Kvæðasavn
Sjúrðar kvæði
Uppskrift: CCF 1E, 1, pp. 140-164, FK 1E, 2, pp. 142-247.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
I. Regin smiður
1. Vilja tær lýða og ljóð geva mær,
meðan eg greini frá,
Gunnar kongur og Buðli kongur,
eg kvøði um báðar tá.
2. Ófriður gekk á
ta heilu kongins høll,
so manniliga vardu teir
tey Buðla kongins fjøll.
3. Ófriður gekk á
kongins land,
løgdu teir sínar bardagarnar
suður við strand.
4. Riðu teir í bardagin,
eingin kemur heim,
eftir livir Hjørdis
bæði við sorg og mein.
5. Riðu teir í bardagin,
lótu har sítt lív,
eftir livir Hjørdis,
Sigmundar vív.
6. Hjørdis stoytir yvir seg
kápuna blá,
so gongur hon í vágnið fram,
sum Sigmundur lá.
7. »Tú ligg væl heilur, Sigmundur,
søtin mín,
eru tær nakað grøðandi
sárini tíni?«
8. »Seint manst tú, Hjørdis,
vita mær tey ráð,
at keypa mær tey smyrslini,
ið grøða kunnu míni sár.
9. Tá ið eg fekk tað
fyrsta sár,
innarlaga á hjartanum
hyggi eg, at tað gár.
10. Tá ið eg hitt annað
sárið fekk,
sundur mítt svørð
í tógvar lutir gekk.
11. Sundur gekk mítt svørðið,
og sundur gekk mítt spjót,
Hundings synir
teir riðu mær ímót.
12. Hundings synir
skaðan gjørdu tær,
tað verður ei, meðan tú livir,
tú sømdir av teim fær.
13. Tað, ið tú hevur í vónum,
tað er sveinsbarn,
ven tað væl við ærum upp,
og gev tí Sigurðar navn.
14. Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
lat tú teir at smiðju bera,
ungan son, vit á.
15. Fráni heitur ormurin,
á Glitraheiði liggur,
Regin er hann góður smiður,
fáum er hann dyggur.
16. Regin smiður býr
fyri handan á,
honum skalt tú fáa
hesar svørðslutir tvá.
17. Eg fái ikki, Hjørdis,
longur talað við teg,
tí hetta er mín deyðastund,
er komin yvir meg.«
18. Grátandi snúðist Hjørdis
Sigmundi frá,
allar hennara grannkonur
tær stóðu henni hjá.
19. Allar hennar grannkonur
tær stóðu henni við,
tá ið hon frúgvin Hjørdis
seig í óvit niður.
20. Tað var tá sum oftum enn,
tað kom til so brátt,
kongin søkti helsótt
á teirri somu nátt.
21. Ikki kostaði Hjørdis
minni til enn tá,
børurnar av reyðargulli
læt hon honum slá.
22. Børurnar av reyðargulli
letur hon honum gera,
korsið av tí skera silvur
merki til at bera.
23. Eystan til undir kirkjuni,
ið dreingir reika at tala,
dimmur er hesin dapri dagur,
niður í mold at fara.
24. Eystan til undir kirkjuni,
ið dreingir reika á fold,
gróvu teir tað hitt ljósa lík
niður í døkka mold.
25. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar sínar,
inntil at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so fínan.
26. Frúgvin læt seg við barni ganga
níggju mánar taldar,
inntil at hennara stundum leið,
hon føddi ein svein so baldan.
27. Tað var tá sum oftum enn,
at duld eru døpul mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.
28. Sveipar hon hann í klæði væl,
tá ið hann kom í heim,
Sigurð bað hon nevna
tann hin gæviliga svein.
29. Sveipar hon hann í klæði væl,
tikin til góðar at evna,
síðan letur hon presti bera,
Sjúrður biður hon nevna.
30. Sveipar hon hann í klæði væl,
so væl skal ríkum falla,
síðan letur hon presti bera,
Sigurða biður hon kalla.
31. Barnið varð borið frá kirkju heim
aftur for móður sín,
meiri legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull í skrín.
32. Barnið varð borið frá kirkju heim
aftur for móður knæ,
meiri legði hon røkt á hann
enn alt sítt gull og fæ.
33. Hann vóks upp hjá síni móður,
Gud gav honum vekst,
meiri vóks hann í ein mánað
enn onnur børn í seks.
34. Hann var seg á leikvøllum
undir reyðum skildri,
lærdi allar listir tær,
ið riddarin kjósa vildi.
35. Hann var seg á leikvøllum
burtur blant aðrar sveinar,
hvønn tann tíð teir reiðir vóru,
stóð teim stríð av meini.
36. Hvønn tann tíð teir reiðir vóru,
stóð teim stríð av meingi,
inntil hann gjørdist í høggum tungur,
hann bardi reystar dreingir.
37. Niður settust sveinarnir,
reiðir ið teir vóru:
»Líkari var tín faðir hevnt
enn berja os so stóra.«
38. Niður settust sveinarnir,
reiðir vóru báðir:
»Líkari var tín faðir hevnt,
enn berja os so sára.«
39. Sigurður kastaði reyðum skildri
niður á døkka fold,
tá ið hann hoyrdi sín faðirs deyða,
hann sortnaði sum ein mold.
40. Sigurður gongur for sína móður:
»Sig mær satt ífrá:
hvussu var hann av navni nevndur,
ið mín faðir vá?«
41. »Hundings synir
skaðan gjørdu tær,
tað verður ikki, meðan tú livir,
tú sømdir av teim fær.«
42. Sigurður svaraði síni móður,
alt væl sum hann kundi:
»Ofta hava vaksið ungum hvølpi
hvassar tenn í munni.«
43. Sigurður svaraði síni móður,
alt væl sum hann kann:
»Ofta hava vaksið ungum hvølpi
hvassar tenn í rann.«
44. Hjørdis hon veik seg
at einari breyt,
læsir hon upp ta kistuna,
ið full var innan við skreyt.
45. Læsir hon upp ta kistuna,
ið full var við gull og fæ,
hon tekur upp ta blóðigu skjúrtu,
kastar honum á knæ.
46. Hon tekur upp ta skjúrtuna,
ið øll var í blóði drigin:
»Her skalt tú síggja tey herklæði,
ið tín varð faðir í vigin.
47. Tak tú hesar
svørðslutir tvá,
lat tú teir at smiðju bera,
eitt annað svørð at fá.
48. Regin smiður býr
fyri handan á,
honum skalt tú fáa
hesar svørðslutir tvá.
49. Frænur heitur ormurin,
á Glitraheiði liggur.
Regin hann er góður smiður,
men fáum er hann dyggur.
50. Gakk tú teg í hestahús
og varpa stein í á,
kjós tær hest til ognar tann,
ið ikki víkur frá!«
51. Hann var valdur úr ríkinum,
men enntá var tann besti,
síðan kallaður Grani,
Sigurðar hestur.
52. Sigurður loypur á Grana bak
eina morgun snimma,
so ríður hann seg yvir um á
Regin smið at finna.
53. Sigurður er riðin
fyri dyrnar fram,
Regin kastar øllum smíði,
tekur sær svørð í hond.
54. »Enntá, frægi Sigurður,
tú ert so menskur ein mann,
hvørt stendur tín ferðin,
og hvørt ríður tú fram?«
55. »Smíða skalt tú mær svørðið
skært og so reint,
bæði skal eg vega við tí
stál og so stein.
56. Og so skalt tú gera tað
so virðiliga væl,
bæði skal eg vega við tí
jarnið og so stál.«
57. Regin tók við svørðinum
og legði tað í eld,
tíggju næturnar
hevði hann tað í gerð.
58. Tíggju næturnar
hevði hann tað í gerð,
tá var hin ungi Sigurður
riðin aftur á ferð.
59. Sigurður loypur á Grana bak
morgun ein so snimma,
so ríður hann seg yvir um á
Regin smið at finna.
60. Sigurður er riðin
fyri dyrnar fram,
Regin kastaði øllum smíði,
tekur sær svørð í hond.
61. »Smíðað havi eg svørðið
skært og so reint,
bæði skalt tú vega við tí
stál og so sum stein.
62. Og so havi eg smíðað tað
so virðiliga væl,
bæði skalt tú vega við tí
jarnið og so stál.«
63. Sigurður gongur for sterkan stiðja,
royndi alvið fast,
fyrsta høggið, ið hann høgg,
í tógva lutir brast.
