Kvæðasavn

Magnus kongur í Noregi

Annað heiti:
Margretu kvæði (Magnus kongur av Noregi)

Uppskrift: FK 150B, 31, pp. 92-97.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Vuksu upp í ríkinum
kongabørnini tvey,
áðrenn tey gótu á gólvi gingið,
slitu tey skarlak reyð.

Nú lystir meg í dansin at gá,
meðan rósur og liljur tær grógva væl.

2. Vuksu upp í ríkinum
kongabørnini bæði,
áðrenn tey gótu á gólvi gingið,
bóru tey skarlaksklæði.

3. Magnus kongur í Nøríki,
bæði ríkur og reystur,
sendi hann sína onkadóttur
innan nunnukleystur.

4. Tá ið hon hevði í kleystri verið
mánaðirnar tvá,
tá lysti frúnni Margretu
sín faðirs garð at sjá.

5. Tá ið hon hevði í kleystri verið
mánaðirnar tríggjar,
tá lysti frúnni Margretu
sín faðirs garð at síggja.

6. Tað var frúgvin Margreta,
skuldi ríða heim,
mætur var sá edilingur,
ið henni møtti á leið.

7. Hann reiv av henni stakkin,
hann reiv av henni serk,
til hann hevði vunnið henni
tað syndar neyðisverk.

8. Hann reiv av henni stakkin,
hann reiv av henni geira,
gullband um hennara herðar lá,
hon hevði ikki eftir fleiri.

9. »Nú havi eg rivið tíni klæði av,
gjørt tær last og skamm,
eg biði teg fyri tann øvarsta Gud,
tú sig mær títt navn.«

10. »Magnus kongur var faðir at mær,
frú Hjørdís mín móðir,
Ólavur var mín onkabróðir,
hann vaks upp á skóg.«

11. »Var Magnus kongur faðir at tær,
frú Hjørdís tín móðir,
samfingin eru vit systkin tvey,
eg eri tín eigin bróðir.

12. Far tær, frúgvin Margreta,
aftur í klosturborg,
ongari sig tú nunnu frá,
so væl ber tú tína sorg!

13. Far tær, frúgvin Margreta,
aftur í klosturstein,
ongari sig tú nunnu frá,
so væl ber tú títt mein!«

14. Aftur fór frú Margreta
í sína klosturborg,
ongari segði hon nunnu frá,
so væl bar hon sína sorg.

15. Aftur fór frú Margreta
í sín klosturstein,
ongari segði hon nunnu frá,
so væl bar hon sítt mein.

16. Kongurin letur veitslu gera,
eina á hvørjum heysti,
býður hann øllum nonnunum
inn á Mariu kleystur.

17. Glaðar vóru nunnurnar,
í gildi skuldu fara,
uttan frúgvin Margreta,
tí hon mátti heima vera.

18. Glaðar vóru nunnurnar,
í gildi gingu inn,
uttan frúgvin Margreta,
tí hon bar sorg við kinn.

19. Glaðar vóru nunnurnar,
í gildi gingu inn,
ringur situr Magnus kongur,
hann saknar dóttur sín'.

20. »Hvat er mín dóttir av sóttum sjúk,
ella hevur hon látið lív,
hví gongur hon ikki í gildið inn
sum annað lystugt vív?«

21. Allar drýptu høvdi niður,
eingin tordi tala
uttan hin gamli abbadissin,
hann komst ikki við at svara.

22. »Ei er tín dóttir av sóttum sjúk,
ei hevur hon látið lív,
hon gongur sær við barninum
sum annað lystugt vív.

23. Ei er tín dóttir av sóttum sjúk,
ei hevur hon givið upp and,
hon gongur sær við barninum
sum annað lystugt vand.«

24. Tað var enntá Magnus kongur,
hann sínum borðum skeyt,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi fleyt.

25. Tað var enntá Magnus kongur,
hann sínum brandi brá,
allur tann hin brúni mjøður
á hallargólvi lá.

26. Eingin hestur í ríkinum
kongin bera mátti
uttan hin illi apaldagrái,
sum abbadissurin átti.

27. Tá ið hann hevði riðið
eina so lítla stund,
tá kom honum tað í hug
at leggja eld í grund.

28. Tá ið hann hevði riðið
eina so lítla leið,
tá kom honum tað í hug
at leggja eld í stein.

29. Tá kom honum tað í hug
at leggja eld í stein,
brenna inni frú Margretu,
meðan hon var heima ein.

30. Hann reið skjótt og skundiliga
gjøgnum grøna lund,
Margreta við beinkin krýpur,
hon tolir neyðarstund.

31. Hann reið skjótt og skundiliga
gjøgnum grøna líð,
Margreta við beinkin krýpur,
hon tolir neyðartíð.

32. Tað var enntá Magnus kongur,
heim í garðin fór,
úti frúgvin Margreta
fyri honum stóð.

33. »Ver vælkomin, mín sæli faðir,
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

34. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvvæl minni um vín,
sig mær skjótt og skundiliga
barnaferð tín!«

35. »Fyrr vil eg í Harrans navn
láta mítt lív,
fyrr enn eg sigi tær
barnaferð mín.«

36. Tað var enntá Magnus kongur,
hann legði eld í stein,
brendi inni frú Margretu,
meðan hon var heima ein.

37. Ólavur kom av skógnum heim
bæði troyttur og móður,
sløkti hann tað í heita bál
við sínum hjartablóði.

38. Tóku tey bæði systkini
og sveiptu í ein dúk,
vísir lógu teirra vegir
til himlakongin út.

(c) Dansifelagið í Havn