Kvæðasavn

Mariu vísa fyrra

Annað heiti:
Barnavísan

Uppskrift: FK 124D, 30, pp. 50-51.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Tað var jomfrú Maria,
hon eftir vegnum rann,
møtti henni eingilin Gabriel
og mitt á sínari leið.

Nu være Jesus vor skjold i hver en vandring.

2. »Hil standen I, jomfru Maria,
så smal som et liljevand,
I skulle føde det velsignede barn,
lovet være den hellig ånd.

3. Hil standen I, jomfru Maria,
så smal som en liljekvist,
I skulle føde det velsignede barn,
lovet være du, Jesu Krist.«

4. Jólanátt ið tey sótu,
tá føddist Várharra so rein,
tá stóð alt út í stilla,
sólin og mánin skein.

5. Jólanátt ið tey sótu,
tá føddist Várharra so góð,
tá stóð alt út í stilla,
veður og vatn og flóð.

6. Tann, ið hesa vísuna syngur,
tá ið hann fer á sjó,
óræddur man hann på den samme dag
både sejle og ro.

7. Tann, ið hesa vísuna syngur,
tá ið hann fer at sova,
hann verður ikki í svøvni svikin,
det haver selv Jesus lovet.

(c) Dansifelagið í Havn