Kvæðasavn
Valdimann og Tóva
Uppskrift: FK 171A, 32, pp. 116.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.
1. Kong Valdimann og Sofía sótu yvir borð,
tey snakkaðu so mangt eitt gamans orð.
2. »Hoyr tað, kong Valdimann, hvat ið eg spyrji teg,
hví hevur tú Tóvu lítlu kærari enn meg?«
3. »Tí havi eg Tóvu lítlu kærari enn teg,
hon hevur tveir raskar synir við meg.
4. Tann eini eitur Kristian, og annar eitur Knút,
og teir skulu fara av landi út.«
5. Drotning Sofía letur eina baðstovu gera:
»Har skal Tóva lítla inni í vera.«
6. Drotning Sofía letur eina baðstovu reiða:
»Har inni skal Tóva sær kemba og greiða.«
7. Tá var hon Tóva í hondunum stinn,
og 'nejin' fekk hon Sofíu í baðstovu inn.
8. So var hon Tóva í hondunum sterk,
hon brendi Sofíu, gjørdi gott verk.
(c) Dansifelagið í Havn