64. »Deyðan ert tú, Regin smiður,
av mær verð,
fyri at tú hevur svikið meg
í tínari vápnagerð.«
65. »Smíði eg tær annað,
og verður tað ikki so,
hjartað úr orminum
tað leggi eg treytir á.«
66. »Smíða skalt tú mær annað,
men smíða tú tað so,
vita tað, reystur Regin smiður,
at lív skalt tú ei fá.«
67. Báðar legði hann svørðslutirnar
aftur í hans hond,
tá skalv hondin á Regin smið
rætt sum ein liljuvond.
68. Regin tók við svørðinum
og legði tað í eld,
tríati næturnar
tað hevði hann tað í gerð.
69. Tríati næturnar
hevði hann tað í gerð,
tá var ungi Sigurður
riðin aftur á ferð.
70. Sigurður er riðin
fyri dyrnar fram,
Regin kastar øllum smíði,
tekur sær svørð í hand.
71. »Smíðað havi eg svørðið
skært og so reint,
bæði skalt tú vega við tí
stál og so sum stein.«
72. Sigurður gongur for sterkan stiðja,
royndi alvið fast,
tá mátti hvørki røkka ella støkka,
tá var svørðið hart.
73. »Enntá, frægi Sigurður,
tú ert mær so kær,
dvølst tú nakað í ríkinum,
so ver í nátt hjá mær!«
74. »Eg kann ikki dvøljast
her í nátt hjá tær,
tí Hjalprek saknar meg
í hásætinum hjá sær.
75. Fyrst fari eg í randarný,
Hundings synir at vinna,
síðan aftur á Glitraheiði,
men tað fýsir meg minna.«
76. »Enntá, frægi Sigurður,
tú ert mær so kær,
kvittar tú á Glitraheiði,
so lat meg fylgja tær!«
77. Sigurður fór í randarný,
væl kom hann aftur í teirri,
skamri stund í ríkinum var,
kvittar á Glitraheiði.
78. Tað var Sigurður Sigmundarson,
reið seg fram undir ský,
møtti hann einum so gomlum manni,
hann setti seg niður í líð.
79. »Hvør hevur biðið teg
grava hasar gravir tvær?
Deyðan hevur sami maður,
Sigurður, ætlað tær.«
80. »Regin, ormins bróðir,
hann mín ráðin ger,
tí hann er mín vinmaður
við mær í mínari ferð.«
81. »Drep tú Regin,
tað svør eg við sjálvan meg:
hann er tann versti svikari,
og svíkja vil hann teg.
82. Hann er tann versti svikari,
og svíkja vil hann teg,
tí hann til fornar
hevur svikið meg.
83. Tí hann til fornar
hevur svikið meg
í síni skammiligu
vápnagerð.
84. Grava skalt tú ta triðju
har uppi ífrá,
men hoyr tað, frægi Sigurður,
tú ei har inni stá!
85. Grava skalt tú ta fjórðu
har upp í fram,
upp úr jørðini
skalt tú vega hann.«
86. Tríati alin er fossurin,
ið ormurin undir tiggur,
uppi stóðu høvur og sporl,
og bukt á homrum liggur.
87. Uppi stóðu høvur og sporl,
og bukt á homrum lá:
»Hvør er hann so hugdjarvur,
ið høgga torir tá?«
88. »Sigurður eitur sami maður,
Sigmundar son,
tað var hin unga Hjørdis,
hon var hans kona.
89. Sigurður eitur sami maður,
Sigmundar svein,
tað var hin unga Hjørdis,
hon bar hann í heim.«
90. Sigurður tokaði at orminum,
øllum tókti undur,
tá skalv bæði leyv og lund,
hann kleyv hann um miðju sundur.
91. Ein kom maður á leikvøll fram,
eingin ið hann kendi,
jútskan hatt á høvdi bar,
finskan boga í hendi.
92. Ein kom maður á leikvøll fram,
hann vá við eggjateini,
eittans eyga í heysi bar,
knepta brók á beini.
93. Regin legðist at drekka
ormins blóð,
Sigurður gav honum banahøgg,
í spori sum hann stóð.
94. Tað søgdu honum villir fuglar,
ið uppi sótu í eik:
»Sjálvur skalt tú, Sigurður,
smakka tína steik.«
95. Sigurður stokti hjartað,
tó vegurin var trangur,
tríati alin var
teinurin langur.
96. Sigurður ríður á Glitraheiði,
so er mær frá tí sagt,
hann hevði tólv gullkistur
hvørjumegin klakk.
97. Hann hevði tólv gullkistur
hvørjumegin hjá,
síðan settist Sigurður
at ríða omaná.
98. Síðan settist Sigurður
at ríða omaná,
Grani leyp um Lindá,
reiður var hann tá.
99. Sigurður reið á markir út,
ei hans móðir visti,
eingin veit á morgni at siga,
hvar hann á kvøldi gistir.
100. Hesturin rendi í heiðarmørk,
honum var ikki leiðin kunnig,
Sigurður svav á teirri nátt
undir einum so køldum runni.
101. Sigurður svav á teirri nátt
undir einum so køldum runni,
so er mær av sonnum sagt,
hann gisti í Hólmgørðum.
102. So treður hann Grani
grótið rætt sum sand,
tílíkur kemur ikki aftur
í Buðla kongsins land.
103. So treður hann Grani
grótið rætt sum vøll,
tílíkur kemur ikki aftur
í Buðla kongins høll.
II. Brynhildar táttur
1. Eg havi eina rímu hoyrt,
gjørd í grønari lund,
tað var fyrst í fyrndini,
tað brást í Buðlans stund.
2. Eg havi eina rímu hoyrt,
gjørd í grønari líð,
tað var fyrst í fyrndini,
tað brást í Buðlans tíð.
3. Í fornum døgum kongur ráddi,
Buðlin vil hann nevna,
átti sær so væna dóttur,
komin til góðar at evna.
4. Nevnd var hansara onkardóttir
gjøgnum grøna lund,
eitur Brynhild Buðladóttir,
tað ynniliga sprund.
5. Nevnd var hansara onkardóttir
gjøgnum grøna líð,
heitur Brynhild Buðla
tað ynniliga vív.
6. Brynhild situr á Hildarfjalli
í einum stakki brúnum,
flættað hár á herðar lá
við silkibondum snúnum.
7. Brynhild situr á Hildarfjalli
í einum stakki reyðum,
flættað hár á herðar lá
við silkibondum beygum.
8. Brynhild situr á Hildarfjalli,
føgur er hon sum mjøll,
áður letur hon vaska sær,
fyrr enn sólin roðar í fjøll.
9. Henni buðust so mangir menn,
konga synir og jalla,
hon var seg so biðlavond,
hon segði teir burtur alla.
10. Henni buðust so mangir menn,
kongasynir og sveinar,
frúgvin gerdist biðlavond,
hon bað teir sita heima.
11. Tað var um ein halgan dag,
ið tímin hartil bar,
gingin var hann Buðli kongur
í sín dótturs sal.
12. Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,
hví eykar tú mær tann vanda,
at tú noktast hvørjum ráði,
ið tær býðst til handa?«
13. »Tegi, mín hin veldigi faðir,
tala tað ikki svá,
ikki er komin tann veldigi harri,
mær er sami at fá.
14. Ikki er komin tann veldigi harri,
mær er sámi at fá,
eystan fyri landanna
har stár mín hugur á.
15. Sjúrður eitur sami maður,
Sigmundar svein,
Hjørdis drotningin
hon bar hann í heim.«
16. »Hoyr tað mín hin veldiga søta,
tað sigi eg tær enn:
hvat er Sjúrður frægari
enn aðrir kongins menn?«
17. »Kemur nakar higar í dag,
ið mín stár hugur á,
ikki tínum bróður,
skuldi hann meg fá.
18. Hoyrt havi eg frásagt,
men ikki stóð eg hjá,
tá ið hann vann tann fræna orm,
á Glitraheiði lá.
19. Hoyrt havi eg frásagt
snildarbragdi,
tá ið hann vann tann frænarorm,
við sínum svørði lagdi.
20. Sjúrður vá tann frænarormin,
tí er hann so ríkur,
eingin tann maður í Húnalandi
honum kann vera líkur.
21. Sjúrður vá tann frænarorm,
ið lá á heiði Glitra,
hann vil vera kempuførur,
møtir hans brandi bitra.«
22. »Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
legg sjálv til tess ráð,
hvussu vær skulum tann mikla riddara
av øðrum londum fá!«
23. »Tú skalt lata mær steinsal
í oyðimørkum gera,
alt tað góða, í ríkinum er,
tað lat tú til mín bera!
