Kvæðasavn

Frísa vísa

Uppskrift: FK 184, 34, pp. 8-9.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Frísar løgdu sínar árar í sjó,
so vildu teir frá landi ró,
jomfrúin græt og hendur sló:
»Latið meg ei á Frísaland fordervast!
Bíða, bíða, mín frísa,
meg man faðir loysa!
Eg trúgvi so gott til faðir mín,
hann loysir meg við borgum sínum,
hann letur meg ei á Frísaland fordervast.«
»Eg havi ikki borgar uttan tvá,
hvørga kann eg lata fyri teg gá,
for vist mást tú á Frísaland fordervast.«

2. Frísar løgdu sínar árar í sjó,
so vildu teir frá landi ró,
jomfrúin græt og hendur sló:
»Latið meg ei á Frísaland fordervast!
Bíða, bíða, mín frísa,
meg man móðir loysa!
Eg trúgvi so gott til móður mín,
hon loysir meg við stakkum sín,
hon letur meg ei á Frísaland fordervast.«
»Eg eigi ikki stakkar uttan teir tvá,
hvøngan kann eg lata fyri teg gá,
for vist mást tú á Frísaland fordervast.«

3. Frísar løgdu sínar árar í sjó,
og so vildu teir frá landi ró,
jomfrúin græt og hendur sló:
»Latið meg ei á Frísaland fordervast!
Bíða, bíða, mín frísa!
Bróðir mín man meg loysa.
Eg trúgvi so gott til bróður mín,
hann loysir meg við gangara sín,
hann letur meg ei á Frísaland fordervast.«
»Ikki havi eg gangarar meiri enn tvá,
hvøngan vil eg lata fyri teg gá,
for vist mást tú á Frísaland fordervast.«

4. Frísar løgdu sínar árar í sjó,
og so vildu teir frá landi ró,
jomfrúin græt og hendur sló:
»Latið meg ei á Frísaland fordervast!
Bíða, bíða, mín frísa!
Systir mín man meg loysa.
Eg trúgvi so gott til systur mína,
hon loysir meg við búda sín,
hon letur meg ei á Frísaland fordervast.«
»Eg havi ikki búda uttan tvá,
hvøngan kann eg lata fyri teg gá,
for vist mást tú á Frísaland fordervast.«

5. Frísar løgdu sínar árar í sjó,
so mundu teir frá landi ró;
jomfrúin græt og hendur sló:
»Latið meg ei á Frísaland fordervast!
Bíða, bíða, mín frísa!
Enn er ein meg at loysa.
Eg trúgvi so gott til festarmann mín,
hann loysir meg við skipum sínum,
hann letur meg ei á Frísalandi fordervast.«
»Ikki eigi eg skipini uttan tey tvá,
bæði vil eg lata fyri teg gá,
ei skalt tú á Frísalandi fordervast.«

6. Frísar løgdu sær árar í sjó,
so munnu teir frá landi ró,
jomfrúin ló og hendur sló:
»Ikki man eg nú á Frísaland fordervast.«

(c) Dansifelagið í Havn