Kvæðasavn

Silvurlín og børnini á foldum

Uppskrift: FK 139, 30, pp. 200-202.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Børnini gráta á foldum,
tað hoyrdi móðir undir moldum.

2. Á foldini gráta børnini smá,
tað hoyrdi móðir, undir moldini lá.

3. So sára græt tann yngsti svein,
at tað hoyrdi móðir í annan heim.

4. Silvurlín gongur fyri Mariu blíðu:
»Lova mær at vitja børnini míni!«

5. »Hvussu skalt tú tey funnið fá,
tín hond er følin, tín fót er sár?

6. Tak tú mínar glógvar
á tínar sáru lógvar!

7. Og tak tú mín hin búgvin skó
og drag upp á tín sára fót!

8. Lovi eg tær at ganga heim,
tú vinn ikki livandi manni mein!

9. Lovi eg tær at ganga,
tú ger ikki leiðina langa!

10. Verður tú ikki aftur, fyri høsnini gala,
seint kemur tú í himmiríkis salar.«

11. Silvurlín tók at ganga
myrka leið og langa.

12. Silvurlín vindur fingur í ring:
»Statt upp, Elin, lat meg inn!«

13. Elin tók at ræðast,
hon hoyrdi tann deyða mæla.

14. »Tú tarvt ikki, Elin, ræðast fyri mær,
einki ger hesin deyði tær.«

15. Silvurlín inn um dyrnar trein,
og tekur hon upp tann fagra svein.

16. »Eg legði eftir meg øl og breyð,
míni børn tey líða hungur og neyð.

17. Eg legði eftir meg høgindi blá,
eg meinti míni børn skyldu hvílt hará.

18. Eg legði eftir meg stór voksljús,
men míni børn liggja í myrkum hús.

19. Eg legði eftir mær altarabók,
eg meinti, míni børn skuldu verða klók.

20. Eg legði eftir mær akur og ong
og hartil ungan dugandi drong.

21. Elin, verður tú ikki góð við børnini míni,
eg komi skjótt aftur at vitja tín.«

22. »Fyrr havi eg verið teim stjúkmóðir stríð,
nú skal eg vera teim móðir blíð.

23. Fyrr havi eg verið teim móðir kald,
nú skal eg vera teim móðir bald.«

24. »Nú líður at tí, høsnini gala,
eg fái ikki longur við teg talað.

25. Verði eg ikki aftur, fyri høsnini gala,
seint komi eg í himmiríkis salar.«

26. Silvurlín sló sína hurð í gátt:
»Farvæl, Elin, hav góða nátt!«

27. Vaknaði bóndin, í beinki lá:
»Hví munnu míni børn á gólvi gá?«

28. »Tí munnu tíni børn á gólvinum gá,
her var Silvurlín at vitja vár.«

29. Bóndin fekk so tunga trá,
hann sprakk av harmi, sum hann lá.

(c) Dansifelagið í Havn