Kvæðasavn

Sankta Jákup

Uppskrift: FK 120C, 30, pp. 23-25.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Sankta Jákup var seg ein vælborin mann,
- heilborin dúna -
við sjálvan Várharra talaði hann.
- Dynja dansar, dynja borð,
sum fyrr var í ein heilborin dúna.

2. Sankta Jákup tekur í Várharras hond:
»Tú gev mær lov at kristna Garsialand.«

3. »Hvøssu skalt tú kristnað fá?
tú hevur einki skip at sigla á.«

4. »Meira kanst tú gera við almakt tín,
enn tú kanst senda skip til mín.«

5. »Gakk tú teg til strandar,
har liggur ein steinur fyri landi.«

6. Sankta Jákup út á steinin steig,
steinurin út frá landi gleið.

7. Steinurin tók til at líða
heim fyri Garsiasíðu.

8. Steinurin tók at ganga
heim fyri Garsiatanga.

9. Garsia kongur út av vindeyga sá:
»Her kemur ein steinur, og maður situr á.«

10. Garsia kongur tekur øksi í hand,
so gekk hann til sjóvarstrand.

11. Sankta Jákup stígur fót á land,
Garsia kongur gongur fyri honum pá sand.

12. »Ver vælkomin, Jákup, til mín,
hvat hevur tú til ørindi tín?«

13. »Tað havi eg til ørindi til tín,
at tú skalt trúgva pá skapara mín.«

14. »Hví skal eg trúgva pá skapara tín,
hvat er tín skapari mætari enn mín?«

15. »Tað er mín skapari mætari enn tín,
hann kann venda vatn til vín.

16. Hann kann venda stein til breyð,
heinta tey aftur, sum fyrr vóru deyð.«

17. »Skal eg trúgva pá skapara tín,
aftur komi sonur mín.

18. Hann komi aftur við hold og hár,
sum hann fór burtur fyri átjan ár.

19. Hann komi aftur við heyk og hund,
sum hann fór niður fyri Garsiagrund.«

20. Tá hann hevði staðið eina stund,
loysti hann mann frá helvitis grund.

21. Hann kom aftur við hold og hár,
sum hann fór burtur fyri átjan ár.

22. Hann kom aftur við heyk og hund,
sum hann fór niður fyri Garsiagrund.

23. »Ver vælkomin, sonur mín,
hvat er nýtt úr ferðum tín?«

24. »Tað er nýtt úr ferðini míni,
eitt líður tyrst, og annað líður pínu.

25. Keypmenninir teir ríku,
teir skríða í ormalíki.

26. Sýslumenninir teir harðu,
teir skríða í ormagarði.

27. Fútin við sín breiða hatt,
hann situr í helviti og krevur skatt.«

28. Einki gjørdi Jákup annað har
enn kristnaði kongin og alt, har var.

(c) Dansifelagið í Havn