24. Tú skalt lata mær steinsal
í oyðimørkum gera,
og við lítlari tjenastu
tað lat tú harvið vera.
25. Tú skalt lata mær steinsal
í oyðimørkum stá,
bæði við royk og váðaloga,
salinum brennur á.
26. Og so miklan váðaloga
lat tú harum gera,
sum tað kunnu dvørgar tveir
best við rúnir skera.
27. Tú skalt lata mær steinsal
í oyðimørkum stá,
eingin uttan Sjúrður frægi
har torir herja á.«
28. Hann læt henni steinsal
í oyðimørkum slá,
bæði við royk og váðaloga,
salinum brendi á.
29. Hann læt henni steinsal
í oyðimørkum gera,
alt tað góða, í ríkinum var,
læt hann til hennar bera.
30. Hann læt henni steinsal
í oyðimørkum stá,
bæði við royk og váðaloga,
salinum brendi á.
31. Og so miklan váðaloga
læt hann harum gera,
sum teir kundu dvørgar tveir
best við rúnir skera.
32. Og so miklan váðaloga
læt hann harum slá,
eingin uttan Sjúrður frægi
hagar tordi herja á.
33. Sjúrður vaknar upp árla morgun,
telur frá sínum dreymi,
so var hann í víggi førur,
sum áin rennur í streymi.
34. »Meg droymdi, at Grani
í reyðum loga stóð,
fyri honum á grønum vølli
rann so mikið blóð.
35. Meg droymdi, eg sat á Grana baki,
eg spardi hann ei at koyra,
fyri honum á grønum vølli
rann slíkt mannadroyri.
36. Meg droymdi, tað brast um lindu mína
gull og búgvið belti,
meg droymdi, at mítt góða svørð
á gyltum hjálmi smelti.«
37. Sjúrður klæðist upp árla morgun,
hann ber lov og prís,
hann gekk seg í sín urtagarð,
so mangt varð hann har vís.
38. Tað søgdu honum villir fuglar
ígjøgnum grøna lund:
von var Brynhild Buðladóttir,
stundaði á hans fund.
39. Tað søgdu honum villir fuglar
ígjøgnum grøna líð:
von var Brynhild Buðladóttir,
stundaði heim til sín.
40. Sjúrður klæðist upp árla morgun,
ífrá man frættast víða,
hann talar til Víggrím Gunnarsson:
»Saðla mær hestin fríða.«
41. Hann talar til Víggrím Gunnarsson:
»Tú saðla mær hestin fríða,
eg havi so lítil ørindi
burt annarsstaðar at ríða.«
42. Út varð loystur gangarin,
ið Sjúrður skuldi á ríða,
prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu.
43. Út varð loystur gangarin
undir hallarvegg,
prýddur var hann við skarlak
niður á hóvarskegg.
44. Sjúrður leyp í saðilin upp
yvir leysan loga,
studdi seg hvørki við skjold ei svørð,
ei heldur við saðilboga.
45. Gullbúnar handskarnar
dregur hann sær á hand,
so ríður hann Sjúrður
beina gøtu fram.
46. Av gulli vóru grímurnar,
um Grana høvur lá,
so var allur saðilin,
ið Sjúrður ríður á.
47. Hann reið sær so niðarlaga
við Gjúkagørðum fram,
úti stóð hon Grimhild
við so mangan mann.
48. Úti stóð hon Grimhild
við so mangan mann,
við báðum sínum hondum
hon í hans teymar rann.
49. »Sjúrður, sakta tíni ferð,
og snakka við meg,
eg eigi mær so væna dóttur,
ást vil leggja við teg.«
50. »Eg sakti ikki míni ferð,
meðan mín gangari rennur,
eg fari meg á heyggin fram,
sum váðalogin brennur.
51. Eg sakti ikki míni ferð,
mín gangari rennur í lund,
eg fari meg á heygin fram
at síggja tað væna sprund.
52. Eg sakti ikki míni ferð,
mín gangari rennur í líð,
eg fari meg á heygin fram
at síggja tað væna vív.«
53. Sjúrður sleit sínar teymar sundur,
kinn bar hann so balda:
»Eg visti tað onga kvinnu fyrr,
mínum gangara tordi at halda.«
54. Eingin kvittar á Brynhilduheyg
uttan Sjúrður frægi,
gjøgnum royk og váðaloga,
hann og hestur hans Grani.
55. Sjúrður kvittaði á Brynhilduheyg,
sum eingin hevði verið fyrr,
upp við sínum svørðinum
kleyv hann heygsdyr.
56. Upp við sínum svørðinum
kleyv hann lokur frá,
hann sá, hvar ið tað væna vív
í herklæðum lá.
57. Hann sá, hvar ið tað væna vív
í herklæðunum lá,
hann hevði upp sín bitra brand,
brynju av henni brá.
58. Hann sá, hvar ið tað væna vív
í herklæðunum svav,
hann hevði upp sín bitra brand,
brynju av henni skar.
59. Upp vaknaði Brynhild Buðladóttir,
upp yvir seg leit:
»Hvør átti henda bitra brand,
ið brynju av mær beit?«
60. Upp vaknaði Brynhild Buðladóttir,
upp yvir seg sær:
»Hvør átti henda bitra brand,
ið brynju av mær skar?«
61. »Riðin er ein av Húnamonnum
higar í dag til tín,
Sjúrður Sigmundarson,
søtin tín.«
62. »Hvat feilti tær, Sjúrður,
at tú higar reið,
hvør var hann av Húnamonnum,
ið tær vísti leið?«
63. »Tað søgdu mær villir fuglar
ígjøgnum grøna lund:
von er Brynhild Buðladóttir,
stundar á mín fund.
64. Tað søgdu mær villir fuglar,
ið uppi sótu í eik:
von er Brynhild Buðladóttir,
stundar á mín leik.«
65. »Av ókunnum londum higar til mín,
tað man meg lítið ryggja,
Gjúki kongur dóttur eigur,
lystir við tær at byggja.«
66. Tólv gullringar
legði hann henni á fang:
»Hetta skal vera okra fyrsta
elskógins band.«
67. Tólv gullkistur
setti hann henni íhjá,
og tann dýra drotningsring
legði hann omaná.
68. Løgdu tey sínar ástirnar
innan for megna sprund,
tá varð Ásla Sjúrðardóttir
gitin á teirri stund.
69. Tað var snari Sjúrður,
skortar hann ei eyð,
hann var seg í moynnarsali
mánarnar sjey.
70. »Brynhild, tak mær boksl og teym
og ringabrynju fríða,
eg havi so lítil ørindi
burt annarsstaðar at ríða.«
71. »Sit her heldur, søtin mín,
og leika við meg í talvi,
Gjúki kongur dóttur eigur,
so sterk við trølskum alvi.
72. Ungur ert tú av aldrinum,
lívið man teg tróta,
tú manst ognast Guðruna,
meg manst tú ikki njóta.«
73. »Undarlig eru orðini,
tað man meg ikki ná,
eg man ikki mínar ástir
frá tær, Brynhild, slá.«
74. Svaraði Brynhild Buðladóttir,
tekur um hjarta at køla:
»Gjúki kongur dóttur eigur,
við ástir man teg tøla.
75. Hoyr tú, snari Sjúrður,
ver nú ei so bráður,
gakk nú í mín faðirs garð,
leita við hann ráð!«
76. Tá svaraði Sjúrður Sigmundarson,
var bæði hyggin og vitur:
»Tú hevur so lítil góðráðini
eftir tín faðir tikið.«
77. Hon fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan frið:
»Heilur og sælur og happadyggur,
alt gangi tær við!«
78. Hon fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan dag:
»Heilur og sælur og happadyggur,
alt gangi tær væl!«
79. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
rætti seg yvir saðilboga,
kysti frúnna Brynhildu
so fast av miklum huga.
80. »Bæði heil og happadygg
skiljast vit á sinni,
Sjúrður, goym væl hesi orð
og legg tey væl í minni.«
81. Hann legði síni afturímóti,
gævuligur drongur:
»Aldri tú, mín veldiga søta,
mær úr huga gongur.«
82. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
kom har ríðandi í garð,
úti sjálvur Buðlin kongur
fyri honum stár.
