Kvæðasavn

Sankta Jákup

Uppskrift: FK 120B, 30, pp. 20-22.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Jákup tekur í Harrans hond:
»Nú skal eg kristna Garsialand.«

2. »Hvøssu skalt tú tað kristnað fá?
tú hevur einki skip at sigla á.«

3. »Størri er nú miskunnheit tín,
tú kanst venda vatn til vín.«

4. »Gakk teg oman til sjóvarstrand,
har stendur ein steinur út fyri land.«

5. Jákup tók sær bók í hand,
so gekk hann til sjóvarstrand.

6. Jákup risti kross yvir stein,
steinurin út frá landi leið.

7. Steinurin tók at ganga
fram við Garsialandi.

8. Steinurin tók at líða
fram við Garsiasíðu.

9. Inn koma børn og siga frá:
»Her kemur ein steinur, ein maður á.«

10. Inn koma kvinnur, hava tváað seg rein:
»Her kemur ein maður, hann situr á stein.«

11. Kongurin tekur sær øksi í hand,
so gekk hann til sjóvarstrand.

12. »Hoyr tú, Jákup, eg tali til tín,
hvat vilt tú á land til mín?«

13. »Tað vil eg á land til tín,
at mín skapari er mætari enn tín.«

14. »Hvat er tín skapari mætari enn mín,
mín drekkur hvønn dag mjøð og vín.«

15. »Tað er mín skapari mætari enn tín,
hann kann venda vatn til vín.

16. Mín kann venda mold til breyð,
kann geva teim lív, sum longu eru deyð.

17. Tað gjørdi skaparin reini,
hann skapti mær skip av steini.«

18. »Fái eg aftur sonin mín,
so skal eg trúgva pá skaparan tín.

19. Fái eg hann aftur við hold og hár,
sum hann fór fyri fimtan ár.

20. Fái eg hann aftur við hold og hár,
sum hann hevði ikki kent sítt banasár.«

21. Jákup niður í bókina sá:
»Hann er ikki góður aftur at fá.«

22. Tá hann hevði staðið eina lítla stund,
tá manaði hann hann upp frá vítinis grund.

23. »Her hevur tú hann við hold og hár,
sum hann var fyri fimtan ár.

24. Her hevur tú hann við heyk og hund,
sum hann fór fyri sjóvargrund.

25. Her hevur tú hann við hold og hár,
sum hann hevði ikki kent sítt banasár.«

26. »Hoyr tað, sæli sonur mín,
hvat er títt í ferðum tín?«

27. »Tað er títt í øðrum heim,
eingin kennir annans mein.

28. Tað er tann kona, børnini hevur hatað,
hon kemur ei av ormagatu.

29. Tað er tann kona, børn hevur myrt,
hon gongur altíð við eitursvørði gyrt.

30. Keypmenninir ríku
skríða í ormalíki.

31. Sýslumenninir hørðu
skríða í ormagørðum.

32. Fútin við sín breiða hatt
situr í helviti og krevur skatt.«

33. »Nú havi eg fingið sonin mín,
nú skal eg trúgva skaparan tín.«

34. Tað gjørdi Jákup, meðan hann var har,
hann kristnaði kongin, og alt har var.

(c) Dansifelagið í Havn