Kvæðasavn

Mirmants kvæði

Uppskrift: FK 183C, 33, pp. 110-131.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Vilja tit nú lýða á,
meðan eg flyti fram,
frúgvin eitur Brita
og jallin Hermann.

2. Hvussu skal eg kvøða,
tað eg ikki kundi,
frúgvin eitur Brita
og jallin Hermann ungi.

3. Ráddu fyri á Sakslandi
væl altíð og leingi,
tað var teim til eydnu lagað,
børn høvdu tey eingi.

4. Ráddu fyri á Sakslandi,
tugdu vetrarvist,
tað var teim til eydnu lagað,
børn høvdu tey mist.

5. Tað er enn, sum oftum er,
leingi er fyri drigið,
ei hevur frúgvin Brita
eina í songum ligið.

6. Jallin vaknar á miðjari nátt,
telur sín dreym so brátt:
»Undarligt hevur fyri meg borið
alla hesa nátt.«

7. Jallin vaknar á miðjari nátt
bæði troyttur og móður:
»Vit eiga okkum ein ungan son,
hann verður av ongum góður.«

8. Jallin droymdi dreymin tann,
hann tóktist vera í vanda:
»Eg dró ein orm frá brósti á tær,
mær vildi hann granda.«

9. Svaraði frúgvin Brita:
»Ei man tað so vera,
vinturnáttin er so long,
mangt kann í dreymar bera.«

10. »Meg hevur droymt ein dreym í nátt,
vil eg fyri tær greina,
tað rendi ein ormur frá brósti á tær,
sum vildi mítt hjarta meina.«

11. Tað er frúgvin Brita,
letur so orðum svara:
»Ofta munnu ljótir dreymir
fyri so lítlum varða.«

12. Frúgvin læt seg við barni ganga,
níggju mánar taldar,
inntil at hennara stundum leið,
hon føðir ein svein so baldan.

13. Tað var tá, sum oftum er enn,
dult er døpult mein,
frúgvin er gingin í høgaloft,
hon føðir ein ungan svein.

14. Sveipar hon hann í klæði væl,
væl skal ríkum falla,
síðan læt hon presti bera,
Mirmant bað hon kalla.

15. Barnið varð borið frá kirkju heim
aftur for móður sín,
meira læt hon røkta tað
enn alt sítt gull í skrín.

16. Tað er frúgvin Brita,
ræður til jallin at tala:
»Hví vilt tú ikki vár unga son
í skemtan við tær ala?«

17. Jallin so til orða tekur,
fyrsta orðið tá:
»Hann má ikki koma for míni eygun,
tann stund eg liva má.

18. Hoyr tað, mín hin veldiga søta,
tað sigi eg tær satt,
at tú flytur tín son so burt,
at hann kemur ikki aftur!«

19. »Hoyr tað, mín hin veldigi harri,
hvør skal mær tað gera,
taka mín son til fosturskap,
at hann kann riddari verða.«

20. »Løgdum keisar á Fraklandi
hann skal tað tær gera,
taka tín son í fosturskap,
at hann kann riddari verða.

21. Løgdum keisar á Fraklandi,
hann man tær tað veita,
taka tín son í fosturskap,
at hann kann riddari eita.«

22. Tað var frúgvin Brita,
hon letur saðla hest,
so reið hon til Fraklanda,
sum føtur bera mest.

23. So reið frúgvin Brita
beina gøtu fram,
forgyltir leika ringarnir,
hennara góð[i] gangari rann.

24. Tað var frúgvin Brita,
heim í garðin fór,
úti sjálvur Løgdum keisar
fyri henni stóð.

25. »Ver vælkomin, Brita,
higar nú til mín,
hvaðan er handa unga kind,
tú ber á armi tín?«

26. Tað er frúgvin Brita,
hon svarar so frá sær:
»Henda sama unga kind
er komin frá brósti á mær.

27. Góður maður, Løgdum keisar,
vilt tú mær tað gera:
taka mín son til fostur hjá tær,
at hann kann riddari verða?

28. Góður maður, Løgdum keisar,
vilt tú mær tað veita:
taka mín son í fostur hjá tær,
at hann kann riddari eita?«

29. »Hann skal vera vælkomin,
hjá mær og mínum monnum
sita yvir [mítt] ærligt borð
so mangan vetur á sonnum.