83. »Ver vælkomin, Sjúrður,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«
84. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvu minni um vín,
gev mær frúnna Brynhildu,
onkardóttur tína.«
85. »Ungur ert tú á aldrinum,
lívið man teg ná,
tú manst ognast Guðruna,
Brynhildu ikki fá.«
86. »Undarlig eru orðini,
tað man meg ikki ná,
eg man ikki mínar ástir
burt frá Brynhildu slá.«
87. Tí svaraði Buðlin kongur,
hann tekur um hjarta at køla:
»Gjúki kongur dóttur eigur,
við ástir man teg tøla.«
88. »Undarlig eru orðini,
tað man meg ikki henda:
eg man ikki mínar ástir
burt frá Brynhildu venda.«
89. Hann fylgdi honum so langt á leið
og bað honum góðan frið:
»Heilur og sælur og happadyggur,
alt gangi tær við!«
90. Hann fylgdi honum so langt á leið,
bað honum góðan dag:
»Heilur og sælur og happadyggur,
alt gangi tær væl!
91. Ríð teg ikki for niðarlaga
við Gjúkagørðum fram,
úti stendur hon Grimhild
við so mangan mann.
92. Úti stendur hon Grimhild
við so mangan mann,
gjarna vil hon forvitnast,
hvar ið tú ríður fram.
93. Gjarna vil hon forvitnast,
hvar Sjúrður ríður fram,
tí hon sá ikki á hestbaki
ein tíguligari mann.«
94. Sjúrður reið á skógvin burtur
alt fyri uttan váða,
hann sá tað hitt illa dýrið
berjast við bógvar báðar.
95. Hann sá tað hitt illa dýrið
berjast við bógvar báðar,
aldan spýði, eitur goysti,
tá stóð hans lív í váða.
96. Hestin vilti hon undir honum,
hann kundi ei leið at finna,
hann gerdi bæði, beit og sló,
hann dró til ymsar kinnar.
97. Hestin vilti hon undir honum,
hann mátti ikki finna leið,
síðan mátti Sjúrður venda
við Gjúkagørðum heim.
98. Burtur hvarv tað illa dýrið,
burtur úr Sjúrðar eygum,
hann sá, hvar ið Grimhild sat,
væl lagd við bondum beygum.
99. Hann reið seg so niðarlaga
við Gjúkagørðum fram,
úti stóð hon Grimhild
við so mangan mann.
100. Úti stóð hon Grimhild
við so mangan mann,
við báðum sínum hondum
hon í hans teymar rann.
101. »Sjúrður, sakta tíni ferð
og tala við meg,
eg eigi mær so væna dóttur,
ást vil leggja við teg.
102. Von er Guðrun, dóttir mín,
lág er hon í betur,
liljur og rósur
syngja á hennara kinn.
103. Von er Guðrun, dóttir mín,
eingin er henni betri,
hon er ikki meira Brynhildu lík
enn summar yvir vetur.
104. Hon býður tær at liggja her,
fátt er tær á vási,
drekk nú títt av dýrari krús,
tín hestur stendur í lási.«
105. Hon drekkur dít, hon drekkur dámt
til tann dreingin deiga,
honum kom einki annað í hug,
uttan Guðruna vildi hann eiga.
106. Hon drekkur dít, hon drekkur dámt
til tann dreingin mæta,
honum kom einki annað í hug,
enn Guðruna vildi hann hava.
107. Tað er vánda Grimhild,
hon talar til dóttur sína:
»Gakk tú teg í kjallaran
og blanda mjøð og vín.
108. Blanda tú mjøðin,
og blanda tú vín,
og so mikið óminni
tað lat tú har útí.
109. Og so mikið óminni
tað lat tú har útí,
ber so inn fyri Sjúrð hin unga,
bið hann drekka til tín.«
110. »Tað eru so mangir í vára londum
konga synir og jalla,
girnast tað, ið annar eigur,
tað man lukkast valla.«
111. Hon hevði upp sína høgru hond,
gav henni høgg á tenn,
blóðið dreiv í barmin niður,
sóu tað mangir menn.
112. Tað var Guðrun Gjúkadóttir,
tók sær ker í hand,
so gekk hon í kjallaran,
sum mjøðurin fleyt í blandi
113. Blandaði hon mjøðin,
og blandaði hon vín,
og so mikið óminni
læt hon har útí.
114. Og so mikið óminni
læt hon har útí,
og bar so inn fyri Sjúrð hin unga,
bað hann drekka til sín.
115. Drykkurin fór sum dýrur drambur,
hann drakk av horninum bjarta,
Sjúrður misti minni alt,
og brúður av buðlungs hjarta.
116. Tað var vánda Grimhild,
hon talar til dóttur sína:
»Gakk tú teg í hallina inn
og reið fyri gestum tínum.«
117. Tað er vánda Grimhild,
hon talar til dóttur sína:
»Heinta mær higar mín borðbúnað,
eg vil hann for gestin sýna.«
118. Tað var Sjúrður Sigmundarson,
tók sær frúu at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ikki longur fresta.
119. Drukkið var teirra brúdleyp,
kátt var teirra lív,
gingu so bæði í eina song,
Sjúrður og hans vív.
120. Fimti vóru voksljós brend
fyri teim vonu eingjum,
kongurin og tann hirðin øll
fylgdu teim at seingjum.
121. Guðrun vaknar upp árla morgun
- dreingir, leggið í minni! -
henni kom einki annað í hug,
uttan Brynhildu vildi hon finna.
122. Árla var um morgunin,
tað roðaði fyri sól,
fóru út á vatn at taka,
føgur vóru flóð.
123. Árla var um morgunin,
sólin roðar í líð,
fóru út á vatn at taka,
føgur vóru vív.
124. Árla var um morgunin,
sólin roðar í lund,
fóru út á vatn at taka,
føgur vóru sprund.
125. Møttust har á miðjari leið,
Brynhild og Guðrun unga,
onnur teirra gleði bar,
men onnur harmin tunga.
126. Møttust har á miðjari leið
Brynhild og Guðrun Gjúka,
onnur teirra gleði bar,
men onnur harmin sjúka.
127. Guðrun sagdi, Brynhild tagdi,
hvør er snótin stríð:
»Hví man mín bróðir, Gunnar kongur,
unna so vonum vívi?«
III. Høgna táttur
1. Brynhild unti Sjúrða væl,
hon sprakk eftir hans deyða,
Guðrunu skiftu teir gull og fæ,
nógvar ringar reyðar.
2. Guðrun situr í Júkagørðum,
sorgina ber so tunga,
hon lovast ongum edilingi
eftir tann Sjúrða unga
3. Guðrun situr í Júkagørðum
við trega tunga og mein,
hon lovast ongum edilingi
eftir Sjúrða sveini.
4. Guðrun situr í Júkagørðum,
glógvar í gulli reyða,
hon lovast ongum edilingi
eftir Sjúrða deyða.
5. Artan gongur í hallina inn,
bað saðla sær hestin snara:
»Nú skal eg festa Guðruna,
ríða í Júkagarðar.«
6. Artan gongur í hallina inn,
ið gull bar seg í hand:
»Nú skal eg festa Guðruna,
ríða í Júkaland.«
7. Árla var um morgunin,
ið sólin roðar á tanga,
síggja eina so mikla kempu
at borgararmi ganga.
8. Árla var um morgunin,
sólin roðar í ský,
síggja eina so mikla kempu
ríða í randarný.
9. Guðrun situr yvir breiða borði,
henni kom so mangt í huga,
teir ganga bæði út og inn
hesa kempu at skoða.
10. Guðrun so til orða tekur,
skortar hon ikki fíggja:
»Eg skal meg av høllini út
hesa kempu at síggja.«
11. Guðrun gekk av høllini út
við so nýtum orðum:
»Tað glógvar so gull á hasi kempu,
sum Sjúrður reið í forðum.«
12. Guðrun gekk av høllini út,
var klædd í kyrtil grøn:
»Av gulli glógvar kempan handa,
saðil og galtagjørð.«
13. Artan gongur í hallina inn,
bæði er hann vænur og vitur,
sum hon Guðrun Júkadóttir
yvir breiðum borði situr.
14. Guðrun so til orða tekur,
tað er ei at dylja:
»Hvat eru tíni ørindi,
hvat tykist tú vilja?«
15. Artan so til orða tekur,
hann mælir av tungum trega:
»Tað eru míni ørindi,
Guðruna, teg at biðja.«
16. Guðrun situr yvir breiða borði,
glógvar í gulli reyða:
»Eg lovist ongum edilingi
eftir Sjúrðar deyða.«
17. Guðrun situr yvir breiða borði,
ið sorgina ber so tunga:
»Eg lovist ongum edilingi
eftir tann Sjúrða unga.«
18. Artan stendur á hallargólvi,
gerst nú nýtin drongur:
»Sig mær antin nei ella ja,
eg biði teg ikki longur.«
19. Leingi sat Guðrun Júkadóttir,
hugsaði um tað tá,
hon hevði lovað at hevna Sjúrða,
so leingi hon liva má.
