og vanda:
»Tú bert hægri høvur enn eg,
tú manst út fyri ganga.«
12. Hon átti sær ein ungan son,
Guðrun vildi hann pína.
Helvík tók Guðrunar ungan son
og legði í vøggu sína.
13. Inn kom Guðrun árla morgun,
fell so væl í lag,
hon tók út sín lítin knív
og sneiddi høvdið av.
14. So er sagt frá Guðrunu,
hon voldi sær tann harm,
tað vil eg for sannheit siga,
hon drap sítt egið barn.
15. So er sagt frá Aldrias,
mikil gav hann vekst,
meira vóks hann í ein mánað
enn onnur børn í seks.
16. Hann vóks upp í ríkinum,
góvu honum legu á gólv,
meiri vóks hann í ein mánað
enn onnur børn í tólv.
17. Hann vóks upp í ríkinum
til geviligan mann,
Húnalandskongurin
fostraði hann.
18. Árla var um morgunin,
sólin fagurt brá,
tað var Helvík jalsins dóttir,
hon ríður til Lindará.
19. Tað var Helvík jalsins dóttir,
so ganga søgur frá,
møtti hon sínum unga soni
eystur fyri Lindará.
20. Helvík so til orða tekur,
smílist undir lín:
»Tað svørji eg á mínari trúgv,
at tú ert sonur mín.«
21. Svaraði Aldrias Høgnason,
hann stendur í manna múgvu:
»Eg havi ei sætt eina lágari konu
kunna so væl at lúgva.«
22. »Tak tú út mín lítin knív,
hygg, ið væl hann bítur,
tína móður í armin sker,
og vita, um í hjarta nítur!«
23. Hann dró út sín lítin knív,
hyggur væl hann bítur,
sína móður í armin skar,
so fast í hjarta nítur.
24. Svaraði Aldrias Høgnason,
sólin á honum skín:
»Tað síggi eg á sjálvum mær,
at tú ert móðir mín.«
25. Helvík so til orða tekur,
smílist undir lín:
»Síggj so til um ei langa tíð,
tú hevnir faðir tín!«
26. Hon tekur upp tað rúnarkelvi,
sínum soni fær:
»Hetta gav tín hin sæli faðir,
ið mikið gott unti tær.«
27. Sveinur tók við rúnarkelvi,
niður fyri seg sá,
brast hansara belti,
litur í hann brá.
28. Brast hansara belti,
litur í hann brá,
hann sá sín hin faðirs deyða
standa har uppá.
29. »Tak tú hetta rúnarbelti,
bint um tínar lendar,
tað kann øllum lásum læsa,
allar sútir rinda.
30. Tá ið tú kemur til hallar heim,
síðla ella snimma,
síggj so til í langa tíð,
lat eingin á tær finna!«
31. Árla var um morgunin,
sólin skín so víða,
tað var Aldrias Høgnason,
hann vildi til hallar ríða.
32. Svein var fimur á fótunum,
beinini hann bar,
so gekk hann í hallina inn,
sum Artala kongur var.
33. Sveinur gekk í hallina inn,
hann skuldi ljósið skara,
brendi gjøgnum fótarblaðið,
hann tók seg ikki vara.
34. Sveinur var ungur á aldrinum,
hann skuldi skara ljós,
brendi gjøgnum fótarblaðið
niður á hallargólv.
35. Artala kongur til orða tekur,
mjøður í blandi rennur:
»Hvat hugsar tú, svein, so djúpt,
gáar ei, hvat tú brennur?«
36. »Tað hugsi eg, Artala kongur,
at tú eigur miklan eyð,
tað verður helst á tínari ævi,
tú tiggur vatn og breyð.«
37. Tí svaraði Artala kongur:
»Eg eigi miklan eyð,
tað verður ikki á mínari ævi,
eg tiggi vatn og breyð.«
38. Árla var um morgunin,
sól tekur fagurt at skína:
»Vilt tú nakað, Artala kongur,
í dag á skógvin ríða?«
39. Árla var um morgunin,
tað fell so væl í lag,
lysta teir á skógvin burtur,
sveinur og kongurin báðir.
40. Tað var reysti Artala kongur,
niður fyri seg sær:
»Ríð tú nú á skógvin burtur,
eg skal fylgja tær!«
41. Tað er enn sum ofta fyrr,
mangur skortar fíggja,
ganga so at tí gullbjørgi
tað mikla gull at síggja.
42. Ríða teir á skógvin burtur,
fríðir í huga full,
hann vísti honum á húsið tað,
ið takt var inni við gull.
43. Ríða teir á skógvin burtur,
vítt var teim for eygum,
funnu so tað gullhúsið,
ið lagt var í brondum beygum.
44. Tað var reysti Artala kongur,
var settur við vívarin full,
komu so til húsið tað,
sum fult var innan við gull.
45. Tí svaraði Artala kongur
fyrsta orðið tá:
»Hoyr tú tað nú, harra svein,
tú skalt harfyri inn gá.«
46. Tí svaraði harra svein
fyrsta orðið tá:
»Tú bert hægri krúnuna,
tú skalt inn fyri gá.«
47. Artala kongur í Húnalandi
inn um dyrnar sá,
tað var indi harra svein,
hann smelti hurð í lás.
48. Sveinur var ungur av aldrinum,
lættur var hann til máls,
tað er mær av sonnum sagt,
hann smelti hurð í lás.
49. »Tað hugsi eg, harri mín,
hóast tú eigur miklan eyð,
vilt tú nú nakað, Artala kongur,
tiggja vatn og breyð?«
50. »Tað hugsi eg, harri svein,
at eg eigi miklan eyð,
gjarna vil eg nú, harra svein,
tiggja vatn og breyð.«
51. Tí svaraði Artala kongur,
letur so orðum svara:
»Gjarna tiggi eg vatn og breyð,
um tað verður verra.«
52. Aldrias smelti hurð í lás,
hann snúðist úr kongaveldi,
hann kom ikki aftur at bjørginum
fyrr enn triðja dag at kveldi.
53. »Tú hevur bæði gull og silvur,
hartil hevur tú eyð,
her skalt tú nú, Artala kongur,
tiggja vatn og breyð.«
54. Aldrias gekk av gullbjørginum
eina morgun snimma,
eg svørji tann eið á mínari trú,
hann læsti kongin inni.
55. Tað var Aldrias Høgnason,
mikið gull hann fekk,
hann kom ikki aftur í gullbjørgið,
fyrr enn kongur skarpur hekk.
56. Aldrias gisti síni móður
síðla dag at kveldi,
síðan reið hann haðan burtur
til kongin í Danaveldi.
(c) Dansifelagið í Havn