30. Hann skal vera vælkomin
hjá mær og mínum sveinum,
sita yvir mítt ærligt borð
og drekka tann mjøðin reina.«

31. Aftur loypur Brita
til sín góða hest,
so reið hon til Sakslanda,
sum føtur bera mest.

32. Tað var frúgvin Brita,
heim í garðin fór,
úti sjálvur jallin
fyri henni stóð.

33. »Ver vælkomin, mín veldiga søta,
higar nú til mín,
hvøssu tók hann Løgdum keisar
við fostursoni tín?«

34. »Hann skuldi vera vælkomin
hjá sær og sínum monnum,
sita yvir sítt ærligt borð
so mangan vetur á sonnum.

35. Hann skuldi vera vælkomin
hjá sær og sínum sveinum,
sita yvir sítt ærligt borð
og drekka tann mjøðin reina.«

36. Hann var ikki longur í ríkinum
enn mánaðirnar tólv,
allir lutir gegndust honum,
ríka frúgvin sjálv.

37. Allir lutir gegndust honum,
ríka frúgvin sjálv,
bæði læt hon læra hann
rúnur og skaktalv.

38. Mirmant klæðist for síni song
eina morgun snimma:
»Nú lystir meg til Sakslanda
faðir og móður at finna.«

39. Tað er frúgvin Katrin,
svarar so frá sær:
»Sjúkur tá kemur tú
aftur at vitja vár.

40. Hoyr tú, ungi Mirmant,
tað sigi eg tær satt,
fert tú teg til Sakslanda,
sjúkur kemur tú aftur!

41. Fert tú teg til Sakslanda
at finna faðir og móður,
sjúkur ríður tú aftur í borg
við hartil sorgir nógv.«

42. Út varð loystur gangarin,
ið Mirmant skuldi á ríða,
prýddur var hann við skarlak
niður á miðal síðu.

43. So ríður hann Mirmant
beina gøtu fram,
forgyltir leika ringarnir,
hans góði gangari rann.

44. Tað var ungi Mirmant,
heim í garðin fór,
úti frúgvin Brita
fyri honum stóð.

45. »Ver vælkomin, mín sæli son,
higar nú til mín,
lidnir eru fimtan vetur,
síðan eg væntaði tín.«

46. Mirmant gekk í hallina inn,
tey orð talar hann fyrst:
»Sit í frið, mín sæli faðir,
trýrt tú nakað á Krist?«

47. »Ver vælkomin, Mirmant,
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!«

48. »Lítið er mær um mjøðin tín,
hálvvæl minni um vín,
tak við Gudi og kristnari trúgv,
sæli faðir mín!«

49. Jallin so til orða tekur,
tagdi eina stund:
»Far teg aftur til Fraklanda,
verri enn nakar hundur!«

50. Mirmant stendur á hallargólvi,
tey orð talar hann fyrst:
»Sit í frið, mín sæli faðir,
trýrt tú nakað á Krist?«

51. Jallin átti ein búgvin brand,
eitur Meistartann,
hann var ikki av skeiðum drigin,
uttan hann fór mót spann.

52. Jallin feldi brandinum,
Mirmant um hann treiv:
»Hvør var nærri ervinum,
ei væri eg feigur?«

53. Tað var ungi Mirmant,
sínum svørði brá,
hann kleyv jallin, sín sæla faðir,
sundur í lutir tvá.

54. Svaraði frúgvin Brita,
tár á kinnar rann:
»Aldri náði Gud sálina,
ið hatta verkið vann.«

55. Tað var frúgvin Brita,
hon tók sær ker í hand,
so gekk hon í kjallaran,
sum mjøðurin fleyt í bland.

56. So skeinkir hon Brita
eitur út í vín,
bar so inn fyri Mirmant,
bað hann drekka til sín.

57. Tá hann hevði drukkið.
greint aftur skál,
allur hansara fagri litur
burt úr kinnum brá.

58. Tí svaraði Mirmant,
tá hann hevði drukkið av:
»Hatta var ikki móðurligur drykkur,
ið tú mær gav.«

59. »Var tað ikki móðurligur drykkur,
ið eg tær gav,
minni var tað sonarligt
at vega faðir at sær.«