20. Guðrun so til orða tekur,
tikin til góðar at evna:
»Hvussu heitur tú, ungi maður,
hvussu skal eg teg nevna?«
21. Artan so til orða tekur,
ið gull bar seg á hand:
»Hetta er reystur Artan kongur,
ið ræður for Húnaland.«
22. Guðrun steig upp skundiliga,
hon rætti fram ljósa hand:
»Gjarna fylgi eg tær, Artan kongur,
aftur í Húnaland.«
23. Guðrun steig upp skundiliga,
hon rættir hond yvir borð;
fagurt var at lýða á
teirra festarorð.
24. Artan stendur á hallargólvi,
hann fellur upp á síni knæ,
meðan hann frúnna Guðruna
til ektar festi sær.
25. Artan kongur í Húnalandi,
brýtur í bragdartátti,
nú festir hann frúnna Guðruna,
sum Sjúrður í forðum átti.
26. Artan klæðist árla morgun,
ið gull ber seg á hand,
og hana frúnna Guðruna
hann førir á Húnaland.
27. Artan klæðist árla morgun,
so er greint fyri mær,
og hana frúnna Guðruna
hann førir í høll við sær.
28. Livdu saman í ríkinum
alt foruttan mein,
áttu børn, ólu av sær
unga sonin ein.
29. Livdu saman í ríkinum,
teirra gleði veks,
áttu børn, ólu av sær
ungar synir seks.
30. Guðrun er á Húnalandi
av so tungum stríði,
nú leggur hon ráðum saman
at fáa Høgna av lívi.
31. Tað er hon Guðrun Júkadóttir,
bryggjar og blandar vín,
Høgni og Gunnar og allar brøður
býður hon heim til sín.
32. Gunnar gongur í hallina inn,
hann letur so orðum stýra:
»Nú skulu vit til Húnalanda,
Júkagarpar fýra.«
33. Gunnar gongur í hallina inn,
sigur síni móður frá:
»Nú fara vit til Húnalanda,
tað standist hvat av, ið má!«
34. Svaraði Grimhild móðir teirra:
»Mær tykir tað ongan gleim,
at tygur ríða í Húnaland,
ið eingin kemur heim.«
35. Svaraði Grimhild móðir teirra:
»Mær tykir tað eingin tattur,
at tygur ríða í Húnaland,
ið eingin kemur aftur.«
36. Jernar og hann Beinir,
junkararnir báðir,
ríða seg til Húnalanda
ímót teirra móður ráði.
37. Gernar og hann Beinir,
junkararnir tveir,
ríða seg til Húnalanda,
fátt kann forða feigð.
38. Sólin skín á heiði hørðu,
hon skyggir á skjoldið fríða,
so var sagt, at Gunnar kongur
hann skuldi undan ríða.
39. Tað er Høgnir Júkason,
hann ríður seg fram við strond,
møtir hann eini sævarkvinnu
á teim hvítu sondum.
40. »Heil og sæl, mín sævarkvinna,
sig mær av tí satt,
eg ríði meg á Húnaland,
komi eg heilur aftur?«
41. »Hoyr tað Høgnir Júkason,
eg sigi tær av tí satt,
ríður tú á Húnaland,
ikki kemur tú aftur.«
42. Tað var Høgnir Júkason,
sínum svørði brá,
hann kleyv hesa sævarkvinnu
sundur í lutir tvá.
43. Tekur hann hennara blóðuga høvur,
hann skjýtur tað út á sund,
kroppin skjýtur hann eftir,
nú sukku tey bæði til grund.
44. »Ligg nú, tú ónda veittur,
tín hin ónda kvinna,
eg skal ríða á Húnaland,
sigur av kempum vinna.«
45. Tað er hann Høgnir Júkason,
hann ríður seg fram við strand,
møtir hann einum sævarmanni
á teim hvíta sand.
46. »Heilur og sælur, mín sævarmann,
sig mær av teim gleim:
eg ríði meg á Húnaland,
komi eg heilur heim?«
47. »Hoyr tað, Høgnir Júkason,
eg sigi tær av teim gleim:
væl mást tú ríða á Húnaland,
tí heilur kemur tú heim.«
48. Oman skúgva flotdrekan,
fram úr tøttum neysti,
tá stóð fast í kjalarhæli,
loypur so fram í goysti.
49. Sigldu teir frá landinum,
út á saltan sjógv,
Høgnir tekur jarnárar tvær,
hann setir seg sjálvan at rógva.
50. Vinda teir upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strika tey ikki á bunka niður
fyrr enn við Húnaland.
51. Ein kom maður í hallina inn,
Guðrunu sigur frá:
»Eg síggi skip av havi koma,
seglini ovurblá.«
52. Guðrun so til orða tekur,
øll í gulli skín:
»Tað er Gunnar og Høgnir,
higar at vitja mín.«
53. Guðrun gongur í grasagarð,
ið reyðargull bar á hendi,
ramar ristir hon illgerningar,
út í havið sendi.
54. Vaksa tók tá veður í ský,
byrurin lá av londum,
sundur gingu jarnárar
báðar í Høgna hondum.
55. Vaksa tók tá veður í ský,
sandur á tilju lá,
aldan breyt í bæði borð,
so fell tann bylgja blá.
56. Svaraði Gunnar Júkason,
frammi á bunka stár:
»Hvat er hetta for avrekshestar,
eftir sjónum gár?«
57. »Hatta er eingin hestur,
ei heldur onnur ross,
hatta eru Guðrunar illgerningar,
ristar ímóti os.«
58. Høgnir so til orða tekur,
mælir so fyri sær:
»Hatta er Guðrunar illgerningar,
ristar ímóti mær.«
59. Svaraði Høgnir Júkason,
hann bliknar undir kinn:
»Hatta er ongum líkari
enn einari sævarkvinnu.«
60. So var veðrið á sjónum hart,
tá bliknaðu dreingir dýrir,
Gunnar gekk í lyftingina,
Høgnir gekk til stýri.
61. Høgnir tekur sítt rúnarkelv,
hann floyggir út fyri borð,
ikki mátti gerning vaksa,
megnað vóru hans orð.
62. Høgni tekur sítt rúnarkelv,
hann kastar tað yvir á sjó,
minka tók aldan,
tað stiltist á ló.
63. So var veður á sjónum hart,
tað reyk bæði sjógvur og sand,
so var sagt, at Júkagarpar
slitu undir land.
64. So var veður á sjónum hart,
tað hurrar í hvørjum streingi,
tóku havn í Húnalandi,
tí fullvæl dugdu dreingir.
65. Lata teir síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrstur steig Gunnar Júkason
sínum fóti á land.
66. Fyrstur steig Gunnar Júkason
sínum fótum á land,
Høgnir og Gjernar og allir brøður
upp á hvítan sand.
67. Gingu teir frá strondum niðan,
so er greint fyri mær,
gingu so allir Júkagarpar
niðan í grasagarð.
68. Uppi í miðjum grasagarði
aksla teir síni skinn,
og so búnir ganga teir
í høgu hallir inn.
69. Tað var Gunnar og Høgnir,
heim í garðin fóru,
úti Guðrun, systir teirra,
fyri teimum stóð.
70. »Vælkomnir, Gunnar og Høgnir,
higar nú til mín,
drekkið nú, hvat tygur betur líkar,
mjøðin ella vín!«
71. Guðrun so til orða tekur,
glað foruttan ekka:
»Gangið tit í hallina inn
tann brúna mjøð at drekka!«
72. Tað var Høgnir Júkason,
hann inn í hallina steig,
tá sá hann á Guðrunu,
hvussu ilt undir kinnum beið.
73. Tað var Høgnir Júkason,
hann inn í hallina sá,
tá sá hann á Guðrunu,
hvussu ilt undir kinnum brá.
