Kvæðasavn

Blankans ríma

Uppskrift: FK 132C, 30, pp. 144-147.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Tað plagar eingin danimann kvitta
- gylt saðil á -
sína systur á heiðið land gifta.
- Tað vænasta vív, eg vinna má.

2. Uttan meistar Hildibrand
gifti sína systur á heiðið land.

3. Sunnudagin sat hon brúður blíð,
mánadagin sat hon í jarni stríð.

4. Sunnudagin sat hon brúður bald,
mánadagin sat hon í jarn so kald.

5. Sunnudagin sat hon á brúðarbekk,
mánadagin sat [hon] í jarni sterkt.

6. Hon leit seg upp, hon leit seg fram,
hon visti sær ongan hjálparmann.

7. Hon leit seg upp til skýggja,
har sá hon fuglar tríggjar.

8. »Hoyr tú, fuglurin brúni,
kanst tú bera boð frá Túnoy?«

9. »Eg kann bera boð til hvørt tað land,
eg kenni væl meistar Hildibrand.

10. Gev mær livur og lunga
at bera for mínar ungar!

11. Gev mær livur og lunga fyrst,
hjartað út av Torkils bryst!«

12. »Livur og lunga skalt tú fá,
á Torkili havi eg einki ráð.«

13. Fuglurin tók at flúgva
langa leið og drúgva.

14. Hann fleyg sær so djúpt í kav,
sá ikki nátt fyri ljósan dag.

15. Hann fleyg sær so høgt í ský,
settist niður á harra Karls bý.

16. »Væl sitið tygur, harra Karl, drekkur vín,
bundin er Marita, systir tín!

17. Væl sitið tygur, harra Karl, drekkur bjór,
bundin er Marita, systir góð!«

18. Harra Karl sínum borðum skeyt,
brúni mjøður á gólvi fleyt.

19. Harra Karl talar til sveinar tvá:
»Leggið mær saðil á gangara grá!

20. Saðlið mær tann hvíta,
hann kann bæði sláa og bíta!

21. Saðlið mær tann brúna,
hann finnur væl vegin til Túnoy.

22. Saðlið mær tann blanka,
hann kann so væl at ranka!«

23. So reið harra Karl mýru og mógv,
illa spilti hann silv[ur]spent skógv.

24. So reið harra Karl mýrur og mosar,
illa spilti hann skarlakshosur.

25. So reið harra Karl mýru og á,
illa spilti hann kápu blá.

26. So reið harra Karl sand og jørð,
til hann kom út á tann fjørð.

27. »Sit nú fast við saðil tín,
eg skal royna fótin mín!

28. Sit nú fast í saðilboga,
eg skal royna, hvat føtur duga!«

29. Tá ið hann kom har mitt á leið,
sundur gekk Blankans saðilreim.

30. Tá ið hann kom har mitt á fjørð,
sundur gekk Blankans saðilgjørð.

31. Blankan skar so sára við,
tað hoyrdi Marita í tornið.

32. »Tað hoyri eg á Blankans røst,
at eg eri vorðin bróðurleys.«

33. Blankan svam til landa,
harra Karl sakk í sandar.

34. Blankan bæði beit og sló,
fimmti mans for føtur dró.

35. Tað gjørdi Blankan við sín tann,
hann beit sundur Maritu sterka jarnband.

36. Blankan gjørdi sær meiri ómak,
hann tók Maritu á sítt bak.

37. Tá ið tey komu í grøna lund,
tá lysti Blankan at hvíla ein stund.

38. »Hoyr tú, Blankan, eg tali til tín,
hvat vilt tú hava for ómak tín?«

39. »Tað vil eg hava for ómak mín:
mynnast við tín munn so fín.«

40. Hann myntist við hennara munn so góð,
hann bleiv ein kongason, sum hann stóð.

41. Hann myntist við hennara munn so blíð,
hann bleiv ein kongason í grønari líð.

42. Tað gjørdi Blankan for sín æra,
tók Maritu til sína hjartans kæra.

(c) Dansifelagið í Havn