60. Mirmant so til orða tekur,
tagdi eina stund:
»Tað var eingin syndargerð
at vega ein heiðin hund.«

61. Tað er frúgvin Brita,
svarar so frá sær:
»Hóast hann var ein heiðin hund,
so var hann faðir at tær.«

62. Sorgarfullur ríður hann
út av Rímsborg,
tí hann hevði av síni móður
fingið sút og sorg.

63. Mirmant leyp á gangaran sín,
ið hann sjálvur átti,
so reið hann til Fraklanda,
sum føtur bera máttu.

64. Tað var ungi Mirmant,
heim í garðin fór,
úti sjálvur Løgdum keisar
fyri honum stóð.

65. »Ver vælkomin, Mirmant,
higar út til vár,
hvar er allur tín fagri litur
úr tínum kinnum farin?«

66. »Fyri hevur givið mær
móðir mín,
eg havi vigið jallin,
sæla faðir mín.«

67. Tí svaraði Løgdum keisar,
tagdi eina stund:
»Tað var eingin syndargerð
at vega tann heidna hund.«

68. Hann leiddi hann í hallina inn,
gav honum gangin hægst,
hann setti hann aftur í hásætið
at sita sær manni næst.

69. Svaraði frúgvin Katrin,
tók hon so til orða:
»Leingi letur tú sjúkan mann
sita yvir tínum borði.«

70. Svaraði frúgvin Katrin:
»Hvat man slíkum sæta?
leingi letur tú sjúkan mann
eta av tínum fati.«

71. »Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,
eg vil tær ikki trúgva,
at tú vildi Mirmant unga
svik til handar snúgva!«

72. Tí svaraði Løgdum keisar,
letur so orðum svara:
»Eg biði ongan kallmann
eftir kvinnuorðum fara.«

73. Svaraði frúgvin Katrin,
hon var ei til tess sein:
»Av hesum sjúka manninum
tað fáa vit vist mein.«

74. Tí svaraði Løgdum keisar,
letur so orðum snúgva:
»Eg biði ongan kallmann
kvinnuorðum trúgva.

75. Eg sá tygum í grasagarði,
tygara ástarbregði,
søtan koss tá kysti hann teg
og hendur um hálsin legði.

76. Eg sá tygum í grasagarði,
tygara ástarbragdi,
søtan kossin kysti hann teg,
hendur um hálsin lagdi.«

77. Hann læt honum einihús
í oyðum mørkum gera,
sum teir kundu dvørgar tveir
best við rúnum skera.

78. Tað var hin ungi Mirmant,
í einihúsi sat,
hvørki læt hon til hann bera
drekka ella mat.

79. Hann var ikki longur í húsinum,
enn til hann tók at troyggja
haðan heim til landanna,
sum eitur í Sikilsoyggjum.

80. Haðan heim til landanna,
sum eitur á Sikilsoyggjum,
tí hann hevði altíð hoyrt,
at har vóru læknismoyggjar.

81. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
gingin er ungi Mirmant
í frú Sissalu stól.

