Kvæðasavn

Ríka frú

Uppskrift: FK 155A, 31, pp. 150-151.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Eg var mær við á í gjár,
har stóð ríka frú, kembdi sítt hár.
Hárið hevur hon sum spunnið gull.

Í leikum við áir.

2. Hárið hevur hon sum spunnið gull,
væl er tað bóndason, henni er hollur.
Stóð eg upp, gyrdi meg við svørð.

3. Stóð eg upp, gyrdi meg við svørð,
so reið eg í frúnnar garð.
Gekk eg mær í hallina inn.

4. Gekk eg mær í hallina inn,
setti meg á beinkin niður.
Upp stóð ríka frú, smøl sum vond.

5. Upp stóð ríka frú, smøl sum vond,
silvurker tók hon sær í hond.
Hon helt á byttu, beyð mær full.

6. Hon helt á byttu, beyð mær full,
eg skonkti henni aftur reyðargull.
Kristur beyð mær til himna við sær.

7. Kristur beyð mær til himna við sær,
fyrr vil eg vera henni, ríku frú, nær.
Fyrr vil eg vera hennar fullreikin svein.

8. Fyrr vil eg vera hennar fullreikin svein,
enn eg vil ráða fyri vørild ein.
Fyrr vil eg ljós fyri frúnni bera.

9. Fyrr vil eg ljós fyri frúnni bera,
enn eg vil í einum rúmi vera.
Vit skulum hesa vísu venda.

10. Vit skulum hesa vísu venda,
aðra aftur senda.
Eg lovi ikki ríku frú longur enn so.

11. Eg lovi ikki ríku frú longur enn so,
slíka skittfýlu kann eg væl fá.
Hárið hevur hon sum rotið rís.

12. Hárið hevur hon sum rotið rís,
øllum skøkjum ber hon prís.
Eyguni eru sum punktalasteinar.

13. Eyguni eru sum punktalasteinar,
nøsin er sum markin breið.
Hendurnar eru sum mosagrýta.

14. Hendurnar eru sum mosagrýta,
fóturin ongan skógvin nýtir.
Harra Krist veri henni, ríku frú, reiður.

15. Harra Krist veri henni, ríku frú, reiður
fyri hvørt eitt spor, mín foli steig,
níggju vegir á hvørjari leið.

(c) Dansifelagið í Havn