Kvæðasavn

Faðir og dóttir

Uppskrift: FK 174D, 32, pp. 145-148.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Faðir spurdi dóttur í ráð:
»Vilt tú giftast manni í ár?«
Hon svór um Gud, hon svór um menn,
hon hevði ikki hugsað ella tonkt tað enn.

Riddarin svevur aleina.

2. Hon svór um menn,
hon hevði ei hugsað ella tonkt tað enn.
Hon svór tá á Halgubók,
at hon ikki mann í loynum tók.

3. Halgubók,
at hon ikki mann í loynum tók.
Hon svór tað við munni,
at hon var so skær sum ein nunna.

4. Hon svór tað við sannan Gud,
men eingin veit, hvat kemur í hug.

5. »Hvør var so hin riddarin fín,
í aftan reið úr búðini tíni?«

6. »Tað var eingin riddari fín,
tað var mín drongur við hindini.«

7. »Plaga so várar hindir smáar
hava boksl í munni og saðil á?«

8. »Tað var ikki saðil av gull,
tað var ein tógvi av akurull.«

9. »Hvat var tað hitt gylta spjót,
í aftan stóð um gluggan út?«

10. »Tað var einki gyllini spjót,
men mánin skein bæði inn og út.«

11. »Hvør var so hin riddarin fín,
í aftan stóð fyri songum tínum?«

12. »Tað var eingin riddari fín,
tað var hon Kristin, terna mín.«

13. »Plagar so Kristin, terna tín,
skera so stuttan stakkin sín?«

14. »Døggin drívur so víða,
frúur plaga sín stakk uppsníða.

15. Drívur døggin kalda,
frúur plaga sín stakk upphalda.«

16. »Plagar so Kristin, terna tín,
skera so hárið um í ring?«

17. »Tað var ikki skorið íkring,
men frúnnar flættur lógu í ring.«

18. »Hvat var [tað] fyri lítið kind,
í aftan græt í búðum tín?«

19. »Tað var eingin lítil kind,
tað var hann Fálkur, hundur mín.«

20. »Plagar so Fálkur, hundur tín,
hava reiv og lind og húgvulín?«

21. »Har var ikki húgva á,
men tað vóru hundsins lutir smá.«

22. »Hvat var tað fyri vøgga fín.
í aftan stóð fyri songum tín?«

23. »Tað var eingin vøgga gæv,
tað var mín lítil silkivev.«

24. Faðirin burt á skógvin reið,
møtti honum riddarin á síni leið.

25. Faðirin sínum svørði brá,
riddaran kleyv hann í lutir tvá.

26. Hann tók upp hans raska fót,
hongdi hann við saðil góð.

27. Hann tók upp hans ljósu hond,
hongdi hana við saðilbond.

28. Hann tók upp hans fríða høvur,
hongdi tað við saðilgjørð.

29. Faðirin heim í garðin fór,
úti dóttirin fyri honum stóð.

30. »Kennir tú nakað henda fót,
sum hongur við mín saðil góð?«

31. »Kenni eg enn, sum eg kendi hann tá,
so mangt eitt spor til búðar lá.«

32. »Kennir tú nakað hesa hond,
sum hongur við mín saðilbond?«

33. »Kenni eg enn, sum eg kendi hana tá,
so manga nátt á armi lá.«

34. »Kennir tú nakað hatta høvur,
sum hongur við mína saðilgjørð?«

35. »Kenni eg enn, sum eg kendi tá,
so mangur kossur á vørrum lá.«

36. »Fyri trýtur streymur í á,
enn kvinnur kunnu ei andsvar fá.

37. Fyri trýtur bylgja í sjógv,
enn kvinnur vita ei andsvar nógv.«

38. »Gud fyrigevi tær, faðir mín,
hvat tú gjørdi mót dóttur tíni.

39. Gevi tað Gud nú, faðir mín,
at eldur hevði staðið í búðum tínum.

40. Og tú vart inni brunnin,
fyri øll tey ráð, tú kundi.

41. Og tú har inni verið,
men eg fyri uttan staðið.«

42. Kyndi hon eld í hvíta lín,
inni brendi hon faðir sín.

(c) Dansifelagið í Havn