Kvæðasavn

Sankta Jákup

Uppskrift: FK 120D, 30, pp. 26-28.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Sankta Jákup tók í Várharras hond:
- harra mín -
»Lova mær at kristna Garsialand.«
- Um summarið.

2. »Hvussu skalt tú tað kristnað fá,
tú hevur ikki skip at sigla á.«

3. »Meira kanst tú gera við miskunnheit tín,
tú kanst venda skipi mín.«

4. »Tú gakk teg til stranda,
har stendur ein steinur for landi!«

5. Sankta Jákup út á steinin steig,
steinurin út frá landi leið.

6. Steinurin tók at ganga
út fyri Garsiatanga.

7. Steinurin tók at líða
út fyri Garsia at skríða.

8. Garsia kongur út av vindeyga sá:
»Har kemur ein steinur, maður situr á.«

9. Garsia kongur tók sær øksi í hond,
og so gongur hann til sjóvarstrond.

10. »Hoyr, sankta Jákup, eg tali til tín,
hvat vilt tú á landi mín?«

11. »Tað vil eg á landi tín,
at skapari mín er mætari enn tín.«

12. »Hvat er tín skapari mætari enn mín,
mín drekkur hvønn dag mjøð og vín.«

13. »Tað er mín skapari mætari enn tín,
hann kann venda vatn til vín.

14. Hann kann venda mold til breyð
og geva teimum lív, sum fyrr eru deyð.«

15. »Tá skuldi eg trúð pá skapara tín,
hevði eg fingið aftur sonin mín.

16. Hevði eg fingið hann aftur við hold og hár,
sum hann fór fyri fimtan ár.

17. Hevði eg fingið hann aftur við heyk og hund,
sum hann fór fyri vítinis grund.«

18. Sankta Jákup niður í bókina sá:
»Tín sonur er ikki góður at fá.«

19. So snakkaðu teir eina lítla stund,
so manaði hann hann frá vítinis grund.

20. »Nú hevur tú fingið hann aftur við hold og hár,
sum hann fór fyri fimtan ár.

21. Nú hevur tú fingið hann aftur við heyk og hund,
sum hann fór fyri vítinis grund.«

22. »Hoyr tú, sonur, eg tali til tín,
hvat er títt [í] ferðum tín?«

23. »Tað er nýtt í ferðum heim,
at eingin kennir mein í annans bein.

24. Sýslumenninir teir hørðu,
teir skríða í ormagørðum.

25. Keypmenninir teir ríku,
teir skríða í ormalíkum.

26. Fútin við sín breiða hatt,
hann situr í helviti og krevur skatt.«

27. Tað gjørdi sankta Jákup, meðni hann var har,
kristnaði Garsia kong og alt, har var.

(c) Dansifelagið í Havn