Kvæðasavn

Mariu vísa seinna

Uppskrift: FK 125B, 30, pp. 55-56.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Jesus kom at eini á,
har sat Maria við bekk at tvá.

2. »Hoyr tað, Maria, eg tali til tín,
gev mær drekka av kerum tínum!«

3. »Míni ker eru ikki rein,
vilt tú drekka av mínum lóvum tveim?«

4. »Vart tú so rein sum Maria, móðir mín,
tá skuldi eg drukkið av tínum lóvum tveim.«

5. Hon svór tað av munni,
hon var so skir ein nunna.

6. Hon svór tað av saltarabók,
at hon ikki mann í loyndum tók.

7. »Svør ikki, svør ikki, syndug vív,
trý ganga børn á jarðarríki.

8. Tað fyrsta við tínum faðir,
tað annað við tínum bróður.

9. Tað triðja við tínum sóknarprest,
og tað var syndin allarstørst.«

10. Maria fell á síni knæ:
»Sjálvur Jesus, skrifta mær!«

11. »So skal eg tær skrifta,
tað skal verða tín gifta.

12. Tú skalt úti ganga
níggju vetur langa.

13. Troða frost og kaldan snjó
berføtt og í ongum skóm.

14. Berføtt, við eitt høvuðlín,
so skalt tú bøta fyri syndir tínar.«

15. Maria tók at ganga
níu vetur langa.

16. Tróð hon frost og kalda fonn
berføtt og í ongum skóm.

17. Berføtt, við eitt høvuðlín,
so bøtti Maria fyri syndir sínar.

18. Níu vetur umliðið var,
aftur kom Jesus í sama stað.

19. »Hoyr tað, Maria, eg tali til tín,
hvussu líkar tær skriftan mín?«

20. »So líkar mær skriftan tín,
sum drakk eg hvønn dag klára vín.«

21. »Tað skalt tú hava fyri tolinmøði tína,
tæna Mariu, móður míni.

22. Tæna Mariu, móður míni,
sjey ferðir klárari, enn sólin skínur.«

(c) Dansifelagið í Havn