Kvæðasavn

Trøllið í Áradal

Uppskrift: FK 142A, 30, pp. 218-220.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Hava tit hoyrt frá Áradal,
har rennur ein føgur á,
har kom frúgvin Margreta,
hon kembir sær og tvár.

Burt skal eg ørind ríða,
hvør er mær betri?
Blanki ella Brúni? Brúni ella Reyði?
Burt skal eg ørind ríða.

2. Har kom frúgvin Margreta,
kembir sær og tvár,
hon varð føst við jørðina,
har hon settist á.

3. Hon varð føst við jørðina,
har hon settist á,
gullkambur í hárinum,
og hondin omaná.

4. Svaraði tað hitt ljóta trøll,
í vatni, tar tað var:
»Mangari havi eg neyðir veitt
og heystað har einki av.

5. Hvussu mikið reyðargull
vilt tú mær til veita?
Eg loysi teg frá jørðini
gullkamb úr hári at greiða.«

6. »Hvørki gull ella aðrar gávur
vil eg tær til veita,
eg gevi tær tað fyrsta kind,
ið mær verður lagað at eiga.«

7. »Nú gavst tú mær gávuna,
sum mær tókti mun,
tað býr undir lindini
bæði dóttir og son.«

8. Frúgvin læt sær við barni ganga
níggju mánaðir taldar,
til at teirri stundi[ni] leið,
hon føðir ein son so baldan.

9. Kongur situr í hásæti,
mikið um tað tókti,
frúgvin fell niður á tiljubekk,
hon føddi son og dóttur.

10. Hon læt tey til kirkju bera,
teimum geva navn,
hana kallar hon Gullborg,
hin unga Eirik hann.

11. Tey vórðu borin frá kirkju heim
aftur fyri móður sín,
meira læt hon røkta tey
enn alt sítt gull í skrín.

12. Tey vórðu borin frá kirkju heim,
sett á móður knæ,
meiri læt hon røkta tey
enn alt sítt gull og fæ.

13. Margreta kemur út árla morgun,
tykist komin í vanda,
hon sá tað hitt ljóta trøll
fyri kirkjuhyrni standa.

14. Svaraði tað hitt ljóta trøll,
komin fyri hallardyr:
»Margreta, halt nú gávuna,
ið tú hevur lovað fyrr!«

15. Svaraði frúgvin Margreta,
fellir møðig tár:
»Tú fært ikki, títt ljóta trøll,
míni børnini smá.«

16. »Lovi eg tær at fostra tey
væl í fimtan ár,
bæði skalt tú missa tá
og fella fyri tey tár.

17. Lovi eg tær at fostra tey
væl í fimtan vetur,
bæði skalt tú missa tá,
tað líkar tær ikki betur.«

18. Eitt kom æl av útnorðri,
rapar í fjalli sum stein,
burt hvurvu systkin tvey,
faðir og móður til mein.

19. Eitt kom æl av útnorðri,
rapar í fjalli sum grót,
burtur hvurvu systkin tvey,
faðir og móður ímót.

20. Hann læt teimum seingir smíða,
á so mangan hátt,
hann legði tá yngstu, Gullborg,
við tá ytstu gátt.

(c) Dansifelagið í Havn