Kvæðasavn

Faðir og dóttir

Uppskrift: FK 174B, 32, pp. 138-141.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Faðir spurdi dóttur í ráð:
»Og vilt tú giftast mann í ár?«
Hon svór um Gud, hon svór um menn,
hon hevði ikki hugsað ella tonkt tað enn.

Riddarin svevur aleina.

2. Um Gud og menn,
hon hevði ikki hugsað ella tonkt tað enn.
Hon svór tað á munni,
hon var so skær sum nunna.

3. Munni,
hon var so skær sum nunna.
Og hon svór tað á Halgubók,
at hon ikki mann í loyndum tók.

4. »Svør tú tað á sannan Gud,
men eingin veit, hvat kemur í hug.

5. Hvat var tað fyri gangari grá,
í aftan stóð tínum búðum hjá?«

6. »Tað var eingin gangari grá,
men tað vóru mínar hindir smá.«

7. »Plaga so tínar hindir smá
hava boksl í munn og saðil á?«

8. »Tað var ikki saðil av gull,
tað var ein tói av akurull.«

9. »Hvat var tað fyri gyllini spjút,
í aftan stóð um gluggan út?«

10. »Tað var einki gyllini spjút,
men mánin skein bæði inn og út.«

11. »Hvat var tað fyri tó par skó,
í aftan fyri tínum songum stóð?«

12. »Tað var 'ongjar' tó par skó,
tað vóru mínar tuflur tó.«

13. »Hvat var tað fyri riddari fín,
í aftan stóð for songum tín?«

14. »Tað var eingin riddari fín,
tað var hon Kristin, terna mín.«

15. »Plagdi so Kristin, terna tín,
útskera so stuttan stakkin sín?«

16. »Døggin drívur so víða,
frú plagdi sín stakk uppsníða.

17. Døggin drívur so kalda,
frú plagdi sín stakk upphalda.«

18. »Plagar so Kristin, terna tín,
bera búgvin brand við síðu sín?«

19. »Tað var eingin búgvin brand,
men tað var frúnnar lyklaband.«

20. »Plagdi hon Kristin, ternan,
at skera sítt hárið um íkring?«

21. »Tað var ikki skorið umkring,
men frúnnar flættur lógu í ring.«

22. »Hvat var tað fyri vøgga fín,
í aftan gekk í búðum tín?«

23. »Tað var eingin vøgga gæv,
tað var mín lítin silkivev.«

24. »Hvat var tað for lítið kind,
í aftan græt í búðum tín?«

25. »Tað var einki lítið kind,
tað var hann Falki, hundin mín.«

26. »Plagdi so Falki hund ....
hava reiv og lind og húgvu á?«

27. »Her var hvørki reiv ella húgva á,
men tað var hundsins lutir smá.«

28. »Fyri trýtur streymur í á,
enn kvinnur kunnu ikki andsvar fá.

29. Fyri trýtur streymur í sjógv,
enn kvinnur hava ikki andsvør nógv.

30. Men kennir tú nakað til henda fót,
sum her hongur við mín saðilrót?«

31. »Kendi eg hann enn, sum eg kendi hann tá,
so mangt eitt spor til búðar lá.«

32. »Kennir tú nakað til hesa hond,
sum her hongur við mítt saðilbond.«

33. »Kenni eg hana enn, sum eg kendi tá,
so manga nátt í armi lá.«

34. »Kennir tú nakað til hetta høvur,
sum her hongur við mín saðilgjørð?«

35. »Kenni eg enn, sum eg kendi tá,
so mangt eitt kyss á vørrum lá.

36. Gevi tað Gud og faðir mín,
at eldur hevði staðið í búðum tín.

37. Tú tar inni brunnið,
men eg for uttan runnið.«

38. Kyndi hon eldin í so brátt,
hon brendi sín faðir somu nátt.

39. Kyndi hon eld í hvíta lín
og brendi so inni faðir sín.

(c) Dansifelagið í Havn