74. Guðrun so til orða tekur,
eg geri tað ei at loyna:
»Fáið mær higar skjøld og svørð
frá øllum tygur at goyma!«
75. Svaraði Høgni Júkason,
hann heldur á brýndum knívi:
»Eingin fær mítt skjold og svørð,
so leingi eg eri á lívi.«
76. Høgnir so til orða tekur:
»Lat tað nú so vera,
eingin fær mítt skjold og svørð,
tí tað kann eg væl bera.«
77. Guðrun so til orða tekur,
ilt undir kinnum beið:
»Mætari maður Sjúrður var,
á gullbørunum reið.«
78. Guðrun so til orða tekur,
ilt undir kinnar brá:
»Mætari maður Sjúrður var,
á gullbørunum lá.«
79. Svaraði Høgnir Júkason,
hann lítur á ringin reyða:
»Ei er blítt á brúnaskorum,
hon minnist á buðlungs deyða.«
80. Svaraði Guðrun Júkadóttir,
hon letur av tungu falla:
»Minnast tit nakað til Sjúrð hin unga,
tit førdu mær heim til hallar?«
81. Svaraði Høgnir Júkason,
hann lítur á ringin sín:
»Ei er blítt á brúnaskorum,
hon minnist á buðlungs lív.«
82. Guðrun so til orða tekur,
ilskan í henni rann:
»Minnast tit nakað til Sjúrða unga,
tit løgdu við loftið fram?«
83. Tað var Guðrun Júkadóttir,
hon tók sær ker í hand,
so gekk hon í kjallaran,
sum mjøðurin fleyt í bland.
84. Tá hon hevði blandað teimum
mjøðin út í vín,
og so mikið óminni
læt hon har útí.
85. Og so mikið óminni
letur hon har útí,
ber so inn fyri Høgni,
bað hann drekka til sín.
86. Hyggin hyggur Høgnir
at fingurgullinum góð,
sveitka tók hans fingurgull,
tað rodnaði sum eitt blóð.
87. Tað er Høgnir Júkason,
hann kundi ta svikalist,
biður nú Guðrunu systur sína
drekka av skálum fyrst.
88. Guðrun stendur á hallargólvi,
hon rodnar sum eitt blóð,
hon hvølvdi um tað silvurkerið,
á breiðum borðum stóð.
89. Kongurin klappar sær á knæ,
sum leikir ganga hægst,
Gunnar, Høgna og allar brøður
setir nú sær í næst.
90. Kongurin klappar sær á knæ,
sum søgur ganga frá,
Gunnar, Høgna og allar brøður
setir nú sær íhjá.
91. Drekka teir í Húnalandi
bæði við gleði og gný,
illa líkar Guðrunu,
at einki nerti í.
92. Drekka teir í Húnalandi
bæði við gleði og gaman,
illa líkar Guðrunu,
at einki nertir saman.
93. Guðrun krevur sín unga son
bæði við mekt og mæti:
»Eg skal geva tær gull og silvur,
stillar tú Høgna kæti.«
94. Sveinur gekk at borðinum,
í duldum hon hann dró,
hann hevði upp sína høgru hond,
Høgna á nasar sló.
95. Sveinur gekk at borðinum,
duldan honum bar,
hann hevði upp sína høgru hond,
Høgna á nasar slær.
96. Hann hevði upp sína høgru hond,
hann gav honum høgg á tenn,
blóðið rann á barmin niður,
sóu tað mangir menn.
97. Høgna rann tað heita blóð
bæði um nasar og munn,
ungur var hann og óstiltur,
hann var ikki við tað kunn.
98. Høgnir bindur sítt hjálmaband
fast av miklum móði:
»Áður dagur at kvøldi er komin,
drekki eg mjøð í blóði.«
99. Høgnir upp frá borði steig,
snarliga hann sær vendi,
meðan hann greiddi tann mækan til,
ígjøgnum sveinin rendi.
100. Snarliga greiddi hann mækan til,
hann hjó honum bulin frá,
kastaði hann so út á hallargólv,
at Artan kongur sá.
101. »Eg havi ei tí í Húnalandi
drukkið tann mjøðin blandin,
skamm fái tann móðirin,
so sín sonin vandi.«
102. Kongur klappar sær á knæ,
sum søgur ganga frá,
Gunnar og Høgna og allar brøður
setir nú sær íhjá.
103. Kongur klappar sær á knæ,
sum leikir ganga hægst,
Gunnar, Høgna og allar brøður
setir nú sær í næst.
104. Drekka teir í Húnalandi
bæði við gleði og gný,
illa líkar Guðrunu,
at einki nertir í.
105. Drekka teir í Húnalandi
bæði við gleði og gaman,
illa líkar Guðrunu,
at einki nertir saman.
106. Guðrun gongur for Artan kong,
sigur honum frá:
»Deyður er okra einkarson,
helst av Høgna ráð.«
107. »Hoyr tað, Guðrun søta mín,
lat tað nú so vera,
teir eru tínir onkarbrøður,
eg kann teim einki gera.«
108. »Vilt tú ongar bøtur taka
eftir tann dreingin dýra,
tá skalt tú ikki, Artan kongur,
fyri Húnalandi stýra.«
109. »Hoyr tú, Guðrun, søta mín,
tað vil eg ikki trúgva,
at tú vilt nakað tínum brøðrum
svik til handar snúgva.«
110. »Vilt tú ongar bøtur taka,
tað stendur í stórum váða,
tá skalt tú ikki, Artan kongur,
for Húnalandi ráða.«
111. »Hoyr tað, Guðrun søta mín,
lat tað nú so vera,
hann er eingin í Húnalandi,
teimum kann nakað gera.
112. Hoyr tað, Guðrun søta mín,
tú legg nú til tess ráð,
hvussu vit skulu teir miklu menn
burtur av lívi fá!«
113. »Taka skal tríggjar aldanshúðir,
kálka í mannablóði,
tað fellur so tungt á Júkagørpum,
troyttir av miklum móði.
114. Hoyr tað, reystur Artan kongur,
tað skalt tú ikki gloyma:
slá tær so fyri hallardyr,
fast við jarni soyma!«
115. Hann tók tríggjar aldanshúðir,
hann kálkaði í mannablóði,
tað fell so tungt á Júkagørpum,
troyttir av miklum móði.
116. Tað var reystur Artan kongur,
ei mundi hann tað gloyma:
hann sló tær so for hallardyr,
fast við jarni soymir.
117. Guðrun stendur for breiðum borði,
mælir nú um tann vanda:
»Nú skal Beinir bróðir mín
fyrstur á húðir ganga.«
118. Høgnir upp frá borði steig,
ei mundi hann orðum spara,
ein av øllum Júkagørpum
ræður fyri hinar svara.
119. Høgnir so til orða tekur,
hann mælir av tungum trega:
»Gernir og Beinir skulu aftur fara
sína móður at gleða.
120. Gjørnar og hann Beinir
teir vóru ikki hjá,
Gunnar og eg Høgnir
vit vóru tað, ið Sjúrða vá.
121. Gunnar og eg Høgnir
vit vógu Sjúrða við list,
tá var Gernar og Beinir børn,
teir lógu á móður bróst.
122. Gunnar og eg Høgnir
vit vógu Sjúrða við pínu,
tá vóru Gjørnar og Beinir børn
heimi hjá móður síni.«
123. Guðrun so til orða tekur:
»Tó skulu vit tað valda,
Gjørnar, Beinir og allir brøður
líka skulu gjalda.«
124. Guðrun so til orða tekur:
»Tað man mesta saka.«
Gjørnar, Beinir og allar brøður
hon biður av lívi taka.
125. Tað var Beinir Júkason,
hann leyt eftir húðum ganga,
allir sóu hann niður falla,
eingin upp aftur standa.
126. Guðrun stendur for breiðum borði,
glað foruttan vanda:
»Nú skal Gernar bróðir mín
aftur á húðir ganga.«
127. Tað var Gernir Júkason,
hann leyt eftir húðum fara,
hann varð snart av lívi tikin,
sum hann hevði verið ein hara.
128. Guðrun stendur fyri breiðum borði,
glað foruttan vanda:
»Nú skal Gunnar bróðir mín
aftur á húðir ganga.«
129. Tað var Gunnar Júkason,
hann leyt eftir húðum ganga,
allir sóu hann niður falla,
eingin upp aftur standa.
130. Guðrun stendur for breiðum borði,
hon mælir um tann vanda:
»Nú skal Høgnir bróðir mín
síðstur á húðum ganga.«
131. Høgnir so til orða tekur,
hann heldur á búnum brandi:
»Betri var í Júkagørðum
at drukkið tann mjøðin í blandi.
