Kvæðasavn

Brúnsveins vísa

Uppskrift: FK 172A, 32, pp. 119-120.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. »Hoyr tað, Mjólkhvít, svara mær blítt,
- med junga -
eg ríði í lund at biðja mær vív.«
- Alfagurt ljóðar mín tunga,
lystir meg í dans gá med junga,
brúnt er mítt silkihár,
mjólkhvít so eri eg sjálv.
Alfagurt ljóðar mín tunga.

2. »Hvat heldur tú biður tær konu ella kvinnu,
Krist lati teg hana við æru vinna.

3. Hvat heldur tú biður tær konu ella moy,
Krist lati tygur bæði við æru doya.

4. Hoyr tað, Brúnsvein, søti mín,
má eg ikki fara í brúdleyp títt?«

5. »Skalt tú í mítt brúdleyp fara,
tú mást ikki mikið reyðargull hava.«

6. »Mítt reyðargull kann eg væl bera,
tað havi eg fingið við heiður og æru.«

7. Brúnsvein reið seg undir oy,
festi sær so væna moy.

8. Festi frúu og flutti heim,
so ger mangur danisvein.

9. So førdu teir brúður í Brúnsveins garð,
tað var ikki gull fyri leikarar spart.

10. Fylgdu tey brúður í brúðarhús,
fram gekk Mjólkhvít, bar fram ljús.

11. Settu tey brúður í brúðarbonk,
fram gekk Mjólkhvít, bar fram skonk.

12. Skonktu mjøð av harmi,
tárini runnu í barmi.

13. Hon skonkti mjøð í mjólk[ar]skál,
tað søkti so mikla ilsku [mál].

14. »Hvat er tað fyri væna vív,
í aftan skeinkir mjøð og vín?«

15. »Tað er mín yngsta systir,
nýkomin út av kloystri.«

16. »Aldri sá eg nakað kloystravív
fella so møðug tár á lín.

17. Aldri sá eg nakað kloystrabarn
fella so møðug tár uttan harm.

18. Tað dugir ei at dylja,
tað man vera tín helja.

19. Hav tú sjálvur títt slegfriðvív,
flyt meg aftur til faðir mín!

20. Meira gull ber hon á sær,
enn mín faðir læt fylgja mær.

21. Meira gull ber hon fyri brósti,
enn eg eigi í míni kistu.

22. Meira gull ber hon á hond,
enn mín faðir eigur ríki og lond.

23. Tríggjar giftur hevur faðir meg gift,
og allar hava mær heljur skift.«

(c) Dansifelagið í Havn