Kvæðasavn

Kristin og keypmenninir

Uppskrift: FK 186, 34, pp. 20-21.
Far til yvirlit yvir allar uppskriftir.

1. Dóttir spurdi móður bráð:
- í skógum -
»Nú vil eg til skipa í ár.«
- Gullið ber hon út av sínum búðum.

2. »Hvussu skalt tú til skipa í ár,
tú veitst tær eingi bróðurráð?«

3. »Tað fer so mangur til skipa í ár,
sum ikki veit sær bróðurráð.«

4. »Far so, far so, dóttir mín,
at tú verður ikki eftir móður tíni!«

5. Kristin gongur í hestahús,
gráan gangara loysir út.

6. Hon loysir út ein, loysir út tvá,
hin besta legði hon saðil á.

7. Kristin ríður eftir sandi,
sum knørrur lá fyri landi.

8. »Her eru menn av knørri,
havið tit nakað at selja?«

9. »Vit hava skrúður og skarlak reyð,
tað er einki moyggjarkeyp.«

10. »Tit kastið tykra varning upp á land,
eg vil keypa silkiband.«

11. »Tú fært ikki vár varning at sjá,
uttan tú vilt upp á skipið gá.«

12. Hon steig sín fót í bryggjusporð,
annan inn fyri knarrarborð.

13. Hon sovnaði úti í skiparans favn,
vaknaði ikki fyrr enn í Týskland.

14. Kristin vaknaði upp og sá:
»Hvat er tað fyri land, eg síggi á?«

15. Svaraði ein við gullborin hand:
»Hatta kalla vit Týskland.«

16. »Eg eigi so reystar brøður tveir,
av loynistígum vita teir.«

17. Hegar ið hon teir nevndi,
hennara neyð teir kendu.

18. Teir tóku tað skip og alt hará,
og sigldu so heim við systur tá.

(c) Dansifelagið í Havn