82. Tað er frúgvin Sissal,
hon seg til kirkju reið,
tað var hesin sjúki maður,
í hennara skikkju treiv.

83. Tað var hesin sjúki maður,
í hennara skikkju tók:
»Ger tað fyri Gudi skuld,
tú ráð mær heilsubót!«

84. Svaraði frúgvin Sissal:
»Slíkt er mikil vandi,
grøða tíni sárini
aðrari moy til handa.«

85. Tað er hin ungi Mirmant,
svarar so for seg:
»Eg skal onga jomfrú lova
uttan sjálva teg.«

86. Tað er frúgvin Sissal,
svarar so frá sær:
»Hvøssu hevur tú fingið tað,
í drekka ella mat?«

87. »Við mínum faðir
fekk eg mær mat,
hann var kongsins hestasvein,
haðani eri eg av.«

88. »Tíguligur er tann
kongurin ein,
átti sær ein tílíkan
hestasvein.

89. Tíguligur er tá
kongurin tann,
átti sær ein tílíkan
hestamann.«

90. Tað var frúgvin Sissal,
so væl gav hon tí gátt:
»Í drekka hevur tú fingið tað,
men ikki út í mat.«

91. Hon setti hann í einihús,
nú man tað so vera,
av tí góða, í ríkinum var,
læt hon til hann bera.

92. Árla var um morgunin,
dagurin var ljús,
gingin er frúgvin Sissal
í sjúkra manna hús.

93. »Eg man ikki vita tað,
um enn tú lívið tiggur,
ljótur er tann ormurin,
fyri tínum brósti liggur.

94. Ljótur er tann ormurin,
fyri tínum brósti liggur,
ráði Gud faðir av himmiríki,
nær tú heilsu tiggur.

95. Eg skal taka tann ljóta orm
mær í munni mót,
halt tá fast um sporlið,
tað er okra bót!

96. Tá ið hesin frænarormur
rennur frá brósti á tær,
aftur í tílíkt herbergi
tað hevur hann ætlað sær.«

97. Hon mundi taka tann ljóta orm
sær í munni mót,
hann helt aftur um sporlið,
tað var teirra beggja bót.

98. Hon tók upp sín lindarsaks
og kleyv hann í lutir tvá,
síðan læt hon bera hann
á brennandi bál.

99. Grøddi hon hann í dagar,
grøddi hon hann í tvá,
inntil tann hin triðja,
tá fór hann í brynju blá.

100. Tað er frúgvin Sissal,
hon svør á sína trú:
»Hoyr tað, tú hin ungi maður,
hvussu eitur tú?«

101. Tað er hin ungi Mirmant,
svarar so for seg:
»Justinus jalsson
skalt tú nevna meg.«

102. Deydligt er í ríkinum,
eingin gleði elvar,
Sissal talar til Justinus:
»Vit skulu fara og telva.«

103. Víða leypa terningar
á talvborðið fram,
fyrsta talvið Justinus
av Sissalu vann.

104. Deydligt er í ríkinum,
eingin gleði elvar,
Sissal talar til Justinus:
»Vit skulu fara og telva.«

105. Víða leypa terningar
á talvborðið fram,
annað talvið Justinus
av Sissalu vann.

106. Ei var spart á talvborði
gull og vovin skari,
fullvæl spælir jallin,
ið faðirs bani var.

107. Deydligt er í ríkinum,
eingin gleði elvar,
Sissal talar til Justinus:
»Vit skulu fara og telva.«

108. Víða leypa terningar
á talvborðið fram,
triðja talvið Sissal
av Justinussi vann.

109. Øllum tapti Justinus
talvunum á borði,
hann gjørdi einki annað tá
enn lýddi á Sissalu orð.

110. »Hóast eg líði spott og spei,«
Mirmant ræður at svara,
»líkari var mær vorðið við
til Fraklanda at fara.«

111. Tað er frúgvin Sissal,
hon svarar so frá sær:
»Tú tókst tað í álvara,
í gamni mælti eg mær.«

112. Sissal gongur for faðir sín,
sigur honum frá:
»Nú lystir unga Justinus
at kvitta her londum frá.«

113. Svaraði hennara sæli faðir,
leit fram undan skildri:
»Eg tað ikki enn veit,
í hvat hann higar vildi.«

114. »Hann var seg so sjúkur,
hann var seg so sár,
tí var [hann] komin
higar at vitja vár.«