132. Betra var í Júkagørðum
at drukkið tann mjøð í blandi
enn at ganga eftir aldanshúðum
og standa í stórum vanda.«
133. Svaraði Høgnir Júkason,
hann studdist á dragið svørð:
»Tó skal eg ganga eftir aldanshúðum
og vita, hvussu fer.«
134. Svaraði Høgnir Júkason,
hann leyt eftir húðum støkka:
»Ei man eg av Húnamonnum
fyrstur undan røkka.«
135. Høgnir sprakk yvir aldanshúðir,
læt tað nú so vera,
honum barst ikki fóturin við,
tað tókti honum einki at gera.
136. Høgnir sprakk yvir aldanshúðir,
hann búðist ei við frið,
tá stóð brynjað fyri honum
alt Buðla kongins lið.
137. Høgnir ríður í herin fram
við bitra svørð í hendi,
svørji tann eið á míni trú,
hann mangan sveitan rendi.
138. Høgnir ríður í herin fram,
mátturin við honum veks,
hann sparir ei sín bitra brand,
hann vegur fimm og seks.
139. Høgnir ríður í herin fram,
hann búðist ei við frið,
hann legði niður á Húnaland
alt Buðla kongins lið.
140. Vegið fekk hann allar teir
við svørð og bitrar eggjar,
tað var Høgnir Júkason
hann hopraði til hallarveggjar.
141. Vegið fekk hann allar teir,
ið frá man frættast víða,
síðla var um aftanin,
tá lótu teir av at stríða.
142. Árla var um morgunin,
ið sólin roðar í fjøll,
aftur leggja teir bardagarnar
fram á grønan vøll.
143. Høgnir reið av hallini út,
hann búðist ei við frið,
enn stóð brynjað fyri honum
alt Buðla kongins lið.
144. Høgnir ríður í herin fram
við so fullgóðum móti,
hvør sum kom tá fyri hans hond,
tað hevði hann høvur á spjóti.
145. Høgnir ríður í herin fram,
hann roynir góðar gripir,
hann fellir niður av Húnamonnum
tíggju for hvørja sipan.
146. Høgnir ríður í herin fram,
hann búðist ei við frið,
hann legði niður á Húnaland
alt Buðla kongins lið.
147. Vegið fekk hann allar teir
við svørð og bitrar eggjar,
tað var Høgnir Júkason,
hann hopraði til hallarveggjar.
148. Høgnir ríður til hallar heim,
ífrá man frættast víða,
síðla var um aftanin,
tá lótu tey av at stríða.
149. Tað var Høgnir Júkason,
heim í garðin fór,
úti Guðrun, systir hans,
fyri honum stóð.
150. Guðrun so til orða tekur,
ífrá man frættast víða:
»Hoyr tað, Høgnir bróðir mín,
tú skalt á skógvin ríða.«
151. Guðrun so til orða tekur,
skortar hon ikki fíggja:
»Í morgin skalt tú á skógvin ríða
undurverk at síggja.
152. Í morgin skalt tú á skógvin ríða
eystur um Hildará,
har skalt tú tey undur síggja,
ið tú í forðum vá.«
153. Árla var um morgunin,
ið sólin skín so víða,
tað var Høgnir Júkason,
hann mundi á skógvin ríða.
154. Høgnir reið á skógvin burt
eystur um Hildará,
har mundi hann tey undur síggja,
ið hann í forðum vá.
155. Høgnir stendur á Hildarheyg,
víða um seg hyggur,
mikið var tá buðlungs lív,
í gullbørunum liggur.
156. Høgnir stendur á Hildarheyg,
víða um seg sá,
mikið var tá buðlungs lív,
í gullbørunum lá.
157. Høgnir stendur á Hildarheyg,
slíkt er mikið undur,
mikil hestur stórur og sterkur
loypur har á grundum.
158. Høgnir stendur á Hildarheyg,
honum kom so mangt í huga,
hann sá høvur við hestins búk,
bundið til saðilboga.
159. Tungan tók at tala,
bulur á vølli lá:
»Eg mátti teg, Høgnir Júkason,
klovið í lutir tvá.
160. Hoyr tað, Høgnir Júkason,
kempan tú hin ríka,
illa gjørdi tú við meg,
ta tú ræð meg at svíkja.
161. Brynhild unti mær so væl,
hon sprakk eftir mín deyða,
Guðrunu skiftu tit gull og fæ,
nógvar ringar reyðar.
162. Guðrunu skiftu tit gull og fæ,
førdu heim í bý,
tað veitst tú, Høgnir Júkason,
har átti hon einki í.
163. Tak tú hetta rúnarbelti,
bint um tínar lendar,
tað kann øllum lásum læsa,
allar sorgir rinda.
164. Bint tú tað um tínar lendar
bæði við semju og sátti,
tað fekk eg frá dvørgamoynni,
ið Hildur frúan átti.
165. Bint tú tað um tínar lendar,
sum søgur ganga frá,
tað fekk eg frá dvørgamoynni
eystan frá Hildará.
166. Ríð nú tú til hallar heim
bæði við gleði og gleim,
eg fari meg á heiðin skóg
so vítt yvir vørild og heim.«
167. Høgnir reið til hallar heim,
hann búðist ei við frið,
tá stóð brynjað fyri honum
alt Buðla kongins lið.
168. Høgnir ríður í herin fram,
hann letur av brandi rúka,
hann náar ikki á jørðina niður,
hann treður á mannabúkar.
169. Høgnir ríður í herin fram
við sínar fáar frændur,
hann sparir ei sín gylta lúður,
hann vegur á ymsar hendur.
170. Svaraði Høgnir Júkason:
»Her elvist ein undarligur siður,
nú leiðist mær í Húnalandi
at høgga teir trælar niður.«
171. Svaraði Høgnir Júkason,
hann gav tí fullvæl gætur:
»Tað, ið eg um dagin drepi,
lívgar hon upp um nætur.«
172. Svaraði Høgnir Júkason,
hann svór á síni trú:
»Hevði eg verið fiskur sum maður,
betri var enn nú.«
173. Guðrun kemur út árla morgun,
grimt var henni í huga,
heilan sær hon Høgna ríða,
ei hava svik, ið duga.
174. Eyguni grína,
kjaftur gapar,
heilan sá hon Høgna ríða,
ei hava svikini batað.
175. »Hoyr tað Diga langa,
tú ert ein kempa so sterk,
hevði tú Høgna av lívi tikið,
tað var eitt roysnisverk.«
176. Diga so til orða tekur,
hann talar nú um sín vilja:
»Tað er ikki eins mans verk,
hans høvur frá búk at skilja.«
177. Diga reið í herin fram
við teirri somu ferð,
møtir honum Høgnir Júkason,
hann gav honum sár av svørð.
178. Høgnir rendi í herin fram
við bitra svørð í hendi,
hann hevði upp sín búna brand,
ígjøgnum Diga rendi.
179. Høgnir ríður í herin fram,
so er greint fyri mær,
hann hjó til Diga langa,
so hvør fell luturin sær.
180. Tað er hon Guðrun Júkadóttir,
hon bryggjar og blandar vín,
býður nú Tíðriki Tatlarssyni
heim í høll til sín.
181. Hann var fimur í fótunum,
ið tey boðini bar
haðan á tann grøna skóg,
sum Tíðrikur fyri var.
182. »Vælkomin, Guðrunar lítli svein,
higar nú til mín,
drekk nú, hvat tær betri líkar,
mjøðin ella vín!«
183. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvum minni um vín,
tað er hon Guðrun Júkadóttir,
hon býður tær heim til sín.«
184. Tíðrikur hvarv av vølli burt,
so er greint fyri mær,
snarliga var í borgini,
sum Júkadóttir var.
185. Tíðrikur so til orða tekur,
mælir so fyri sær:
»Hoyr tað, Guðrun Júkadóttir,
hvat viljið tær mær?«
186. »Hoyr tað, Tíðrikur Tatlarsson,
tú ert ein kempa so sterk,
hevði tú Høgna av lívi tikið,
tað var eitt roysnisverk.
187. Eg gevi tær bæði gull og silvur,
sum søgur ganga frá,
vilt tú Høgna Júkason
klúgva í lutir tvá.«
188. Høgnir reið í herin fram
við teirri somu ferð,
møtir honum Tíðrikur Tatlarsson,
hann gav honum sár av svørð.
189. Høgnir brá sín bitra brand,
kappin tann hin mesti,
sló til Tíðrik Tatlarsson,
opnan av hans hesti.
