Kvæðasavn

Pálins táttur

Uppskrift: FK 176, 32, pp. 158-159.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. »Meg hevur droymt ein dreym í nátt,
Gud bað eg hann tá ráða,
møtti eg ein[i] hvítabjørn,
hon leikaði við okkum báðum.
Ein hon tók meg seg í favn.

Tárin hevði blóma.

2. Ein hon tók meg seg í favn
og kroysti meg og kramdi,
tann triðja slerdi meg á sítt bak,
hart við sínum 'ravdi'.«
Talar hann so til stolta jomfrú.

3. Talar hann so til stolta jomfrú:
»Tú skalt dreymum ráða.«
Tað var junkarin Pálin,
nú stendur hans lív í váða.
»Tað stendur eitt hús í mínum garði.

4. Tað stendur eitt hús í mínum garði,
takt við dýrum steina,
eg ræddist ei fyri eitt hundrað mans,
tá [eg] sat fyri aleina.«
Mánadagin at morgni.

5. Mánadagin at morgni,
tá skifta teir sínum spjóti,
annan dagin eftir
tá ríða brøður út.
Glaðir ríða brøður tveir.

6. Glaðir ríða brøður tveir,
gráta fagur 'lujda',
Heiðriks 'hou' og Torkils 'kiou',
tá læt Pálin lív.
Pálin leit seg aftur um bak.

7. Pálin leit seg aftur um bak,
hoyrir hestar at dynja.
»Nú ráði Gud, mín skriftafaðir,
nú má dreymurin skilja.«
Rennur hann stokk, og rennur hann stein.

8. Rennur hann stokk, og rennur hann stein,
og rennur alt hann mátti,
gjarna vildi hann foristá,
við øllum tí, sum hann átti.
Ikki náddi Pálin at húsi sínum.

(c) Dansifelagið í Havn