115. »Var hann seg so sjúkur,
var hann seg so sár,
tar beiddist honum læknaðin
higar at vitja vár.«

116. Nú koma tey tíðindi
inn á hallargólv:
»Gingin er kongurin Lutsiundal
at stevna við tær á hólm.

117. Gingin er kongurin Lutsiundal
at stevna á hólm við tær
um hana frúnna Sissalu,
ið hann hevði ætlað sær.«

118. Sissal gongur frá Justinus,
letur so orðum svara:
»Vilt tú, ungi Justinus,
í mínum liði fara?«

119. Tað er ungi Justinus,
hann svarar so frá sær:
»Lítil er tann liðveitslan,
men fylgja skal eg tær.«

120. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
tá hevði kongurin Lutsiundal
brynjað út hundrað tólv.

121. Tá hevði kongurin Lutsiundal
brynjað út hundrað tólv,
einsamallur Justinus
hann ríður har ímót.

122. So ríður ungi Justinus
víðan vegin fram,
klývur hvønn av um tvøra,
móti honum rann.

123. Klývur hvønn av um tvøra,
móti honum rann,
eftir stóð kongurin Lutsiundal
við sín triðja mann.

124. Tað var ungi Justinus,
sínum svørði brá,
hann kleyv kongin Lutsiundal
sundur í lutir tvá.

125. Hann kleyv kongin Lutsiundal
sundur í lutir tvá,
báðar hansara sveinarnar
teir legði hann honum hjá.

126. Sendiboð kom til hallar heim
síðla dags á kvøldi,
eftir spurdi tann ríka frú,
hvør ið reystkappan feldi.

127. Tað var lítin sendisvein,
reið til hallar heim,
eftir spurdi tann ríka frú,
um flest allir feldu ein.

128. Svaraði ein av sveinunum,
heldur á hjørvarunni:
»Tað er ungi Justinus,
ið stríðið hevur vunnið.«

129. Tað er frúgvin Sissal,
sló so upp í gleim:
»Góðari hendi grøddi eg
tann gævuliga svein.«

130. Ríða teir til hallar heim
við albrynjaðar hestar:
»Nú er einki annað at gera
enn frú Sissal at festa.«

131. Drukkið varð teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
Justinus og hans vív.

132. Justinus liggur í síni song
eina morgun snimma:
»Nú lystir meg til Fraklanda
mín fosturfaðir at finna.«

133. »Fert tú teg til Fraklanda
at finna fostru tína,
síðla dags tá kemur tú
aftur at vitja mín.«

134. Tað er ungi Mirmant,
letur saðla hest,
so reið hann til Fraklanda,
sum føtur bera mest.

135. Tað var ungi Mirmant,
heim í garðin fór,
úti frúgvin Katrin
fyri honum stóð.

136. »Ver vælkomin, Mirmant,
higar nú til mín,
drekk nú hvat tær betur líkar,
mjøðin ella vín!

137. Sissal í Sikilsoy
kær er vorðin tær,
annan hevur hon loynimann
í loyndum hjá sær.

138. Annan hevur hon loynimann
í loyndum hjá sær,
Justinus jalsson,
so er greint fyri mær.«

139. Tað er ungi Mirmant,
alt vil betur snúgva,
biður ongan kallmannin
kvinnuorðum trúgva.

140. Tað er frúgvin Katrin,
tók sær ker í hand,
so gekk hon í kjallaran,
sum mjøðurin fleyt í bland.

141. Blandaði hon mjøðin,
blandaði hon vín,
og so mikið óminni
tað læt hon har útí.

142. Og so mikið óminni
læt hon har útí,
bar so inn fyri Mirmant,
bað hann drekka til sín.

143. Tá hann hevði drukkið,
greint aftur ker,
mintist ei til Sissalu,
ei hvar ið hon er.

144. Sissal gongur for faðir sín,
mælir á tungum inna:
»Nú lystir meg til Fraklanda
Justinus at finna.«

145. »Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,
vilt tú við friðum fara,
trý hundrað raskar riddarar
skalt tú við tær hava.«

