Kvæðasavn

Trøllið í Áradal

Uppskrift: FK 142B, 30, pp. 221-223.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Hava tit hoyrt frá Árdal,
har rennur so føgur ein á,
har sum frúgvin Margreta
hon kembir sítt gula hár?

2. Hon varð føst við jørðina,
hvar hon settist á,
gullkambur á henni,
og hondin omaná.

3. Fram kom har tað ljóta trøll,
í vatninum tað var:
»Hoyr tú, frúgvin Margreta,
hvat vilt tú geva mær?

4. Mikið silvur og reyðargull
vilt tú geva mær,
loysi eg teg frá jørðini,
hond úr hári á tær.«

5. »Mikið silvur og reyðargull,
tað man so lítið beiða,
tú skalt fá tað fyrsta kind,
ið mær er lagað at eiga.«

6. »Nú hevur tú lovað lyftini,
ið okkum tykir mun,
tað verður undir lindini
bæði dóttir og son.«

7. »Tað býr eingin undir míni lind
uttan mínir lyklar smá,
tá ið eg komi til hallar heim,
eg lati mær nýggjar slá.«

8. Tað var tá, sum ofta er enn,
duld eru døpul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir bæði dóttur og son.

9. Hon læt tey til kirkju bera
alt foruttan sorg,
dreingin kallaði hon Eirik.
frúgvina Gullborg.

10. Tey vórðu borin frá kirkjuni
aftur for móður sín,
meira legði hon í at røkta tey
enn alt sítt gull í skrín.

11. Tey vórðu borin frá kirkjuni
aftur for móður knæ,
meira legði hon í at røkta tey
enn alt sítt gull og fæ.

12. Aftur kom tað ljóta trøll,
aftur for Margretu dyr:
»Margreta, halt nú gávurnar,
ið tú hevur lovað fyrr!«

13. Tað var frúgvin Margreta,
hon tekur til orða svá:
»Tú fært ikki, ljóta trøll,
mínum børnum smá.«

14. »Eg gevi tær væl at fostra tey,
væl í fimtan vetrar,
og so skalt tú missa tey,
tað líkar tær ikki betur.«

15. Ælið kom av útsynningi,
tað ljóðar á hørðum gróti,
burtur hvurvu systkin tvey,
faðir og móður ímóti.

16. Ælið kom av útsynningi,
burtur hvurvu systkin tvey,
tað ljóðar á hørðum steinum,
faðir og móður til meina.

(c) Dansifelagið í Havn