Kvæðasavn
Harra Tímars vísa
Uppskrift: FK 169, 32, pp. 107-109.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Hirðilin situr undir heygginum,
er klæddur í skarlaksklæði,
av gulli glógva hans akslabond,
so javnt við jørðina dregur.
Der den frú gongur mær aldri av minni.
2. Hirðilin liggur undir heygginum,
er klæddur í skarlak reyð,
hann diktar eina vísu av elskógins tvang,
hann diktar sín egin deyð.
3. »Harra Krist signi frú Maritu,
hon gongur við barni mínum,
tann Gud, sum alla verðina skapti,
hann loysi hana av tann pína.
4. Nú gongur hon við barni mínum,
Krist gevi henni væl at ganga,
tann Gud, sum skapti himmal og jørð,
hann skilji hana við tann fanga.«
5. Tað var harra Tímar,
hann talar til sveinar tvá:
»Tit skulu fara á heyggin fram
og vita, hvør vísan gár.«
6. Aftur koma sveinarnir,
teir siga sínum harra frá:
»Enn ljóðar vísan tað sama,
líkasum hon ljóðaði í gjár.«
7. Tað var harra Tímar,
bað saðla sær gangara grá:
»Eg vil ríða á heyggin fram
og vita, hvør vísan gár.«
8. »Krist signi hana, frú Maritu,
so væl hon gjørdi við meg,
hon lænti mær hest at ríða á
og song og sjálva seg.
9. Meðan aðrir ganga í hoyløðum
og geva hestum hoy,
meðan gangi eg innan høgaloft
og lokki ta vænu moy.
10. Meðan sveinar ganga í hestahús
at geva hestum føði,
meðan eri eg innan høgaloft,
tað voldir mær onga møði.
11. Nú gongur hon við barni mínum,
Krist gevi henni væl at føða,
tann Gud, sum skapti himmal og jørð,
skilji henni við ta møði.«
12. Og alt sum hann nú diktaði,
og alt sum hann kvað nú svá,
og alt stóð harra Tímar,
og lýddi hann har uppá.
13. Tað var harra Tímar,
og hann sítt svørð útdró,
og tað var tann úsæla fæhirða,
hann høvdið av honum sló.
14. Tað var harra Tímar,
hann kom heim í sín 'Gaar',
úti stóð skjønna frú Marita,
hon var væl sveipt í már.
15. »Hoyr tað, harra Tímar,
hví ert tú so troyttur og móður,
hvat fyri djúr so hevur tú beitt,
antin hjort ella hind so góða?«
16. »Einki djúr so havi eg beitt,
og hvørki sabil ella már,
men eg havi vigið tað tama djúr,
sum síðst var í 'Edars Gaar'.
17. Einki djúr so havi eg beitt,
og einki havi eg fangað,
men eg havi vigið tann fæhirða,
sum vanur var til tín at ganga.
18. Hoyr tú, skjønna frú Marita,
vilt tú gá í song við mær,
alt tað, tú hevur móti mær brotið,
til vil eg geva tær.«
19. Maritu stakk tá grátur á,
tá hon lá í Tímars arm,
for hvørja ferð hann vaknaði,
tá græt hon í sín barm.
20. »Hvat heldur ræðist tú mína vreiði
ella mín hvassa knív,
ella grætur tú um tann fæhirða,
hvør ungur hann læt sítt lív?«
21. »Ikki gráti eg um tína vreiði
ella tín silvurbundin knív,
men eg gráti um tann hirðilin,
sum so ungur læt sítt lív.
22. Ikki ræðist eg tína vreiði
ella tín hvassa knív,
tí gráti eg um tann fæhirða,
so sakleysur læt sítt lív.«
23. Tað var harra Tímar,
harra Gud meti hans harm,
hann kvaldi hana skjønna frú Maritu
út í sín egin arm.
24. Út kom harra Tímar,
hann kastar sín blóðiga knív:
»Tað verður ikki, meðan eg livi,
eg elski mær annað vív.«
(c) Dansifelagið í Havn