146. Frúgvin er av garði burt
við alt tað brynjað lið.
so reið hon til Fraklanda,
hon buddist ei við frið.

147. Nú koma tey tíðindi
inn á hallargólv:
»Gingin er sjálvur Jógvan kongur,
stevnir tær á hólm.«

148. Svaraði ungi Mirmant,
maðurin er hann spakur:
»Fyri hvat stevnir [hann] mær á hólm,
hvat havi eg gjørt til saka?«

149. »Nógvar man hann sakirnar
vita tær,
tú hevur sovið hjá konu ta,
ið hann hevði ætlað sær.«

150. Katrin gongur for Mirmant,
letur so orðum svara:
»Vilt tú nakað, Mirmant,
í mínum liði fara?«

151. Tað er ungi Mirmant,
svarar so frá sær:
»Lítil er tann fosturskapur,
fylgja skal eg tær.«

152. Árla var um morgunin,
roðar fyri sól,
tá hevði reystur Jógvan kongur
brynjað út hundrað tólv.

153. So ríður hann Mirmant
víðan vegin fram,
klývur hvønn um tvøra,
móti honum rann.

154. So ríður hann Mirmant,
veksur við honum mót,
búkar fullu á jørðina niður,
sum tú varpar grót.

155. Høgga títt og líva lítt,
troða jørð við kálva,
bjargamál sang í hvørjum hamri,
vørildin tók at skelva.

156. Høgga títt og líva lítt,
av dró barnagaman,
møtti honum frúgvin Sissal,
tá bar báðum saman.

157. Tað er frúgvin Sissal,
hyggur upp yvir seg:
»Harra Gud av himmiríki
gevi mær sigur á teg.«

158. Tað var ungi Mirmant,
skuldi mót frúnni ríða,
tóktist honum, sum báðar hendur
vóru bundnar við síðu.

159. Mirmant reið mót Sissalu,
slíkt var mikil undur,
hesturin nígur aftur um døv,
skøftini gingu sundur.

160. Høgga títt og líva lítt,
duplur hanga við stengur,
maktast ungi Mirmant,
í víggi tar hann stendur.

161. Høgga títt og líva lítt,
blóðið dreiv til ský,
maktast ungi Mirmant,
ið víggi stendur í.

162. Harra Gud í himmiríki,
hvar mikil er tín mátt,
so var Mirmant í víggi staddur,
opin fell hann aftur.

163. Sissal talar til sendisvein,
biður hann fara og renna:
»Gakk fram fyri harran tín,
vita, um hann kann teg kenna!«

164. »Eg setti teg hjá míni frú,
ein so lítil svein,
hvøssu ert tú komin her
í heidna manna reið?«

165. »Hoyr tú, ungi Mirmant,
alt fyri uttan ekka,
her hevur tú tær 'ærvur' tvær,
tú skalt av báðum drekka!«

166. Hann drakk av teim reglunum,
Gud gav honum grøði,
hann sprakk á fold við lítin sprongd,
hann kendi sær ei til møði.

167. Tað var frúgvin Sissal,
reið fram undir borg,
har fann hon ta ríku frú,
henni hevði vunnið sorg.

168. »Ver vælkomin, Sissal,
her til hallar heim,
tú hevur svikið mín fosturson
mær til sorg og mein.«

169. Hon gav henni høggið tað,
so av fell silkihúgva:
»Eg skal læra teg, Katrin,
tú kundi so væl at ljúgva.«

170. Hon gav henni høgg á tenn
við sínum flata lógva:
»Tú skalt ikki, frúgvin Katrin,
longri skemtan hóva.«

171. Hon gav henni kempusting
undir sín høgra vanga,
aðrari hondini hálshøgg,
so tunga úr henni hanga.

172. Tríggjar dagar í ríkinum
dreingir drukku vín,
tá mintist hann Mirmant
til ríku frúur sín.

(c) Dansifelagið í Havn