190. Tíðrikur hvarv av vølli burt,
eingin mundi hann síggja,
so brá hann í loftið upp,
eitur á hann at spýggja.
191. Eitur spýði tann svarti dreki
niður á Høgna brynju,
hann varð ei við vápnum vegin,
tí hann læt sær synja.
192. Harra Gud í himnaríki,
hvør sorgin tung hon beið,
eitur lá í hvørjum seymi,
so fast í hjarta sveið.
193. Harra Gud í himnaríki,
hvør sorgin tung hon bíður,
eitur lá í hvørjum seymi,
so fast í hjarta svíður.
194. Høgnir reið í herin fram,
hann búðist ei við frið,
enn legði hann niður á Húnaland
alt Buðla kongins lið.
195. Vegið fekk hann allar teir
við svørð og bitrar eggjar,
tað var Høgnir Júkason,
hann hopraði til hallarveggjar.
196. Tað var Høgnir Júkason
heim í garðin fór,
úti sjálvur Artan kongur
fyri honum stóð.
197. »Eg havi einki sár á mær,
grið vil eg ikki tiggja,
gevið mær eina jalsdóttur
í nátt á armi at liggja!«
198. Svaraði Guðrun, systir hans,
hon heldur hann fyri háð:
»Fáið honum svínahirðidóttur
at sova hans armi á!«
199. Tá svaraði Artan kongur,
hann læt síni orð so byggja:
»Hoyr tað, Høgnir Júkason,
ta bøn skalt tú tiggja.«
200. Tá svaraði Artan kongur,
so tekur hann uppá:
»Fáið honum eina jalsdóttur
at sova hans armi á!«
201. Høgnir svav hjá jalsdóttur,
tað gjørdi hann so brátt,
hann gat ein svein við jalsdóttur
á teirri somu nátt.
202. »Hoyr tað, Helvík jalsdóttir,
tað sigi eg tær so brátt:
tað er reystur Artan kongur,
hann gat ein svein í nátt.
203. Ognast vit ein ungan son,
tung man sorgin falla,
hoyr tað, Helvík jalsdóttir,
Høgna skalt tú hann kalla.
204. Ognast vit ein ungan son,
sum søgur ganga frá,
bið hann Høgna hevna mín,
um hann liva má!
205. Tak tú hetta rúnarbelti,
bint um tínar lendar,
tað kann øllum lásum læsa,
allar sorgir rinda.
206. Hoyr tað, Helvík jalsdóttir,
eg geri tað ei at loyna,
fá tú vára unga son,
tá hann kann at goyma!
207. Ognast vit ein ungan son,
Guðrun man hann pína,
tak tú hennara unga son,
tú legg í vøggu tína!
208. Hoyr tað, Helvík jalsdóttir,
við so lítlan tattur,
tak tú tín hin unga son,
legg í Guðrunar vøggu aftur!
209. Tað er hon Guðrun, systir mín,
hon kann tað svik og list,
hon biður teg, Helvík jalsdóttir,
ganga av durum fyrst.
210. Tú skalt biðja hana undan ganga,
tí hon ber høvur hægri,
tú skalt ganga aftaná,
tí tú ert ein mun lægri.«
211. Helvík leyt at síggja á,
at Høgnir mundi doyggja,
síðan gróv hon dreygaheys,
sum dreingir í dalinum hoyggja.
IV. Annar Høgna táttur
212. Helvík læt seg við barni ganga
níggju mánaðir sínar,
inntil at hennara stundum leið,
hon føðir ein svein so fríðan.
213. Hon sveipar sín son í klæðum væl,
gott skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
Høgna bað hon hann kalla.
214. Guðrun læt seg við barni ganga
níggju mánaðar sínar,
inntil at hennara stundum leið,
hon føðir ein svein so fríðan.
215. Tað er enn sum oftum er,
at duldur er døpur mein,
Guðrun er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.
216. Hon sveipar sín son í klæðum væl,
væl skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
svein biður hon kalla.
217. Tá ið tær høvdu á songum ligið,
lætta tekur vandi,
nú er at teim stundum liðið,
tær skulu av durum ganga.
218. Tað er Guðrun Júkadóttir,
hon kann ta svikalist,
biður nú Helvík jalsdóttur
ganga av durum fyrst.
219. »Guðrun, tú skalt undan ganga,
tú bert høvur hægri,
eg skal ganga aftaná,
eg eri ein mun lægri.«
220. Helvík átti ein ungan son,
Guðrun mundi hann pína,
tekur hon Guðrunar unga son
og legði í vøggu sína.
221. Tað gjørdi Helvík jalsdóttir
við so lítlan tattur,
tekur hon sín hin unga son,
legði í Guðrunar vøggu aftur.
222. Guðrun gekk í hallina inn,
hon víða um seg sá,
tekur hon sín hin unga son,
hon bítur barkan frá.
223. Hann vóks upp í ríkinum,
tann gævuligi mann,
Artan kongur í Húnaland
fostraði hann.
224. Árla var um morgunin,
ið sólin skín so víða,
tað var Høgnir Høgnason,
hann lystir á skógvin ríða.
225. Høgnir reið á skógvin burt,
sum søgur ganga frá,
møtir hann síni sælu móður
eystan for Hildará.
226. Helvík so til orða tekur,
mælir so fyri sær:
»Hoyr tað, Høgnir Høgnason,
eg eri móðir at tær.«
227. Helvík so til orða tekur,
so er komið til mín:
»Hoyr tað, Høgnir Høgnason,
eg eri móðir tín.«
228. Høgnir so til orða tekur:
»Tí vil eg ikki trúgva,
eg havi ikki sætt eina lægri konu
kunnað betra at ljúgva.«
229. »Tak tú henda lítin knív,
í eggini alvæl bítur,
sker so meg í armin mín,
vita um teg ikki í hjarta nítur!«
230. Hann tók henda lítin knív,
í eggini alvæl beit,
hann skar hana so í armin sín,
tað fast í hjarta neit.
231. Tað var Høgnir Høgnason,
smílist undir lín:
»Tað kenni eg á sjálvum mær,
at tú ert móðir mín.«
232. »Hoyr tað, Høgnir sonur mín,
eg sigi tær satt ífrá,
Høgnir bað teg hevna sín,
um enn tú liva má!
233. Tak tú hetta rúnarbelti,
tú bint um tínar lendar!
Tað kann øllum lásum læsa,
allar sorgir rinda.«
234. Hann kom ikki fyrr av skóginum heim,
tað var so síðla á kvøldi,
Artan kongur yvir borði situr
við alt sítt dreingjaveldi.
235. Hann kom ikki fyrr av skóginum heim,
so er komið til mín,
Artan kongur yvir borði sat
so glaður og drekkur vín.
236. Sveinur gekk í hallina inn,
hann skuldi ljósið skara,
ljósið brann í fótablað,
hann tók seg ikki vara.
237. Sveinur skuldi ljósið skara,
mær er ei av tí hól,
ljósið brann í fótablað
líka í hallargólv.
238. Tá svaraði Artan kongur,
ryður í brósti rennur:
»Hvat teinkir tú, svein, so djúpt,
tú gáar ei, at tú brennur?«
239. »Tað teinki eg, at Artan kongur,
at tú hevur nógv eyð,
man tað verða á tíni ævi,
tú tiggur vatn og breyð.«
240. »Nógv havi eg gullið,
meira havi eg eyð,
tað verður ikki á míni ævi,
eg tiggi vatn og breyð.«
241. Árla var um morgunin,
ið sól tók fagurt at roða,
nú lysta tey til gullbjørgið,
sítt reyðargull at skoða.
242. Fóru tey til gullbjørgið
glað for uttan mein,
tað var Høgnir Høgnason,
hann mundi fylgja teim.
243. Fóru tey í gullbjørgið inn
glað for uttan vanda,
tað var Høgnir Høgnason,
hann mundi fyri uttan standa.
244. Høgni ræð for uttan standa
glaður fyri uttan sút,
nú læsir hann aftur við rúnargulli,
hvørki náddi út.
245. Inni svølti hann bæði tey
hjá tí gullinum reyða,
tað gerir Høgnir Høgnason,
so hevndi hann faðirs deyða.
246. Hann var seg á skóginum burt,
fullar vetur tvá,
hann kom ikki fyrr til hallar heim,
fyrr enn kongur skarpur lá.
247. Høgnir gisti sína móður
síðla dag á kvøldi,
síðan reið hann seg haðan burtur
til kong í Danaveldi.
(c) Dansifelagið í Havn